Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 1998síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

me Nr. 110 — 16. JUNI 1998 Fortid heldur enn samtid Mótvegis hinum Nordan- løndunum er føroyska mentanin ógvuliga afturlít- andi, vit brúka ikki í sama mun orku og pengar til nú- tíðarmentan sum til forn- mentan — og virðingin er hareftir. Tær tríggjar Sara, Tiia og Kristiina halda, at tað speglast aftur í bók- mentunum. — Vit síggja til dømis, at svenskar bókmentir viðgera trupulleikar og vandamál, sum eru uppi í tíðini. Nógv- ar bøkur verða skrivaðar um incest, anorexia, viðurskifti millum kvinnu og mann, samleikatrupulleikar og tær eru í ógvuliga stóran mun individsentreraðar. So er ikki við føroyskum bók- mentum, har er tað meiri søgan og umhvørvid í søg- uni sum er tað berandi, sigur Tia. — Tad er eitt sindur torført at halda seg nykritiskt til eitt føroyskt verk. Vit skulu alla tíðina hava fyri eyga, at hesi fólkini í skaldsøguni búgva har og har og eru so og so, bygdin fær kanska eitt ann- að navn, men fólk kenna hana aftur. Tí er tað trupult at lesa slíkar bókmentir sum sjålvstødug verk. Har er „Lívsins summar“ eftir Oddvør Johansen eitt gott dømi. Vit høvdu heilt aðrar tankar um til dømis banka- stjóran Fuglesang, enn tað sum veruliga fór fram, og har fóru vit heilt av leið í okkara gitingum, sigur Sara. — Tað er í grundini løgið, at føroyskar bókmentir ikki viðgera samtíðartrupulleik- ar. Men tað skilji eg kortini, tí samfelagið er so litid og tað er trupult at finnast at viðurskiftum. Tað er ringt at skriva um stórar persón- ligar trupulleikar, tá ið øll vita hvør tú ert. Persónliga haldi eg, at tað er meiri á- hugavert at lesa bókmentir, sum taka vandamál í sam- tíðini upp heldur enn at lesa bókmentir, sum eru aftur- lítandi og tí ofta idylliskar myndir, sigur Tiia. — I eldri føroyskum bók- mentum eru nógvar lýsingar av fiskivinnusamfelagnum, glaðum og spælandi børn- um, og myndin tú situr eftir við er eitt sindur idyllisk. Men fyri meg, sum búgvi í Keypmannahavn, eru Før- oyar idylliskar. Meðan vit hava verið í Føroyum er ein smágenta myrd í Brøndby- strand — hon seldi lutaseðlar í økinum, hon búði. Sam- stundis seldi ein smágenta lutaseðlar í økinum, har eg gisti í Havn og tað nam ver- uliga við meg, at hon uttan víðari kundi fara inn til grannar og onnur uttan at hugsa stórvegis um trygg- leikan. Tað hevur ávirkað okkum nógv, sigur Sara. — Møguliga verða trupul- leikar í samtíðini vidgjørdir í einum lítlum bólki, í fam- iljuni og millum vinir held- ur enn í bókmentum, og tí koma teir ikki út til almenn- ingin, sigur Kristiina. — Kanska eru eingir trup- ulleikar í Føroyum, sum er verdir at viðgera í skalds- ligum formi. Hinvegin er tað ikki uppgávan hjá bók- mentunum, men eg haldi kortini, at tað er av týdningi, at bókmentir viðgera sam- tíðina. Kanska er tað eitt slag av veruleikaflýggjan, tá ið bókmentirnar bara kaga aftur í tíðina, tá ið alt var so gott. Møguliga viðgera før- oyingar trupulleikar å annan hátt enn í bókmentum. Men spurningurin er, hvussu leingi bókmentirnar kunnu halda á at viðgera fortíðina, sigur Tiia. — Veruleikin hjá føroying- um er kanska gðrvísi enn okkara. Hinvegin haldi eg eisini, at tað er ein dygd í sjálvum sær, at man er blúgvin og afturhaldin, og at bókmentirnar ikki gerast se persónligar. Danskar bókmentir eru ov persón- ligar og als ikki merktar av blúna. Sjálvandi er tað und- irhaldandi at lesa persónlig- ar bókmentir, men alt nytist ikki at verða penslað út. Danski fråsøguhåtturin er ógvuliga opinskáraður og persónligur. Høvundarnir eru ikki langt burtur frá eg- persónum í skaldskapinum. Føroyskir høvundar hava eina heilt