leygardagur 6. desember 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir
Edvard Joensen
1. partur
Við Deyðahavið: Tað er einki at
undrast á, at júst vegurin millum
Jerusalem og Jeriko varð gjørdur
til pall til søguna um miskunn-
sama samariubúgvan. Her mundi
vera lætt hjá ránsmonnum at
fjala seg, í eini tíð, tá tyrlur og
fylgisveinaeftirlit ikki var upp-
funnið. Og tískil heldur enn ikki
vandamikið hjá vanligum
hampafólki at ferðast á. Tann
turrgelda oyðimørk við rivum og
gjótum her og har, har eitthvørt
ránsmannalið hevði bestu møgu-
leikar at halda til.
Vit halda úr Jerusalem og
koyra undan brekkuni. Einar
1.200 metrar ella so skulu vit
niður, áðrenn vit náa Deyðahav-
inum, sum er mál okkara.
Reiðiliga leysir av býnum
peikar bilørarin á ein fjallarygg
og sigur, at her byrjar Júda
oyðimørkin. Hesu megin fjallið
regnar, og okkurt veksur. Men
hinumegin er oyðimørk.
Og hann hevur rætt. Tað er
steindeyð oyðimørk at síggja, tá
vit runda rustina.
Vit koyra undan brekkuni.
Støðugt omaneftir. Og so er
knappliga eitt skelti har við
vegin, sum sigur frá, at nú eru
vit á hædd við havið. Meðal-
havið verður sipað til. Men vit
hava nógv land og djúpan dal
undir okkum enn. Einar 400
metrar undir vatnskorpu Meðal-
havsins liggur Deyðahavið, sum
er lægsta punkt á landjørðini.
Hirðar í bygdarlagnum
Men her býr fólk í oyðini kortini.
So okkurt man vera at vinna í
munnin, hvat tað so er.
Tað ganga seyðafylgi ymsa-
staðni nakað burtur frá vegnum,
og ein maður, ella helst ein
stórur smádrongur, er at síggja
her og har millum hesi fylgini.
Og so kemur ein tjaldlega
knappliga undan einum sand-
heyggi. Heldur skirvislig á at
líta. Ein tangavognur, sum uttan
iva goymir vatn, stendur eitt
sindur burturfrá, og har er ein av
røktingarmonnunum júst komin
við einum fylgi, sum skal hava
eitt sindur at drekka úr hesum
krananum.
Tað rýkur onkunstaðni millum
tjøldini, og her og har sløðist eitt
gamalt bilvrak, sum hesir
beduinarnir, ið nú eftir øllum at
døma eru vorðnir búfastir her við
Jerikovegin, ikki longur fáa at
rulla.
Mær rennur til hugs frásøgn-
ina hjá Arna Falk Rønne, tá hann
hitti ein av símnum gomlu
beduinkenningum aftur undir
slíkum umstøðum. Hesin stolti
høvdingin, sum nøkur ár
frammanundan hevði reypað av
øllum sínum kamelum og øðrum
vælstandi, var nú endaður sum
ein sonevndur »teaterbeduin« við
einum útmeiggjaðum kameli,
sum hann vísti fram fyri fremm-
andafólki. Sjónliga eyðmýktur av
støðuni, hann var endaður í, men
gjørdi tað av berari neyð.
Gamli vegurin
Hann gekk hendanveg, gamli,
óhepni ferðamaðurin á veg til
Jeriko. Spakuliga stig fyri stig í
hitanum. Kannaði lendið kring
seg fyri at vita, hvussu støðan
mundi vera við ránsmonnum. Og
kortini endaði tað galið.
Hesin gamli vegurin, hann
ferðaðist eftir, er ikki at síggja í
dag. Í hvussu ikki úr einum bili,
sum við 100 kilometra ferð
strýkur oman móti slættanum.
Men dagsins valdsharrar
vænta kortini ránsmenn. So teir
hava sett eina eftirlitsstøð upp
við vegin, soleiðis at tey, sum
ferðast móri Jerusalem, verða
kannað. Langur hali oman
brekkuna. Men vit koyra ótarn-
aðir øvugtan veg.
