Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Pressfotboltur gav try stig Fótbóltur: Við ongantíð at geva B36 frið til at spæla sítt spæl vann NSÍ uppiborið 2-0 á føroyameistarunum Emi L. JACOBSEN NSI vann stevnudystin móti B36 við tveimum málum móti ongum, og tað var lít ið, B36-ararnir kundu siga ímóti tí úrslitunum Dysturin var ikki millum teir bestu higartil í ár hjá hvørgum av liðunum, men meðan teir á heimaliðnum spældu klókt og stríddust fyn sakini, var lítið flog yvir spælinum hjá B36, har leik- ararnir til tíðir høvdu betri hug til at ilskast inn å dém aran enn at spæla fótbólt Tað hevði rættiliga stóra ávirkan á restina av dystin- um, at NSI fekk mál longu tá 13 minuttir vóru spældir Kristian Høgni Jacobsen fekk bóltin nakað úti i høgru síðu, og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka hann upp í handara málhornið Eitt sera vakurt mál, sum eisini gav heimaliðnum eitt sindur av yvirtaki næstu løt- urnar Aðrenn málið hjá NSI hevði Carl Høgnesen verið nær við at lagt B36 á odda, men innleggið, sum í veru- leikanum var eitt kiksað skot, var torført at stýra við høvdinum NSI megnadi sera væl at bróta spælið hjá B36 sundur við at trýsta langt uppi á vellinum og arbeiða væl. So skjótt B36 kom um miðj- una, flutti NSI-liðið upp á vøllin, so tað bleiv torført hjá havnarliðnum at fáa nakað skipað spæl frameftir. Í seinna hálvleiki fall NSI nógv til at sparka bóltin frameftir og leggja trýst á høgt uppi í eini roynd at vinna bóltin aftur langt uppi á vellinum. Tað var ikki al- tíð so vakurt, men tað var sera effektivt. Stutt eftir leiðslumálið skuldi NSI annars havt brotsspark, tá ein B36- verjuleikari feldi ein NSI- áleypara inni í kriminella økinum, men floytan tagdi. Annars var bólturin fyri tað mesta á miðjuni. Bæði liðini komu fram til einstak- ar hálvar kjansir, men bluss- ið var sum heild lágt meg- inpartin av tíðini. NSÍ hevði alla tíðina tánna frammanfyri B36 Í seinna hálvleiki fekk B36 meira spæl, men uttan at tað bleiv serliga vanda- mikið. NSI-verjuleikararnir og serliga Dánial Hansen stóðu stinnir, og B36 fekk lítið og einki burturúr. Tá tjågu minuttir vóru eftir, satsaði B36 við at seta Gunnar Nielsen inn fyri All- an Manai, sum annars hevði verið ein av teimum fræg- astu hjá havnarliðnum, men einki hjálpti. Tá tveir minuttir vóru eft- ir, fekk NSI hornaspark í høgru síðu, og Oli Hansen, sum vann teir flestu av luft- bóltunum móti bæði Jens Kristian Hansen og Nino- slav Milenkovic, var hægst- ur og stútaði bóltin í málið Nr. 110 — 16. JUNI 1998 Mynd: Álvur Haraldsen til 2-0, og soleiðis endaði dysturin. NSI var ikki beinleiðis tvey mál betri enn B36, og kanska var 2-0 eitt sindur ov nógv, men runavíkingar vóru klárt tað betra liðið á vellinum leygardagin og fingu trý uppiborin stig, sum lyfti teir upp á annað pláss á stigatalvuni. Fótbóltur: 2 . Lið hjá HB hevur í teimum seinastu umførunum havt nøkur vánalig úrslit, men leygardagin kom liðið fyri seg aftur, tá ið teir á heimavelli vunnu 3-1 á leirvíkingum TER NIELSEN Tað sást beinanvegin i dy mum, at Sd ætladu at vaska stortapid i Hvalba seinasta vikuskifti burtur. So skjótt sum dóm- arin Sjúrður Norðbúð hevði bríkslað dystin í gongd, vóru vertirnir á leirvíking um um allan vøllin. Heima liðið var eisini styrkt til dystin. Venjarin Albert Ell- efsen hevði fingið nakrar royndar kreftir á liðið, so sum Hartvig Joensen, Boga Midjord og Eyðun Samuel- sen. Eingin av hesum var við seinasta vikuskifti. Tað vóru bara farnir sjey minuttir av fyrra hálvleiki, tá ið HB kom á odda. HB fekk eitt horna, sum varð sent væl innfyri, og har var HB vann 4-1 á LÍF í Gundadali leygardagin Mynd: Terji Nielsen nakað av trunkaspæli, men so endaði bólturin hjá ung lingaleikaranum Eyðuni Højgaard og hann var knappur og smekkaði bóltin í málið til 1-0. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, javnaðu leirvík ingar. Ein leirvíkingur og ein HB-ari renna við fullari ferð móti HB-málinum, leirvíkingurin fær bóltin við sær og langar til, men bólt- urin fer við síðuna av mál- inum. Dómarin, sum var staddur á miðjum velli, bríkslar, og til stóra undran fyri leikararnar á báðum lið- um peikar hann á brots- sparksblettin og sigur, at tað er brotsspark til LÍF. Hvat hann dømdi fyri, veit eingin at siga, men Jonhard Høgn- esen var Osvikaliga tryggur og sendi brotssparkid i mål- ið til hålvleiksstøduna 1- Aðrenn útjavnandi málið var tað heimaliðið, sum hevði tað mesta av spæl- inum, men so líðandi komu leirvíkingar fyri seg, og teir høvdu eisini nakrar vanda- miklar målmøguleikar. Eitt korter var farið av seinna hálvleiki, tá ið HB aftur legði seg á odda. Havnarmenninir — høvdu havt tad mesta av spælinum higartil í seinna hálvleiki, og tí kom málið ikki so 6- væntað. Eyðun Samuelsen fór við fullari ferð fram eftir í vinstra borði, og hann sendi eina avlevering mill- um tveir verjuleikarar hjá leirvíkingum til Una Mort- ensen, sum prikaði bóltin í málið hjá leirvíkingum dygst úti við annan stólpan Beint eftir hetta gjørdi ein leirvíkingur fríspark móti unga HB-málverjanum, Danny Rasmussen, og Danny kom so mikið illa fyri, at neyðugt var at skifta hann út. Tískil noyddist verjuleikarin Hans Andreas Dahl at verja HB-málið, tað sum eftir var av dystinum. Hesa uppgávuna røkti Hans Andreas til fulnar, hóast hann ikki bleiv settur upp á tær stóru royndirnar. Síðsta málið í dystinum kom, tá ið einir tíggju min- uttir vóru efur at leika. Júst innskifti unglingaleikarin Rógvi Joensen bleiv leysur eftir eina miseydnaða rang- stóðufellu hjá LÍF, og hann skoraði trygt hjá Trygva í málinum hjá leirvíkingum til endaligu støðuna 3-1. Urslitid av dystinum var fult uppiborið. HB spældi væl skjótari enn LÍF, og har- aftrat vóru teir eisini mun- andi meiri ágrýtnir enn leir- víkingar. LÍF hinvegin noyðist at taka sær annað skinn um bak, um teir ætla sær at verða við í kappingini um heiðursmerkini í næst- bestu deildini. Ov nógv veik punkt eru á liðnum hjá leir- víkingum, og teir eru noyddir til at styrkja sær um hópin, um teir ætla sær at vera við í oddinum. Sosialurin - fimm ferðir um vikuna við tí nýggjasta