aðra fråstødu til tað teir skriva, sigur Sara. — Tað er av týdningi at viðurskifti ikki verða for- fínað við at okkurt verður tagd burtur. Bókmentir skulu ikki lýsa sannleikan. Tær eru fyrst og fremst est- itikkur saman við einum boðskapi til lesararnar. Evn- ið nýtist ikki at vera ein trupulleiki, sum verður við- gjørdur, men tað må vera eitthvørt, sum sigur nakað ella sum tú hevur tørv á at siga. Nógvir hevundar skriva reina fiksjón bara tí teir hava tørv á og hug til at fortelja, sigur Tiia — Tað er eingin meining við at skriva um tú ikki hev- ur eitthvørt tú hevur hug at siga. Estlendskar bókmentir viðgera nógv ymisk vanda- mál, nógv er skrivað um viðurskiftini millum Est- land og Russland, men eis- ini persónligir trupulleikar við happing og ødrum verða vidgjørdir í békmentum. Fyrr vóru ávís evni ikki loyvd í estlendskum bók- mentum, men í dag er alt loyvt, sigur Kristiina. Ítrótt heldur enn mentan S ara, Kristiina og Tiia hava lagt til merkis, at ítróttin verður væl stuðlað í Føroy- um, og at hon eigur fleiri talsmenn enn mentanin. — Tað almenna í Estlandi stuðlar mentanini við nógv- um pengum. Nógvar bók- mentir verða givnar út og hevur tú nóg mikið av peng- um, kanst tú geva út sjálvur Serliga í Føroyum, sum er eitt so lítið land, er tað av týdningi, at mentan og list verða stuðlað, tí marknað- urin er so liul. Kanska hongur tað saman við tid, umstødum og figgarkørm- um, at tad seinni årini eru komnir fleiri lyrikarar held- ur enn prosaistar, sigur Kristina. — Tað sum undrar meg í Føroyum er, at ítróttin verð- ur so væl stuðlað meðan mentanin ikki verður. Men tað kenni eg aftur úr Finn- landi, har stórar itrottarhøll- tíðindablaðið ir verða bygdar meðan mentanin kemur í aðru rød. Tað verður ikki fatað sum ein góð fløga at brúka peng- ar uppá mentan, tí tað gevur ofta ikki pengar av sær, sig- ur Tiia. — Nógv hendir á mentan- arpolitiska gkinum í Dan- mark, men byggilistin til dømis er eftirbátur. At nógvir pengar verða brúktir til mentanina í Danmark hevur ført við sær, at ungir rithøvundar hava fingið umstødur at skriva og geva út, og í 90-unum er ør- grynna av høvundum komnir sær fram. Vit hava fingið ein rithøvundaskiila, sum hevur klakt nógvar nýggjar høvundar, og ser liga teir ungu høvundarnir verða stuðlaðir. Statens Kulturfond veitir fleiri og fleiri upphæddir til høvund ar, serliga ungar. Verða bók- mentir stuðlaðar fara tær at fevna tær yvir eitt breiðari øki, soleiðis at pláss verður fyri fleiri tekstsløgum. Bók- mentirnar høvdu heilt sikk- urt verðið mentar um tær ráddu yvir fleiri pengum og so høvdu fleiri nútíðarbók- mentir verðið skrivaðar, sig- ur Sara. — Nýggjari svenskar bók- mentir eru eisini ógvuliga sjálvævisgguligar. Og tað er ikki altíð so áhugavert, tá ið tað verður so persónligt. Tað er stórur munur millum nýggjari svenskar bókment- ir og nyggjari føroyskar, sigur Tiia. — Í føroyskum bókment- um hevur náttúran ein stór- an leiklut, somuleiðis fólk- atrúgvin, sum als ikki er til í donskum bókmentum, sig- ur Sara. Føroyska náttúran er rættiliga avgerandi, eisini i ødrum gerðarmálum og við- urskiftum, sigur Kristina. — Eg trúgvi, at føroyskir høvundar kenna sina egnu bokmentasøgu nógv betri enn aðrir norðurlendingar kenna til sína. Føroyski skaldskapurin byggir á somu tradisjón, meðan ein høvundur úr onkrum ødrum Norðanlandi kann skriva eina bók uttan at kenna til bókmentirnar og tradisjón- ina í viðkomandi landi. Tí er eisini lættari hjá einum føroyskum høvundi at gera tilvisingar til føroyskar bók- mentir. Eitt slag av mill- umtekstasambandi, har teir ungu høvundarnir tilvitað ella ikki byggja víðari á tað sum er skrivað. Men tað kann eisini av somu