Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 Nr. 110 — 16. JUNI 1998 TB er í svårum trupul- leikum "ótbóltur: Tað gongur framvegis av skriduni hjá TB, sum man vera óhepnasta lið í 1. deild í ár. Hesaferð mistu teir málmannin, og eingin eykamálverji sat á bonkinum sink: yvir at dylja, at FÅ fåtboltsstødan á Tvøroyri er ring i løtuni. Næstseinasta Havn móti B36, og leygar dagin var aftur galið, tå B68 vann 5-0 á Sevmýri Eydnan hevur ikki hildið við tvøråmonnum higartil í ár, og teir vóru aftur óhepnir hesaferð. Frálíki málverjin Magni Hentze noyddist út í hálvleikinum, tí hann var skaddur í økslini, og TB hevði ongan eykamálmann! Nú vóru góð ráð dýr, men tað endaði við, at liðskiparin Pól F. Joensen fór í málið at standa — Eg havi ongantíð verið málmaður í einum 1. deild- ardysti í fótbólti fyrr, sigur TB-liðskiparin, sum sigur seg hava staðið í málinum í hondbólti men tað er eisini hann kom hon var ieyg- støduni, sum ardagin Tá Magni Hentze noydd- ist út, var Oli Johannesen longu farin sama veg. Út fyri tvey gul kort, sum vóru í heldur bíligara endanum, men sum altso góvu eitt reytt tilsamans — hetta var aðru ferð, at Oli varð rikin av velli í år, og leikbannini ríða TB sum ein marra Magni Hentze verður helst ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um fjúrtan dagar, og tað vil siga, at hann helst er úti restina av fyrru hálvu. TB skal heilt niður í 4. deild eftir eyka- monnum, so tað er lagt upp til strævnar tíðir á Sevmýri TB hevði annars staðið seg væl móti toftamonnum í fyrra hálvleiki. Men tað Tað gongur stak illa hjá TB, og leygardagin taptu teir 5-0 á heimavelli móti B68 var B68, ið fekk einasta málið, sum kom fyrstu 45 minuttirnar. Magni Hentze vardi fyri einum skoti, men bólturin fór út aftur í spælið. Fyrst ein og síðani ein TB- ari hevði tíð til at fáa bóltin burtur úr vandagkinum, men teir svóvu, og so var lætt hjá Fróða Benjaminsen at geva gestunum leiðsluna. Sum sagt noyddist Magni Hentze út í hálvleikssteðg- inum, og Pól F. Joensen fór av aftasta manni og í sjálvt málið at standa. Avtalað varð kortini, at hann skuldi vera ein rættiliga >offensiv- ur málmaður<, samstundis sum TB skifti til flata verju, nú aftasti maður var farin heilt aftur á málstrikuna. Hetta var sjálvandi ein stórur smeitur fyri tvørå- menn, og tað gingu bert fýra minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn bólturin aftur lá í TB-málinum. Hesa ferð var tað russiski áleyparin An- dréy Stakhánov, sum skor- aði eftir hornaspark. Nú var 2-0 til B68, men hóast útlitini hjá TB vóru sera døpur, valdu teir at royna at fáa okkurt burtur úr dystinum í staðin fyri at royna at avmarka tapið. Tað førdi eisini til eina TB-yvir- vág, sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr. Sasha Radosavljevic var aftur í TB-álopinum eftir drúgt leikbann, men hann var sera einsamallur og skapti heldur ikki nógv sjálvur. Og við eini óvanligari verju og einum útispælara í málinum gjørdust tofta- menn eisini grammari, og teir vóru eisini meira nær- lagdir framman fyri málin- um. B68 fekk try mál afturat og kundi fingið enn fleiri, tå avtornaði. Øll trý tey seinastu málini komu eftir yvirtalsstødur móti TB-mál- inum. Fyrst gkti Øssur Hansen til 3-0, áðrenn Ingi Hansen við tveimum málum slóg sigurin fastan. 