leygardagur 13. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 109 — 13. JUNI 1998
tíðindablaðið SS
7
Sparikassin letur upp håsasølu i
Fossbankanum
Mikudagin 17. juni letur P/F Inni upp nýggja sethúsasólu
í Havn. Tað er Føroya Sparikassi, sum stendur aftanfyri
stovnanina av nýggja felagnum, sum í hesum døgum verð-
ur lýst í blóðunum. Nýggja sethisasølan skal halda til í
hølunum hjá Realinum - í gamla Fossbankanum
SVEINUR TRÓNDARSON
Mikudagin verður kapping-
in á sethúsamarknaðinum
gjørd upp aftur harðari.
Tá letur nevniliga upp ein
nýggj sethúsasgla í Havn.
Nýggja sethúsasglan skal
halda til í hølunum hjá
Realinum - teimum hølun-
um har Fossbankin í síni tíð
húsaðist.
Tað er eitt nýstovnað
partafelag, P/F Inni, sum
stendur aftanfyri nýggju set-
húsasgluna.
Stovari av nýggja parta-
felagnum er Føroya Spari-
kassi.
Marner Jacobsen, vara-
stjóri í Sparikassanum, vátt-
ar tíðindini um sethúsasgl-
una.
— Jú tað er rætt. Inni letur
upp mikudagin 17. juni.
Er ikki nóg mikið av set-
húsasólum í býnum framm-
anundan ?
— Vit halda ikki tað kann
sigast soleiðis. Nakrar set-
húsasglur eru og sakførar-
arnir fáast eisini við at selja
hús. Men talan er um ein
frían marknað og vit halda
at vit kunnu veita kundu-
num eina betri tænastu á
henda hátt, sigur Marner Ja-
cobsen.
Hvussu ber tað til, at
Sparikassin tekur hetta stig-
ið?
— Hetta er ein partur av
marknadarstrategiini hjá
Sparikassanum, har vit fara
at leggja dent á at gera eitt
kvalitativt gott søluarbeidi.
Handilin gjøgnum Inni
verður skipaður sum vanigt
er í Føroyum, at keyparin
letur inn boð, men Inni fer
at bjóða upp á nýskapan, ið
fer at geva seljara og keyp-
ara munandi stórri trygd og
innlit í sambandi við hand-
ilin. Hetta fara vit at kunna
nærri um tá felagið letur
upp.
— Felagið fer at ráðgeva
um fígging, men ikki at
veita lån. Hetta verða kund-
arnir at tosa við peninga-
stovnarnar um.
Vit fara í næstu viku at
TILL
Her - í gomlu hølunum hjá kappingarneytanum Fossbankanum - fer nyggja set-
håsasølan hjá Sparikassanum, P/F Inni at halda til. Hon letur upp mikudagin
17. juni
frætta nærri um nýggju set-
húsasgluna.
Fara at lata upp
kaffistovu í Kirkjubø
Í næstum letur kaffistova upp í Kirkjubø. Tað eru hjúnini Sólvá og Páll Patur-
son, sum skulu reka kaffistovuna. Nú bíða tey bert eftir teimum seinastu loyv-
unum frá lógregluni
Vitjandi til múrin í Kirkjubø
hjá Sólvu og Páll Patursyni,
SVEINUR TRÓNDARSON
Tað hava altíð verið nógv
ferðafólk í Kirkjubø. Men
umstødurnar hjá ferðafólki
hava ikki verið av teimum
allarbestu.
Ein kiosk hevur verið í
bygdini, har møguligt var at
fáa sær eitt bikar av kaffi,
men tað mátti njótast utt-
anfyri.
fáa í framtíðini møguleika at keypa sær kaffi í kaffistovuni
sum letur upp í næstum
Nú hava hjúnini Sólvá og
Páll Paturson í eina tíð ar-
beitt við ætlanum um at lata
upp eina lítla kaffistovu í
bygdini.
Tey hava flutt ta gomlu
kaffistovuna, sum stóð á
Gomlurætt, til Kirkjubøar
og tå tey seinastu loyvini
eru komin upp á pláss.
Páll Paturson sigur at tey
nú bert bíða eftir loyvinum
(savnsmynd)
frá løgregluni. Øll hini loyv-
ini eru komin uppá pláss.
Er tórvur á eini kaffistovu
í Kirkjubø? '
— Ja, tað er tað. I summ-
artíðini í hvussu er. Her vitja
nógv ferðafólk og fleiri
teirra vilja fegin hava høvid
til at seta seg niður við ein-
um kaffikoppi og onkrum
aftur við
Hvat er ætlanin at selja?
— Vit fara bert at selja van-
ligar kioskvgrur og kaffi.
Har verður einki við nøkr-
um sterkari enn kaffi
Er ætlanin at hava opið
alt árið?
Nei, sum tað sær út í
løtuni, so er ikki grundarlag
fyri tí. Vit fara í fyrsta um-
fari at satsa upp á ferða-
fólkatíðina og tað merkir at
tað verður opið einar tveir
ul tríggjar mánaðir um árið,
sigur Páll
Opið verður hvgnn dag
frá klokkan tíggju á morgni
til klokkan seks á kveldi.
Longri verður ikki opið
tí vit skulu sjálvi standa í
kaffistovuni og vit hava so
nógvar aðrar uppgávur eis-
ini, so tað verða ikki stundir
til tess
Tó verður annað at fáa í
kioskini enn vanligar kiosk-
vørur.
Væl av tilfari er til taks
um Kirkjubg - eitt nú post-
kort og bøkur og ætlanin er
at selja hetta í kioskini.
Eisini skal kioskin selja
atgongumerkir til Royks-
tovuna
Sum sagt er ikki heilt vist
nær kaffistovan letur upp,
men Páll væntar, at tað
verður innanfyri tær næstu
tvær til tríggjar vikurnar
(Mynd: Alvur Haraldsen)
O
-Bandupptakari vid radio
KEH-P3600
+ 4x35 Watt « RDS radio * FMMB + Music Search
+ CD changer control.
-Boks til 6 fløgur, CDX-P62.
Vanl. prisur 6.200- NÚ EINANS kr.
—
* Single CD við RDS radio
+ 4 x 35 Watt * Line out
* Fronturin kann takast av
Vanl. prísur 3.790.-
+ Bandupptakari við FM/AM
+ 4 x 22 Watt
* Fronturin kann takast av
Vanl. prisur 2.090.-
SUPER PIONEER TIL
ELDING
SMS tel 318662 - 318663 * Saltangará tel 448762 |
e-mail
eldingéolivant fo