grund vera ringt at bróta burtur úr tradisjónini, sigur Tiia. Tilknýtið millum Fer- oyar og Danmark ósunt Á skeiðnum hevur eisini verið høvi at hoyra fyrilestr ar um føroyska søgu, sam felagið og náttúru. — Vit danir á liðnum sótu bara og bíðaðu, til lærarin fór at tosa um Jóannes Eid- esgaard, fólkatingsmann. Eg skilji á lagnum, at før- oyingar hava fingið eina av- talu við Danmark, sum tit eru nøgd við. Vit hava tosað nógv um vidurskiftini mill- um Føroyar og Danmark i familjuni, har eg búgvi Sjálvandi er tað ósumt fyri Føroyar at vera bundnar so tætt at Danmark, besta loysnin má vera, at danir blanda seg so lítið sum møguligt í føroysk viður- skifti. Tað løgna og sam- stundis stuttliga við at vera her uppi er at síggja, hvussu knýtt føroyingar eru til Dan- mark. Adrenn kreppuna og bankamålid hoyrdu vit lítið og einki um Føroyar i donsku fjølmidlunum, men síðani bankakanningin varð almannakunngjørd hava Føroyar verið umrøddar í sjónvarpstíðindunum hvønn dag. Eg haldi tað hevur ver- ið ógvuliga spennandi at fylgja við. Um Føroyar skulu loysa frá Danmark? Tað mugu tit sjálv um, sigur Sara flennandi. Mimi Jacobsen hevur sagt „Hvad skal vi med de skide ger“, men í roynd og veru trúgvi eg, at tað verður ein missur fyri Danmark um Føroyar loysa. Mentunar- liga trúgvi eg, at vit fáa nógv burtur úr ríkisfelags skapinum. Eg havi lisið nakrar greinir í donskum bløðum um, hvat vit missa, tá ið tit loysa, og har trúgvi eg, at vit serliga fara at sakna høga stýðið í måln- ingalistini og bókmentu- num. Vit taka jú eitt sindur av tykkara fjøllum, havi, fuglum til okkum, tí í Dan- mark er alt so „sótt“. Hiðani fáa vit eitt slag av harðlyndi í náttúruni, sum vit ikki hava í okkara — Vit á danska liðnum Fróðskaparsetur Føroya: 25 halda, at Jóannes Eides gaard er ein hetja, tí hann hevur eitt harðlyndi og eina styrkju í mun til donsku folkatingslimirnar. Ein dag- in fóru vit út í Hornabø á pílagrímsferð at hyggja at húsunum, hann býr í. Tað er sjálvandi í spølni, men vit halda tað er áhugavert at eygleiða ein politikara, sum gongur sína egnu leið og sum heldur fast við sína sannføring. Hann er ikki væl = umtóktur millum danskar politikarar, men vit hava gjørt hann til eina út- gávu av Che Guevara, sigur Sara. Teir 26 næmingarnir á summarskeiðnum koma úr øllum Norðanlondunum umframt Estlandi. Mynd: Alvur Haraldsen Í hesum døgum er skeið á Føroyamålsdeildini å Fróðskaparsetri Føroya i føroyskum máli og bók- mentum fyri studentar úr hinum nordurlondunum. Tilsamans eru 26 studentar á skeiðnum. Frálæran í máli fer fram í tveimum bólkum, — ein bólkur er fyri byrjarar, og ein fyri lesandi, ið hava kunnleika til føroyskt frammanundan. Målsligi parturin umfatar mållæru, gjøgnumgongd av tekstum og royndir. Í bókmentaliga part- inum verður eitt úrval av tekstum eftir nútímans før- oyskar høvundar lisið — frå Williami Heinesen ul í dag. Umframt verður und- irvíst í kvæðum og dansi. Fyrilestrar eru eisini um føroyska náttúru, søgu og samfelagsliv. Lærarar å nordurlendska skeiðnum eru Anfinnur Jo- hansen, mag. art., Jógvan í Lon Jacobsen, mag. art., Eivind Weyhe, mag. art., Hans Pauli Strøm, samfel- agsfrødingur, Hjalmar Pet- ersen, mag. art, Jákup Thorsteinsson, dr. phil. Lena Reinert, stud. mag., Lís Mortensen, náttúru- frødingur, Malan Marners- dóttir, ph.d., og Turið Sig- urðardóttir, mag. art. og skeiðleiðari Tey luttakandi á skeiði- num hava eisini havt høvi at vitja á fornminnissøvn- um, og útferðir hava verið gjørdar. Norðurlandaráðið hevur tikid stig til skeiðið og figgjar tad. Tad verdur hildið annað hvert ár og hetta er níggjunda skeiðið. Skeiðið byrjaði 27. maí og endar fríggjadagin, 19. juni við roynd.