Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003 SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tauranga, Ný Sæland: Húsini hjá Sue og Símun Ask- ham liggja væl fjald langt úti á landinum, hálvan triðja tíma uttan fyri Auckland. Grønt og vakurt landslag sveipar seg um húsini, sum liggja langt frá hvørjum øðrum. Angin av blómum og trøum er sterkur. Tað hevur hug at regna til tíðir, og grátt er í veðrinum. Uttan fyri húsini veittrar Merk- ið. Sue og Símun standa uttan fyri, tá vit koma. Tey vísa okkum runt uttanfyri fyrst. Ein vakur havi er rundan um húsið, og útsýnið fær ein næstan til at kikka eftir ondini. So langt sum eygað ber, eru vakrar, grønar flatur, har seyður og neyt ganga. Símun greiðir frá, at tey eru bøndur. Garðurin er 10 hektar til støddar. Men tey leiga jørðina út fyri tíðina, tí tað er so nógv at gera í fyritøkuni, at tað eru ikki stundir til at røkja garðin sam- stundis. Tað byrjar aftur at regna, og tey bjóða okkum inn. Húsini eru sera hugnalig inn- an. Vit koma inn gjøgnum bak- dyrnar, sum ganga beint inn í ein avbera hugnaligan køk. Har ang- ar av nýbakaðum muffins. Á borðinum er nógvur góður matur. Millum avocado fruktir- nar, salamipylsuna og roykta kjúlingin frá Símuni sjálvum, Vegemite og Peanutbutter, sum eru pálegg, sum serliga kiwi børn altíð eta, stendur ein skál við turrum kjøti. Hetta kjøtið smakkar sum skerpikjøt, so mitt í øllum gerst tað so heimligt og vetrarsligt í stovuni hjá Símuni og Sue. Føroyskur dámur Hóast sniðið og innrættingin av húsunum eru ný sælendsk, so sást aftur, at her býr ein føroy- ingur. Tveir málningar hjá Ingólvi av Reyni hanga uppi yvir sofuni. Og so ikki at gloyma føroyskt turkaða ný sælendska skerpi- kjøtið á borðinum. Heima er kjøtið allarhelst við at vera turt nú, so hetta er tíðar- hóskandi, hóast hitin uttandura man nærkast teimum tjúgu stig- unum. Gráa luftin og regnið gera tað tó meira vetrarsligt eina løtu. Símun greiðir frá, at hann plagar at turka kjøtið sjálvur á sama hátt, sum í Føroyum. Tað verður hongt upp, og hann nýtir viftir fyri at halda flugunum burtur. Men tað hongur uppi heldur longri her enn í Føroyum. Kjøtið sær ikki heilt líka út, sum tað føroyska skerpikjøtið, men smakkurin er ikki til at taka feil av. Símun plagar eisini onkuntíð at gera føroyska rullupylsu. - Tað er ongin trupulleiki, og hon smakkar sum tann føroyska, hóast kjøtið er ný sælendskt, sigur Símun smílandi. Slaktari í Tauranga Símun greiðir frá, at hann fór úr Føroyum í 1964, og leiðin gekk allan vegin til Ný Sæland. - Tað var við ævintýri fyri eyg- að. Tað hendi ikki so nógv í Før- oyum um ta tíðina, sigur hann og smílist. Ný Sæland er mítt heim Símun Askham er slaktari. Hann hevur búð í Ný Sælandi í nærum fýrati ár, har hann hevur egna fyritøku. Í hesum tíðarskeiðinum hevur Símun bert verið aftur í Føroyum tríggjar ferðir. Longsulin aftur til Føroyar er har, sigur hann, men Ný Sæland er hansara heim Hesi nærum fýrati árini Símun hevur búð í Ný Sælandi, hevur hann ikki verið ofta aftur í Føroyum. Tríggjar ferðir tilsamans. Í 1972, í 1986 og í 1996 Tað tók tó sína tíð at koma vegin fram. Hann fór úr Føroy- um við skipi til Esbjerg. Úr Esbjerg til London. Víðari til Liverpool við toki, har hann fór umborð á skipið, sum sigldi hann til Ný Sæland. Ein ferð, sum vardi fimm vikur. Hetta fekk ein at hugsa um, hvussu lætt tað er í dag. 25 tímar í flogfari, og ein hevur hug at suffa, tí tað verður hildið at vera ov longi. Símun, sum er føddur og uppvaksin í Hoyvík, tók sína útbúgving sum slaktari í Føroyum, áðrenn hann legði leiðina tvørtur um jørðina. Tað var ongin trupulleiki