leygardagur 6. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 • leygardagur • 6. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Stórdysturin hesaferð
verður í Havn, har
VÍF skal prógva, at
stórsigurin á StÍF ikki
var av tilvild
UPPTAKT-MENN
Jákup Mørk
Soleiðis sum hondbólts-
landskappingin hjá monn-
um hevur lagað, so er eitt
oddabrak á skránni mest
sum hvørt umfar, og hetta
fær ikki annað enn verið
hugaligt hjá áskoðarunum,
sum ivaleyst eisini verða
fleiri í tali av hesi orsøk.
Hesaferð er brakið í
Havn, har ársins næsta út-
gáva av føroyska hond-
bóltsklassikaranum er á
skránni.
VÍF hevur annars ikki
livað upp til heitið sum ein
av risunum í føroyskum
manshondbólti hetta kapp-
ingarárið, men í dystinum
móti StÍF raknaðu teir við,
og knúsandi sigurin ta ferð-
ina gav greiðar ábendingar
um, at teir kortini eru eitt
lið, sum roknast skal við í
ár.
Her hevur tað annars
verið Kyndil, sum hevur
sett dagsskránna, og verður
sæð burtur frá kiksaranum
móti H71, so hevur framúr
stríðsviljin borið liðið á mál
at kalla hvørja ferð.
Og stríðsviljanum verður
eisini brúk fyri sunnudagin
móti VÍF. Hóast talan tá var
átøk eini kreppu hjá VÍF, so
stóð heilt nógv á Kyndli í
dystinum Vestmanna, har
liðið í allar evstu løtu slapp
úr saksinum. Koyrir spælið
hjá VÍF eins væl nú, sum
tað gjørdi seinasta sunnu-
dag, so skal helst enn meira
til hjá Kyndli, men higartil
hava teir so eisini víst seg at
spæla proportionalt við
uppgávuna.
Hugnakvøld
Í hinum báðum dystunum
um vikuskiftið er lítið at
ivast í, at ávíkavist StÍF og
Neistin fáa leypin fullan.
StÍF skal á heimavølli
dystast móti H71, og hóast
hoyvíkingarnir oftast stríð-
ast væl, so er tað í sjálvum
sær neyvan nóg mikið móti
StÍF.
Kollfirðingar tykjast vera
púrasta fyri ongum í løuni.
Ikki minst vegna saknin av
Damir Oros og Regin
Petersen, og verður avrikið
ikki bøtt munandi í mun til
tær báðar seinastu ferðir-
nar, so verður talan nærum
um hugnakvøld hjá neista-
monnunum, sum tó munnu
vara seg við at taka nakað
fyri givið móti KÍF. Í øllum
førum munnu viðhalds-
fólkini ikki hava gloymt
uppgerðina við triðjudeild-
arliðið hjá kollfirðingunum
fyri júst einum ári síðani.
VB og VÍF eru stór-
favorittar, men í Havn
kann Stjørnan rokna
við harðari mótstøðu
frá Neistanum
UPPTAKT-KVINNUR
Jákup Mørk
Sum vant, so eru tríggir
dystir á skránni í bestu
kvinnudeildini um viku-
skiftið. Ein av hesum verð-
ur leiktur leygardagin, og
hetta tykist eisini vera tann
dysturin,
har
størstur
spenningur er um úrslitið.
Neistin hevur seinastu
vikurnar roynt at ota seg alt
nærri oddinum, og nú hava
tær møguleikan at koma
heilt nær. Vinna tær dystin
á Stjørnuni, so eru bert tvey
stig upp til silvurplássið, og
so eru brádliga fýra lið,
sum fara at liggja heilt
jøvn, tá farið verður undir
endaspælið.
Í fyrra dystinum millum
liðini bæði var um reppið,
at Neistin megnaði at venda
dystinum í Klaksvík, og tí
halda tær bláu neyvan, at
tað er heilt óhugsandi, at
tað skal rigga hjá teimum
hesaferð. Hinvegin vita tær
eisini av, at Stjørnan í løtuni
er sera væl fyri. Hetta varð
kanska best undirstrika
seinasta vikuskifti, tá tær
vunnu í Vestmanna, og so
er spurningurin, hvørt tær
nú megna at minkað heið-
ursmerkjabiðlarnar niður í
tríggjar.
Tveir favorittar
Hinir báðir dystirnir í
deildini
skulu
leikast
sunnudagin, og í báðum
førunum er talan um greið-
ar favorittar. VB skal á úti-
vølli royna seg móti StÍF,
og einki er at ivast í, at VB
her hevur nakað at prógva.
Talan var nevnliga um eitt
VB-lið uttan útlendingar,
sum fyrr í heyst tapti
heimadystin fyri StÍF, og
tann fortreytin er í øllum
førum broytt. Og eftir upp-
vísingina í Vestmanna hós-
kvøldið, so er VB helst
favorittur óansæð, hvat
mótstøðulið talan er um.
