Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. juni 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 3 # F tíðindablaðið + Oddadystur i Gundadali Fótbóltur: Í morgin kemur KÍ í Gundadal at spæla toppdyst móti HB. Við einum sigri kunnu klaksvíkingar taka seg framum HB á stigatalvuni. Annars hittast liðið aftur longu mikudagin, tá steypafinalan verður spæld Emi. L. JACOBSEN Í dag og í morgin skal 7. umfar av landskappingini avgreiðast, og í 1. deild hjá monnum verða tveir dystir spældir longu í dag, meðan tríggir bíða til í morgin. Mest åhugaverdi dystur er uttan iva í Havn, har oddaliðið HB tekur ímóti KÍ, sum so at siga alt árið hevur verið nærmasti kappingar- neyti hjá havnarfelagnum. Dystirnir millum tey bæði fel- øgini frá 1904 eru altíð áhuga- verdir, og serliga í ár er torført at taka dagar ímillum, hvgr er betri fyri. ; Fyri Kl er tad t6 rættiliga 6- heppið, at ein so týðandi dystur verður spældur nú. Seinasta viku- skiftið vórðu tveir klaksvíkingar — Símin Waag Høgnesen og Jan Joensen — riknir av vøllinum og eru teir tiskil leikbannadir f morg- in. Og harafturat er liðskiparin og ein tann mest royndi á KI-liånum, Kurt Mørkøre, sera ivasamur til toppdystin. Hann hevur ikki fingið vant í vikuni, og um hann ikki fær verið við í morgin, hava klaks- víkingar ein trupulleika í miðverj- uni, har Kurt og Símin W. Høgne- sen hava verið meir ella minni fastir saman við Jan Andreasen. Ein møguleiki hevði verið at sett venjaran Jóannes Jakobsen inn í miðverjuna at spælt móti sínum gamla felag, men hann er eisini skaddur, so tann møguleikin verður neyvan brúktur. Ein annar møguleiki er at fara niður í 2. deild eftir fólki, og har eru fleiri góðir leikarar at taka av. HB má vera Johannes Joensen fyriuttan í morgin. Hann fekk sítt triðja gula kort á Svangaskarði seinasta vikuskiftið og er leik- bannaður. Á Toftum vardi Bárður Johannesen málið hjá havnar- monnum, men Kaj Leo Johanne- sen er komin heim aftur úr útlond- um og stendur millum stengurnar í morgin. Eisini Hans Fróði Han- sen, sum gjørdist sjúkur beint eftir túrin við landsliðnum í Estlandi, er komin fyri seg og spælir allar- helst í týdningarmikla dystinum í morgin. Urslitid av dystinum í Gunda- dali kann fáa avgerandi týdning fyri, hvussu landskappingin fer at mynda seg. Í løtuni hevur HB á fyrsta plássi 14 stig, meðan KI er beint í hølunum á teimum við 12 stigum. Á triðja plássi hevur B36 11 stig, meðan NSÍ hevur 10. Tað verður ivaleyst ferð á, Um eitt nú HB vinnur í morgin, og B36 ikki vinnur í Runavík, er HB aftur klárt á odda í kappingini. Um KI hinvegin fer við stigunum í morgin, fara teir eitt stig framum HB, og so er tað sera javnt. Dysturin skal eisini kappast við HM-fótbóltin í sjónvarpinum, men lítil ivi man vera um, at við- haldsfólk hjá báðum liðunum fara at stuðla sínum liði í Gundadali í einum so týdningarmiklum dysti heldur enn at sita heima framman fyri sjónvarpinum. Trý og fýra í Runavík Tað verður ivaleyst eisini nógv fólk til fótbóltsdyst í Runavík í dag, tá B36 kemur at spæla stevnudyst móti NSI. Hetta er dystur millum nummar try og nummar fýra í kappingini, og bæði liðini kunnu spæla góðan og undirhaldandi fótbólt. B36 kann fáa ein trupulleika at manna verjuna, har hvorki Jens Kristian Hansen ella Bjarni Prior hava vant í vikuni. Jens Kristian hevur framvegis trupulleikar í rygginum og var ikki við, tá før- oyameistararnir seinasta sunnudag vunnu 7-0 á TB. Tað var Bjarni Prior heldur ikki, so væntandi verða tað teir somu, sum manna B36-verjuna í dag, sum gjørdu slætt borð móti tvøråmonnum fyri eini góðari viku