leygardagur 6. desember 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 233 - 6. desember 2003
Mikukvøldið fór
línuskipið, Jákup B,
avstað aftur eftir
langan steðg heima.
Nú, teir fara til
fiskiskap aftur, eru
arbeiðsumstøðurnar
munandi betur
UMBYGGING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tá
Skipasýnið
kravdi
ábøtur í galluni á Jákup B,
gjørdi reiðaríið av at gera
størri umbyggingar um-
borð, eitt nú at gera nýggja
brúgv.
Umbyggingin hevur tikið
góðar 6 mánaðar, og nú,
teir fara avstað aftur, eru
umstøðurnar umborð mun-
andi betri.
Nýggja brúgvin er í
tveimum hæddum. Á nið-
aru hæddini er nýtt baði-
verilsi, skipara- og stýri-
manskamar.
Undir dekkinum er nýggj
galla, messa og gongd.
Messan er dupult so stór,
sum hin gamla, og er skaff-
ingarrúm og sjónvarpsstova
í einum.
Eisini arbeiðsdekkið er
alt gjørt av nýggjum.
Grímur Lassen, reiðari,
sigur, at tá skipið er so
gamalt, er ikki nóg mikið
við ábótum.
- Tað, sum verður gjørt av
umvælingum
umborð,
verður gjørt av nýggjum, so
hvørt sum fíggjarligu um-
støðurnar loyva tí, sigur
hann.
Umvælingarnar hesaferð
kosta um 5 til 6 milliónir
krónur.
Tað er Kjartan Hansen,
skipsbyggjari, sum eigur
fyritøkuna,
Mekanor
í
Klaksvík, ið hevur bygt
nýggju brúnna.
Sámal Jákup Olsen úr
Klaksvík er skipari og við
eru 14 mans.
Jákup B fer undir Ísland
at royna, har hann hevur
nakað av kvotu eftir í
hesum árinum.
Túrurin
verður
ikki
langur hesaferð, tí neyðugt
er at verða aftur um miðjan
desember, tá virkini gevast
at taka fisk.
Fiskiskapurin undir Ís-
landi hevur verið góður í
seinastuni, og vóna teir at
kunna fiska tað mesta av
kvotuni, teir eiga eftir har
yviri.
Jákup B liðugt umbygdur
Jákup B royndartúr á Pollinum mikudagin. Skipið hevur fingið nýggja brúgv, og hevur ligið í
góðar 6 mánaðar, meðan størri umbyggingar eru gjørdar umborð
Mynd: Bárður Lydersen
Nr.233 • leygardagur • 6. desember 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Á Jarðarinnar botni
Eitt sjáldsamt landslag liggur fyri tær, tá tú ferðast úr Jerusalem oman móti
Jeriko og longri suður við Deyðahavinum. Skiftandi frá oyðimørk til kanska
fruktarbesta umhvørvið í heiminum yvirhøvur, aftur til steindeytt saltland,
har einki livandi trívist
Lesið síðu 6 & 7
HUGLEIÐING VIÐ JORDAN
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Staddur í drusalandinum vestan-
til á Golan heyggjunum. Oman
gjøgnum gjáirnar kemur áin
Jordan fossandi. Fer skundandi
millum klettarnar á ferð síni
oman at slættari lendi í Jordan-
dalinum, har hon fyrst rennur út í
Genesaretvatnið og síðani heldur
ferð sína gjøgnum dalin alla
leiðina suður at Deyðahavinum,
har hon verður burtur.
Hetta er søguligt land, sum
ferðaleiðarin, Moshe, veit at siga
um. Hann er jødi og ikki heilt
einki errin av navninum Moshe,
sum hann sigur merkir Móses.
Og tað er helst ikki so galin
fýrur at vera kallaður upp eftir
her á hesum leiðum.
Vit koyra við lítla Pegeuot bil-
inum niðan frá Genesaret vatn-
inum og nakað niðan í Golan
landið, har hann sneiðir av oman
at Jordan ánni.
Havi ikki verið her fyrr, men
vænti ikki nakra stóra á kortini,
tí sum lisið er frá øðrum, ið
framman undan hava ferðast her,
verða fólk ofta vónbrotin, tá tey
síggja hesa ánna, ið tey hava
ímyndað sær sum eina stilla,
breiða á, har Jóhannes framdi sín
doyparagerning, og sjálvur
Harrin varð doyptur. Men tað var
nú ikki her uppi, at tað hendi,
uttan niðri á slættanum við
Jeriko.
