Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðfólk: Jan Miller | Dagny Joensen, | Aki Bertholdsen, Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen ; . Eirikur Lindenskov | Sveinur Tróndarson internet: www.sosialurin.fo Í Turið Kjølbro Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Lýsingar og sola: Jonhard Hammer Útgevari, uppseting og prent: Sp/ Sosialurin Bustadur: Á Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: postesosialurin.fo Skilaleys ferðsla og vegbungur Oddagrein Aðrenn hendan vikan er úti, eru vit komin um longsta dag, og dagarnir fara aftur at styttast, og summar gongur móti vetri. Øll fegnast vit um ljósu tíðina, og vilja vit fegin út at njóta ljósu og lýggju summar- kvøldini. Tann, ið spákar sær ein túr i býnum í Havn eitt tílíkt vakurt og ljóst summarkvøld øtast um nógvu - og ofta sera vandamiklu ferðsluna, sum beinleiðis verður ávirkað av góða veðrinum: Tí frægari veðrið er, storri og vandamiklari er ferðslan í miðbýnum. Tað hevur so mangan verið nortið við kapp- koyring og aðrar vandar í ferðsluni. Hetta - serliga eftir at onkur álvarslig ferðsluvan- lukka hevur skakað samfelagið alt. Tá ein tíð er umliðin, so er sama skilið aftur Í hesum sambandi kundu vit hugsað okkum at mælt býarmyndugleikunum í Havn til at øtt um stoðuna - áðrenn skaðin hendir! Tað eru ikki altíð tey stóru tøkini, ið eru neyð ug. Lat okkum taka okkurt ítokiligt Aarvegurin, Kongabrúgvin og Havnargøta (Røntgan) eru mest trafikeraðu vegastrekk- ini í býnum hesi kveld, samtundis sum nakrir fáir bilførarar koyra skjótt - og sera skila- eyst. Logreglan hevur viðgingið, at hon ikki hevur tamarhald á hesum fáu ungu monn- um; teir hava verið heima og tosað við foreldur, tikið koyrikort 0. a., men einki hjálp- Ir. Ein itøkiligt loysn at bæst hesum óskili hevði verið at gjørt nakrar vegforðingar - veg- bungur - sum heilt vist høvdu minkað um ferðina. Har Áarvegurin er smalastur, liggur eitt hitt mest vitjaða vertshúsið í býnum. Dyrnar venda út móti vegnum, sum bert hevur eitt smalt spor, og eina smala gongubreyt. Eitt undur, at einki álvarsligt óhapp er hent her. Hyggjuráðini eru kortini at bøta um vandan, áðrenn skaðin hendir! Sama kundi verið gjørt á Havnargøtu. Nógv hevur verið tosað um, hvert veg- bungur gera ta nyttu, tær eru ætlaðar til. Tað kunnu vit sjálvandi kjakast um. Men greitt er, at vegbungur kunnu gerast soleiðis, at til ber at koyra við ávísari ferð tvørtur um tær. Passandi kundi verið við 30 km/t á nevnda vegastrekki. Ber ikki til at bøta um ferðsluóskilið við at tosa fornuft við fólk, so er rætta loysnin at gera bíligar fysiskar åbøtur, ið steðga skila- leysu koyringini, meðan tann skilagóða ferðslan kann koyra sum um einki var hent. Sastalur: Viðmerking til oddagrein í Sosialinum I oddagrein í Sosialinum herfyri, ið nevndist >Upp- lýsingin og skeinkiloyvini«, rør blaðleiðslan uppundir at heita á nýggja landsstýris- mannin um at geva fleiri skeinkiloyvi til rúsandi løg, nakað sum undanmaðurin í landsstýrinum, Ivan Joh- annesen, ikki vildi. Sostatt tykist blaðleiðslan á Sosialinum eisini at vera farin upp í >vinnukórið<, sum