leygardagur 6. desember 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003
SAMRØÐA
Marjun Dalsgaard
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað er líkamikið, hvønn tú so
tosar við um Norðurbryggjuna -
øll vísa á Vigdís Finnbogadóttir.
Hon hevur verið ein avgerandi
drívmegi. Hon hevur latið hurðar
upp til toppin í donsku stjórnini.
Hon hevur eina serliga visón fyri
Norðurlond og Útnorður - tí
eydnaðist Norðurbryggjan.
Mortan Meldgaard og Kaj
Elkrog vendu sær til Vigdís
Finnbogadóttir, tá teir fingu
hugskotið um Norðurbryggjuna,
tí teir vistu, at um nakar kundi
gera henda dreymin til veruleika,
so var tað hon. Hendan mergjaða
kvinnan, ið er heimskend fyri sítt
stríð fyri mannarættindi og fyri
máli og mentan hjá smáum tjóð-
um. Hon kundi lata hurðar upp,
sum eingin annar kundi. Og hon
ivaðist onga løtu, tá teir spurdu,
um hon vildi vera við í arbeið-
inum.
- Eg var beinanvegin bergtikin
av hesi fantastisku verkætlan. Av
hesum sera vøkru húsunum og
søguni hjá húsunum. Eg skilti, at
eg kundi gera ein mun, tí vildi eg
vera við í verkætlanini, sigur
Vigdís Finnbogadóttir.
Vit eru familja
Hon er ein virkin kvinna, og í
hennara lívsáskoðan hóskar
Norðurbryggjan og er vorðin eitt
av hennara hjartabørnum. Men
hví er samanhaldið hjá Norður-
londum so týdningarmikið fyri
Vigdís Finnbogadóttir? Sosial-
urin hevur spurt hana - og tað er
ein heldur tápuligur spurningur,
heldur hon - tí tað sigur seg
sjálvt:
- Vit hoyra saman, vit líkjast -
vit eru familja. Vit hava eina
søgu saman, og vit minnast tað
sama. Vit eru ymisk, men vit
skilja, at vit eru ymiskt, og okk-
ara traditión fyri samráðingum
ger, at vit duga at vera samd um,
at vit eru ósamd, sigur Vigdís
Finnbogadóttir.
Hon tykist eitt sindur vónbrot-
in av spurninginum frá donskum
fjølmiðlum um samstarvið við
Grønland og Føroyar er eitt
afturstig fyri Ísland, ið hevur
loyst frá Danmark fyri meira enn
fimti árum síðani.
- Tú leitar eftir spaðjing, um tú
spyrt so - eg haldi, tað er ein
trend í dag, øll vilja spjaða - eg
vil heldur siga, hví skulu vit ikki
halda saman? Dýrabar bond
binda okkum saman, og vit eru
hvørjum øðrum næst tá á stend-
ur. Tá Ísland hevur verið rakt av
náttúruvanlukkum, er tað altíð
grannalondini, ið eru fyrst at
hjálpa okkum - serliga føroying-
ar hava gjørt ótrúliga nógv í mun
til, hvussu nógv tit eru - og tað
minnast vit væl, sigur fyrrver-
andi forsetin í Íslandi.
Vit sita heima hjá Vigdís
Finnbogadóttir í íbúð hennara á
Frederiksberg. Norðurlendsk list
hongur á bróstinum og bøkur um
norðurlendska náttúru liggja á
borðinum saman við einari bók
við vísum orðum hjá Dalai Lama
og "Færingenes land" av Hans
Jacob Debes.
Hóast fulla skrá fleiri dagar á
rað, hevur hon játtað at siga okk-
um frá sínari visón um Norður-
lond og Útnorður.
– Ein av stóru trupulleikunum
Vit eru fyrimynd og skulu halda saman
Norðurbryggjan er ein hornasteinur í norðurlendska
samleikanum - hon er ein demokratisk verkætlan og eitt dømi
um, at vit kunnu taka søguna og nýta hana til nakað positivt
"Dýrabar bond binda
okkum saman, og vit
eru hvørjum øðrum
næst, tá á stendur.
