leygardagur 6. desember 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 233 - 6. desember 2003
Hjá monnunum skal
SÍ nú prógva, at teir
eiga at teljast við í
oddinum, og hjá
kvinnunum skal
Dráttur enn einaferð
royna at kløkka
Mjølnir
FLOGBÓLTUR
upptakt
Tveir dystir verða sum vant
í
meistaradeildini
hjá
monnum. Hesa ferð eru tað
fuglfirðingarnir, sum sita
yvir, og tað kann hava við
sær, at oddurin fer at
treingjast.
Dysturin í Sørvági leyg-
ardagin millum SÍ og
Mjølnir er altavgerandi fyri
SÍ, um teir skulu gerast før-
oyameistarar í ár. Tapir SÍ,
so koma teir at standa á 4
stigum, tá stigini verða
hálverað um eina viku, og
tað verða so 3 stig minni
enn bæði Mjølnir og ÍF
hava, um vit tora at vera so
frek at gita, at hesi bæði
seinnu vinna sín seinasta
dyst í innleiðandi umfarin-
um, sum eru ímóti ávika-
vist Fleyr og Fram.
Men vinnur SÍ haraftur-
ímóti, so verður bara eitt
stig upp til Mjølnir og tvey
til ÍF, og so er einki avgjørt.
Men skal SÍ vinna, so
skulu teir spæla upp til sítt
allarbesta og hava góða
hjálp frá trúgvu áskoðar-
unum í Sørvági, tí Mjølnir
er sera sterkt
Fleyr hevur í longri tíð
havt eina strævna tilveru í
meistaradeildini. Teir hava
ikki vunnið ein dyst síðani
9/2-2002, og spurningurin
er, um teir vinna nakran í ár
heldur. Men skal tað verða,
so skal tað helst verða móti
Fram, sum bert hevur vunn-
ið ein dyst hetta kapp-
ingarárið. Tað var eisini í
fyrra dystinum teirra mill-
um, at Fleyr vann sítt
fyrsta, og higartil einasta
sett hetta kappingarárið.
Einki er vist
Hjá kvinnunum sleppa hin-
vegin øll liðini í part. Á
pappírinum tykist mest
spennandi uppgerðin vera
tann millum Dráttur og
Mjølnir, men heldur ikki í
hinum báðum dystunum
kann nakað úrslit tó takast
fyri givið.
Í triðja umfarinum í ár
tók Dráttur tey flogbólts-
kønu á bóli, tá tær í Klaks-
vík vunnu á Mjølni. Undan
tí dystinum hevði Mjølnir
bara vunnið, og Dráttur
bara tapt, men tann dagin
var alt vent á høvdið.
Men Mjølnir hevur kort-
ini fótað sær aftur síðani tá,
og er aftur hesaferð favo-
rittur at vinna á Drátti. Men
kvinnukappingin
hevur
verið púra óútroknilig í ár,
so hvør veit...?
Kvinnuliðið hjá Fleyr
hevur tað líka torført sum
mansliðið hjá felagnum og
langt er ímillum sigrarnar.
Men hjá kvinnunum er
støðan tó álvarsligari, enn
hon er hjá monnunum, tí
liðið kann flyta niður í 1.
deild.
Spurningurin er so, um
Fleyr kann gera sær dælt av
ringu gongdini hjá KÍF
seinastu dystirnar. KÍF
hevur tapt 4 dystir upp í
slag, men nú ætla tær óivað,
at tann óvanin skal halda
uppat.
Mikudagin vann ÍF 3-1 á
Drátti, sum fyrr í ár hevur
vunnið á Mjølni, sum fyrr í
ár hevur vunnið á TB, og
tískil átti ÍF at vunnið á TB
sunnudagin. Men hatta er
kortini Erasmus Montanus
logikkur, tí ilt er at síggja,
at ÍF fer at hótta oddaliðið
TB.
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur
stig
1 VB
9
7 - 0 - 2
223 159
64
14
2 Stjørnan 8
6 - 1 - 1
194 148
46
13
3 VÍF
9
5 - 1 - 3
211 198
13
11
4 Neistin
8
4 - 1 - 3
211 186
25
9
5 StÍF
8
4 - 1 - 3
194 187
7
9
6 Søljan
9
1 - 0 - 8
153 214
-61
2
7 Kyndil
9
1 - 0 - 8
142 236
-94
2
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur
stig
1 Kyndil
7
5 - 1 - 1
211 194
17
11
2 Neistin
7
4 - 2 - 1
199 174
25
10
3 StÍF
7
4 - 0 - 3
174 172
2
8
4 VÍF
7
3 - 1 - 3
184 170
14
7
5 H71
7
1 - 1 - 5
167 184
-17
3
6 KÍF
7
1 - 1 - 5
166 207
-41
3
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett sett
sett
stig
1 TB
8
6 - 2
21
6
15
12
2 Mjølnir 8
6 - 2
19
9
10
12
3 Dráttur
8
4 - 4
17
15
2
8
4 KÍF
8
4 - 4
14
17
-3
8
5 ÍF
8
3 - 5
10
16
-6
6
6 Fleyr
8
1 - 7
5
23
-18
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett sett
sett
stig
1 ÍF
7
6 - 1
18
5
13
12
2 Mjølnir 6
5 - 1
15
3
12
10
3 SÍ
7
4 - 3
14
11
3
8
4 Fram
6
1 - 5
5
16
-11
2
5 Fleyr
6
0 - 6
1
18
-17
0
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
06.12
14.30
Neistin-Stjørnan
07.12
14.30
Kyndil-VÍF
07.12
14.30
StÍF-VB
1. deild menn
07.12
16.00
StÍF-H71
07.12
16.00
Kyndil-VÍF
07.12
16.00
KÍF-Neistin
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
06.12
14.00
Dráttur-Mjølnir
06.12
14.00
Fleyr-KÍF
07.12
15.00
TB-ÍF
Meistaradeild menn
06.12
16.00
SÍ-Mjølnir
06.12
16.00
Fleyr-Fram
17 leikarar eru fyri-
bils úttiknir til mans-
landsliðið í flogbólti,
sum í næstum fer til
Skotlands at spæla
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan er her um eina fýra-
landakapping, sum sam-
stundis er undankapping til
EM. Til samans eru tað átta
lið, sum kappast um pláss í
B-bólkinum til EM.