Leggja kilometur eftir kilo-
metur afturum, og síggja so
knappliga vegskeltini, sum siga,
at nú eru vit við Jeriko.
Tó er tað ikki heilt rætt kort-
ini, tí býurin liggur nakað væl
burtur frá høvuðsvegnum.
Avbyrgdur.
Á Jarðarinnar botni
Eitt sjáldsamt landslag liggur fyri tær, tá tú ferðast úr Jerusalem oman
móti Jeriko og longri suður við Deyðahavinum. Skiftandi frá oyðimørk til
kanska fruktarbesta umhvørvið í heiminum yvirhøvur, aftur til steindeytt
saltland, har einki livandi trívist
Hægri enn Nólsoyggin eru vit uppi yvir Deyðahavinum, sum er longst burtur. Og kortini á hædd vð vatnskorpuna í Meðalhavinum
Sosialurin á Deyðahavinum
Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003
9
Hesin søguligi staðurin, sum
kortini er heilt nýggjur, hóast
sagt verður, at Jeriko helst er
heimsins elsti býur yvirhøvur.
Men teir hava verið nógvir, og
mong stórmenni hava vitjað teir.
Josva tók ein, og Heródes gamli
hevði sítt vetraruppihald í einum
øðrum.
Hevur kanska sitið her í einum
heitum baðikari og givið boð um
at drepa øll børn í grannalag-
num, sum yngri vóru enn tvey ár.
Tað var ikki nakað, hann hugsaði
serliga nógv um, altso tað ræðu-
liga í einum slíkum boðum. Tey
mundu vera rímiliga vanlig, slík
boð. Hann hevði givið tey fyrr
og fór at gera tað aftur. Ikki sína
egnu familju læt hann sleppa
undan heldur.
Men at hann heldur ikki kendi
seg tryggan nakrastaðni, prógva
borgirnar, hann læt byggja, ella í
øðrum lagi styrkja, her í granna-
lagnum. Herodion her vestantil.
Makerus hinumegin Deyðahavið.
Og Masada longri suðuri.
Vit fara ikki inn í Jeriko, men
koyra framvið og halda leiðina
suðureftir móti stóra salthavin-
um.
Qumran
Her er tað so. Staðið, har kanska
mest áhugverdu skriftir í okkara
heimi eru funnar. Tær kendur
Deyðahavsrullurnar.
Muhamed Dib var 13 ára
gamal, tá hann í 1947 fann tær
fyrstu av sonevndu Deyðahavs-
rullunum. Hesar rullurnar, sum
síðan hava verið so nógv gransk-
aðar og ikki minni viðgjørdar á
ráðstevnum og tingum.
»Men barnið vaks og varð
sterkt í andanum; og hann var í
oyðimørkini til tann dagin, tá
hann steig fram fyri Ísrael.«
Soleiðis verður skrivað um
Jóhannes Doyparan. Og semja
tykist vera um, at tað, at hann
var í oyðimørkini, man merkja,
at hann varð sendur í klostur at
læra seg siðir og lógir.
Sera nærliggjandi er at hugsa,
at hann júst hevur verið her í
essenaraklostrinum í Qumran.
Hetta staðið, sum ivaleyst hevur
virkað sum ein og hvør annar
lærdur háskúli, har átrúnarliga
elitan hevur sent sínar synir, sum
ætlandi skuldi koma sær fram í
tempultænastuni.
Her á hesum staði er tann
reindyrkaða kommunisman upp-
staðin. Hon, sum tey fyrstu
kristnu, vit lesa um í Apostla-
søguni, bóru víðari.
Her var alt felags. Tann sum
kom í klostur her, skrivaði undir
uppá, at hann læt alt sítt til
felagsskapin. Tað var enntá
revsivert at halda nøkrum aftur
fyri hinum brøðrunum í klostr-
inum. Afturfyri fekk hann so alt
tað, honum tørvaði.
Men teir hava, sum rímiligt er,
verið aðrastaðni enn bara her í
Qumran klostirnum, hesir
essenarar. Samtíðar søguskriv-
arin, Flavius Josefus, metir, at
teir munnu hava verið einir 4.000
í tali tilsamans, so tað er greitt,
at bara her, vit nú standa, hava
teir ikki hildið til.
