Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 233 - 6. desember 2003 Nr. 233 - 6. desember 2003 17 - Vit vilja veita reiða- ríum, manningum og teirra avvarðandi munandi betri og bíligari samskifti um fylgisvein, sigur Rasmus Magnussen, stjóri í el&tele. Á JFK-Troli eru tey væl nøgd við nýggju skipanina umborð á Skálabergi, sum er í Barentshavinum SAMSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mikumorgunin var áhuga- verdur og upplýsandi fund- ur á Hotel Føroyum, har Rasmus Magnussen, stjóri á el&tele og umboð fyri Telenor í Noregi, sølustjór- in, Tommy Dybvad, greiddu frá teimum møgu- leikum, sum nýggja sam- starvið millum risafelagið í Noregi og el-og telefelagið í Føroyum hevur at bjóða okkara skipaflota. Trolarin, Skálaberg, er nýliga farin í Barentshavið við nýggjari fylgissveina- útgerð, sum el&tele hevur veitt skipinum í samstarvi við norska felagið. Tað var í hesum sam- bandi, at el&tele bjóðaði skipaumboðum til kunn- andi fundar at frætta nærri um hesa loysnina. Betri og bíligari - Okkara mál við hesi skip- an er at veita reiðaríum, manningum og teirra av- varðandi munandi betri og bíligari samskifti um fylgisvein, sigur Rasmus Magnussen, stjóri. Hann vísir á, at fylgis- sveinatænastur eru komnar uppá eitt støði í góðsku, at nærum eingin munur er á hesi og teirri tænastu, ið fæst á landi. Ramus leggur dent á, at hesar tænastur nú kunnu veitast fyri ein prís, sum ikki er sæddur áður um okkara leiðir. - Tað kostar einans 1,50 um minuttin at ringja til Føroyar, og datasambandið og internetið hava ein fastan prís – uttan mun til nýtslu. Hetta merkir, at sambandið kann standa opið alla tíðina. Í einum og sama fylgis- sveinamóttakara fáast eitt nú hesar tænastur; sjón- varp, radio, datasamband, internet, 4 telefonlinjur og tvær faxlinjur. - Útgerðin verður leasað, og tí er talan ikki um at gera eina stóra íløgu, men um eitt fast mánaðarligt gjald íroknað datasambandið, sigur Ramus. Vælnøgdir brúkarar Hann heldur, at fundurin á Hotel Føroyum var ógvu- liga góður og positivur, og umboð fyri reiðaríir fingu høvi at spyrja um skipanir, sum hóska til teirra tørv. Kunnandi fundurin vardi í smáar tveir tímar. Rasmus Magnussen sig- ur, at ein skipan av sama slagi, sum hon, ið nú er sett umborð á Skálaberg, longu er umborð á nýggju Norrønu, og har eru teir sera væl nøgdir við tænast- una. Sosialurin ringdi til JFK- Trol gjáramorgunin at spyrja, hvussu nýggja fylgissveinaskipanin um- borð á Skálabergi hevur virkað, síðan teir fingu hesa skipan og eru farnir nýggjan túr. Vit hittu ikki Hanus Hansen, reiðara, men onnur á skrivstovu felagsins lótu ógvuliga væl at. - Teir hoyrast ógvuliga væl, hóast skipið er í Barentshavinum, og vit kunnu bert siga, at sam- skifti hevur ongantíð verið betur enn nú, siga tey hjá JFK-Troli. Stórur áhugi Rasmus Magnussen sigur, at stórur áhugi er fyri nýggju fylgissveinaskip- anini, og hann væntar ikki, long tíð gongur, fyrr enn fleiri skip hava hesa útgerð umborð, sum bæði er nógv betri og bíligari enn gomlu skipaninar. Stórt frambrot á fylgissveinaøkinum Rasmus Magnussen er stjóri í el&tele. Hann sigur, at reiðarí hava stóran áhuga í fylgissveinaskipanini Mynd: Vilmund Jacobsen Fleiri mans vóru møttir at líða á, tá ið Rasmus Magnussen fyri el&tele og Tommy Dybvad fyri Telenor høvdu kunnandi fund um samstarvið millum lítla felagið í Føroyum og stóra "risan" í Noregi Mynd: Vilmund Jacobsen Her greiðir Tommy Dybvad frá Telenor, fylgissveinasamskifti og útbúnaði. Hann er sølustjóri í norsku risafyritøkuni Mynd: Vilmund Jacobsen Stóri kranin hjá Marna Eliasen varð leigaður norður á Kósabrúnna at strekka stempluni og taka tí gomlu antennuna umborð á Skálabergi niður Mynd: Bárður Lydersen Úttalilsini hjá for- manninum í FOÍB, Ben Arabo í Norður- landahúsinum í vik- uni hevur fingið ilt í Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, sum hevur sent eitt