Serliga føroyingar hava
gjørt ótrúliga nógv, í
mun til hvussu nógv tit
eru - og tað minnast vit
væl"
Vigdís Finnbogadóttir
"Vit í Útnorði eru ikki
nakrir eftirnølarar. Vit
eru langt vekk, men
nýggjheitir skulu ikki
ferðast yvir um havið
fyri at røkka okkum í
dag - vit eru
kosmopolitisk,
nútímans og intelligent
fólk. Faktisk haldi eg,
at elegant er rætta
orðið"
Vigdís Finnbogadóttir
"Vit eru fyrimynd fyri nógv fólk í
heiminum. Okkara
vælferðarsamfelag, demokrati og
javnrættindi. Tey halda enntá, at vit
eru betur enn vit eru, tí í roynd og
veru hava vit jú ikki javnrætt
millum kynini til dømis" Vigdís
Finnbogadóttir
í okkara samfelagi í dag er
manglandi empati. Harðskapur
og manglandi vitan um kenslur-
nar hjá hvørjum øðrum og
manglandi evni til at liva seg inn
í, hvussu onnur hava tað, eyð-
kennir samfelagið. Vit eru ov
sjálvupptikin og tosa ikki um
kenslur, sigur hon. M en hon
tosar eisini um, at vit hava tað
gott í Norðurlondum. Okkum
vantar einki, vit eru ikki svong
og vit liva í einum samfelag, ið
byggir á virðir um javnrættindi
og demokrati – tað er vert at
byggja víðari á.
Vit skulu byggja á okkara
virði
– Norðurbryggjan er ein horna-
steinur í norðurlendska samleik-
anum - ein demokratisk verk-
ætlan, ið vísir, at vit geva øllum
pørtum ljóð og eitt dømi um, at
vit kunnu taka søguna og brúka
hana positivt - til at byggja upp
ístaðin fyri at ríva niður, sigur
Vigdís Finnbogadóttir. Fyri hana
er tað ein spurningur um, hvussu
vit brúka søguna - um vit bøla á
tí ringa, ella um vit síggja okkara
felags søgu sum eina gávu.
– Ein ósjónligur tráður bindur
okkum saman - tí vit minnast tað
sama - vit hava felags søgu, og
vit skilja, hví vit gera tað, sum
vit gera - hóast vit kanska gera
tað á ymiskan hátt. Til dømis
hava vit ymiskan uttanríkis-
politikk - vit eru ymisk, men vit
skilja, at vit eru ymisk. Tað er tí
eisini týdningarmikið, at vit
standa saman. At vit dyrka hesi
virði og okkara norðurlendska
samleika - so vit kunnu byggja
meir á tað grundarlagið, sum vit
standa á, sigur Vigdís Finnboga-
dóttir og leggur aftrat:
– Vit eru fyrimynd fyri fólk í
øllum heiminum. Tey halda enn-
tá, at vit eru betur enn vit eru, tí
vit hava jú í roynd og veru ikki
javnrættindi millum kynini til
dømis, men vit eru demokratisk,
organiserað, og vit hava eitt væl-
ferðarsamfelag, ið byggjur á
samhuga og samanhald - tey eru
nógv, ið droyma um at hava
hetta, sigur Vigdís Finnboga-
dóttir.
Og hon frøist um úrslitið av
samstarvinum millum Ísland,
Grønland, Føroyar og Danmark.
– Tað var ein fantastiskur
dagur tá Norðurbryggjan læt upp
- øll strálaðu, tey vóru so glað,
tað var eins og høvdu fólk ljós í
eygunum - tað var sera vakurt at
síggja, sigur hon.
Vit eru elegant fólk
Norðurbryggjan er somuleiðis
ein pallur, har vit fáa høvi at
vísa, hvat vit duga, og hvørji vit
eru.
– Vit í Útnorði eru ikki nakrir
eftirnølarar. Vit eru langt burturi,
men nýggjheitir skulu ikki ferð-
ast yvir um havið fyri at røkka
okkum í dag - vit eru kosmo-
politisk, nútímans og intelligent
fólk. Faktisk haldi eg, at elegant
er rætta orðið, sigur Vigdís
Finnbogadóttir.