Og tað, sum vit hava fingið frá
Josefusi, Philo og apostlasøguni,
hava Deyðahavsrullurnar í ríki-
ligt mál lagt klárt fyri dagin.
Ein Gedi
Men her er ikki at dvøla, tí enn
eru vit ikki komnir meira enn
reiðiliga hálvan veg. Vit skulu á
Masada, sum liggur longri suð-
uri. Men fyrst skal steðgast í
oasuni Ein Gedi, og sjálvandi
skal eisini svimjast í Deyðahav-
inum.
Hinumegn havið, einastaðni
har inni í fjallalendinum jor-
dansku megin, liggur tann
óhugnaliga borgin Makerus. Her
yvir av staðnum, har Jóhannes
Doyparin hevur hildið til. Iva-
leyst hava teir sæð ljósini hjá
hvørjum øðrum. Og kanska
eisini tað óhugnaliga kvøldið, tá
hann varð hálshøgdur í kjallar-
anum har yviri einastaðni, og
høvdið borið á silvurfati til eina
unga dansarinnu, sum fyri at
gleða móðir sína kravdi av kongi
sínum, at hann skuldi gera so.
Vit sita á frálíka vallara-
heiminum í Ein Geddi og fáa
okkum ein kaffimunn saman við
vertinum, tá eitt geitafylgi kemur
framvið.
– Tær eru nógvar í tali, og
talið bara veksur, síðan tær
vórðu friðaðar, greiðir vertuirn
frá. So leggjast tær á alt, sum
grønt er. Og sjálvandi er urta-
garður okkara sera útsettur, tí
uttan fyri sjálva kibbutzina
veksur ikki so nógv. Vit hava
fingið okkum hund, sum hevur
einans uppgávu. At halda
geitunum burtur úr
urtagarðinum.
Har ganga tær og bíta alt, sum
eitt sindur grønt er. Ein fullvaks-
in bukkur, sum er heldur størri
enn flestu av hinum djórunum,
reisir seg upp á afturbeinini og
tekur nøkur bløð úr runnunum,
har standa.
Man tað vera soleiðis, tað er
farið fram, tá Ábraham knapp-
liga fekk ein veðr at offra í stað-
in fyri Ísak á sinni? Kanska kom
hesin veðrurin fastur í leitan síni
eftir føði millum greinarnar?
Hornini eru nóg stór til, at tað
skuldi borið til.
Vit fara oman at sjóvarmálan-
um og gera klárt at taka nøkur
tøk. Tað, sum mest umráðandi er
her, er at syrgja fyri ikki at fáa
vatn í eyguni. Tí tað svíður illa
og kann vera beinleiðis skaðiligt,
fáa vit at vita.
Sagt verður, at saltinnihaldið í
Deyðahavinum er eini 25 pro-
sent. So móti teimum fýra, sum
eru í Meðalhavinum, er hetta
øgiligt.
Her ber ikki til at søkka, og
tað dugdu jødisku fangarnir,
rómverski herhøvdingin og
seinni keisarin, Titus, stoytti
oman hinumegin vatnið, eisini at
gera sær dælt av.
Samanbundnir og leinkjaðir
løgdu teir høvdini afturá og róku
so við lotinum tvørtur um vatni
og upp á land hesumegin, her
teir flýddu niðan í fjallalendið.
Og rætt er. Tú flýtur sum ein
proppur og rekur veruliga við
lotinum, so neyðugt er rættiliga
at andøva fyri ikki at reka út á
vatnið.
Her gongur sjón fyri søgn. Tað
ber væl til at liggja og lesa her á
vatninum. Tað er bara hatta har
við andøvingini, sum skil skal
haldast á.
Kargar tykjast umstøðurna, beduinarnir liva undir her fram við Jerikovegnum
Tær kendu Deyðahavsrullurnar vórðu funnar í hesum holunum. Munkarnir hava lagt nógv fyri
til tess at goyma tær fyri óviðkomandi, og tað hevur eisini eydnast væl. Eini 2.000 ár lógu tær
púra ókendar her inni
Kanska kom offurveðrur
Ábrahams fastur soleiðis
millum greinanar?
C
M
Y
K
37
36