rættiliga hvassorðað bræv til FOÍB, sum er áhugafelagið hjá øll- um oljufeløgunum, ið eru virkin á Føroya- økinum OLJUSKATTUR Jan Müller Fíggjarmálaráðið vísir í brævinum til FOÍB á, at tað hevur fingið avrit av fyri- lestri, ið Ben Arabo for- maður í FOIB helt á olju- ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum í vikuni og sigur: - Lat tað verða sagt bein- anvegin, at tað er long tíð gingin, síðan vit í Fíggj-ar- málaráðnum hava sæð nak- að so ósakligt sum nevnda fyrilestur. Fyrilesturin er ikki bert ósakligur, men roynt verður eisini at niður- gera Fíggjarmálaráðið og skattaumsitingina. Vit duga als ikki at skilja endamálið hjá FOIB við hesum átaki, og kundu eisini gott hugsað okkum at fingið at vita, um hetta eisini er politikkurin hjá teimum oljufeløgum, ið standa aftan fyri FOIB. Frá tí fyrireikingarnar byrjaðu til eina føroyska oljuvinnu, hevur Fíggjar- málaráðið saman við Toll- og skattstovu Føroya havt eitt sera gott og konstruk- tivt samskifti við umboð fyri tey oljufeløg, ið hava havt áhuga á føroyska øk- inum. Vit hava fingið góð ráð frá oljufeløgunum og hava greitt teimum frá okkara ætlanum. Tað var sjálvsagt frá fyrsta degi greitt, at part- arnir høvdu mótsætt áhuga- mál. Oljufeløgini ynsktu eina lóggávu, hareftir tey komu at gjalda minst møguligan skatt. Endamál- ið hjá landsstýrinum var ein skattalóggáva, ið gav Før- oyum størst møguligan vinning úr einari oljuvinnu, t.v.s at skattatrýstið á vinn- una skuldi ikki setast so høgt, at hetta kom at ganga út yvir áhugan hjá oljufe- løgunum at luttaka í einari føroyskari oljuvinnu. Hin- vegin skuldi skatturin held- ur ikki veða so lágur, at landið fekk minni inntøku enn tað annars var møgu- ligt. Oljuskattalóggávan, sum er galdandi í dag, er gjørd við ráðgeving frá enskum, norskum og donskum ser- frøðingum og myndugleik- um Áðrenn lógirnar vóru lagdar fyri løgtingið, vóru tær til hoyringar hjá rele- vantum interessentum. Herundir eisini hjá teimum oljufeløgum, ið tá vístu áhuga fyri einari komandi føroyskari oljuvinnu. Nakað kom av viðmerk- ingum, men tó ikki so nógv sum vit høvdu væntað. Hædd var tikin fyri teimum viðmerkingum, ið til bar at taka hædd fyri. Í fyrstani hildu vit, at tað kanska vóru praktiskir byrj- unartrupulleikar, ið høvdu fingið Ben Arabo at fara so harðliga fram. . Tað er ikki óvanligt, at praktiskir trupulleikar eru, tá ein heilt nýggj vinna fer í gongd, men er viljin til staðar bæði hjá vinnu og myndugleikum, verða tí- líkir trupulleikar loystir á ein skynsaman hátt. Tílíkir trupulleikar eiga ikki at taka professionell oljufólk av fótum. Vit undrast tí framvegis yvir, hvat tað er, ið fær FOIB at taka tílík stig stendur í brævinum frá Karsten Hansen. Fíggjar- málaráðharra og Petur Alberg Lamhauge, aðal- stjóra. Karsten finst at FOÍB Við at binda smáu flokkarnar tættari afturat sær, hevur Fólkaflokkurin í startspurtinum lagt seg framum hinar stóru flokkarnar í stríðnum um stjórnarvaldið, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, sum ikki heldur tað vera so galið, at valið verður í januar heldur enn í apríl NÝVAL Jan Müller Telvingin um landsins leiðslu eftir løgtingsvalið, sum verður 20. januar, er byrjað, og gongdin hesar seinastu sera turbolentu dagarnar hevur víst, at Fólkaflokkurin miðvíst arbeiðir fyri at varðveita smáu flokkarnar tætt at sær. Harvið fer tað illa at bera til at skipa eina samgongu utt- an um smáu flokkarnar og Fólkaflokkin. Hetta er fyrsta viðmerk- ingin, tá ið vit spyrja Jó- annes Hansen, samfelags- frøðing, um, hvat hann heldur um politisku støð- una, nú Anfinn Kalsberg, løgmaður, hevur lagt frá sær. – Hvat hugsar tú um? – Eg havi fleiri ferðir áður víst á tann veruleikan, at síðani Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin aftaná valið í 1998 gjørdu meiri ella minni formella sam- starvsavtalu, so hevur tað ikki borið til at skipa sam- gongu uttan, at hesir