síðani. Annars er venjarin Tomislav Sivic langtíðarleikbannaður og sleppur heldur ikki fram at vøll- inum í dag. Gipsið av NSI hevur verið rættiliga nógv plágað av skaðum higartil í ár, og Henning Jarnskor og restin av Gl-liðnum skal royna at fáa gongd á móti IF tá KI í morgin kemur í Gundadal at spæla oddadyst eisini í dag eru fleiri ivasamir. Gert Langgaard hevur ikki spælt leingi, tí hann breyt armin tíðliga í kappingarárinum, men gipsið skuldi eftir sigandi takast av í gjár, og hann verður helst við í hópin- um, hóast tað man vera ivasamt, hvussu hann er fyri við dystar- venjing. Kári Hansen var ikki við í Fuglafirði, men hann verður helst við aftur í dag, og tað styrkir um NSI-verjuna. Kristian Høgni Jacobsen hevur ikki spælt so nógv í ár, men royndi seg í Fuglafirði í 1-1 dystinum seinasta sunnudag. Hóskveldið fekk hann ein snudd og kundi ikki fullføra venjingina, men tað så ikki so álvarsamt út kortini. Og so er tað Helgi L. Petersen, sum ikki verður við hesumegin summarsteðgin, og sum er sakn- aður á NSI-liðnum. TB alt fólkið tøkt Annars verður ein annar dystur í dag og tveir aðrir í morgin. Í ár hevur Suðuroyggin trý lið við í bestu deildini, og tað gevur nógvar dystir sunnanfyri. Tveir av teimum verða hetta vikuskiftið, og tí er tað skilagott at spæla annan dystin leygardag og hin sunnudag, so teir ikki órógva hvønn annan ov nógv. TB skal skjótt til at taka annað skinn um bak, skal teirra steðgur í 1. deild á hesum sinni gerast longri enn eitt år. Tyøråmenn eru komnir illa frá byrjan og hava heldur ikki havt eydnuna við sær Fleiri dystir eru taptir við einum máli, og tað vísir seg jú ofta, at eydnan fylgir teimum liðunum, sum liggja væl fyri, meðan tey niðaru veruliga mugu stríðast. Og tað er tað, TB ger í løtuni Góð tíðindi eru kortini at heinta á Tvøroyri. Tað vísir seg, at eingi leikbann og eingir skaðar eru til dystin í dag, og sostatt hevur 1B venjarin Zoran Pavlovic allar spælarar tøkar, og tað hevur hann Lesið eisini | itrottin á Internetinum www.sosialurin.fo ikki havt síðani dystin móti VB i fyrsta umfari av landskappingini tann 2. mai! Við aftur nú eru Alexander Radosavljevic og Oli Johannesen, sum báðir høvdu leikbann móti B36, og tað varð revsad við einum 7-0 ósigri. B68 hevur eisini allar sínar mans tøkar. Jákup Eli Olsen hevur ligið sjúkur og fingið pensilin, men hann kom inn í dystinum seinasta sunnudag móti HB og stóð seg væl. Kanska byrjar hann inni frá byrjan í dag, men annars er ikki lagt upp til tær stóru broyt- ingarnar hjá B68-lidnum, sum veruliga vísti stríðsanda seinasta vikuskiftið. Bæði liðini brúk fyri sigri Sunnudagin verður dystur i Gøtu millum tvey lið, sum einki høvdu havt ímóti at fingið í minsta lagi trý stig. Hvørki GI ella IF liggja serliga væl fyri, og tilsamans hava hesi liðini bert vunnið ein dyst í landskappingini. Tann sigurin átti GI á Toftum tíðliga í kappingini, men síðani hevur tað gingið verri enn illa, og hjá fuglfirðingum er stødan ikki frægari: Teir hava als ikki vunnið í landskappingini í ár Tvey leikbann eru í Gøtu í morgin. Søren Skov Jørgensen hjá GI fekk reytt kort móti Sumba seinasta vikuskifti, og tað sama fekk Bartal Eliassen móti VB mikukveldið. | Annars má GI spæla uttan Sam- son Nesá, sum er farin á námsferð og missur tveir dystur Fimti dysturin er í Vági, har grannarnir úr Sumba koma at vitja Hetta verður væntandi ein tættur dystur millum tvey lið, sum fyri nøkrum árum síðani vóru saman í 1. deild undir heitinum Sumba VB Men kenslur mótvegis gomlum liðfeløgum fara ivaleyst at dvína í morgin, tí hetta verður ein dystur sum hvørgin vil tan