Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 16. JUNI 1998 itrottar SO Rene 17 Jón Pauli var munurin Fótbóltur: Sumba hevði nógv spæl vesturi á Eiðinum sunnudagin, men VB hevði Jón Paula Olsen, sum gjørdi bæði málini í 2-0 sigrinum EMiL L. JACOBSEN VB hevur veruliga fingið vind í seglini eftir ringu úr- slitini fyrst í mai mánaði. Sunnudagin høvdu vág- bingar vitjan av grannunum úr Sumba, og vertirnir vunnu dystin 2-0. Sumbingar høvdu annars meginpartin av spælinum, men teir spældu seg ikki til so nógvar upplagdar kjansir kortini. Nakað av vindi var, og VB spældi undan vind- inum í fyrra hálvleiki. Tað var eisini VB sum hevði teir betru møguleikarnar, og teir løgdu seg eisini á odda, longu tá okkurt um tíggju minuttir vóru spældir. Og tað var sum ikki eina ferð Jón Pauli Olsen, sum syrgdi fyri tí. Hann og Dan Djur- huus spældu væl saman við høvdunum framman fyri Sumba-málinum, og Jón Pauli varð maðurin, sum fekk seinastu pannuna á. VB hevði byrjað dystin betur, men vágbingar dovn- aðu eitt sindur aftan á leiðsl- umálið. Sumba tók ræðið á miðjuni og slepti tí ikki aft- ur restina av hálvleikinum. Men sum sagt bleiv tað mest til spæl, og í roynd og veru var VB nærri 2-0 enn Sumba var 1-1. VB hevði undanvind, tá Magni Magn- ussen royndi seg við frí- sparki úr 40 metra fjarstødu. Høgri vongbakkurin hjá vágbingum hevur eitt gott skot, og tað vísti hann við at senda frísparkið á tvg.- stongina! Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, við leikligari yvirvág til sumb- ingar, men teir komu sjáld- an nærri enn fram móti 16- metrinum, og langskotun- um tók Bjarni Johansen sær av. Tað var umleið eitt korter eftir at spæla, tá VB gkti um leiðsluna og í veruleikanum tryggjaði sær sigurin. Og tað var ein rein verju- fadesa hjá sumbingum. Aft- asti maðurin skuldi senda bóltin út í síðuna, men rakti beint á Milan Milanovic, sum kundi havt skotið sjálv- ur, men heldur valdi at spæla Jón Paula Olsen púra leysan, so hesin kundi gera sítt næsta mál fyri VB. Stutt eftir hetta átti VB helst at fingið brotsspark, tá Jón Pauli Olsen bleiv skumpaður um koll, men tað fingu teir ikki. Við sigrinum fór VB upp um Sumba á stigatalvuni og er nú aftur tað fremst av teimum trimum suðuroyar- liðunum, so sum teir hava verið tað seinastu árini. Sumbingar noyddust henda dagin at spæla uttan danska miðvallaran Thomas Birch, sum fekk reytt kort móti GÍ seinasta vikuskiftid. Sumba broytti eisini fleiri ferðir upp á liðið undir dystinum á Eiðinum, men ongantíð megnaðu teir at niðurbróta VB-verjuna, sum spældi EMiL L. JACOBSEN Fyri trimum vikum síð- ani legði neyndin í Vágs Bóltfelag fíggjarstóðuna hjá felagnum fram fyri virknu limunum Nevndin metti figgj- arstøduna at vera hætt- isliga, og tiltøk måttu setast í verk fyri at varð- Veita peningaligu trygd- ina í felagnum. VB royndi tískil at gera nýggjar sáttmálar við teir báðar jugoslav- arnar Milan Milanovic og Milan Culjic. Tad visti seg, at Culjic — eisini nevndur »Kul- io« — var áhugaður í at halda fram f felagnum árið út. Hinvegin vildi spæl- andi venjarin Milan Milanovic ikki ganga við til ein Ignarniður- skurð, og av tí sama av- gjørdi VB at siga sátt- málan við hann upp. Tað merkir, at eftir 4. julí er Milan Milanovic hvørki venjari ella spæl- ari í VB meir. Tað er sjálvandi spell fyri vágbingar, at teir missa Milanovic, sum hevur verið ein góður styrkur á liðnum, um- framt at framgongdin innan fótbóltin í Vági hevur verið eyðsæð, síð- ani hann tók við eftir og vidariførdi arbeiðið hjá Tomislav Sivic við kappingarbyrjan í