einans tykist hava vinning fyri eyga til mat- stovur, soleiðis at hesar kunnu gerast fíggjarliga »gonguførar« við at loyva øllum slíkum at selja rús- andi løg, og soleiðis verða hildnar á lívi við kunstigum andadrátti, t.v. siga við rús- drekkasølu Mær tykist sera løgid at Sosialurin, sum mær vitand, ongantíð hevur verið mál- gagn hjá handilsstættini, gevur ljóð fyri handilsvinn- ingi av eini so ódámligari vøru sum rúsdrekka er. Somuleidis haldi eg tað vera undanligt at Sosialurin, sum á ein serstakan hátt sigur seg umboða demokratisku hugsjónina, ikki eisini skrivar um neydtøkuna av føroyska fólkaviljanum, ið fór fram tá løgtingsmeiri- lutin samtykti nýggju rús- drekkalógina, ein fólkavilji sum varð staðfestur við fólkaatkvøðuni í 1906 og við fólkaatkveðuni í sjeyti- árunum, tá føroyska fólkið noktaði at geva loyvi til at brygg a sterkt øl í F øroyum. Í somu oddagrein stend- ur: >Kortini kunnu vit í dag staðfesta, at nú vendist ikki aftur - rusdrekkasøla í Før- oyum er komin fyri at vera...skipanin við rús- drekkasøluni virkar sum væntað<. Til hesi orð er at siga, at eg fari ongantíð at góðtaka rúsdrekkalógina, tí hon átti ikki at verið sett í gildi uttan eina f6lkaatkvødu. Í mínari verð kann ein lóg, sum er sett í gildi við følkaatkvødu ikki setast úr gildi uttan fólkaatkvgðu - og tá ser- stakliga ikki við bert EIN- ARI atkvødu í meirilut ai løgtinginum. Tann sorg og tann tregi, ið hevur fylgt í kjalarvørr- inum av nýggju rúsdrekka- lógini er óbetiligur í før- oysku heimunum. Mong eru tey, sum ongantíð eru edrú tí at nú fáa tey brenni- vín alla tíðina. Fleiri lands- menn hava seinastu árini drukkið seg til deyðis eftir at hava drukkið í vikur og mánaðir, mong av hesum, bæði rgsk og dugnalig og í bestu árum. Ein ómetaligur missur fyri okkara land. Nei, nýggja rúsdrekka- lógin hevur verið ein van- lukka fyri tjóð okkara og tann seinasti landsmaðurin er tíverri helst ikki deyður enn av hesum vanlukkuliga drykki. Ti sigi eg NEI TAKK til fleiri skeinkiloyvi! Latið okkum heldur fara hinvegin og taka bæði skeinkiloyvi og rúsdrekka- søluna av. Svenning av Lofti Ársfundur hjá ráðnum i llulissat Utnorðurráðið hevur í dóg- unum 9. til 11. juni hildið ársfund sin í Ilullisat í Grøn- landi. Í ráðnum eru 18 ting- limir úr teimum trimum londunum í útnorði, Grøn- landi, Føroyum og Íslandi Ráðið er ein samstarvsfel- agsskapur fyri Landstingið í Grønlandi, Altingið i Is- landi og Føroya Løgting. A fundinum lutt6ku, umframt limirnir, tilsamans 8 inn- bodnir gestir. Millum inn- bodnu gestirnar vóru Svein Ludvigsen, stórtingslimur úr Noregi, sum umboðaði Norðurlandaráðið, ið hevur gestastødu á ársfundum í Utnorðurráðnum, og Kon- rad Steenholdt, landsstýris- maður i menta-, undirvis- ingar- og kirkjumålum Aðalevnið á ársfundinum var stødan hjá teimum ungu í útnorði, og í sambandi við evnið vórðu samtyktar ul- ráðingar til landsstýrini/ stjórn í løndunum um at styrkja skúlasamstarvið í út- norði um internetið og at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við uppskoti um, hvussu ítróttarsamstarvið kann styrkjast landanna millum. Harafturat samtykti