leygardagur 6. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2003
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Brúdleyp
Í dag, 6. desember, kl. 16.00 giftast í Tvøroyrar
kirkju Joan Símunardóttir Poulsen úr Oyndarfirði og
Bjarni Joensen av Tvøroyri.
Brúdleypið verður hildið á Hotel Øravík kl. 19.00
fyri innbodnum.
Í dag, 6. desember, giftast í Vestmanna kirkju Joan
Marie Juul Poulsen úr Tórshavn og Gert Johannesen
úr Vestmanna.
Veitslan verður í Bygdarhúsinum fyri innbodnum.
65 ár
Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur, Klaksvík,
fyllir 65 ár í dag, Niklasarmessa 6. desember
Føðingardagurin verður hildin frá kl. 18.00 í
KFUK og -K í Klaksvík, har øll eru vælkomin.
Aimi Justinussen
MBA í økonomi
Leygardagin 29. november
tók Aimi Justinussen á
Argjum prógv sum MBA í
økonomi við Heriot Watt
University í Edinburgh.
Aimi er úr Sandavági,
dóttir Janny og Gudmund
Gudmundsen. Hon tók út-
búgving sum marknaðar-
økonom á handilsskúlanum
í Næstved í 1996. Síðan ar-
beiddi hon á marknaðar-
deildini hjá Føroya Spari-
kassa frá 1996 til 1999, tá
hon fekk starv sum skrivari
hjá Amerada Hess í Havn.
Í nøkur ár hevur hon hev-
ur tikið MBA útbúgvingina
sum fjarlestur, men sein-
asta hálva árið hevur hon
verið í Edinburgh, og leyg-
ardagin 29. november fekk
hon so prógvið handað.
Aimi er gift við Helga
Justinussen, politisti, úr
Havn, tey búgva á Hamr-in-
um á Argjum og eiga tveir
synir, Ásmundur og Gud-
mundur.
Tøkk
Eg takki øllum á Sandi
og runt um í Føroya landi
tit hond mína tóku, tit vóru so mong
og øll tit, ið vundu flagg á stong
fyri vakrar blómur tit sendu mær tá
og øll tit sum gólvið stukku inn á
samrøður mangar tær gjørdu mær gott
telegrammini øll tey meti eg hátt
gávurnar allar tær gleddu meg mikið
løni tykkum faðir í himmiríki
alt hetta veitti mær stóra gleði
á mínum sjúti ára degi
Sóvit Simonsen, Sandi
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara kæri maður,
pápi, verfaðir, abbi og langabbi
Poul í Skorini
Tórshavn, ættaður av Eiði
lá sjúkur, andaðist og varð jarðaður.
Somuleiðis takka vit eisini Heimarøktini,
starvsfólkunum á B5, tykkum, sum fylgdu, sum á
ymsan hátt hjálptu til við ervinum, sum góvu Zarepta
eina gávu, sum sendu blómur, krans ella heilsanir,
Dupultkvartettini, urguspælara, og talarum fyri
troystarrík orð.
Familjunnar vegna
Mia, Ragnhild, Sámal og Róland
Parfumarí Drós í
Bøgøtu 15 í Havn
hevur skift eigara.
Kristbjørg Poulsen á
Argjum hevur
yvirtikið handilin frá
fyrrverandi eigar-
unum, Fíu Norðberg
og Karin Dahl
Handilin, sum í fleiri ár var
Áarvegnum,
flutti
fyri
tveimum árum síðan niðan
í Bøgøtu 15. Í hesum bygn-
inginum eru tilsamans fýra
handlar.
Kristbjørg, sum er ættað
úr Skopun, er 36 ára gomul.
Hon hevur arbeitt nógv í
handli og tók av hesi spenn-
andi avbjóðing, tá handilin
var til sølu.
Parfumarí Drós umboðar
merkini
Estee
Lauder,
Clinique, Originis og Ara-
mis.
Parfumarí Drós
skift eigara
Kristbjørg Poulsen hevur
yvirtikið Parfumarí Drós í
Bøgøtu 15
Mynd: Maria Olsen
Niels Pauli
Danielsen 65 ár
Í
dag,
leygardagin
6.
desember, fyllir Niels Pauli
Danielsen, sóknarprestur
og fyrrverandi løgtings- og
landsstýrismaður, í Klaks-
vík, 65 ár. Niels Pauli er
ættaður úr Vági. Foreldini
vóru: Elsa og Hilmar S.
Danielsen í Vági. Elsa var
úr Vági, og Hilmar var ætt-
aður av Teigum í Fámjin.
Niels Pauli tók sum
ungur studentsprógv upp á
tvey ár í Danmark. Síðan
var
hann
vikarur
við
Klaksvíkar Skúla í eitt ár.
Eftir tað sigldi hann m.a.
við sluppini "Fimm systrar"
hjá Simon David Kalsø í
Klaksvík.