fjør. sterkt henda dagin. VB var heldur ikki full- mannað til dystin. Milan Culjic fekk sitt tridja gula kort i kappingini, tå VB Milanovic fer ur VB Fótbóltur: Ut frå figgjarstødu felagsins sær VB seg ikki ført | fyri at halda upp å spælandi venjaran hjå sær, jugoslaviska Milan Milanovic Sum dømi kann nevn ast, at Milanovic f sinum fyrsta árið sum venjari hjá VB fekk liðið við í eina altjóða europeiska | kapping, og tað hevur | VB ongantíð roynt fyrr. | Leygardagin = kemur kekkíska liðið Boby- sport úr Brno til Suður- oyar at spæla dyst í int- ertoto-kappingini, og hetta verður samstundis seinasti dystur hjá VB í Føroyum við Milanovic sum venjara. Póllendingur úr Longu áðrenn 1. maí í ár, sum er dagfestingin fyri, nær nýggir út- lendskir spælarar skutu vera meldaðir til, heyði VB fingið samband við póllendingin Krzystof Popczynski, ið er álops- makkari hjá vágbingin- um Jan Allan Miiller í Esbjerg fB. Tå var ætlanin at fåa hann til Vågs fyri at skjóta mål, men nå er avtala gjørd við póllend- ingin um at gerast venj- ari í øllum førum restina av árinum. Væntandi verður Jón Pauli Olsen hjálparvenj- ari. VB berur Milan Mil- anovic eina tekk fyri hansara tíð í Vági, og vónar, at tað fer at gang- ast honum væl í heim- landinum. seinasta sunnudag vitjaði í Klaksvík, men vágbingar høvdu Jón Paula Olsen Hann var munurin millum VB og Sumba sunnudagin Gongur striltid hjá vágamonnum Fótbóltur: Hóast FS Vágar var á odda bæði 2-0 og 3-2, so eydnaðist tað heldur ikki hesaferð at fáa trý stig til høldar TERJI NIELSEN Unga manningin hjå våga- monnum hevur higartil f år havt torført vid at ogna sær stig. Leygardagin var B36 å vitjan vesturi f Vågum, og vågamenn kunnu bert takka sær sjålvum fyri, at teir ikki ognaðu sær øll try stigini. FS Vágar legði hardligani til brots. Fyrsta hálva tíman var bólturin fyri ein stóran part á B36-hálvuni, men tað var ikki fyrr enn fyri hålv- leikur var hálvrunnin, at hol kom á. Rodmund Rasmus- sen gjørdist einsamallur við málverjanum hjá B36, og Rodmund lyfti hegnisliga bóltin upp um málverjan og í mál til 1-0. Stutt eftir hetta var tað Eyðfinn Fjallsbak sum gjørdist einsamallur við B36-málverjanum, og eins og Rodmund lyfti hann bóltin upp um málverjan, og so var 2-0 til heimaliðið. B36-liðið vaknaði nú, og so við og við fingu teir yv- irvág í leiki. Tórálvur Poul- sen rann frá verjuni hjá FS Vágum og minkaði um munin til 1-2. Stutt fyri hálvleik var B36 í álopi, og hesaferð var tað Finn Mørk, sum slapp inn um FS-Vágar verjuna, og hann javnaði til 2-2. Seinni hálvleikur var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál. Vågamenninir høvdu bóltin so at siga alla tíðina, men tað gekk ógvuliga striltid við at fáa mál. Tó fingu teir eitt mál stutt inn í seinna hálvleik, og tað var enn einaferð Rodmund Ras- mussen, sum var upp á spæl. Ein høgur bóltur datt niður fyri føturnar á Rod- mundi inni í brotsteiginum, og hann var skjótur at seta bóltin í málið, og so vóru vágamenninir aftur á odda B36 hevði eitt álop í seinna hálvleiki, men tað var eisini nóg mikið til, at teir fingu javnleik. Um miðjan seinna hálvleik verður ein langur bóltur spældur inn um verjuna hjá vágamonnum, og har var Jørgen Meitilberg fyrstur, og hann sendi bóltin fram- við málverjanum hjá vága- monnum til endaliga úrslit- ið 3-3. Dysturin vesturi í Vágum var væl leiktur av tveimum rættiliga ungum manning- um, og målmøguleikar trutu ikki í dystinum. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, at mál- verjarnir báðir fingu roynt seg. Sosialurin á netinum www.sosialurin.fo