leygardagur 13. juni 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tað kundi ikki vera heilt
av leið við hasari brúnni til
Spania úr silvuri, vórðu vit
samdir um, tá vit sóu út-
holaða fjallið standa fram-
man fyri okkum. Har var
so nógv grivið, at tað gjør-
di sum einki sjálvt Kals-
oynna fyri skommum.
Brynjaðir við lampum
fyltar við karbidi - eitt
mineral, sum eldur kemur
í, tá man stoytir vatn á tað
- oljudansi og gomlum
uppkarvaðum gummistilv-
um, sum ikki sóu út til at
kunna verja okkum serliga
nógv móti nekrum, fóru vit
yvir til búðirnar beint undir
námunum, sum seldu dy-
namitt, fjús, cocableð og
fløskur við 96% spritti.
Afturvið einum sindri av
turkaðum kjeti var hetta
tað einasta, menninir í
námunum høvdu við sær
inn í myrkrið at klára seg
við tey upp til fýra sam-
døgurini, teir vóru inni í
senn. Vit skuldu keypa eitt
sindur at hava við til men-
nirnar til gávu fyri at blíð-
ka teir, tá vit soleiðis komu
vassandi og órógvaðu ar-
beiðið.
Ég sigi menn, tí tað vóru
bara menn, sum arbeiddu
inni í námunum. Arbeiðið
var alt ov hart til at kvinn-
urnar hættaðu sær inn har
Afturat tí kom, at tað var
onkur pátrúgv, sum for-
bjóðaði konufólki at fara
inn í námini. Tær sótu í
staðin uttanfyri og skiltu
málmin frá grótinum burt-
urúr vognunum, sum vóru
skumpaðir út til tær á jarn-
breyt. Hetta var einasta
ferðin, vit sóu, at kvinnur
ikki góvu seg út í arbeiði,
sum vit høvdu væntað, at
Nr. 109 — 13. JUNI 1998
Vistu ikki rættiliga, hvussu
var við lógini viðvíkjandi
hesum og hildu eisini, at
tað ljóðaði eitt sindur farl-
igt at fara í holt vid cocaið,
sum jú er upprunin til
vandamikla cocainið.
Men tað gekk bara ein tíð,
so brúktu vit eisini bleðini
sum undurheilivág. Til
hevuðpínu, til at betra um
sodningina, til at fáa eina
orkuinnspræning og til
hæddina, tá vit ferðaðust
til stød, sum lógu høgt
uppi. Man føldi seg av og å
sum ein rættan rokskipara,
tå man gekk runt vid einari
fúlari tuggu í kjálkanum,
men tað vandi man seg
tekinini fra kroppinum.
Tað er ikki uttan orsek, at
miðallívsævi bara er 60 ár í
Bolivia.
Ikki nær námind...
Umsteðurnar inni í nám-
unum sóu ikki út til at hava
verið broyttar nógv, síðan
fyrsta grevið varð syft fyri
meira enn 400 árum síðani.
Av og á dagaði onkur
hýggjuskotin, saksalopin
og hokin námsarbeiðsmað-
ur undan belamyrkrinum
við eyrhaka á nakkanum
- teir spardu upp á kar-
bidið, tað var týðiligt.
Men verri var, tá knapp-
liga alt fór upp at geyla, og
ar
Svein og gamli gubbin i nåminum
ikki verid hjåverandi, um
skumpararnir vórðu noyd-
dir at slækka av ella stedg-
a, orsakað av okkum. Jarn-
breytin var í ringum stand-
i, og tað hendi meira enn
so, at vognar lupu av spor-
unum; tá máttu skum-
pararnir sjálvir lyfta hann
upp á rætt aftur. Væl at
merkja áðrenn næsti vogn-
ur kom brestandi...
Teir skuldu arbeiða tvey
ár sum skumparar, áðrenn
teir sluppu at reiggja fyrsta
krákunevinum; soleiðis
var avtalan við minufelag-
ið, sum býtti økini út til á-
hugaðar námsarbeiðarar.
Spennandi kundi verið at frætt, hvat tað fóroyska arbeiðseftirlitið hevdi sagt um slíkar umstóður
bara menn tóku sær av.
Einaferð sóu vit enntá eitt
ið av kvinnum grava veg
og lempa grót út í jaðaran
Coca
Øll tugdu tey coca. Tað
sóu vit alla staðni í land-
inum.
I fyrstani aftraðu vit okk-
um eitt sindur við at hava
nakað við blødini at gera.
skjótt til, og tað hjálpti
eisini, at man ikki fekk
undrandi eygnakast send
eftir sær. Ongin helt nakað
legið vera í hesum, tá øll
brúktu tað.
