Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 6. desember 2003 21 Tað lá ikki fyri hjá norska stórmeist- aranum Einar Gausel, sum telvar við Talv- felagnum Føroyar, at koma til Keypmanna- havnar hetta viku- skiftið. Hinvegin verður John Rød- gaard á liðnum í dystinum móti Helsinge í 3. umfari í donsku 1. deild, sum verður leiktur í ný- opnaðu Norður- atlantisku Bryggjuni á Christianshavn UPPTAKT Talvfelagið Føroyar Sum tað sæst aðrastaðni á síðuni, so eru donsku meistarnir úr Helsinge væl sterkari á øllum borðunum. Minsti munurin í rating- tølum eru á borði tvey og trý, har ið munurin er beint undir hundrað ratingstig. Danski altjóða meistarin á føroyska liðnum Nikolaj Borge, fær klárt tað mest torføru uppgávuna sunnu- dagin. Peter Heine Nielsen hevur seinastu árini staðfest seg sum sterkasti telvari í Norðurlondum. Fyri fáum árum síðan var Peter Heini kendur fyri at telva sera sikkurt og ikki taka kjansir, tá ið hann ikki hevði fult tamarhald á støðuni. Við eitt broytti hann stílin og byrjaði at fløkja talvini hjá sær meira — úrslitið varð, at hann nú leikar nógv færri javnleikir, tapur kanska nøkur fleiri talv, men vinnur hinvegin nógv fleiri talv enn hann áður hevur. Nikolaj dámar sjálvur sera væl at fløkja støðurnar hjá sær, og tí verður talvið teirra millum á Norðurat- lantsbryggjuni óivað eitt spennandi og opið talv. Peter Heine er klárur favo- rittur, men tað kann meira enn so henda at Nikolaj stjelur okkurt stigið frá honum. Sjálvt um John Arni Nils- sen hevur tapt øll talvini hann áður hevur telvað ímóti Schandorff — tey munnu vera eini 4-5 í tali — so hevur hann góðar møguleikar at fáa stig hesuferð. John Arni hevur eitt methøgt føroyskt ratingtal, og tykist at telva við einari styrki uppá um- leið 2450-2500 fyri tíðina. Schandorff hinvegin hevur ikki telvað serliga væl í ár. 1. jan var styrkitalið hjá Schandorff 2561, men síðan hevur tað gingið støð- ugt niður á bakka, soleiðis at hann hevur í dag hevur 2520 í rating. Schandorff hevur telvað sera nógvir javnleikir í seinastuni og hann hevur trupult við at vinna á væl veikari mót- støðumonnum. M.a. telvaði Schandorff remis ímóti Flóvin undir Norðurlanda- meistarakappingini í sep- tember. John Arni hevur hvítt og tað hjálpir munandi um møguleikarnar hjá John Arna. Flóvin Tór Næs vann eitt flott álopstalv á júst Klaus Berg í 2nd Klaksvík Inter- national kappingini í ok- tober. Sjálvt um danin hev- ur yvir hundrað ratingstig fleiri enn okkara maður, so verður tað allarhelst hann, ið verður mest bangin fyri at tapa aftur sunnudagin. John Rødgaard telvar sítt fyrst talv fyri Talvfelagið Føroyar í ár. John Rødgaard er kendur fyri at manna seg upp, tá ið mótstøðan gerst sterk, og tí eru góðar vónir um at vit kunnu fáa stig á fjórða borði. Heini Olsen er eisini kendur fyri at telva væl ímóti sterkari mót- støðu, og vónandi heldur hann fram við góða stiman- um í dystinum móti fleir- faldaður DM´arunum. Aftaru borðini Heini hevur svart og vil tað sjálvandi siga, at uppgávan verður torfør, men tó ikki ómøgulig hjá sterka klaks- víkinginum. Eyðun Nolsøe hevur hvíta fólkið sunnu- dagin og við teimum er hann førur fyri at vinna á einum og hvørjum IM´ara. Carl Eli er einasti telv- arin, sum hevur fingið tvey stig aftaná fyrstu tvey um- førini og hann fer sjálvandi í triðja umfari at royna at varðveita sína 100% skoru, men uppgávan má sigast at vera torfør við svørtum móti 23 ára gamla IM Simon Bekker-Jensen. Heini