Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Orð: Emil L. Jacobsen Mynd: City Paper Ein tann størsta ímyndin av estlendska frælsisstríðnum, sum í 1991 elvdi til loysing frá Moskva, er landsins hig- artil einasti forseti síðani loysingina, tann nú 69 ára gamli Lennart Meri. Gongdin í heiminum við at hava ungar og framfýsnar leiðarar, eitt nú Bill Clinton og Tony Blair, ger eisini um seg í Estlandi, har ung fólk í stóran mun manna týðandi størv í vinnulívinum. Men sjálvur forsetin er eitt und- antak. Lennart Meri er ein ser- ligur maður. Sum rithgv- undur og útbúgvin films- stjóri líkist hann meira ein- um professara enn einum forseta. Hann varð borin í heim í Tallinn í 1929 — í tíðar- skeiðnum frá 1918 til 1940, tá Estland eisini var sjálv- stødugt. Påpin Georg Meri er ein av fremstu estlendsku dip- lomatunum, og hetta merk- ir, at familjan hjå Lennart ferðast nógv runt um i heiminum. Árini upp til seinna heimsbardaga gong- ur Lennart í skúla í eitt nú Berlin og Paris, har pápin arbeiðir. I 1941 verður øll Meri- familjan deporterað til Sib- iria av sovjettiskum her- deildum, men fimm ár seinni sleppa tey heim aftur til Estlands. Í sekstiárunum ger Lenn- art Meri vart við seg sum rithøvundur. Bøkurnar hjá honum snúgva seg um hansara upplivingar í Sibir- ia, sovjettiska fjareystri og Arktis umframt filosofiskar hugsanir um tilveruna og alheimin. Í sjeytiårunum verður hann eisini kendur fyri sínar dokumentarfilmar um finno-ugriskar ættbólkar í Sovjetsamveldinum. Lenn- art Meri verður ein av teim- um fáu estlendingunum, sum frá statinum fær loyvi Nr. 109 — 13. JUNI 1998 Rithøvundurin við róðrið Estlendski forsetin Lennart Meri var sjálvur virkin í estlendska frælsisstríðnum í 1980-unum at ferðast til vesturheimin regluliga. Sum áttatiárini ganga, verður Meri alsamt meira virkin innan rørsluna fyri estlendskt sjálvræði, og í 1990 verður hann óvæntað tilnevndur uttanríkisráð- harri í nýggju loysingar- sinnaðu stjórnini í landin- um. Í august 1991 verður kvett framt í Kreml. Meri spáar, at kvettið fer at mis- eydnast, tí generalarnir ikki hava nóg hollan búskapar- ligan kunnleika til at halda USSR koyrandi. — Eg havi enn ongantíð enn hitt ein general, sum dugdi so mikið sum at mjólka eini kúgv, sigur Lennart Meri. Hann fær rætt, kvettið miseydnast, og somu nátt loysir Estland frå Sovjet. I september 1992 fær leidarin frå Sovjettidini Ar- nold Riiiitel flest atkvødur å forsetavalinum, men fær ikki neyduga avgjørda meirilutan. Forsetavalid fer tí í úngið, har Meri í oktober vinnur ein tepran sigur og verður forseti í Estlandi. Fýra ár seinni, í septem- ber 1996, atkvgður tingið sera tepurt ímóti Meri sum forseta í enn eitt fýra ára skeið. Síðani fer avgerðin til eina serliga valnevnd, sum velur Meri inn til enn eitt valskeið. Sovjettiska fasadan Lennart Meri hevur sagt um tíðina í 1991, tá Estland gjørdist sjålvstødugt, at tað fyri honum ongantíð var nakar ivi um, at totaliteri staturin fór at falla saman fyrr ella seinni — tað var bert ein spurningur um tíð. Og um hendingarnar í 1992, tá hann gjørdist for- seti, sigur Lennart Meri millum annad um, tå hann fyri fyrstu ferð kom inn í forsetaborgina, sum skuldi vera hansara heim í øllum fregnartænastan, fórum fyrstu komandi fýra árini: — Eg fann eina hurð, sum var læst. Og eftirsum eg havi eitt sindur av Tom Sawyer í mær, vildi eg sera fegin vita, hvat var hinu- megin læstu dyrnar. Ég spurdi ein embætismann, sum var við mær, hví henda hurðin var stongd. Hann svaraði, at KGB (sovjettiska bløm.) hevði brúkt rúmið sum »samskiftishøli«. Lennart Meri greidir frå, at tað enntá var eitt KGB- sigli á hurðini, eins og í Sovjettidini. — Eg bad embætismannin læsa hurdina upp, men hann sytti og segði, at tað heyði hann ikki myndugleika til Eg segði: »Alt í lagi, far eftir eini øks til min, so bróti eg sjálvur hurðina inn.