5-0 á Tvgroyri er eitt gott úrslit fyri øll lið, og fyri B68 merkti tað, at teir aftur eru heilt uppi millum tey ov- EB/Streymur fekk bank á Sandi Fótbóltur: Tað var klassamunur, tá ið B71 smurdi sundalagsmenn av á Sandi leygardagin Teri NIELSEN Niðurflytarnir B71 tykjast at verða komnir fyri seg, eftir at teir annars høvdu fingið eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið Leygardagin høvdu teir vitjan av EB/Streymi, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvat liðið fór at vinna dystin Longu frá fyrsta bríksli legði B71 wyst á liðið úr Sundalagnum Alopini skolaðu inn yvir málið hjá felagsliðnum, men tað gekk nakað striltid við at fáa hol á. Men tå ið 22 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað Kristiani Nielsen at leggja heimaliðið á odda eftir eitt sera væl gjøgnumspælt á- lop Sandoyingar fingu tvey mál aftrat í fyrra hálvleiki Báðar ferðirnar var tað altíð vandamikli Jónsvein Thom- sen, sum var upp á spæl Hålvleiksstødan var sostatt 3-0 til B71 Sandoyingar byrjadu seinna hålvleik, har sum teir sleptu í fyrra. Stutt tíð var farin av hålvleikinum, tá ið Kristian Nielsen legði heimaliðið á odda 4-0 við sínum næsta máli í dvstin- um Nú mentist felagsliðið úr Sundalagnum nakað, og tað eydnaðist eisini teimum at minka um munin við einum máli, sum Sonni Samuelsen skeyt Hesa løtuna var útiliðið við yvirlutan, men tað var bert í eitt stutt tíðarskeið. Hetta fekk tó ikki B71 at slaka við sínum spæli. Teir vildu heldur gera sigurin enn stórri, og soleiðis bleiv eisini. Ein av teimum mest royndu leikarunum hjá B71, Rúni í Soylu, gjørdi ein vørr móti endanum av dystinu.n, og hann legði heimaliðið á odda bæði 5-1 og 6-1, sum eisini gjørdist endaliga úr- slitið Sum sagt, so var tað veru- ligur klassamunur á liðun- um báðum, og tað var B71, sum var omaná so at siga allan dystin. Eisini kann sigast, at nógv av málunum í dystinum vóru rættiliga góð Mynd: Áki astu. Petur Simonsen, venjari hjá toftamonnum, heldur, at ambitiónirnar eru til okkurt í ár, men hann ásannar, at tað tekur tíð at spæla eitt so nýtt lið, sum B68 hevur í ár, saman til eina eind. Til- gongdin á Svangaskarði hevur verið stór í ár. Tveir russarar eru komnir, og úr Havn koma tríggir. Um Pet- ur Simonsen megnar at fáa allar hesar at arbeiða saman við toftamonnunum, sum vóru har frammanundan, kann B68 uttan iva fáa okk- urt burtur úr í ár. Men tað er framvegis arbeiði, sum skal fáast frá hondini fyrst. Tryggur sigur til gøtumenn Fótbóltur: Hvalbingar fingu einki stig við sær suður aftur, eftir at teir høvdu verið á vitjan hjá gøtumonnum í Serpigerði TeERJI NIELSEN Hóast hvalbingar høvdu bóltin nógv í dystinum móti gøtumonnum leygardagin, so vann heimalidid GI ein sannførandi 3-0 sigur. Royn hevði nógv ålop, men tað var trupult hjá teimum at fáa nakað burtur úr teimum, og tær fáu ferð- irnar, ið veruligur vandi var á ferð hjá gøtumonnum, var Rúni Joensen ein tryggur aftasti skansi í málinum. Heimalidid, GI, lá hin- vegin og lúrdi upp á skjot mótálop, og tað vóru eisini nøkur av hesum, sum góvu úrslit. Tá ið nakað væl av tíð var farin av fyrra hálv- leiki, fór Heini Heinason hjá GI strúkandi fram eftir í høgra borði, og tá ið hann nærkaðist brotsteiginum, langaði hann til, bólturin fór í stólpan og so beint út til Petur Sjúrðaberg, sum setti bóltin í netið til 1-0 til GI. Løtu seinni var tað Hjalti Dalheim, sum sendi ein bólt inn um verjuna hjá Royn, og har var Heini Heinason fyrstur á honum, og hann smekkaði til fyrstu ferð, og so var 2-0 til GI, sum eisini var hålvleiksstødan. Bert eitt mál í seinna hálvleiki I seinna hálvleiki kom bert tað eina málið, og tað var eisini heimaliðið, sum fekk tað. Enn einaferð voru tað teir tríggir Petur Sjúrðaberg, Heini Heinason og Hjalti Dalheim, sum stóðu fyri málinum. Heini og Petur spældu sínamillum, og tað endaði við at Petur spældi Hjalta púra frían, og hann hevði lætt við at økja til 3- 0, og so var dysturin av- gjørdur. Um hvalbingar høvdu verið eitt sindur meiri nær- lagdir framman fyri málin- um, so hevði úrslitið møgu- liga verið eitt annað, men Gl-arnir vóru meiri av- gjørðir, tá ið teir høvdu sínar møguleikar, og tað var mill- um annað hetta, sum gjørdi, at úrslitið bleiv 3-0 til GI. Sosialurin - tá tú skalt fylgja við