Danielsen hevur leikt tveir góðir javnleikir tvey tey fyrstu umførini. Tað verður somuleiðis ein torfør uppgáva hjá Heina framhaldandi at vera ósigraður í liðkappingini. Vangamynd av mann- ingini hjá TF- Føroyum Í hvørjari av upptakts- greinunum er ætlanin at lýsa onkrar av monnunum á liðnum hjá TF-Føroyum. Hesaferð verða Heini Olsen og Carl Eli Nolsøe Samuel- sen lýstir. Heini Olsen: Heini er føddur 15. de- sember 1969 og er vaksin upp í Klaksvík. Heini og bróður hansara Wille sóust fyrstu fer í FM-kapping í 1982 á Toftum. Skjótt sást, at Heini hevði talvevni sum fáur annar í føroyskum høpi. Í 1988, bert 18 ára gamal, fekk Heini høvið at vísa sínar dygdir í lands- liðsbólkinum. Eitt triðja pláss gjørdist ein góð byrj- an í føroysku elituni. Longu árið eftir stóð Heini sum føroyameistari, og greitt var, at hann nú var besti telvari í Føroyum. Hesa støðu hevur hann hildið ígjøgnum nærum øll níti- árini. Heini varð fyrsti føroy- ingur sum av álvara fór at telva burturav í longri tíðarskeið. Hetta varð framt við miðvísari venjing fleiri tímar hvønn dag. Eftir olympiaduna í 1992 hevur bosniski stórmeistarin Pre- drag Nikolic lagt honum lag á. Við jøvnum millum- bili hevur Heini verið utt- anlanda at telva. Úrslitið av miðvísi venj- ingini var, at hann fleiri ferðir miðskeiðis í nítiárun- um var um reppið at vinna sær IM-norm. Ein IM- normur er ein partur av tí sum krevst fyri at kunna fáa heitið altjóða meistari. Men tá á stóð, gjørdist Heini ov stuttur. Heini hevur verið fastur maður á landsliðnum síðani 1988, tó hevur verið neyð- ugt hjá honum at bera seg undan nøkur ár. Fýra ferðir hevur hann umboðað Før- oyar í Talvolympiadu, og hvørja ferð við góðum úrsliti. Heini er eyðmerktur sum ein ástøðisliga sterkur og positionellur telvari. Hann er væl fyrireikaður. Serstakliga hevur hann gott skil fyri at lesa spælið og leggja eina ætlan fyri at fáa sum mest burturúr framhaldandi spæli. Hans- ara miðvísa venjing sæst eisini tá farið verður í endatalvið. Her veit Heini altíð hvussu skal farast fram fyri at vinna talvið, ella bjarga sær ein javnleik. Carl Eli Nolsøe Samuelsen Carl Eli er føddur 4. juli 1979 og uppvaksin í Havn. Hann var ein av ungu vón- um Havnar Telvingarfelags og mentist talvliga saman við Flóvini Tór Næs. Fyrstu ferð Carl Eli luttók í landsliðsbólkinum varð í 1995, 15 ára gamal, og hevur hann síðani 1997, tá hann endaði sum nr. 3, verið fastur fúsur í lands- liðsbólkinum. Carl Eli hevur enn ikki umboðað Føroyar á Olympiaduni, men rætta vegin gongur. Í løtuni er hann í topp-10 á føroyska styrkilistanum - við nógvari ferð uppeftir. Væntandi verður hann skjótt at síggja á landsliðnum. Carl Eli er kanska ikki júst kendur sum ein ástøð- isliga sterkur telvari, men heldur hevur hann ognað sær nógva vitan við at telva sera nógvar kappingar hvørt ár. Eitt slag av Learning by doing metodu. Hann hevur gott skil fyri at fara i støður, har ringt er hjá mótstøðumanninum at finna rætta leik. Er lutfals- liga stinnur kombinatións- telvari, og dregur tískil ofta longra stráið tá fløkt er á borðinum. Serstakliga tá tíðin er um at fara undan, hevur Carl Eli klárað at fløkt so mikið, at maðurin hinu megin borðið hevur mist tamarhald á talvinum. Carl Eli hevur verið í Keypmannahavn seinastu try árini í lestrarørindum. Hann lesur søgu á Køben- havns Universitet. Carl Eli er nógv mentur sum telvari hesi seinastu árini og góðir møguleikar hava og eru at styrkja telvingina í danska