leygardagur 13. juni 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Oljufyrisitingin
eee Faroese Petroleum Administration
om
Løgfrødingur til
Oljufyrisitingina
Sekt verður eftir løgfrødingi til Olju-
fyrisitingina.
Starvsoki
Uppgávumar hjá legfroðinginum verða
í fyrstu atlogu at fyrireika kunngerðir
og vegleiðingar um trygdarviðurskifti,
arbeiåsumhvørvi o.a. í sambandi við
leiting eftir olju og jarðgassi. Fyri at
kunna seg um starvsokið er ætlanin,
at løgfrødingurin í seinna hálvári 1998
eitt skifti skal starvast hjá oljumyndug-
eikum í Noreg.
Seinni skal løgfrødingurin taka lut í
oðrum løgfrødiligum arbeiði á Oljufyri-
sitingini t.d. umsiting av forkanningar-
loyvum, skipan av loyvisumførum,
ásetan av loyvistreytum o.a
Oljufyrisitingin er i stødugari menning
fyri at kunna taka av teimum avbjóð-
ingum, sum liggja fyri framman, tá farið
verður undir oljuleitingar á foroyska
landgrunninum. Hetta merkir arbeiðs-
gongdina, og tann, ið settur verður,
má tí rokna við, at starvsokið verður
broytt sum frálíður. Hinvegin eru upp-
gávurnar avbjóðandi, persónliga og
yrkisliga mennandi við nógvum sam-
skifti við altjóða oljuídnaðin, aðrar
myndugleikar í Føroyum og í granna-
londum, føroyskt vinnuliv 0.0.
Førleikakrøv
Oljufyrisitingin roknar við, at tú:
* hevur løgfrødiligt prógv,
* hevur arbeiðsroyndir innan fyrisiting,
* dugir væl foroyskt og enskt,
* hevur samstarvsevni og kanst ar-
beiða undir trýsti.
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt,
um tú hevur arbeiðsroyndir frá eftir-
lítslóggávu.
Setanartreytir
Starvið verður lent sambært sáttmála
millum landsstýrið og Búskapar- og
legfroðingafelagið.
Umsókn
Umsókn við pråvskjølum, frágreiðing
um arbeiðsroyndir v.m., skal sendast
til
Oljufyrisitingina
Postboks 1162
110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera Oljufyrisitingini í
hendi í seinasta lagi 30. juni 1998.
Upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Oljufyrisitingina á tlf.
311944.
Oljufyrisitingin hevur 10 starvsfólk og er skipað sum
deild í Vinnumálastýrinum. i Vinnumálastýrinum eru
umframt Oljufyrisitingina ein aðalskrivstova, vinnu-
máladeild og samskíftisdeild.
tíðindablaðið SUM
Nr. 109 — 13. JUNI 1998
Anfinn Kallsberg, lógmaður:
— Tíðin lekir oll sár
Hóast samráðingarnar gingu avbera væl, og danir og fóroyingar fingu
slættað sjógv sínámillum, so er ikki vist, at tann fíggindamyndin, sum hevur
verið hildan upp fyri okkum, hvørvur við eitt av sær sjálvum. — Vit eru sett í
h eimin fyri at gera hann betur, og nú skulu vit arbeiða okkum burturúr tí,
sum hevur verið okkara millum, sigur lógmaður
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. VANG
Seinatsa tíðin hevur verið
hendingarik og krevjandi
hjå Anfinni Kallsberg, løg-
manni, frå ti hann smíðaði
samgonguna saman, og til
í vikuni, við elddópinum í
samráðingunum við donsku
stjórnina.
Hesa royndina hevði
hann eisini hugsað um
frammanundan, og ikki sørt
stúrt fyri. Harnæst skuldi
hann eisini standa fram og
greiða stóru fjøldini av tíð-
indafólki frá gongdini.
Tað var heldur ikki gam-
ansleikur, serliga tí danska
pressan er so málrættað,
heldur løgmaður. Tað gekk
kortini avbera væl, og løg-
madur kendi seg væl vid-
farnan av midlunum.
Myndin av løgmanni,
sum spakmæltur royndi at
greiða fjólmiðlafólkunum
frá gongdini undir samráð-
ingunum, bóru týðiliga boð
um, at hetta var ein óvanlig
stóða hjá Anfinni Kallsberg
Hann royndi sidiliga og leit-
andi eftir orðunum at siga
sína hugsan, og tað tóku
journalistarnir til eftirtektar.
Torført i fyrstuni
— Eg kendi meg persónliga
ikki so væl í fyrstuni, men
sum við so nógvum ødrum,
sum tú noyðist at fara undir,
so var ampin burtur, tá hol
varð sett á samráðingarnar,
sigur Anfinn Kallsberg
— Eg hevdi onga grund at
stúra, tí danir vóru blíðir og
fyrikomandi, og vístu ein
positivan vilja at fáa sam-
ráðingarnar væl frá hondini.