– Tað liggur til okkum at søkja
út í heimin, og vit hava vitan,
sum onnur ikki hava. Vitan um
havið og fisk – vitan, sum vit nú
kunnu deila við onnur gjøgnum
Norðurbryggjuna. Vit hava eisini
eina aðra mentan, og eitt annað
úttrykk í listini, tí náttúran og
málið skapa okkum sum menn-
iskju og skapa okkara mentan -
Norðurbryggjan er tí ein gáva til
Danmark - ein gimsteinur - hon
gevur innlit í okkara list og
okkara mentan og ger tey ríkari,
ið fáa lut í hesum, sigur Vigdís
Finnbogadóttir.
Tað týdningarmesta fyri hana
er tó ikki, at vit vísa dønum,
hvørji vit eru. Møtið millum
hesar fýra mentanir, danska,
íslendska, føroyska og grøn-
lendska skapar nakað nýtt.
Norðurbryggjan er ein fýrsmæra,
og Danmark er fjórða blaðið.
– Mær dámar serliga væl hug-
skotið, at í matstovuni á Norður-
bryggjuni gera danskir kokkar
mat við rávørum úr londunum í
Útnorði. Okkara serligu matsiðir
vera nýttir sum inspiratión, og
rávørurnar koma úr Grønlandi,
Føroyum og Íslandi, men av tí at
kokkarnir eru danir og leggja seg
eftir at skapa nakað nýtt, verður
matstovan ikki føroysk, grøn-
lendsk ella donsk - úrslitið verð-
ur nakað nýtt - ein samansmelt-
ing av okkara fýra londum og
okkara mentan, sigur hon.
– Keypmannahavn er okkara
gamli høvuðsstaður, og hevur
altíð verið portrið til Europa og
umheimin - eins og býurin hevur
verið portrið hjá umheiminum til
Útnorður, leggur hon aftrat.
Mugu verja málið
Vigdís Finnbogadóttir er sann-
førd um, at málið og náttúran
forma okkum og gera okkum til
tað, ið vit eru. Og júst málið
eigur eitt serligt pláss í hjartan-
um hjá henni.
- Eg havi nógv hjartabørn. Tey
flestu verða vaksin og flyta
heimanífrá. Eitt er Býarleikhúsið
í Reykjavík. Eitt annað er Norð-
urbryggjan, hon er til dømis flutt
heimanfrá nú, og eg ímyndi mær,
at eg standi í Nyhavn og vinki til
hana - og sigi: Hey tú! Nei, sum
tú er flott - sum tú dugir væl at
knýta bond - sum eg eri stolt av
tær! Men málið - tað er tað eina
av mínum hjartabørnum, ið aldri
verður vaksið - tað er elligamalt,
men tað flytir aldri heimanífrá.
Tað má hava ein at verja seg. Ein
at ansa eftir, at tað ikki stirðnar -
at tað livir, sigur Vigdís Finn-
bogadóttir. Hon stendur á odda
fyri eini verkætlan hjá ST, sum
nevnist Voices of the World, ið
arbeiðir fyri at verja smámál,
sum eru hótt.
- Málið er ein dýrgripur -
málið er tað ósjónliga aftanfyri
alt, sum menniskja skapar - vit
hugsa í málinum, vit skilja í
málinum og skapa í málinum -
vit verða til í málinum. Tí mugu
vit verja okkara mál. Men tað
merkir ikki, at vit ikki skulu læra
onnur mál. Eg haldi, at jú fleiri
mál tú dugir, tess betur skilur tú
títt egna mál.
Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003
7
Fakta um Vigdís Finnbogadóttir
Vigdís Finnbogadóttir er fødd í Reykjavik í 1930. Hon hevur
lisið bókmentafrøði og leiklistafrøði við lærdu háskúlarnar í
Grenoble, Sorbonne og í Íslandi, og hevur verið stjóri fyri
býarleikhúsinum í Reykjavík og starvast í íslendska sjón-
varpinum.