Seinasti dysturin er í
Havn, har VÍF nú skal
royna at reisa seg. Fríða
Marjunardóttir er ikki við
hesaferð, tá hon í frustra-
tión eftir dystin móti VB
megnaði at brúka seg til
reytt kort, men kanska er
tað bara ein fyrimunur fyri
VÍF. Tað merkir í øllum
førum, at Fríða fær frið at
koma seg heilt yvir skaðan,
sum hon hevur drigist við
seinastu vikurnar, og undir
øllum umstøðum eigur VÍF
kortini at vera nóg sterkt til
at vinna á einum Kyndils
liðið, sum í ár hevur leik-
lutin at stríðast undan
niðurflytingini.
Neistin vil upp í part
Aftur eitt
brak
Eftir avrikið hjá VÍF fyri viku síðani, tykist stórdysturin móti Kyndli vera fullkomuliga opin, og lítið er at ivast í, at talan verður
um fullsetta ítróttarhøll uppi á Hálsi
19
18
Nr. 233 - 6. desember 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Einki samband við Reagan
Tann nú 92 ára gamli fyrrverandi amerikanski
forsetin Ronald Reagan er nú sjúkur av Alzheimers-
sjúkuni, at hann fær hvørki tosað ella gingið. Hann
liggur fyri tað mesta í songini, og kemur hann fram á
gólv, noyðist hann í koyristól. Hildið verður, at hann
kennir ikki fólk longur, heldur ikki síni næstu.
Ronald Reagan telist millum teir best umtóktu
amerikonsku forsetarnar í nýggjari tíð. Aftan á
forsetaárini plagdi hann at taka lut í einum hópi av
ymsum tiltøkum, men tey seinastu árini hevur hann
verið so sjúkur, at konan, Nancy, vanliga hevur
umboðað hann. Men hob er nú givin við hesum, og
tey bæði liva eina friðarliga tilveru í Los Angeles,
skrivar blaðið People.
Men Reagan er ikki gloymdur. Fyri nøkrum vikum
síðani ætlaði sjónvarpsstøðin CBS at senda nakrar
atfinningarsamar sendingar um forsetaskeið hansara,
men eftir trýsti frá konservativum kreftum valdi
støðin at taka sendingarnar av skránni.
Fer frá Røkke
Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke missir nú ein av
sínum næstu og týdningarmestu medarbeiðarum.
Í gjár kunngjørdi fíggjarstjórin í Aker Kværner,
Trond Westlie, at hann fer úr starvinum. Blaðið
Aftenposten skrivar, at Trond Westlie hevur havt ein
týðandi lut í arbeiðinum at fáa fíggjarviðurskiftini hjá
fyritøkuni Aker RGI í rættlag, og tað var eisini hann,
sum stóð á odda fyri samráðingunum, tá tað í oktober
eydnaðist Kjell Inge Røkke at fáa eina avtalu við teir,
sum eiga pengar til góðar hjá ríkmanninum og feløg-
um hansara.
Norskir eygleiðarar undrast eitt sindur á, hví Trond
Westlie fer frá nú, tí arbeiðið at endurfíggja Aker RGI
verður ikki liðugt fyrr enn í fyrsta lagi næsta summar.
Tá skal fyritøkan endurfíggja eitt lán, sum er 3,5
milliardir krónur. Men fíggjarstjórin, sum hevur
arbeitt hjá Røkke síðani 1995, hevur ongar viðmerk-
ingar.
Afturgongd í Danmark
Búskaparliga gongur tað ikki so væl í Danmark. Ja,
sambært fjølmiðlunum gongur tað munandi verri, enn
búskaparfrøðingar høvdu roknað við.
Í apríl-ársfjórðingi vísti danski búskapurin eitt fall
upp á 0,5 prosent, og í juli-ársfjórðingi var fallið 0,3
prosent, vísa tøl hjá donsku hagstovuni. Orsøkin er, at
danir hava útflutt minni, samstundis sum teir hava
innflutt meiri. Eitt nú minkaði útflutningurin 1,3
prosent í juli-ársfjórðingi, meðan innflutningurin
vaks 2,5 prosent í sama tíðarskeiðinum.
Búskaparfrøðingurin Steen Bocian, sum starvast í
Danske Bank, sigur við blaðið JydskeVestkysten, at
tað hevur gingið munandi verri í búskapinum, enn
hann og hansara felagar høvdu væntað, og at gongdin
kemur óvart á teir. Hendir eingin munagóð broyting í
ársins seinasta fjórðingi, verður ársúrslitið eitt fall,
sigur hann.