talvlívunum. Borð Føroyar ELO Helsinge ELO Væntað stig 1 IM Nikolaj Borge 2408 GM Peter Heine Nielsen 2626 0,22 2 John Arni Nilssen 2426 GM Lars Schandorff 2520 0,37 3 Flóvin Tór Næs 2337 IM Klaus Berg 2434 0,37 4 IM John Rødgaard 2306 IM Steffen Pedersen 2418 0,35 5 Heini Olsen 2264 IM Tomas Hutters 2418 0,30 6 Eyðun Nolsøe 2227 IM Niels Jørgen Fries Nielsen 2380 0,30 7 Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2194 IM Simon Bekker-Jensen 2370 0,27 8 Heini Danielsen 2165 David Bekker-Jensen 2354 0,26 Samlað 2,44 Væntað uppstilling millum Talvfelagið Føroyar og Helsinge sunnudagin 7/12 Uppgerðin móti danmarks- meistarunum Seinastu góðu 15 árini hevur Heini Olsen verið roknaður sum ein hin stinnasti føroyski telvarin, og hesa støðu heldur hann framvegis fast um Carl Eli Nolsøe Samuelsen hevur enn ikki verið á landsliðnum, men menningin tykist alla tíðina ganga rætta vegin 21 20 Nr. 233 - 6. desember 2003 Tá slagið stóð á hond- bóltsvøllinum, fekk VÍF av at vita frá einum sar uppsettum VB liði, sum ikki vildi gevast, fyrr enn mótstøðan lá skerfløt og venaði seg HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjáldan munnu vestmenn- ingar hava hugt so tigandi eftir sínum liði, sum tey gjørdu tað hóskvøldið, tá VB var á vitjan. Hóast væl av fólki var í høllini, og hóast meginparturin av hes- um mundi koma úr Vest- manna, so vóru tað eina- mest vágbingarnir, sum hoyrdust. Og seinasta kor- terið ella har á leið fór so smátt at tynnast á áskoð- araplássunum, har bert tey mest trúføstu av heimaá- skoðarunum at enda høvdu hug at fylgja við, og har sjálvt ikki hesi høvdu orku at koyra undir heimaliðið. Byrjaði væl Undan dystinum varð ann- ars av teimum flestu roknað við, at her fór talan at verða um ein sera javnan hond- bóltsdyst millum tvey av bestu liðunum í landinum, og fyrstu góðu tíggju minuttirnar livdi dysturin eisini upp til hetta stemplið. Tosað hevði eisini verið um, hvussu liðini fóru at reagera, nú tey loksins skuldu hittast. Ein uppgerð, sum varð útsett av eftir hondini væl lýsa útlend- ingamálinum, har júst hesi bæði feløgini fram um nakað annað vóru høvuðs- persónarnir hvør sínu megin skotgravirnar. Fyrstu tíggju minuttirnar tóktist tó, sum um vóru bæði liðini fullkomuliga klár at sleppa øllum hesum. Heldur varð øll orka løgd í at vísa, at tað var á hallar- gólvinum, at uppgerðin skuldi standa, og alt bendi á, at áskoðararnir skuldu fáa eina ferðmikla, væl- leikta og ikki minst spenn- andi uppgerð at síggja. Hetta helt sær tó ikki so leingi. VB hevði kanska havt betra hugin at halda sær framman fyri mótstøð- una, og tá VÍF so brádliga gav teimum møguleikan at fara avstað, skuldi hetta ikki sigast tvær ferðir. Um- framt eitt misnýtt brotskast um hetta mundi, so mis- nýttu tær á heimaliðnum eisini tvær ferðir á rað upplagdar møguleikar eftir kontra (hetta skal Asta í VB-málinum tó eisini hava rós fyri), og so punkteraði ballónin av álvara. VÍF royndi eina løtu at hanga í, og eitt time-out tóktist hava givið teimum nakað av skipan í spælið aftur. Men seinastu seks- sjey minuttirnar tók VB dik á seg, og so sá VÍF ikki halaferðina á teimum aftur. Skuldu eyðmýkjast Bart út sagt, so hekk nú einki hjá VÍF saman. Á álopspartinum vórðu graverandi mistøk framd ferð eftir ferð. Skotroyndir- nar vóru ofta ókonsentrer- aðar, og í verjupartinum megnaðu tær als ikki at halda ágrýtnu gestunum frá fatinum. Heldur ikki hóast tær langa løtu royndu at mansverja bæði Aukse