Vigdís Finnbogadóttir varð vald til forseta Íslands á fyrsta
sinni í 1980, og gjørdist sostatt heimsins fyrsti fólkavaldi
kvinnuligi forseti. Hon varð afturvald fýra ferðir og fór frá
sum forseti í 1996.
Hóast íslendska forsetaembætið traditionelt er rættiliga
ópolitiskt, gjørdi Vigdís Finnbogadóttir sera nógv vart við seg
á nógvum økjum. Hon virkaði fyri at menna íslendskan sam-
leika, mál og mentan. Eisini var hon virkin til tess at bøta um
korini hjá børnum og ungum, og gjørdi nógv fyri at eggja
ungdóminum at fáa sær útbúgving.
Vigdís Finbogadóttir er íðin talskvinna fyri mannarættind-
um. Hon er heiðursdoktari við 16 lærdar háskúlar, eitt nú
lærdu háskúlarnar í Grenoble, Bordeaux, Nottingham,
Tampere, Gøteborg, Leeds, Halifax, Manitoba, Tokyo, Miami
og í Íslandi.
Hon hevur eisini fleiri norðurlendsk og altjóða álitisstrøv.
Til dømis er hon Goodwill-ambassadørur fyri móðurmálum
hjá UNESCO, Goodwill-ambassadørur hjá ST í stríðnum
móti rasismu og fremmandahatri og formaður fyri altjóða
vísindaetisku nevndini hjá UNESCO, ið nevnist COMEST
(World Commission on the Ethics in Scientific Knowledge
and Technology.
Í 2001 varð stovnurin fyri fremmandamál á Lærda Háskúla
Íslands kallaður upp eftir Vigdís Finnbogadóttir og eitur
sostatt The Institute of Vigdís Finnbogadóttir in Foreign
Languages, ella Stovnur Vigdísar Finnbogadóttir fyri
fremmandamál.
Harumframt hevur Vigdís Finnbogadóttir fingið ein hóp av
virðislønum eitt nú Socrates-virðislønina, Jacob Letterstedts
virðisløn, Clara Lachmann-virðisløn og eina ST virðisløn,
nevnd Ceres, sum viðurkenning og tøkk fyri hennara stóra
arbeiðið til frama fyri FAO og tess royndir at tryggja øllum
menniskjum føði, fyri hennara stuðul til minnilutarørslur og
fyri hennara áhaldandi stríði fyri mannarættindunum.
Eisini kann nevnast, at Vigdís Finnbogadóttir stendur á
odda fyri eini ST-verkætlan, ið nevnist Voices of The World,
sum hevur til endamáls at seta fokus á øll tey mongu smá-
málini í heiminum, sum eru hótt. Haraftrat er hon verji hjá
íslendska teknmálsfelagnum.
At enda er so at nevna virksemi Vigdísar fyri at skapa ein
Útnorðurs mentanarmiðdepil í gamla pakkhúsinum hjá
Grønlendska Handlinum á Norðurbryggjuni í Keypmanna-
havn. Her hevur hennara visión um eitt mentunarsamstarv
millum Ísland, Grønland, Føroyar og Danmark verið drív-
megin í øllum verkinum. Vigdís Finnbogadóttir er virkin og
sera høgt mett víða hvar um allan heimin.
"Norðurbryggjan er
ein pallur, har vit
kunnu vísa umheim-
inum, hvat vit duga"
Vigdís Finnbogadóttir
"Eg havi nógv hjarta-
børn. Eitt er Norður-
bryggjan - hon er blivin
vaksin og er flutt
heimanfrá nú - eg
ímyndi mær, at eg
standi í Nyhavn og
vinki til hana - og sigi:
Hey tú! Nei, sum tú er
flott - sum tú dugir væl
at knýta bond - sum eg
eri stolt av tær! Men
málið er eitt av mínum
hjartabørnum, ið aldrig
flytir heimanífrá"
Vigdís Finnbogadóttir
C
M
Y
K
35
34