Noreg ikki við í herseting
Norskir politikarar eru illa við, eftir at talsmenn hjá
amerikanska verjumálaráðnum Pentagon eru farnir at
umrøða Noreg sum ein part av hersetingarvaldinum í
Irak.
-Tað er ikki so. Norsku hermenninir í Irak skulu
bert hjálpa til at veita fólkinum trygd. Tað ger tað
sama, hvat amerikanskir myndugleikar siga. Eg haldi
meg til veruleikan og ikki tað, sum onnur siga, segði
norski verjumálaráðharrin, Kristin Krohn Devold, við
tíðindastovuna NTB í gjár.
Hon heldur ikki, at tað hevur nakran týdning, hvørt
tann norska herdeildin í Irak hevur hernaðarliga ella
hjálparuppgávur, soleiðis sum summir norðmenn
spyrja. Tað týdningarmesta er, at hermenninir eru har
fyri at hjálpa sivilfólkinum, sigur Kristin Krohn
Devold.
ES-nevndin hevur
lagt fram eitt uppskot
um kvotur og fiski-
dagar, sum danska
fiskivinnan als ikki
kann góðtaka. Hatta
ger enda á vinnuni,
siga fiskimenninir
FISKIVINNU-
POLITIKKUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dl
- Fær ES-nevndin sín vilja,
noyðast tveir triðingar av
donsku fiskimonnunum at
finna sær okkurt annað at
gera.
Tað er niðurstøðan hjá
donsku
fiskimonnunum,
eftir at ES-nevndin er kom-
in við enn einum uppskoti
um, hvussu fiskiskapurin í
Norðsjónum, Kattegat og
Skagerrak
skal
skipast
næsta ár og frameftir.
Tað er serliga toskurin í
Norðsjónum,
skal
skal
verjast, tí hann er so illa
fyri. Fiskifrøðingarnir siga,
at stovnurin eigur at vera í
minsta lagi 150.000 tons,
men at hann er bara 52.000
tons í dag. Ætlanin er eisini
at skerja veiðina eftir reyð-
sprøku munandi, og tað er
heldur ikki fallið í góða
jørð millum danskar fiski-
menn.
Sum skilst ætlar ES-
nevndin at skerja toska-
veiðina 50 prosent, og at
veiðan eftir reyðsprøku
skal skerjast millum 30 og
47 prosent á teimum ymsu
leiðunum.
Mariann Fischer Boel,
fiskimálaráðharri, heldur,
at ES-nevndin tekur í so
rívan til, men hon ásannar,
at okkurt munagott má ger-
ast. Hinvegin ásannar hon
eisini, at verður ætlanin hjá
ES-nevndini framd í verki,
verður danska fiskivinnan
ikki tann, hon hevur verið.
Í morgin er tjóðar-
tingsval í Russlandi,
men fleiri ivast í,
hvussu frítt og
rættvíst valið er
RUSSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri nøkrum døgum síðani
tóku tann høgrasinnaði
flokkurin Samgongan og
kommunistaflokkurin seg
saman at fordøma Vladimir
Putin, forseta. Flokkarnir
vilja vera við, at forsetin
hevur gjørt tjóðartingsvalið
til ein glæntrileik, og at tað
hvørki verður frítt ella
rættvíst.
Tað eru heldur ikki bara
hesi, sum finnast at luti for-
setans í sambandi við valið.
Tann altjóða viðurkendi
granskarin Liilja Sjevtsova
sigur við Aftenposten, at
Putin nýtir allar snildir, so
hann kann fáa eitt tjóðar-
ting, sum er til reiðar at
fylgja boðum hansara. Hon
heldur, at russiska valds-
skipanin er vorðin munandi
miðsavnað, síðani Putin
kom framat.
Hesum tekur Michael
McFaul á lærda Stanford-
háskúlanum
undir
við.
Hann sigur, at sjálvt um
russiski
forsetin
hevur
styðjað búskaparligar ný-
skipanir og økt samskiftið
við Vesturheimin, er hann
ikki demokratur. Stýringin
er miðsavnað, og tað er
demokratiið, sum er við
undirlutan, sigur hann.
Almennu russisku fjøl-
miðlarnir verða eisini lagd-
ir undir at ganga ørindi fyri
forsetan upp undir valið.
Hetta hevur verið so mikið
eyðsýnt, at fyri nøkrum
døgum síðani mótmælti
evropeiski menningar- og
samstarvsfelagsskapurin
OSCE
framferðini
hjá
fjølmiðlunum.
Danska fiskivinnan hótt
Russiska valið hvørki
frítt ella rættvíst
Toskastovnurin í Norðsjónum er bara ein triðingur av tí, hann eigur at vera. Tí má veiðan skerjast nógv, sigur ES-nevndin.
Danskir fiskimenn mótmæla
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
18