»Hetta hendi í Betániu hinu-
megin Jordan«, sum Jóhannes
evangelistur veit at siga frá.
So eg verði ikki kløkkur av, at
hon í grundini minnir nakað um
Stórá í Sandavági niðanvert
Fosshyl ein regndag. Jordan er
bara eitt sindur smalari her uppi.
Men hvør veit? Kanska er
hetta júst staðið, har Símun
Pætur í síni tíð fekk at vita, at
hann var kletturin, sum kristna
kirkjan skuldi grundast á?
Teir komu úr bygdarløgunum
við Kesarea Filippi beint her
omanfyri, sum vit nú standa.
Hetta er gamalt partisanland,
har væl ber til at goyma seg i
gjáum og hellum ymsastaðni í
fjallalendinum niðan móti
Hermon fjallinum.
Hetta samansetta fylgið, sum
komið er oman við ánni, man
hava sæð heldur skirvisligt út.
Her vóru, umframt meistaran
sjálvan, teir tólv lærusveinarnir,
hann hevði valt sær, og so hesi
útskotini av verðini, sum eingin
annar vildi kennast við.
Tollarar og skøkjur, ið sam-
felagið ikki vildi vita av. Spe-
dalsk, ið útstoytt vóru, men sum
Jesus hevði grøtt, og sum nú
fylgdu honum. Tey við illum
andum, sum hann hevði rikið út.
Hesi, sum í dag ivaleyst høvdu
fingið eina diagnosu sum
skizofren ella á annan hátt
sinnisveik.
Alt skramblið, sum tað betra
slagið vísti frá sær, savnaði hesin
merkiligi maðurin, sum her gekk
og fjakkaði um bygdirnar.
Men nú var komið so vítt hjá
honum, at tað var farið at sansa
at. Hann hevði verið í so bondsk-
ur við yvirvøldina. Serliga ta
gudiligu. So nú lógu teir honum
beinleiðis eftir lívinum. So best
mundi tí vera at halda seg burtur
eina tíð fyri líkasum at slætta
sjógvin eitt sindur.
Og partisanlandið í Golan er
sum skapt til at krógva seg
soleiðis, so har valdi hann at fara
við hesum, sum eftir vóru av
teimum mongu, sum stutt
frammanundan høvdu troðkast
um hann á heyggjunum kring
Genesaretvatnið.
Nú koma tey oman aftur við
Jordan, og Jesus spyr lærusvein-
arnar, hvønn menn siga
menniskjusonin vera.
Og Símun, bragdligur sum
hann er, tá við rekur, heldur seg
fram at og staðfestir, at hann er
Kristus, sonur hins livandi Guðs.
Kanska standa teir og hyggja
at einum steini har úti í ánni,
sum streymurin fer fossandi um,
og Jesus peikar á steinin og
sigur:
– Tú ert Pætur (tað merkir
klettur), og á hesum kletti vil eg
grunda kirkju mína, og helheims
portur skulu ikki fáa vald á
henni.
Steinarnir liggja enn í Jordan
ánni. Og enn berjast partisan-
arnir í heiminum. Hóast hetta
økið í dag er rættiliga friðaligt og
tykist nógv meira vinaligt enn
tað orð, tað hevur á sær.
Tú ert Pætur
Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir klettur), og á hesum
kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa
vald á henni
C
M
Y
K
29
28
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1 vika í Danland-íbúð í Blokhus,
Hirtshals ella Ebeltoft
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
úr 5.995,-
1 vika í summarhúsi í Easterhoull í Hetlandi
Frítíðardepilin Pers Hotel í Gol í 1 viku
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
5.000,-
Ferðist 2 og gjaldið fyri 1
fram og aftur í innv. 2-koyggju-
kam ari við wc/bað íroknað bil:
Til Danmarkar:
Til Noregs:
Til Hetlands:
2.990,-
2.380,-
1.790,-
ferð við uppi haldi fyri 2 vaksin
og 2 børn við bili fram og aftur
4.500,-
Hósdag - Mánadag:
Mánadag - hósdag:
1.500,-
1.000,-
úr 600,-
Til Danmarkar ella Noregs
Tilboðið er gald andi
frá 18.9. - 2003
til 27.3. - 2004