Føroyska sendinevndin
varð boðin til morgunmat
hjá Nyrup Rasmussen, for-
sætisráðharra. Teir báðir
leiðararnir sessaðust yvirav
hver ødrum, og høvdu her
møguleika at tosa um ymisk
mál.
— Undir borðhaldinum
tosaðu vit um samráðing-
arnar, men eisini um onnur
tung mál, sum lógu uttan
fyri samráðingaruppleggið,
eitt nú marknamálið við
bretar 0.0. mál. Hetta var
sum eitt slag av upphiting,
áðrenn veruligu samráðing-
arnar byrjaðu.
— Vit kendu okkum væl-
komnar og tað var ein góður
dámur yvir øllum og ein
vilju frá danskari síðu, at fáa
eitt úrslit, sum báður partar
kundu góðtaka, sigur
Anfinn Kallsberg.
Danir kannað avleið-
i
Av prátinum skilti løgmad-
ur, at danir høvdu gjørt sær
stóran ómak at kanna,
hvussu tær donsku loysn-
irnar í nitiårunum høvdu á-
virka føroyska samfelagið.
Forsætisráðharrin ásannaði,
at tær ikki høvdu verið rætt-
ar, og at danir ikki aftur fóru
at leggja seg út í føroysk
viðurskifti.
- Heldur tú at danir
kendu ein lætta, at sjógv-
urin nú er slættaður?
— Tað eri eg sannførdur
um. Tá eg vitjaði Nyrup
Rasmussen seinnapartin eft-
ir samráðingarnar, segði
hann, hvussu fegin hann var
um úrslitið.
Nyrup á almenna
vitjan í summar
- Tað hevur ljóðað, at Ny-
rup Rasmussen kemur á al-
menna vitjan í Føroyum í
ár?
— Ein innbjóðing hevur
ligið leingi og bíðað, og tá
eg hitti hann, nevndi eg vitj-
anina, og at hon frameftir
stendur honum í boði. Hann
takkaði fyri. Væntandi kem-
ur vitjanin í lag einaferð
seint í summar, sigur løg-
maður.
— Heldur tú, at figginda-
myndin av dønum nú er
burtur med alla?
— Slík mynd er ikki løtt at
fáa burtur, og hon verður
tað heldur ikki frá degi til
dags, men tíðin lekir øll sår.
Tann góða avtalan, sum vit
nú hava fingið, kann vera
við til, at seta aðra mynd
ístaðin fyri soleiðis, at fígg-
indamyndin hvgrvur sum
frálíður, sigur løgmaður.
Einki fruktagott at
vera atfinningarsamur
— Er tín mynd av dønum
broytt?
— Tað dugi eg ikki at siga,
men tað er einki fruktagott,
bert at vera atfinningarsam-
ur. Her hava danir roynt at
skapa grundarlag fyri ein-
um góðum og gðrvísi sam-
starvi, og so er tað okkara
skylda at vera medvirkandi
til at fáa gongd á. Tað er
m.a. tað vit eru settir til.
— Okkara skylda er at gera
heimin betri at liva í, og tað
ætli eg at gera mítt til at
fremja, sigur Anfinn Kalls-
berg, sum - tá vit tosaðu við
hann fríggjadagin, ikki var
komin til Vidarreidis enn.
Hann ætladi sær at halda
langt vikuskifti, eftir langar
og strævnar arbeidsdagar.
Var samrådingarstødan
krevjandi og strævin, so
var trýstið at standa
framman fyri hópinum av
tíðindafólki ikki minni
Anfnn Kallsberg,
løgmaður, heldur kortini,
at alt gekk uppá stás, og
at hann ongantíð kendi
seg illa, hóast óvanligu
støduna sum høvudsleikari
uttan fyri landoddarnar
Brúka orkuna positivt
Løgmaður er ómetaliga feg-
in um at vit hava fingið
skipaði viðurskifti aftur í
Føroyum, tí hitt var so slít-
andi. Nú ætlar hann sær at
brúka orkuna til positivt ar-
beiði.
— Var hetta ikki sera góð
byrjan til lógmanstíð tina?
— Um tað persónliga hev-
ur nakað at týða, hugsi eg
ikki so nógv um, men av-
talan hevur nógv at týða fyri
samgonguna.Tað eru so
nógv onnur stórmál, sum
krevja viðgerð, og tí er væl,
at vit hava fingið sett
punktum fyri hetta tíðar-
skeiðið.
Setir krøv til føroysk-
ar politikarar
— Um tit nú ikki húsast væl,
ber ikki til at fara aftur til
Danmarkar?
— Vit hava einki at fara
aftur til Danmarkar eftir. Nú
mugu vit húsast sjálvi, og
tað setir krøv til føroyskar
politikarar. Vit hava nú å-
byrgd å øllum økjum, og
mugu taka tað í ái vara, sigur
Anfinn Kallsberg.