mikudagur 17. juni 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
——I———e Gis
Nr. 111 — 17. JUNI 1998
tíðindablaðið
9
Stort yvirskot í Realinum
Realkreditstovnurin hevði eitt framúr gott roknskaparúrsl-
it í 1997. Ársúrslitið ljóðar uppá 47,1 mið. krónur aftaná
skatt. Figgjarstøda grunsins javnvigar við knøppum 535
mió. krónum og av hesum er eginognin ikki minni enn 440
mió. krónur
SVEINUR TRÓNDARSON
1997 vísti seg at verða eitt
framúr gott ár fyri Real-
kreditstovnin
Urslitid fyri árið var eitt
yvirskot uppá 47,1 mió.
krónur aftaná skatt. Tá eru
goldnar góðar 7,1 mió.
krónur í rentuskatti.
Hóast góða úrslitið, so er
rakstrarúrslitið heldur verri
í 1997 enn í 1996. Hesum
eru fleiri orsøkir fyri
Rentuinntøkur stovnsins
eru falnar við uml. 5 milli-
ónum og tað er ikki so lítið
tá husað verður um, at saml-
aðu rentuinntøkurnar av út-
lánum bert vóru 20,2 mió.
krónur í 1997.
Samstundis eru rentuútr-
eiðslurnar til virdisbrøv i
umfer lækkaðar úr 12,2
mió. niður í 6,6 mió. kr.
I 1997 hevur Realurin eft-
irgoldið rentuskat fyri farin
ár. Knappar 1,4 mió. krónur
eru brúktar til henda postin,
sum í 1996 ikki var til.
Netto rentuavlopið fyri
1997 varð sostatt 24,6 mió.
krónur ímóti 26,7 mió. árið
fyri.
Rakstrarútreiðslurnar
stødugar
Kostnaðurin fyri at reka
Realkreditstovnin eru ikki
broyttar stórvegis.
Utreidslurnar til lønir og
samsýningar eru eins stórar
og tær vóru í 1996, ella góð-
ar 1,4 mió. krónur.
Hinvegin eru aðrar um-
sitingarútreiðslur hækkaðar
úr knøppum 800 upp í eina
knappa millión.
Urslitid av tí primera
rakstrinum av stovninum er
sostatt 22,3 mió. krónur í-
móti 24,7 mió. krónur
Stórur kursvinningur
Afturat tí vanliga rakstrin-
um hevur Realkreditstovn-
urin eisini inntøkur av virð-
isbrævahandli.
Stovnurin hevur bundid
ein stóran part av tøka pen-
inginum í virdisbrøv og hesi
verða keypt og seld alt eftir
kursvirði.
Og sigast må at hesin
handil hevur hilnast stak
væl hjá stovninum. Í 1997
hevði Realurin ein vinning
uppá góðar 22 milliónir av
virðisbævahandli. Í 1996
var hetta yvirskot umleið 11
mió. krónur.
Afturførdar
avsetingar
Eins og allir adrir figgjar-
stovnar, sum hava vid vinn-
ulivid at gera, so hevur
Realkreditstovnurin eisini
verid noyddur til at gera av-
setingar móti tapi.
Realkreditstovnurin
fíggjar fiskivinnuna og tá
tað er hesin parturin, sum
hevur verið í einum djúpum
aldudali, so eru avsetingar-
nar ein sjålvsøgd fylgja.
Avsetingarnar hjá Real-
inum eru gjørdar í samsvari
við trygdarvirði fyri lánun-
um hjá stovninum og í mun
til veðrættir stovnsins.
Síðan avsetingarnar vóru
gjørdar eru tíðirnar broyttar.
Gongd er komin á aftur
fiskivinnuna og fíggjarligu
umstødurnar hjá skipunum
er batnað.
Harvið er eisini vandin
hjá Realinum fyri at missa
útlæntan pening minkaður.
Og tað sæst eisini aftur í
roknskapinum.
I 1997 afturførdi Realurin
2,5 mió. krónur av tí upp-
hæddini sum var avsett og
nú eru bert tíggju milliónir
krónur eftir.
A henda hátt koma vit til
endaliga ársúrslitið uppá
47,1 mió. krónur.
Stovnurin sera væl
Fíggjarliga er Realkredit-
stovnurin sera væl fyri.
Bert umleið helmingurin
av samlaðu aktivunum er
FÆRØERNES
REALKREDITINSTITUT
FRÅGREIDING OG ROKNSKAPUR
Roknskaparárið 1. april 1997 til 31. mars 1998
Arsúrslitið hjá Realinum var í 1997 ikki minni 47,1 mió. krónur, stendur at lesa i árs-
roknskapinum hjá stovninum
læntur út, meðan restin ant-
in er brúkt til virdisbrøv ella
stendur í peningastovni.
Realurin eigur fyri 189
mió. krónur í virdisbrøvum
við ársenda og hevur heilar
55 milliónir í tókum pen-
ingi.