< Hann hugdi eftir mær í eitt sekund, men læsti so hurð- ina upp Og hvat var so hinumegin hurðina? — Als einki. Tað var typ- iskt. Sovjettarnir dugdu sera væl at byggja illusiónir upp — teir bygdu alt upp til at vera loyniligt. Alt í Sovjet- samveldinum tyktist vera sc sterkt, at tað ikki kundi oyðileggjast, sum um tað fór at vera standandi í allar ævir. Men tað snúði seg al- tíð bert um at hyggja inn um hurðina. Aftan fyri sov jettisku fasaduna var tað vanliga tað, tú fann — einki Umvælir alt sjálvur Lennart Meri er eisini kend- ur fyri sjálvur at hava um- vælt nógvar smålutir í for- setaborgini, og tað sigst, at hann altíð gongur runt við einum felliknívi uppi á sær — Eg ivist ikki í, at tå við einum av hesum schweiz- isku knivunum kann byggja eitt heilt flogfar, um tå hev- ur hug, so nógvar hentleikar hava teir, hevur Lennart Meri einaferð sagt. — Eg kendi á mær, at fyri at trívast skuldi alt umvæl- ast, sum um tað var í mínum egnu húsum. Hevði tað ver- ið í sovjettidini, at ein pera var brostin, høvdu teir sagt »Lat okkum skifta allar per- urnar út um ein mánað og seta eina nevnd til at taka sær av tí. Men tað tekur bert ein minutt, og tú eigur at gera tað beinanvegin, um tú kanst. Tí sóu almennu bygningarnir í sovjettidini eisini altíð út, sum teir gjørdu. Privatu húsini vóru nógv snøggari. So tað var eisini mín hugburður, tá eg flutti inn í forsetaborgina og Ogjørligt hjá einum før- oyingi at skilja. Men í tráð við broyting- arnar í samfelagnum gerast estlendingar alsamt kringari í enskum. Russiskt verður sjálvandi framvegis nógv tosað í landinum, men mill- um tey ungu verða færri og færri, sum duga russiskt. Navnið á landinum er kortini romanskt. Sjálvir kalla estlendingar tað Eesti, og helst kemur tað av navn- inum Aestii, sum ein róm- verskur skrivari brúkti um- leið 100 ár fyri Kristi fød- ing. Rómverjin hugsaði tá ikki um estlendingar í sjálvum sær, men brúkti tað sum eitt felagsheiti fyri ættbólkarnar eystan fyri týskararnar. So líðandi hefti navnið sær bert at estlendingum, og latínska navnið bleiv Hestia og Est- onia. Techno-aldan herjar Ungu estlendingarnir i dag 2ru sera nógv vendir móti øllum vestureuropeiskum og amerikanskum. Um tú sum ferðamaður er eitt sind- ur vilstur og noyðist at spyrja onkran á gøtuni um okkurt, er frægast at spyrja onkran í yngra ættarliðnum, tí tað er rættiliga sannlíkt, at tey eru sera stinn í bæði enskum og týskum, meðan tey eldru, sum vóru ung undir Krustjev og Bresjnev, ofta als ikki tosa enskt. Tað er eisini ungdómurin í Estlandi, sum >eigur< landið. Tað man ikki vera nógva staðni í heiminum, at so nógv ung fólk manna vinnulívið. Estlendski ung- dómurin veit hvat hann vil, og væl hjålptur við ílógum úr vesturheiminum er tað hann, sum førir landið fram móti ES- og NATO-lima- skapi. Fara vit enn longri niður í aldursbólkarnir, eru tannár- ingarnir í Estlandi eisini væl fyri, tá tað kemur til vestur- lendsk virði. Coca-Cola er nevnt, og tað verður nógv drukkið í Estlandi, eins og MacDonalds sær út til at hava vunnið stríðið um marknaðin móti Burger King og verður væl vitjað. Techno-aldan skolar alt ann- að burtur í stórbýunum Tall- inn, Tartu, Narva, Kohtla- Jårve og Párnu, og fleiri av útvarpsstøðunum spæla bert techno-tónleik alt samdøgr- ið. Príslegan er tann sama Fyri ferðafólk er Estland ikki nakað >Shoppers Para- dise<, og tey sum rokna við at gera nøkur røvarakeyp til sovjettiskar prísir, verða tik- in á bóli. Tað mesta kostar nakað tað sama sum á okk- ara leiðum, og harafturat er úrvalið ikki serliga stórt í mun til aðrastaðni, so tað er eingin serlig orsøk til at brúka nógvar krónur í Est- landi. Krónur er júst tað, keypt verður fyri í Estlandi, tí gjaldoyrað eitur kroon — enn eitt dómi um sambandið millum Estland og norður- lond. Estland var í 1992 fyrsta fyrrverandi sovjeilýðveldið, sum segði rublinum farvæl og fekk sítt egna gjaldoyra. Estlendska krónan heldur seg til týska markin, og tú fær átta estlendskar krónur fyri ein marka. Estlendingar eru eisini sera fegnir um sítt gjaldoyra, sum við at halda seg at markinum er bæði støðugt og sterkt. Ein frálíkur gongutúrur er í gamla býarpartinum, har smølu gøturnar og borgin uppi á heygnum minna á ótryggar tíðir í midøldini