ráðið eina tilráðing um, at landsstýrini/stjórn í londu- num í útnorði seta á stovn ein útnorður mentagrunn at Lesarabrgv stuðla samstarvinum innan mentan í útnorði Utnorðurráðið fer kom- andi ár at leggja høvuds- dentin á mál viðvíkjandi kvinnum í útnorði og í tí sambandi hava eina kvinnu- rådstevnu í Føroyum í juni 1999. Somuleidis samtykti ráðið, at ár 2000 verður mentaár í útnorði. Á fundi- num varð løgd fram frá- greiðing m >Brattahlidpro- jektet«, sum snýr seg um endurreisn av garðinum hjá Eiríki Reyða og Tjoðhild- arkirkju í Brøttuli/Qassiar- suk. Í frágreiðingini varð sagt frá, at byggiverkætlan- in verður liðug í juli ár Alit á tey vaksnu? á Útnorður- 2000. Isolfur Gylfi Palmason, altingsmaður úr Íslandi varð valdur til formann fyri ráð- ið. Fyrsti næstformaður er Lisbeth L. Petersen, løg- tingsmadur år Føroyum, og annar næstformaður verður Anders Andreassen, lands- tingsformaður úr Grøn- landi. Arsfundurin var forvitn- isligur og styrkti tøttu bond- ini okkara millum í Utnorði. Nú hevur í seinastuni verið skriva so nógv um bern okkara og tørv teirra. Alt ov sjálvdan hoyra vit hvussu hesi børnini sjålvi hava tað. Tað ið undirritaða vil við hesum er at lýsa støðuna hjá einum 7 ára gomlum drongi ið flutti til Danmarkar í jan. '95. Frá fyrsta degi visti hann, at síðsta árið, áðrenn hann fór í skúla, skuldu vit flyta heimaftur so hann kundi koma í tryggar um- stødur og læra børnini at kenna áðrenn hann skal byrja í 1. flokki. Vit komu heim 1. sept. 97, einki pláss var á nøkr- um barnagarði, ei heldur á kommunalu dagrøktini. Eft- ir at hava ringt til Katrin Holm ferð aftaná ferð, (alt gott um tað, tí harraguð, hvat skal hon gera! at hava so stóra ábyrgd sum hon, tað krevur at duga sera væl at vera passivur) valdi eg til jólar at gevast við tí, og heldur lata eitt yngri barn koma framat. Síðani koma spurningarn- ir frá barninum, >hví sleppi eg ikki í barnagarð, hví er tað ikki pláss fyri mær tá ið hann sleppur...o.s.fr.<. Jú sjálvandi, flestu børnini sleppa í barnagarð, heldur hann, men ikki >eg<. Tá er tað at vit foreldur sjálvandi taka tað í okkara egnu hendur, og finna eina loysn saman við barninum, og síðani koma við einari góðari og logiskari frágreið- ing um hví og hvussu, eg sigi honum so frá skúlanum, hann gleðir seg ótrúliga nógv, tí nú verið eg á sama aldur sum hini, sigur hann glaður og spentur. Eg sigi honum so eisini frá frítíðar- skúlanum, sum er fyri øll býrnini í 1. flokki. Har sleppa tit at spæla saman aftaná skúlatíð, ganga túrar, møguliga smíða onkran bát, svimja, ja alt sum tå ikki hevur møguleikan til nú. Hann fortelur glaður og spentur fyri ommum og abbum at nú skal hann í skúla, og frítíðarskúla, hann gleðir seg ótrúliga nógv, men hvat hendir...! Idag 15.6.98. fáa vit bræv frá frí- tíðarskúlanum, at einki pláss er eftir. Hann kemur uppá bíðilista til 20. aug.!!! Góðu tit sum hava skil fyri hesum her, hvussu skulu vit foreldur, aftur nú, seta okkum niður og fortelja børnum okkara uppá ein trúverdigan máta, at í frí- tíðarskúla sleppur tú heldur ikki, tí har er heldur ikki pláss fyri tær. Beinta Eliasen ES AE SAR