Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

umframt mostrar, fastrar, pápa- og mammubeiggjar, sum henni leingist nógv eftir. - Eg eri útbúgvin lívsevna- frøðingur. Í Meksiko arbeiddi eg á verksmiðjuni, Herdez, sum er størsta verksmiðjan av sínum slagi í Meksiko. Har var eg framleiðslustjóri. Herdez framleiðir djús, sósir, grønmeti, súltutoy, fruktir og mangt annað í konservesdósum. Allar tropiskar fruktir, sum vaksa í Vera Cruz verða framleiddar til dósamat. Mango, ananas, perur, súrepli og so framvegis. Harafturat verður djús eisini gjørt burturúr øllum frukt- unum. Eisini hevur Susana arbeitt á verksmiðjuni Cuétara, sum fram- leiðir keks. Men sjálvt um Susana hevur útbúgving, so er tað torført hjá henni at finna arbeiði í Føroyum, og halda bæði hon og Jón, at tað kemst av, at hon enn ikki dugir málið. Jól í Føroyum Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Susana er í Føroyum. Hon hevur verið her fleiri ferðir fyrr. Men fyrsta ferðin hon nakrantíð sá kava var í Føroyum, og tað var tá hon var á vitjan í 1999. – Fyrsta ferðin eg var í Før- oyum var á jólum, so eg havi hildið jól her fyrr, og tað dámdi mær væl. Alt var nýtt og spenn- andi. Vit verða eisini í Føroyum og halda jól í ár. – Annars, so hava vit eisini kava í Meksiko. Bara tað er har norðuri í landinum. Mær dámar væl kava og kuldan, greiðir Susana frá, sum enn einaferð peikar á, at tað er ógvuliga heitt, har hon kemur frá. Hon sigur, at foreldrunum dámar lítið, at dóttirin er so langt vekk. Og tey hava eisini ætlanir um at koma til Føroya at vitja. Men tey vildu heldur havt, at hon búð í Meksiko. Væl móttikin Í Meksiko hevur familjan hjá Susanu ein garð. Har eru tey sjálvforsýnandi við mestsum øllum. Nógvar tropiskar plantur og fruktir. – Føroyar eru eitt dýrt land at liva í. Og tað er ógvuliga dýrt at ferðast útum landið, vísir hon á. Men henni dámar væl landið og vøkru náttúruna. – Her er vakurt og jomfrúuligt. Ongin dálking og tað er ógvuliga torført at finna eitt slíkt land nú á døgum. Susana sigur seg verða væl móttikna í Føroyum. – Fólk hava verið opin og fyrikomandi. Ógvuliga blíð. Mær dámar væl føroysku mentanina við, at tú bjóðar fólki ein drekkamunn og okkurt afturvið tá tey koma inn. Tú fært enntá drekkamunn í kirkjuni viðhvørt. Tað er nakað heilt serligt, og tað havi eg ongantíð sæð í Meksiko. Hvussu leingi steðgað verður í Føroyum á hesum sinni, vita hvørki Jón ella Susana enn. Men fyrr ella seinni gongur leiðin aftur til heita og tropiska landið, sum Susana Mojica de Durhuus, rópar fyri sítt heimland. SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Orðabøkur liggja stáplaðar ein omaná aðra á borðinum. Spanskt -danskt, danskt-føroyskt. Eisini eru aðrar bøkur at síggja. Við borðið situr Susana Mojica de Durhuus. Hon er 30 ára gomul og kemur úr Meksiko. Seinasta hálva árið hevur hon búð í Føroyum saman við manninum Jón. Og nú er hon eisini farin í holt við at læra seg at tosa føroyskt. – Eg læri meg føroyskt heima við Jón. Harafturat gangi eg í skúla uppi í Hoydølum tvær ferðir um vikuna, greiðir Susana frá. Enn dugir hon ikki nógv føroyskt, so Jón, sum er fyrrver- andi spanskt lærari er tulkur. Serliga heldur Susana, at tað er úttalan, sum er torfør. – Tit hava bókstavar og ljóð, sum ikki eru til á sponskum, og tað er tað, sum er ringt at úttala. Men eg dugi at lesa eitt sindur á føroyskum nú, men ikki so væl at tosa. Eg vil tó ógvuliga fegin læra málið. Stórur munur At koma úr stóra Meksiko til lítlu Føroyar er sjálvandi ein broyting. Í býnum, Vera Cruz, sum Susana kemur frá búgva eini 4-500.000 fólk. – Eisini