flokk- arnir hava verið uppií. Tá verður gingið út frá, at ein samgonga millum Tjóð- veldisflokkin og Sam- bandsflokkin ikki hevur komið upp á tal. Hvussu styrkin í Løgtinginum verð- ur eftir valið, veit eingin nakað um nú. Men broyt- ingarnar vera neyvan so stórar, at tað hvørki fer at bera til at skipa samgongu ein veg ella annan, uttan Fólkaflokkin og smáu flokkarnar. Ikki uttan at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ganga saman við Javnaðarflokk- inum. Higartil hevur hetta verið óhugsandi, men kanska skal einki útihýsast eftir brotið, sum nú tykist vera komið millum Fólka- flokkin og Tjóðveldis- flokkin. – Men hví sigur tú, at Fólkaflokkurin miðvíst hevur arbeitt fyri at varð- veita smáu flokkarnar tætt at sær? – Í prosessini hesa vik- una tykist tað sum um sambandið millum smáu flokkarnar og Fólkaflokkin er styrknað, meðan tað er viknað millum smáu flokk- arnar og Tjóðveldisflokkin. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava báðir boðað frá, at teir hava fult álit á Anfinni Kalsberg sum løgmanni. Tjóðveldisflokk- urin hevur sagt, at hann einki álit hevur á løgmanni. Løgmaður segði landsstýr- ismonnunum hjá Tjóðveld- isflokkinum úr starvi í gjár. Nú situr Fólkaflokkurin í Tinganesi saman við teim- um smáu flokkunum. Talan er um landsstýri, sum skal gera so lítið, sum tað ber til. Men talan er um eitt lands- stýri, og tað skal ikki undir- metast, tá ið hugsað verður um samgongusamráðingar eftir valið, at tað í valstríð- num hevur verið eitt form- ligt samstarv millum hesar tríggjar flokkarnar, heldur Jóannes Hansen. – Hvørja samgongu sært tú fyri tær eftir valið? – Tað veldst fyrst og fremst um valúrslitið. Men eg haldi, at tað hevði einki gjørt, um flokkarnir í val- stríðnum boðaðu frá, hvørja samgongu teir kundu hugsað sær. Aðra staðni, har tað er neyðugt við fleirflokka samgong- um, er tað vanligt, at flokk- arnir frammanundan siga, hvønn teir kundu hugsað sær sum stjórnarleiðara. Hetta hevur ikki verið van- ligt í Føroyum. Eg haldi, at tað hevði verið rímuligt, um veljararnir fingu at vita, hvørja samgongu ymsu flokkarnir miðjaðu eftir, heldur Jóannes Hansen. Sum hjá Waldheim Tá ið vit spyrja Jóannes Hansen, hvørjar viðmerk- ingar hann hevur til tað, sum er farið fram seinastu tíðina, so hevur hann ongar viðmerkingar uttan tað, at hann vónar, at politiska arbeiðslagið verður betri og støðið hægri í valstríðnum og eftir valið, enn tað hevur verið hesa seinastu longu tíðina. Hann heldur annars, at soleiðis sum hetta málið hevur tikið seg upp, so minnir hetta nógv um, tá ið eysturríkski forsetin, Kurt Waldheim, noyddist at leggja politiska kongin: – Tað var leikluturin, sum hann hevði havt saman við nasistunum undir krígnum, sum innheintaði hann. Tá hevði hann bæði verið ST aðalskrivari og forseti í Eysturríki. – Hvussu væntar tú val- stríðið fer at verða? – Tað verður skitið mill- um Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum fara at kasta eftir hvørjum øðrum, at fullveldisprojektið ella sjálvstýrisprojektið nú eftir øllum at døma fór fyri bakka í tí líkinum, sum tað hevur verið. Sambands- flokkurin og Javnaðar- flokkurin fara at vera meiri varnir, tí teir skulu ikki traðka við síðuna av og harvið minka um møgu- leikarnar at koma í sam- gongu. At valið verður í januar er ikki so galið. Tað er í hvussu so er á allan hátt betri, enn at valið er í apríl og juli, sum tað annars hevur verið tær síðstu ferð- irnar. Vit kunnu rokna við, at nýtt landsstýri verður skipað ikki so langt eftir fyrsta februar, og tá eru tríggir góðir mánaðir eftir til politiskt arbeiði, og so kann samgongan rættuliga arbeiða við fíggjarlógini fyri 2005, meðan stundir- nar ikki vera serliga góðar at gera fíggjarlóg fyri 2004, heldur Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur. Fólkaflokkurin leyp avstað Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur C M Y K 17 16