Figgjarstødan javnvigar
við hålvari milliard krónum
og av hesum stava ikki
minni enn knappar 440
milliónir krónur frá egin-
ognini
Tað vil siga at stovnurin
stendur á einum sera trygg-
um fíggjarligum grundar-
lag.
Tiggju lánium-
sóknir játtaðar
Realkreditstovnurin fekk í 1997 11 um-
sóknir til viðgerar. 10 av hesum vóru
jåttadar við ársenda
SVEINUR TRÓNDARSON
At tað hevur verið stígur í
føroyskari fiskivinnu er ikki
nøkur loyna.
Tað er heldur ikki nøkur
loyna at føroyski skipaflotin
bara eldist ár undan ári.
Fyrsti nýbygningurin í
tíggju år kom til Føroya í
fjør og tad var einasta um-
sókn um nyfigging, sum
Realkreditstovnurin jåttadi
var til nyggja Christian i
Grótinum.
Tað lánið var uppá 30
milliónir krónur.
Harafturat hevur Real-
kreditstovnurin eina um-
sókn um fígging liggjandi,
sum ikki var endaliga við-
gjørd við ársenda.
Realurin hevur eisini jått-
að tvey nýggj síðustillað lán
í 1997 uppá íalt 2,4 mió.
krónur.
Fimm lán uppá íalt 43,6
mió. krónur eru umfíggjað.
Men tað verður ikki bara
givið út. Onkur er eisini
sum hevur afturgoldið alla
sína skuld til stovnin.
Í fjór vóru trý lán aftur-
goldin áðrenn tíðina.
Talið av lánum í eftir-
stóðu er eisini minkað.
Við roknskaparlok 1996
vóru ellivu lán í eftirstødu,
meðan tað við roknskapar-
lok 1997 var hetta tal fallið
til sjey.
Samlaða upphæddin í eft-
irstóðu er tó vaksin við
næstan 25%. Tá roknskap-
arárið 1996 endaði var eft-
irstóðan 4 mió, meðan hon
í 1997 var knappar 5 mió.
krónur.
Sæð í mun til samlaðu
lánsupphæddina uppá 280
mió. krónur er henda upp-
hædd ikki so stór, men hon
sígur tó, at ikki allir partar
av føroysku fiskivinnuni
hava tað so gott, at teir
kunnu svara hvørjum sitt.
Havnar Sjukrakassi hevði
hálva million í halli í fjør
Á rsroknskapurin hjá Havnar Sjúkrakassa fyri 1997 gevur, hóast hækkandi
inntókur, hálva stórri hall enn í 1996. Tað eru serliga útreiðslurnar til vanl-
iga læknahjálp og vaktargjaldið í samband við vanliga læknahjålp, sum eru
orsøkin til vaksandi undirskotið
SVEINUR TRÓNDARSON
Urslitid hjá Havnar Sjúkr-
akassa í 1997 var einki at
reypa av.
Sjúkrakassin hevði í fjør
eitt hall uppá 486 túnsund
krónur.
Í mun til árið fyri er
hetta ein afturgongd uppá
uml. 70 túsund krónur. Og
tað hóast inntøkurnar hjá
Sjúkrakassanum eru øktar
við umleið tveimum mill-
ionum í mun til árið fyri.
Tí hóast inntøkurnar
øktust, so gjørdu útreiðsl-
urnar tað eisini - og eitt
lítið vet afturat.
Utreiðslurnar til vanliga
læknahjålp hækkadu vid
knappari !,6 mi6., meðan
útreiðsluraar til tannlækn-
ahjálp hækkaðu við góð-
um 300 túsund krónum
Eisini útreiðslurnar til
heilivág og til brillur, band-
asjur og líknandi eru øktar
og alt í alt eru útreiðslurnar
hækkaðu við 2,1 mió krón-
um í fjør.
Figgjarstødan hjá Sjúkra-
kassanum í Havn javnvigar
vid 7,1 millión.
Havnar Sjúkrakassi eigur
umleið 4 mió. krónur úti-
standandi í rakstrarstuðli og
limagjøldum.
Utistandandi = ratstrar-
stuðul er uppá góðar 3,1
mío. krónur, meðan umleið
850 túsund krónur eru úti-
standandi limagjøld.
Hinvegin skyldar Sjúkra-
kassin eisini filt av peningi.
Læknarnir áttu umleið
700 túsund krónur tilg6dar
við árslok og apotekið eigur
góðar 2,7 mió. krónur til-
góðar.
Eisini hevur sjúkrakassin
aðra skuld uppá umleið 500
túsund krónur.
Í tókum peningi hevur
sjúkrakassin við árslok uml.
650 túsund krónur, móti 1,2
mió krónum við ársenda í
1996.
Hóast hesa gongd, so
meta grannskoðararnir
ikki, at tað er neyðugt, við
nøkrum fyrivarni í sam-
band við roknskapin hjá
»kassanum«.
I åtekningini stendur, at
grannskodanin ikki hevur
givid orsøk til nakad fyri-
varni.