veðurlagið er øðrvísi. Í Vera Cruz er heitt alla tíðina. Um summarið eru eini 30 hita- stig og um veturin liggur tað um 15, greiðir Susana frá. Av og á hyggur hon yvir á Jón, sum nikkar samtykkjandi. – Tað er øðrvísi at koma til Føroya. Ikki betri, heldur ikki verri, men bara øðrvísi. Men Meksiko fer altíð at vera mítt heimland. Susana vísir á, at í Føroyum er so friðarligt, næstan ongin kriminalitetur. – Í Føroyum eru nógv góð ting. Her er ikki so stressandi, sigur hon og smílist. Susana og Jón rokna ikki við, at Føroyar verða staðið har tey altíð fara at búgva. Heldur vænta tey, at tey fara at ferðast nógv aftur og fram ímillum londini bæði, sjálvt um ferðaseðilin ikki bara kostar lummadust. Um ein ynskir at flúgva yvir til Meksiko og aftur til Føroya skal ein vænta, at ferðaseðilin kemur at kosta umleið 10.000 krónur fyri hvønn. Men tað er eisini alt eftir, hvørjum flogfelag ein flýgur við, og hvør tíðin á árinum er. Matur Serføroyska matin er eisini nakað, sum Susana hevur roynt. Hon sigur seg hava etið bæði grind, ræst kjøt og fugl. – Mær dámdi væl grind, og eg haldi, at tann kókaða smakkaði betri enn tann turra. Harafturat hevur hon eisini roynt grinda- búff, og tað dámdi henni eisini væl. Fuglur sum eitt nú hav- hestur, lunda og lomviga hevur eisini kitlað smakkikertlarnar hjá Susanu. – Smakkar gott, sigur hon smílandi á føroyskum. Í Meksiko verður seyðakjøt eisini etið, men tað verður viðgjørt á ein heilt serligan máta. – Smakkurin í føroyska matinum er sterkur. Tað er hann eisini í Meksiko, men á ein annan hátt. Latínamerikanskan klubb Tað eru ikki so heilt fáar latínamerikanskar kvinnur í Føroyum. Í øllum førum eru tær nóg nógvar til at hava sín egna "klubb". Tær eru eini 5-6, sum møtast regluliga, umframt aðrar, sum eisini eru við viðhvørt. - Klubburin er góður fyri allar. Hann hjálpir okkum at vera her. Vit tosa nógv har, og vit tosa um alt. Um onkur av okkum hevur trupulleikar, so kann hon altíð venda sær til eina av hinum, greiðir Susana frá. Tær hittast umleið einaferð um mánaðin. Um onkur hevur føðingardag ella tá okkurt serligt er á vási, so koma tær eisini saman, og ofta gerst tað til fleiri ferð enn einaferð um mánaðin. - Um onkur veit, hvar góð heit klæðir eru at fáa, so hjálpir hon hinum. Og um onkur er betri til okkurt enn hinar, so hjálpir hon teimum. Útbúgvin lívsevna- frøðingur Í Meksiko býr familjan hjá Susanu á einum garði. Hon hevur foreldur og tvey systkin, Gamla pakkhúsið á Islands- brygge er tikið í nýtslu aftur! Tað er vorðið innrættað av nýggjum sum ein mentanarlig sendistova hjá íslendingum, føroyingum og grønlendingum niðri á evropiska meginland- inum. Gomlu norsku skattlondini hava endiliga útvegað sær eitt stað, har tey kunnu hanga penar plakatir upp á veggin, so mein- igi flatlendingurin og evrope- arar annars kunnu koma og ii’a og åå’a, tí í útnorði er jú so stórbært, buldraligt og myrkt, at vitjandi antropologar plaga at undrast á seiggið í teim adams- børnum, sum gjøgnum øldirnar hava alt óvitar sínar upp burturi í óbygdum og enntá fingu fólk burturúr, tí her skal vera so óunniligt, at læknarnir nú á døgum anbefala eydnubollar og ljósrørsviðgerð til tær modern- aðu menniskjurnar á hesum fjarskotnu leiðum. Men sum John Lennon einaferð segði, so høvdu vit neyvan havt málningarnar hjá Picasso, um psykiatararnir høvdu latið vanlig fólk sleppa á brixina at liggja, tá ið víðagitni spaniólin hevði pubertal problemir. Og kanska er tað sama orsøk til, at fólk her um okkara leiðir dáma so væl at úttrykkja seg í list, tónum, leiki og sangi. — Skapandi menniskju fáa luft fyri