Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ii A Nr. 111 — 17. JUNI 1998 Jóannes Eidesgaard, tingmaður: Brúk fyri politiskum tjaki um oljuhavn -Persónliga hevði mær dámt væl, at oljuútgerðarhavnin varð løgd á Drel- nesi, tí hetta hevði kunnað fingið al- stóran týdning fyri alla oynni. Men tað er eisini av týdningi at hoyra, hvat oljufeløgini halda sigur Jóannes Eidesgaard, tingmaður og býráðs- limur á Tvøroyri, sum sóknast eftir einum politiskum orðaskifti um allan spurningiun um útgerðarhavn Jan Miller Millum teirra, sum vóru við til avdúkingina av Drelnes- oljuverkætlanini í gjár, var eisini einasti tingmadurin á Tvøroyri og fyri norðara part av Suðuroynni, Jóan- nes Eidesgaard Hann hevur so eisini ann- að tilknyti til umrøddu æt- lan, og tað er sum býráðs- limur á Tvøroyri. Jóannes Eidesgaard hevur verið bý- ráðslimur í 18 ár og hevur fylgt málinum um Drelnes sum oljuhavn -Alt hetta ger, at eg sum politikari føli eina ávísa á- byrgd fyri hesum partinum av Suðuroynni, hóast eg sjálvandi eisini feli eina ábyrgd fyri allari oynni og harfyri eisini øllum land- inum Allar Føroyar mugu standa saman Jóannes Eidesgaard sigur, at ein slík verkætlan kann fáa ótrúligan tydning fyri Suðuroynna. -Talan er um nakað so stórt og vittfevn- andi, at sjálvt um Suður- oyggin stendur saman um hetta projektið, so er tað ov lítið kortini. Vit mugu hava allar Føroyar at standa sam- an um eina slíka verkætlan, og eg vil nýta høvid til at heilsa henni vælkomnari. Uppå fyrispurning um hann heldur, at vit politiskt skulu gera av, hvar olju- útgerðarhavnin skal liggja - skal her bert verða ein - sigur Jóannes Eidesgaard, at málið hevur ikki verið við- gjørt sum so, og sum for maður í einum flokki verður hann sjálvandi noyddur at viðgera tað saman við rest ini av flokkinum. Sjålvur hevur hann roynt at reist spurningin um eina útgerð arhavn í sambandi við ta politisku viðgerðina, sum hevur verið av oljulóggáv- uni, tvs. um løgtingi0/lands stýrið skulu hava nakrar av gerðarrætt í, hvar ein út- gerdarstød skal liggja. -Tí tað er ikki líka mikið, hvar hon liggur. Verður hon t.d. í midstadarøkinum, har hon sjálvandi kundi verið løgd, tí her eru nógvir faci- litetir og tænastustovnar savnaðir, so vil tað fáa nakr- ar óhepnar avleiðingar fyri fólkasamansetingina í land- inum. Tú vil fáa eina eina stóra sentralisering oman á ta sentralisering, sum er frammanundan Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ein politiskur spurningur, sum ein má taka stóðu til: um ein ynskir, at sentraliseringin skal for- sterkast ella um ein roynir at uppviga hana við t.d. at leggja eina utgerdarstød í einum útjaðara sum t.d Suðuroynni. -Þersónliga haldi eg, at ein eigur at geva útjaðara- num livilikindi, og tað er ein trupulleiki í dag. Tað er ov lítið, sum lokkar tað unga fólkið heimaftur eftir lokna útbúgving. Hetta hevði kunnað givið eitt uppsving hvat tí viðvíkur, fyri ikki at tosa um tann búskaparliga partin. Hvat viðvíkur royndun- um aðrastaðni, so vísir Jóannes Eidesgaard á, at hesin spurningurin varð vidgjørdur politiskt í Noregi á sinni, har tað varð sagt, at ein útgerðarhavn skal liggja á ávísum stað, tí hetta tænir ávísum endamálum. Formaðurin í javnaðar- flokkinum heldur tó ikki, at vit eiga at undirmeta, hvat oljufeløgini sjálvi ynskja. Tey arbeiða jú í sekundúm, minuttum og krónum alla tíðina. Tað, sum hevur verið ført fram her, er, at Sud uroyggin hevur ein fyrimun fram um miðstaðargkið, tí hon liggur nærri leitiøkjun um og tí havnin er atkomilig allar dagar á árinum Jóannes Eidesgaard held ur vit mugu ansa eltir ikki tíðindablaðið at leggja útgerðarhavnir