Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 233 - 6. desember 2003 Nr. 233 - 6. desember 2003 27 Tríggir føroyskir bólkar fara at spæla á árligu nýggjárskon- sertini, sum hesaferð verður hildin leygar- kvøldið 27. desember. Talan er um bólkar, sum eru aktuellir á útgávum og hitlistum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Frændur, Páll Finnur Páll og I AM verða teir tríggir bólkarnir, sum skulu und- irhalda, tá ið árliga nýggj- árskonsertin, sum hond- bóltsfelagið Kyndil skipar fyri, verður í Havn millum jóla og nýggjárs. Hetta er ein konsert, sum hevur verið hildin í nógv ár, og hesaferð verður ikki minni gjørt burturúr enn áður. Í øllum førum hava fyri- reikararnir fingið nøkur av teimum heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki í løt- uni at spæla. Framvegis gott Frændur verða høvuðsnavn á konsertini, og tey, sum hava upplivað Frændur á konsertum seinastu árini, vita, at bólkurin hevur ótrú- liga stóra undirtøku millum fólk. Ikki bara tey, sum vóru ung, tá ið sangirnir hjá bólkunum komu út, men sanniliga eisni børnunum hjá hesum fólkum. Frændur hava skrivað sangir í 20 ár, sum ein fyri og annar eftir eru vorðnir fólkaogn, og tá ið teir spæla á konsertum er talan um eina perlurekkju frá teim- um. Sangir sum Gildið, Hundurin Brúni, Føroyar og aðrir rigga væl til slík konsertkvøld. Funnu toppin Páll Finnur Páll hava fingið rættiligt gjøgnumbrot í før- oyskum tónleiki seinastu mánaðirnar. Orsøkin til tað er, sum ofta við tónleika- bólkum, ein sangur, sum fólk hava tikið til sín – eitt hitt. Tað er tann melodiøsi sangurin um Forelskaða Sjónleikaran, sum hevur tikið fólk á bóli, og seinastu mongu vikurnar hava Páll Finnur Páll verið ovast á 15 teimum bestu, sum er hit- listin hjá Útvarpinum. Páll Finnur Páll hava upplivað, at hittið hevur givið teimum alt fleiri upp- gávur. Nú verða teir bidnir at spæla á nógvum konsert- um, og fólki dámar teir væl. Gospelrockur I AM hevur nú givið sína næstu fløgu út, og rockurin frá gospelbólkinum er væl dámdur millum ungfólk. I AM hevur nú í fleiri ár verið fremsti føroyski gospelbólkurin, og teir staðfestu eisini sína støðu, tá ið teir vunnu Gospel Prixið fyrr í heyst. Teir eru ein væl saman- spældur bólkur, sum riggar væl á einum palli. Teir fáa lív í áhoyrararnar, og so hava teir eisini nógvar góð- ar sangir at taka av. Nýggjárskonsertin verð- ur leygarkvøldið 27. de- sember kl. 23.00 í ítróttar- høllini á Hálsi. Nýggjárskonsert við tí heitasta Frændur fara at spæla á nýggjárskonsertini í ár C M Y K 27 26