Tey flestu brúktu tó nakað
nógv. Tað er alt annað enn
sunt fyri líkamið at útseta
hungur og pínu og doyva
øll tey vanligu ávaringar-
vit vóru ríkin upp móti
vegginum í minuni, sum
seyður i gongu, tí ein
vognur var á veg. Skump-
ararnir høvdu so nógv dyn-
amitt uppi á sær, at
spreingivandin var stórur,
um vit komu ov tætt við
okkara karbidlampum
Harafturat vigaði vognurin
um tonsið, so tað hevði
35 ára gamal oldingi
Vit steðgaðu á at tosa við
ein mann djúpt inni í nám-
inum. Hann sá gamal og
sinutur út, men tá vit
spurdu hann um aldur,
svaraði hann: 35. Fyri
yvirhevur at fáa hann á tal,
máttu vit lata eitt sindur av
cocablødunum og dyna-
mittinum, sum vit høvdu
keypt til tað sama uttan-
fyri.
Hann hevði arbeitt í
námunum í 20 ár, greiddi
hann frá. Tað er sera long
tíð. Vanliga klára mennir-
nir ikki meira enn 10-12 år,
áðrenn teir mugu gevast
orsakað av Silicosusjúk-
uni, sum legst á lunguni, so
teir mugu leggjast í song
Hetta var ein av vanligastu
deyðsorsskunum hjá
mannfólki í Potosí. At-
voldin er málmdustið, sum
luftin er tjúkk av inni í
námunum.
Hann segði okkum, at
hann hevði klárað seg so
leingi, tí hann í mun til
hinar nåmsarbeidsmenni-
nar arbeiddi frá leygardegi
til týsdag. Vanliga ar-
beiddu menn frá týsdegi til
fríggjadag, tí teir vildu
hava vikuskiftid í frið, og
ti var luftin ringast og fylt
við málmdusti hesar dagar
Luftin, sum inni var, varð
pumpað inn av stórum
kompressarum, sum stóðu
uttanfyri. Guð viti, hvussu
tað var, áðrenn kompres-
sararnir vóru uppfunnir...
Hart
Tad var gott, umenn eitt
sindur ringt at venja seg
við, at koma út í ljósið
aftur. Verri var hjá upp
runafólkinum, kanr t
d, Sum av
spanið
vórðu kravd at gera eitt
lag av " nåmsbandi”, sum
innibar, at øll mannfólk
yvir 18 år, skuldi nidur
nåmini at vera í minsta lagi
+ månadir
Ein sovorðin túrur afturat
ti, at vit voru staddir í
4070m hædd, tók hart og
restina av degnum lógu vit
barlangir í teimum trimum
songunum, sum vit høvdu
sett saman, so fýra passaðu
at liggja í fyri at spara
nekur oyru
Eg fekk tó ikki sovið og
fór oman á ENTEL - fyrr-
verandi almenna telefon-
verkið, ið nú var selt til pri
S
vatar eigarar, sum so nógv
onnur - og ringdi heim fyri
at vissa øll um, at vit enn
vóru til. Ørskapurin í pen
gavidurskiftunum i land
inum kom rættiliga aftur til
hugs hjå mær, tå madurin
hinumegin diskin segåi
mær, at fimm minuttir av
samrødu til Føroyar kost-
aði 50 bolivianos - tað
sama sum námsarbeiðs-
menninir fingu í len fyri at
lempa fimm lastbilar fullar
í gróti, uml. 50 tons
Potosí
Aðrenn vit fóru úr Potosi
nýttu vit hevið at støkka in
á gólvið í Casa de la Mon-
eda - eitt listasavn, ið lýs
seguna hjá býnum seinastu
øldimar sera væl
Har var hópin av máln
ingum við átrúnaðarligum
motivum - tey flestu mál-
að av ókendum lokalum
listamonnum - men tey
meira verðsligu sluppu
eisini í part, meira enn so
og summi vóru eisini væl
blandað av báðum. Serliga
var tað ein málningur, ið
vit góvu gætur. Umframt
at vera heimsins hægsti bý-
ur, var Potosi eisini rokn-
aður sum ein tann mætasti,
tá silvurjagstranin var í
hæddini. Potosí var jú
sjálvt námið, har megin-
parturin av øllum teimum
gripum, ið ríkaðu Spania
upp, vóru goymdir. At spa-
niólar so seinni oyðslaðu
alt burtur til Bretland og
onnur lond, er ein onnur
sega
Men her á málninginum
sóu vit hendan fyrrverandi
stórbýin vera ímyndaðan
sum eitt fjall. Í erva sat so
tann tríeiniigi gudurin
dugvuhami, meðan báðir
inkagudarnir, Sólin og
Mánin, vóru málaðir báðu-
megin fjallaryggirnar. Sig-
ur eitt sindur um ta bland-
aðu mentanina í Suður-
amerika. Í neðra sást jørd-
in, Pachamama, sum fyri
indianarnar er ein gudur,
saman vid påva, kardinali
og bispi, og á jørdini vóru
nøkur hús avmyndað. Hesi
søgdust at vera Potosi, og
heldur ikki hetta sigur so
lítið um ta sjálvsfatan,
Potosíbúgvar høvdu tá
Potosi var heimsins nalvi
og skattkamar!
Tekstur:
Dánial Hoydal og
Theodor E.D. Olsen
Myndir: Dánial
Hoydal
Teldusnillingur:
Svein W. Rasmussen