á hvørjum tanga. -Vit eiga at læra av flakavirkjunum. Henda gongd má ikki end- urtaka seg, og tí mugu vit gera upp við okkum sjálvi, hvat vit vilja. Fáa vit eina útgerðarhavn og hon skal liggja á Drelnesi, so skulu vit ikki hava fleiri aðrar. Jóannes Eidesgaard sær fegin eina politiska viðgerð av hesum málinum, soleiðis at vit ikki koma at gera fløgur í fleiri útgerðarhavn- ir. Politisk uppgáva -Skal tað vera ein polit- iskur spurningur, hvar útgerðarhavnin skal liggja, ella skal tað vera vinnulívið sjálvt, sum finnur út av hesum? -Eg haldi, at tað skal vera ein politisk uppgáva. Vit mugu stýra útviklinginum soleiðis, at vit út frá einum samfelags búskaparligum sjónarmiði gera tað skila- besta. Tað kann ikki vera nøkur meining í at byggja tríggjar útgerðarhavnir, og at ein yvirlivir og tvær fara á heysin. -Býráðsformaðurin í Havn heldur, at politik- ararnir skulu halda seg burtur frá hesum. Vinnu- lívið skal sjálvt finna út av hesum! -Ég haldi, at vit politiskt eiga at stýra hesi gongdini. Kann ein útgerðarhavn nøkta tørvin, so skal tað bert vera ein. Hvar hon so skal liggja, má koma til viðgerð eftir, at vit eru sannførd um tað. Jóannes Eidesgaard við- gongur, at politikararnir hava kanska runnið undan hesum málinum, tí ein kann siga, at her er lokalpoli- tikkur uppi í. Hann heldur ikki, at nakar flokkur kemur at taka málið upp, men heldur, at tað kanska vildi verið sannlíkt, at landsstýrið bað løgtingid koma við ein- um úttalilsi um hetta málið Kanska áttu vit at fingið eitt orðaskifti á tingi um málið, tá vit hava nokk av vitan um tað. Hóast málið nú verður eygleitt frá einum oljuvinkli, so heldur Jóan nes Eidesgaard, at hetta málið so sanniliga eisini er eitt vinnumál Eyðun Elttór, oljumálráðharri: Mugu fáa eina politiska viðgerð Jan Miller Eyðun Elttør, landsstyris- maður í oljumálum er ikki sért hugtikin av stóra mo- dellinum, sum er gjørt yvir eina føroyska útgerðarhavn, men hann velur kortini at hava tunguna mitt í munn- inum, nú spurningurin um oljuúgerðarhavn kann gerast eitt stríðsmál millum fleiri pláss í Føroyum. -Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi hesa ætlan og eg má siga, at hetta sær ótrú- liga áhugavert út. Tað sigur mær eisini so mikið, at bæði suðringar og AP. Møller liggja framvið og skilst, at teir halda, at Drelnes er best egnaða økid til eina olju- havn Eyðun Elttør heldur ikki tað er rætt av sær nú at siga, hvat økid er best egnað til oljuhavn, og hvgrjar av- gerðir eiga at liggja til grund fyri, hvat slík havn skal vera. Men hann heldur, at E 5 tað er rætt at viðgera m politiskt so ella sc Uppá fyrispurning, um vit longu nú eiga at stinga út í kortið og siga júst, hvar oljuhavnin skal liggja, sigur landsstýrismaðurin í olju málum, at tað er ov tíðliga at siga hetta enn. - Vit mugu fyrst finna fram til, hvar hon ikki skal vera og so royna at fáa tað skilabesta burtur úr tvs. tí, sum gagnar Føroy um best Fyrstu ferð í Førovum! tort VII Luttakarar: Åge Heltzon Llegato Danscband Pe-To Bandet Be (7 Pe-To Bandet Dansibólkur! dansivinarliga Eru kendir í N sendingum. Hava stórum countryfes londum og hava luttikið á Europa n, ið spælir góðan, n countrytónleik oreg frá SjÓNVarps“ luttikið á tivalum í Norðan- sum einasti bólkur størstu country- Åge Heltzen (Doodle Bugs) Kendi skiparin fra Do við síni nýggju fløgu, * spæld um alt Noreg LÅ 30 år eftir, at Åge fyrstu or spældi her á landi er han aftur fyri 15. ferð Afturat sær hevur ha Legato Danseband Legato Danseband Eitt tað kendasta dansi- orkestrið í Noreg. Hava spælt á stórum Dansi-galla um við eitt nú kendu Stan á Stanley Lotta & Anders Engebergs v.fl