Vysniaskaite og Daiva Tou- maite. Spurningurin er so eisini, hvussu smart tað var at taka báðar tær útlendsku úr spælinum, tí hóast Daiva hevur eitt sera vandamikið skot, so er hon ikki eins gjøgnumbrotssterk og Auk- se. Og at VB hevur aðrar og kvikar leikarar, bleiv nú sera sjónligt. Við fýra ímóti fýra gjørdist VÍF-verjan mest sum víðopin, og fimm mál á rað gjørdu tað mest sum av við VÍF. Longu fyrstu minuttirnar av seinna umfarinum var eisini sjónligt, at VÍF hevði givið seg yvir. At kalla eingin vilji var at venda støðuna, sum tó eisini tókt- ist vónleys, og VB kundi lættliga bara koyrt sigurin heim við hálvari ferð. Tað er júst tað, sum ofta hendir í slíkum førum, men tað vildi VB. Tað tóktist eins og høvdu tær sett sær fyri, at tað var einki við at slappa av, fyri tí um VÍF var á knøunum. Tær skuldu niður at liggja, og tað komu tær eisini. Við einum korteri eftir stóð 12-25 á máltalv- uni, og slíkan umgang man eitt fullmannað VÍF-lið ikki hava fingið í langa tíð. Og ikki fyrr enn henda stað- festing var veruleiki, slapp- aði VB eitt sindur av. Smíl- ini vóru stór, hvørja ferð skoringar komu á talvuna, og tó at VÍF nú fekk fylgt við í málskjótingini, so nervaði hetta á ongan hátt VB. Tær høvdu so sanniliga víst, hvar skápið skuldi standa, og helst taldi hetta meira í teirra hugaheimi, enn aktuella støðan á stiga- talvuni. Sálarligt trýst Og so slepst ikki undan at nevna, at tað í løtuni tykist liggja eitt stórt sálarligt trýst á VÍF-kvinnunum. Eitt er støðan á stigatalvuni, har liðið eftir tvey tap á rað er á einum triðja plássi aftan fyri VB og Stjørnuna. Annað - og helst týdning- armiklari – er leikluturin, sum liðið eftir øllum sólar- merkjum at døma hevur fingið í útlendingamálin- um. Kanska er tað at taka ov harðliga til orðanna, um sagt verður, at fleiri feløg hava lagt hatur á VÍF, men tað er so einki at ivast í, at VÍF er LIÐIÐ, sum øll vilja vinna á í løtuni. Kanska einamest undirstrikað av úttalilsunum, sum Annika Ljósstein hjá Stjørnuni førdi fram í sjónvarpinum eftir dystin sunnudagin. Tað leggur eitt trýst á liðið, longu áðrenn dystir- nir byrja, og tí skal ikki so nógv til, áðrenn stórar foyr- ur koma í sjálvsálitið hjá leikarunum. Í so máta man tað kenn- ast sum ein stórur lætti hjá liðnum, at komandi dyst- irnir eru ímóti Kyndli, StÍF og Søljuni. Á pappírinum eru tað í øllum førum tríggir dystir, sum skulu kasta seks stig av sær, og so kann tað vera, at sjálvs- álitið kvinkar nakað upp- eftir og trýstið uttan ífrá nakað niðureftir. Dysturin í tølum VÍF-VB 16-29 (9-17) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 5(1), Ioana Rápa 4(1), Fríða Marjunardóttir 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Irina Racovici 2, Jacklin Dur- huus 1 VB: Aukse Vysniaskaite 11(5), Daiva Toumaite 7, Gurið Mortensen 7, Laila Jespersen 2, Margreth Au- gustinussen 1, Rannvá Augustinusen 1 Brotkøst: VÍF 3, VB 6 Útvísingar: VÍF 5, VB 4 Diskvalifikatión: VÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Uni Wardum. Sýndu enn einaferð, at teir helst eru besta parið í land- inum. VÍF-VB 16-29 (9-17): VB sorlaði VÍF Reda Kurkauskiene var snøgt sagt flúgvandi, og longu eftir góðum korteri fór VÍF út at mansverja hana Mynd: Jens Kristian Vang Tá VÍF so tíðliga valdi at fara undir mansverju, gav hetta bert eyka rúm til hinar VB- leikararnar, og eitt nú dugdi Gurið Mortensen sera væl at gera sær dælt av hesum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 20