Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 110 — 16. JUNI 1998 ítróttar 5052 19 neee & 2 * — beint nú FRANCE 98 I AAJFSARFRRUPORL 18 UPC DU HOHKSZ Emil Lisberg Jacobsen Tað kemur seg nokk Batistuta gjørdi sína skyldu. Eingin, sum dámar at kalla seg sjálvan rættsiktaðan, kann seta sítt dreymalið í B.T. og ikki hava hann í álopinum Hann skoraði, og tað er meir enn hinir báðir áleypararnir hjá yvirritaða hava gjørt. Men tað kemur nokk. Ronaldo var nær við, og Mijatovic — well, hann kemur seg nokk. Hinvegin var tað ein álvarslig strika í rokningini, at Spania skuldi tveita sín sigur burtur. Trý mál inn í skeiva endanum tænir als ikki mínum endamáli. Men hvat, tað er jú bara eitt spæl. Tað siga tey í øllum fórum, men onkur hevur eftir øllum at dóma gloymt at sagt tað fyri ensku fótbóltsáskoðarunum, sum framvegis eru eins hopleysir og teir altíð hava verið. Fyristilla tær at skula berjast yvir fótbólt! Men soleiðis má tað vera, tå summir av spælarunum ikki eru frægari sjálvir inni á vellinum. Ongland spældi í gjár, eftir at hesar linjurnar vórðu skrivaðar. Vónandi fekk eg eitt sindur við av dystinum, hóast klokkan hålvgum tvey er ein láturlig tíð á degnum at senda fótbóltsdyst Men okkurt sigur mær, at hasir frakiendingarnir ikki eru serliga stinnir í fyriskipan. Hugsið bert um atgongumerkini, sum ongantíð komu vegin fram, tí hetta skal vera árið, tá Frakland kemur upp á heimstrónuna í fótbólti, væl stuðlaðir av teirra egnu áskoðarum, sum hava fingið framíhjárætt til allar dystirnar. Ongland er liðið hjá føroyingunum, sum eg eisini eri ein av. Nú SvF ikki fer at senda Premier League-fótbólt í vetur, noyðast vit »heidningar«, sum ikki síggja Sky, at brúka hetta HM-ið til at siga »farvæl« við Shearer, Beckham, Anderton (hví er hann yvirhøvur við?) og hinar. Frá nú av verður tað upp á vælvild frá paraboleigarum og kápulfólkum, at fólk sum eg fara at hyggja eftir enskum fótbólti, sum framvegis er heimsins um ikki besti, so mest undirhaldandi. Fyri at fara aftur til Fraklands, so varð eg eitt sindur vónsvikin av einum manni sum Zinedine Zidane, sum í minari verð er millum fimm av heimsins bestu spælarum, sum eisini til dagliga spælir á heimsins besta liði. Men hann kemur seg nokk. Tá dagurin í dag (nú er mánadagur) er liðugur, hava øll tey 32 liðini verið á vellinum, og so er tíð at gera støduna upp. Summi hava svikið, onnur hava tikið á bóli. Sjálvur hevur tað enn íkki eydnast mær at sæð allar dystirnar, men eg varð ikki bergtikin av hvørki Danmark, Noreg ella Italia. Danmark spælir ikki longur sjampanjufótbólt, og tað hava norðmenn ongantíð gjørt. Og ítalski hugburðurin móti Chile stóð einki aftanfyri tann hjá føroyingum í Estlandi. Men teir koma seg nokk... Kappríðing: Sunnudagin skipaði Føroyskt Íslandsrossafelag fyri gongulagskapping á Europavøllinum í Havnardali. Her eru úrslitini: Fjórgongd ung: Durita Hansen Jarpur frá Skålpastødum Eigari: Berghestar 7) 2. Hallur Sørensen Háfeti frá Miðfossum Eigari: Petur Sgrensen 3. Jonna Jensen Bjalli frá Herru Eigari: Poul Einar Kruse Fjórgongd: I. Leif Berg Vic frá Árgerði Eigari: Berghestar Stormur frá Norðurhlið Eigari: Sami 2. Poli F. Joensen 3. Nina Brockie Háfeti frá Miðfossum Eigari: Petur Sørensen Fimmgongd: I. Poli F. Joensen Hrafnfinnur frå Kviarhóli Eigari: Sami 2. Nina Brockie Borga Eigari: Berghestar Teit: 1. Leif Berg Vic frá Árgerði Berghestar 2. Tummas H. Gaardlykke Irpa frá Holtsmúla Eigari: Sami 3. Poli F. Joensen Stormur frá Norðurhlið Eigari: Sami Poli F. Joensen luttók í bæði fjórgongd, fimmgongd og tølt. Kappingina i fimmgongd vann hann Savnsmynd: Jens Kr. Vang Gunnar vann aftur Súkkling: Gunnar Dahl-Olsen endurtók sigurin frá Norðoyastevnu Í bestu súkklulíkindum bleiv Grand Prix-kapp- ingin á Eystanstevnu koyrd leygarkvøldid. Tað vóru tíggju luttakarar við og endin varð, at eftir 33 hørd umfør vann vinn- arin frá Norðoyasteynu, Gunnar Dahl-Olsen, í einum endaspurti á Jó- hann Brend. Longu í fímta umfari royndi ungi vågbingurin Kári Brattaberg at spurta frá hinum, men hann varð fangaður aftur bein- anvegin. Og tá slóg Jó- hann Brend kontra, og saman við Gunnari Dahl- Olsen og Kjartani Eg- holm fekk hann eitt »hol« niður til teir næstu. Í næsta bólkinum koyrdu Kári Brattaberg, Sverri Mohr Edvinsson og Eyð- un Poulsen saman. Ferdin i ti fremsta bólkinum var so stór, at eftir 17 umfør misti Kjar- tan Egholm sambandið við Gunnar og Jóhann, og sjey umfør seinni varð Kjartan so tikin av Kára Brattaberg, Sverra Mohr Edvinsson og Eyðuni Poulsen. Hesir fýra vórðu so í 29. umfari yvirhálaðir við einum umfari av Jó- hann og Gunnari. Seinastu fýra umferini royndi Jóhann at sleppa frá Gunnari, men uttan úrslit, og endin varð, at Gunnar vann endaspurt- in vid eini tveimum- trímum metrum. Í spurtinum um 3. plássið hendi ein mis- skiljing soleiðis, at Kjar- tan, Kári, Sverri og Eyð- un ikki vóru vísir í, um tað var seinasta umfar, men Sverri tók ongan kjans og vann ein tættan spurt í kapping við Kára Brattaberg og Kjartan Egholm. Gunnar Dahl-Olsen hevur nú 80 stig í kapp- ingini, meðan Kjartan Egholm á ødrum plássi hevur 56 stig. Úrslit frá gongulags- kapping hjá FIF