sínum frustratiónum í skapanini. Tey passivu, sum vilja hava undirhaldið serverað, ganga jú frá verðini, um SvF okkurt fríggjakvøld sendir ein film, tey hava sæð áður! — Men tað er ein avleiðing av globaliseringini! Vit hava øll sæð alt, tá ið licensstøðirnar endiliga sleppa framat at senda teir góðu amerikansku filmar- nar. Tað er henda sama altfevn- andi ensktmælta globaliser- ingin, ið ger, at fólk nú um allan knøttin hava skift mána- lendingina um við World Trade Center sum referansu og tíðarfesting. Tað áhugaverda er, at alt fleiri av hesum alheims peilipunktum hava sín uppruna "over there", men tað er kanska ikki so løgið, tí Berlinmúrurin kann bara blíva tikin niður ta einu ferðina, og tað er nakað síðan, at Eiffel- tornið bleiv bygt. — Coca-cola er jú allastaðni! Globaliseringin hevur tó fingið londini í útnorði at ganga saman um at profilera sítt felags søguliga upphav, síni ser- merktu mentanarligu fyribrigdi, og ikki minst við tí í kvittanum at selja seg sum eina pakka- loysn til turistin, sum vil hava nøkur upplivilsi. — Og tí kemur Bryggen nú aftur til heiður og æru. Pakkhúsið hevði annars tænt fyri seg! Her stóðu mjølsekkirnir við íblandaðum sandi, tubbaks- posarnir við børk og fløskurnar við tyntum spritti. — Góðsið, sum skuldi við árligu útgerðar- skipunum til hjálondini fyri vestan. Tað var her skipini komu fermd við lýsi, posa- troyggjum og hosum, og tá ið tað gekk heilt vilt fyri seg vóru tøkutenn av roysningi, ella fallostonnin hjá náhvalinum í lastini. — Dýrir gripir, ið kundu seljast sum einhyrningarhorn til pátrúnu kongshirðirnar niðri á døkka meginlandinum. — Og tað gjørdi kongur! Kongur átti, kongur ráddi! Men eingin støða varir í ævir. — Amerikumenn tveittu kong á bláman, og fransar kubbaðu høvdið av regentinum. — Og í kongens Kjøbinhavn kom eisini røringur í. Endin var, at danir fingu sína grundlóg, og vit fingu danmokrati og frían handil. Og virksemið í gamla pakkhúsinum minkaði tilsvarandi. Tað steðgaði tó ikki heilt fyrr enn góð hundrað ár seinni, tá ið kongur orsakað av einari hernaðarstøð í Thule eisini mátti lata Grønland upp fyri fríum handli; men tað er sum so mangt ein onnur søga. Skipini, sum sigldu út og sigldu inn, løgdu nú at við aðrar bryggjur, og vørurnar komu úr øðrum pakkhúsum, tí einstak- lingar við vinningsrætti søkja jú tær leiðir, ið loysa seg best. Soleiðis fer tíðin frá øllum, og sleppur eitt pakkhús at standa so leingi, at tað blívir gamalt, so fær tað eitt mentan- arligt virði sum ein onnur saltsilo ella ein hálvferdig kirkja úr svartastu miðøld, men fyrimunurin við hesum stóra pakkhúsi er hóast alt, at tað rúmast nokkso nógv í tí, og at fylla tað við mentan er so avgjørt eitt gott hugskot, tí mentan er nakað snedit nakað, sum hevur gott av at verða samlað á einum stað, so fólk kunnu koma at hyggja ... Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003 3 2 Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Mentan er nakað snedit nakað Bergur Rasmussen skrivar Frá heita Meksiko til køldu Føroyar Meksikanska Susana Mojica de Durhuus hevur búð í Føroyum seinasta hálva árið. Hon er í holt við at læra seg føroyskt, og hon heldur, at føroysku umstøðurnar eru nógv øðrvísi enn í Meksiko. Serliga er tað veðurlagið, sum hon leggur merki til Susana Mojica de Durhuus frá Meksiko er gift við Jón. Í løtuni búgva tey í Føroyum, men tey vænta, at tað verður til nógva ferðing ímillum londini bæði Mynd: Jens Kr. Vang Fyrstu ferð Susana nakrantíð sá kava, var í Føroyum, og í ár skulu jólini eisini haldast her Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 31 30