at fáa arbeiði í Ný Sælandi. Hann greiðir frá, at hetta var í tí tíðini, tá Ný Sæland av álvara manglaði arbeiðsstyrki, so hann ferðaðist runt í landinum og gjørdi ymiskt fyrifallandi arbeiði. So møtti hann Sue, og tey gjørdust góð. Í 1967 giftust tey. Árið eftir keyptu tey eina sølu- búð fyri at kunna seta føtur undir egið borð. Tað var vanligt tá í tíðini, at ung hjún á henda hátt savnaðu sær pening saman. Eftir eina tíð seldu tey sølu- búðina og keyptu ein slaktara- handil stutt frá Tauranga og settu búgv har. Koyrt verður út til bóndagarð- arnar at avheinta kríatúr til slakt- ingar. Tey somuleiðis pakka og koyra vøruna út aftur til garðar- nar, um tey ikki selja tað víðari fyri bøndurnar. So talan er um eina slaktaraheilsølu, og hon eitur Whaka Butchery. Tríggjar ferðir heima Hesi nærum fýrati árini Símun hevur búð í Ný Sælandi, hevur hann ikki verið ofta aftur í Før- oyum. Tríggjar ferðir tilsamans. Í 1972, í 1986 og í 1996. Ta einu ferðina vóru tey tó í Føroyum í hálvt ár. Og hesa tíðina fekk Sue rættiliga høvi at koma at skilja nakað av føroyskum. Og tað ger hon enn tann dag í dag. Men ikki nóg mikið til, at hon skilir sam- røðuna, so tosað verður á enskum meginpartin av tíðini. Hinvegin hoyrist tað valla á Símuni, at hann ikki hevur búð í Føroyum í úti við fýrati ár. Tað letur heldur ikki til at hoyrast á tí enska hjá honum, at hann ikki er ein kiwi, men hesum er Sue tó ikki heilt samd í. - Onkuntíð sigur hann eitt ella annað á ein tílíkan hátt, at tað allarhelst bert er Símun sjálvur, sum veit júst, hvat hann tosar um, men tað er langt ímillum, sigur hon og hyggur argandi upp á Símun. Hann letur væl at lívinum í Ný Sælandi og sigur, at honum dámar líka væl at ferðast her á leið, sum at fara til Føroyar. Spurdur um tað ikki kann vera torført at fara aðrastaðnis at ferðast enn til Føroyar, sigur Símun, at tað er tað til tíðir. Men hann leggur tó dent á, at tað eru nógv spennandi støð her um leiðir at vitja. - Føroyar kenni eg, og tað eru altíð tey somu fólkini og støðini, sum ein fer aftur til, meðan ein fær nógvar øðrvísi og spennandi upplivingar við at vitja støð, sum ein ikki hevur sæð áður, sigur Símun. Tey siga, at tey hava hug at fara at ferðast og síggja seg um. - Nú er stundin komin til tað. Børnini eru vaksin, og vit skulu helst gera tað, áðrenn vit koma ov langt upp í árini. So tað er nakað, sum liggur frammarlaga í huganum hjá okkum fyri tíðina, sigur Símun, sum í mong ár nú, hevur sæð Ný Sæland sum sítt heimland. Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003 5 Yrkingasavn til børn Loppugras er heitið á stuttligum yrkingasavni, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út Tað er ikki á hvørjum degi, at yrkingasavn til børn kem- ur út á føroyskum. Bóka- deild Føroya Lærarafelags gevur á øðrum sinni í ár út yrkingasavn til børn, hesa ferð Loppugras, ið Sólrún Michelsen hevur skrivað. Hanni Bjartalíð hevur teknað. Í savninum eru tólv yrkingar. Fløga við løgum til átta yrkingar, sum Pauli Hansen hevur gjørt, fylgir við. Børn úr 3. B úr Eystur- skúlanum syngja undir leiðslu av Joannu Johansen og Paula Hansen. Sólrún Michelsen er ein royndur høvundur. Fyrst skrivaði hon endurminningar frá barnaárunum, Argja- fessar og Útløgukattar. Síðani komu tvær spennandi og framúr væl skrivaðar fantasy bøkur. Hanni Bjartalíð, sum býr og arbeiðir sum listamaður í Finnlandi, hevur eitt nú myndprýtt bókina, Í Geyma, sum Dánjal Hoydal skrivaði. Loppugras er 32 síður í litum, innbundin, við fløgu, og kostar 145 krónur. Bókin er væl egnað til tey 3 til 7 ára gomlu. Føroyar eru ikki langt burtur C M Y K 33 32