Hann fekk Gudfrøðisligt
embætisprógv
í
Keyp-
mannahavn í 1968. Hann
var prestur á Viðareiði frá
1968-73, í Sjóvar sókn frá
1973-80. Síðan 1980 hevur
hann verið prestur í Klaks-
vík.
Hann var í farloyvi frá
1985-88,
tá
hann
var
Landsstýrismaður
fyri
Kristiliga
Fólkaflokkin,
Føroya
Framburðs-
og
fiskivinnuflokk. Hann var
løgtingsmaður frá 1988-94
fyri flokkin, valdur í Norð-
oya valdømi.
Hann sat í bygdaráðnum
á Viðareiði frá 1970-74 og í
Sjóvar kommunu frá 1977-
80.
Niels Pauli er giftur við
Elsebeth, f. Kalsø, úr
Klaksvík, tey eiga synirnar
Hilmar og Olgar. Elsebeth
og Niels Pauli eiga 7
ommu- og abbabørn.
Føðingardagurin verður
hildin í KFUM og K í
Klaksvík frá kl. 18, har øll
eru vælkomin.
15
14
Nr. 233 - 6. desember 2003
So komu deyðsboðini um Selmu. Hetta var sunnu-
dagin tann 2. november. Selma var dóttur Malenu og
Óla Petersen. Óli var ættaður av Miðgerði í Kollafirði,
hann giftist til Fuglafjarðar og gjørdist reiðari.
Selma giftist við Daniel Jacob (kallaður Dolli) úr
Sumba. Hann doyði fyri 14 árum síðan, so hon hevur
sitið einkja øll hesi árini.
Selma var ein sjáldsom kona at koma inn til, hon var
sera blíð og hon dugdi væl at fortelja frá, bæði álvara
og gaman.
Tey seinastu árini var heilsan farin at bila og nú vóru
kreftirnar upp, tí eingin yvirlivir deyðan her á fold.
Selma gjørdist 81 ára gomul.
Tað, sum eg minnist Selmu eina best, ja ongantíð
fari at gloyma, tað var fyri eini gott og væl 58 árum
síðan. Eg havi verið um 22 ár, tá hon og ein vinkona
stóðu framman fyri talarastólinum í Thabor og sungu
fyri fullum húsi. Báðar høvdu sera gott mál.
Tey kvøldini vóru mong eygu vát av gleðistárum av
at hoya teirra sangir. Hetta var eisini ein stórur
vitnisburður um teirra frelsara Jesus.
Saknurin verður stórur, nú Selma er farin, og er hann
serliga stórur hjá teimum trimum børnum hennara og
ommubørnunum. Men einaferð koma øll saman aftur,
tá tíðin er komin.
Eg haldi at abbabeiggi mín yrkti eitt so vakurt og
sigandi ørindi í einum sangi.
Jesus Kristus far ei frá mær!
So eg biði nátt og dag.
Jesus, bróðir! ver tú hjá mær!
Leið meg heim mín síðsta dag.
Guds friður hvíli yvir minni hennara.
Símun P. Poulsen
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
20. november fingu Jórun og Nurlan Malaikev,
Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3750 gr.
26. november fingu Birgith Danielsen og Kristin
Martin Jacobsen, Nexø, Bornholm, eina dóttur. Hon
var 50 cm long og vigaði 3100 gr.
28. november fingu Eyðgerð og Marner Joensen,
Vestmanna, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 4000 gr.
28. november fingu Laufey Oskarsdóttir og Pauli V.
Hansen, Argjum, ein son. Hann var 58 cm langur og
vigaði 4550 gr.
29. november fing Elisabeth og Rói Joensen,
Kvívík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4530 gr.
29. november fingu Oddny Clementsen og Henrik
Juul, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3750 gr.
30. november fingu Eyðhild og Herfinn Hansen,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3350 gr.
30. november fingu Malan og Torben Nielsen,
Glyvrum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4550 gr.
1. desember fingu Hanna Maria og Poul Poulsen,
Sandi, eina dóttur. Hon var 45 cm long og vigaði
2485 gr.
1. desember fingu Annie Joensen, Klaksvík, og
Allan Samuelsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51
cm long og vigaði 3200 gr.
2. desember fingu Andrias Sundskarð og Signy A.
Thorgeirsson, Argjum, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3700 gr.
2. desember fingu Jana Jacobsen og Sylvin
Rasmussen, Húsar, eina dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3100 gr.
Dagurin
6. desember. Nikolaus, deyður í umleið ár 350.
Hann var biskupur í Myra, sum er í Lítluásiu. Hann
varð tikin av døgum sum pínsluváttur, men við grøv
hansara í Myra hendu so mong undurverkini, at
hann skjótt varð roknaður sum halgimenni.
Halgisøgurnar gjørdust eisini nógvar um tær
undurgerðir, hann útinti, meðan hann var á lívi. M.a.
var ein halgisøga um, at hann bjargaði trimum
sjómonnum í havsneyð, og hann gjørdist ein av
verndarunum fyri sigling.