Í bólkinum, sum Føroyar
eru í, eru eisini Skotland,
Ísland, og Luxemburg. Hin
bólkurin er settur saman av
Kypros, Andorra, Írlandi og
Norðurírlandi.
Tvey lið úr hvørjum
bólki koma víðari til enda-
umfarið í undankappingini,
og er føroyski hópurin hes-
in. Rúni Weihe úr BK
Tromsø. Bárður B. Mikkel-
sen og Ragnar í Haralds-
stovu Petersen úr Holte IF.
Steinar H. Eirikstoft og
Suni Juul Pedersen úr
P.V.C. Lyngby. Johan Niel-
sen úr Amager VK. Heið-
rikkur Bergsson, Jens Heri
Bolstad
Mortensen
og
Heini Weihe úr Fram. Odd
Eliasen, Bartal Eliasen,
Kenneth Neshamar og Jan
Áki Olsen úr ÍF. Andrass
Jógvansson
úr
Fleyr.
Thorvald Danielsen og
Eyðstein Eyðunsson Elttør
úr Mjølnir og Jóhan Petur á
Stongum úr SÍ.
Kjansurin hjá SÍ
Landsliðið til
EM-undankappingina
Føroyska mansliðið fer úr Føroyum 18. desember og verður heima aftur 22. desember.
Sørvingar
kunnu leggja
seg heilt fram í
oddin, um
teimum
eydnast at
basa Mjølnir,
men tað
krevur sum
minimum, at
SÍ hevur ein
heilt góðan
dag
C
M
Y
K
22
Nr. 233 - 6. desember 2003
23
Jan Otto Peugeot
pdf
KPMG statsaut. revisorar Sp/f,
Postsmoga 3258,
110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35
www.kpmg.fo, kpmg@kpmg.fo
FO-
Skrivstovufólk
KPMG statsaut. revisorar Sp/f, sum er føroysk ogn burturav, hevur 26 starvsfólk,
er limur í KPMG International, eitt av heimsins størstu samtøkum av grann-
skoðarafyritøkum við meira enn 100.000 starvsfólkum til samans.
KPMG veitir tænastur innan grannskoðan, roknskap, fíggjarstýring, skatt og mvg,
og aðrar serligar tænastur á hægsta góðskustigi.
Fyri miðalstóra byggifyritøku í Tórshavn verður søkt
eftir skrivstovufólki at byrja skjótast gjørligt.
Starvið er eitt fulltíðarstarv við møguleika fyri niður-
settari tíð og fevnir um alt vanligt skrivstovuarbeiði,
harundir bókhaldsarbeiði. Bókhaldsskipanin
Navision Financials verður nýtt. Talan er um eitt
avbjóðandi og áhugavert starv í einum mennandi
umhvørvi.
Tann, sum settur verður, skal hava kunnleika til skriv-
stovuarbeiði og bókhald, kunna arbeiða sjálvstøðugt
og annars vera fyrikomandi og fryntligur. Kunnleiki til
bókhaldsskipanina Navision Financials er ein fyri-
munur.
Lønin verður sett eftir nærri avtalu við atliti til royndir
og útbúgving.
Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving
skal sendast til KPMG statsaut. revisorar Sp/f skjótast
til ber og í seinasta lagi 19. desember 2003.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Súna Schwartz Jacobsen á telefon 34 34 34.
Allir fyrispurningar og allar umsóknir verða viðgjørd í
trúnaði.
Starvið
Umsøkjarin
Umsóknin
team85
Jólaveitsla
Pensionistafelagið í Havn hevur jólaveitslu
fyri limum á Hotel Hafnia
mikukvøldið 17. desember kl. 18.00.
Seinasta freist at tekna seg er á fundinum miku-
kvøldið 10. desember, ella hjá formanninum,
tlf. 315736. Kostnaður fyri hvønn 200 kr.
Pensionistafelagið í Havn
23
Peugeot 306, HDI
•
Árgangur: oktobur 1999.
•
Koyrt: 68.000 km
•
Motorur: TurboDiesel, 2 litur HDI
•
Litur: myrkagrønt metallakk
Annað: Spildurnýggja kamreim. Eyka alufelgur
umframt vanligu felgurnar. Tokulyktir framman og
aftan. Eyka bakspoilara. El spegl v. varma. El rútar
framman. Varma í forsetrum. Regnsensor í
viskara. Verið til øll krøvd eftirlit. Bíligur í rakstri.
Til sølu um hóskandi boð fæst.
Meira fæst at vita á telefon 551503