Niclasar- ella niklamessa hevur verið hildin í
Føroyum. Og ein gomul føroysk vísa er um Niclas,
har niðurlagið er: Hjálpi mær Guð og ríki harrin,
Santa Niclas.
Dýrkanin av honum fór víða um, og nevnt kann
vera, at í íslandi vóru ikki færri enn 44 kirkjur og
kapell vígd honum. Í Hálandi varð hann róptur Sinte
Klaas, og haðani kom dýrkanin til Amerika, har
hann varð róptur Santa Claus, sum gevur børnunum
gávur á jólum og er tann sami, sum nú á døgum
verður róptur jólamaðurin. Hann hevur í grundini
einki við jólini at gera, men siðurin at geva gávur er
komin í av eini halgisøgu um, at Niklas eina náttina
tveitti einum fátækum aðalsmanni pening inn í
húsið til heimanfylgju hjá dóttrini.
Navnið er upprunaliga grikst, sett saman av orð-
unum nike ið merkir sigur og laos, ið merkir fólk.
A.C. Evensen var føddur hendan dagin í 1874.
7. desember. Agaton, deyður í ár 250. Rómverskur
hermaður, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá
ið Decius var keisari.
Grikska navnið merkir góður.
8. desember. Gitnaðardagur Mariu. Mariumessa,
hildin til minnis um, tá ið hon var gitin í móðurlívi.
Andlát
29. november
Ann Gunnhild Marr Poulsen, 69 ár
Óli Hans Kjalnes, 68 ár
30. november
Alf Henriksen, vanliga nevndur Alf á Cafénum,
ættaður úr Vági, búsitandi í Øravík, 72 ár
2. desember
Hansy Elisabeth Højgaard, Hoyvík, 79 ár
3. desember
Pauli Joensen, fyrrverandi lærari, Skála, 74 ár
Minningarorð um
Gunnar Berg
Føddur 03.05.72
Deyður 04.11.03
Minningarorð um
Selmu Kjærbo
úr Fuglafirði
Sera tung vóru boðini, vit fingu 4. november 2003, um
at Harrin longu hevði tikið teg heim til sín, bert 31 ára
gamal. Tað er ikki til at skilja hví. At vit ongantíð
skulu vera saman aftur her á jørð, serliga nú á jólum,
tá tú skuldi koma heim at halda jól saman við okkum
øllum. Vit gleddu okkum øll sera nógv til at síggja teg
aftur, nú tú hevði búð niðri í 9 mánaðir. Eg og Muddi
vóru og vitjaðu teg í summar og tað eru vit sera glað
fyri, tað var deiligt sum altíð at vera saman við tær.
Eg eri ein av teimum, sum kendi teg best, av tí at tit
búðu í kjallaraíbúðini heima hjá okkum, og av tí at tað
vóru bara tvey ár ímillum okkum, so vit vuksu upp
saman sum systkin. Tú var 10 ára gamal, tá tit fluttu
niðan á Flat og tá vóru vit altíð saman álíkavæl, tá
fekst tú so deiliga stórt kamar afturímóti tí, sum vit
vóru von við niðri í Bókbindaragøtu.
Góði Gunnar, eg havi bara góð minni um teg. Tú var
altíð glaður og positivur, eg minnist so væl, at tá vit
onkuntíð klandraðust við hini børnini, vit spældu við,
so var tað altíð tú, sum steðgaði tí og ornaði alt, so vit
øll aftur vóru góð og spældu víðari. Tú hevði serligar
eginleikar til at fáa alt gott og hugnaligt aftur, og
serliga tað havi eg altíð virðismett teg fyri. Tú bleiv við
at vera soleiðis, eisini sum vaksin, tú lýsti upp alla
staðni har tú kom. Øll, sum kendu teg, hava bara gott
at siga um teg. Tú var so arbeiðssamur, alla staðni har
tú hevur arbeitt var tú ongantíð bangin fyri at gera ov
nógv, tú gjørdi altíð okkurt eyka fyri at fáa alt so
fullkomið sum gjørligt, og tað hevði tú so góðar
møguleikar at vísa í tínum starvi sum tænari og
flogskarvur, sum tú sjálvur nevndi teg, tá tú fleyg við
Atlantic Airways.
Tað er ofta soleiðis, at fólk verða mest róst tá tey eru
farin, og tað hevur tú so sanniliga eisini fingið frá
teimum, sum hava møtt tær í tínum starvi, og í slíkum
starvi møtir ein sera nógvum menniskjum.
Vt eru øll sett sum tænarar hjá Harranum her á jørð.
Tú var alt ov stutt her á jørð saman við okkum. Men tú
náddi í hvussu so er at tæna honum, tí tú var so góður
við øll menniskju, serliga tey veiku og tey, sum ikki
høvdu tað so gott. Nú hevur tú fingið tað gott heima í
himmiríki, og har fara vit øll at møtast aftur ein dag, og
at vita tað hjálpir okkum øllum í okkara stóra sakni og
sorg, sum vit sita eftir við.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um mín elskaða
systirson Gunnar Berg.
Margrith mostir
C
M
Y
K
14