Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. desember 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003 11 10 Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003 SAMLEIKI Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com "Mest týðandi endamálið við einum nýggjum kritiskum ástøði er at máa støðið undan einari sterkari trúgv í okkara tíð um samfelagið og politikk, ið byggir á tankan um at "modernaða samfelagið" og "modernaður politikkur" skal skiljast út frá nationalstatinum, soleiðis at samfelagið skal javnmetast við eina nationala hugmynd um samfelagið" Ulrich Beck (heimskendur týskur sosiologur), 2003 til fyrilestur í Keypmannahavn Danski sosialstaturin er undir broyting, ið sjálvandi skapar eina stóra ósemju um virði, samleika og um nationalismu í dag. Men enn størri rák gera seg galdandi í dag, tí einstaki nationalstaturin er ikki longur ein sjálvstøðug eind. Ikki einans ES er ein veruleiki, men heimsumfatandi rák, ið boða alt frá stórum møguleikum til heimsumfatandi yvirgang. Men enn lata politikarar, sum um heimurin ikki er broyttur. Vit eru ávegis móti eini kosmo- politiskari heimsmynd og ávegis út yvir nationalstatin, meina kendir sosiologar sum hin týski Ulrich Bech, ið vitjaði herfyri í Keypmannahavn. Í Føroyum eru vit von við, at mentunarlig og politisk rák eru komin úr Danmark. Spurning- urin er í dag um (hvar og hvussu nógv) danski mentunarbardagin um m.a. fólkaskúlan, EU og flóttafólk kemur at ávirka fólk og mentan í Føroyum. Vónandi kemur globaliseringin at merkja, at føroyingar fara at leita út í heim og ikki síggja heimin gjøgnum danska mentan, sum teir enn gera í stóran mun, mangan uttan at vita hetta. Ríkisfelagsskapurin hevur sínar fyrimunir, men reint intellektuelt og eksperimentelt forðar ein løgin ótti okkum mangan, og skipanir annars í at taka upp samband við umheimin. Tað er lætt at lesa t.d. í Danmark, men syrgiligt, at ikki fleiri túsund føroyingar fyri nógvum árum síðani fóru til stóru londini rundan um okkum. Typiskt danskt Danmark er ein lítil national- statur, einaferð eitt stórt ríki, men í dag ein lítil, kroystur nationalstatur í Norðurlondum. Tað er avmarkað hvat gransking, mentanin og danskir fjølmiðlar hava av áhuga fyri útheiminum, og hvat áhuga umheimurin hevur fyri Danmark. Vit í Føroyum eru so fáment, at vit mangan eru noydd at svølgja, hvat danir borðreiða við t.d. innan tilfar á skúlaøkinum. Men hvat verri er, so vita føroyingar ikki veruliga, hvat teir lesa ella hyggja eftir í sjónvarpinum av donskum tilfari mangan. Hetta endar so við for- dómum og generaliseringum. Føroyingar siga so, at hatta er "typiskt danskt", har danir eru fólk sum liva ósømiligt, drekka øl allan dagin, skiljast fyri eitt gott orð, og duga ikki at syngja so frægt sum "Glædelig jul" uttanat. Tann stóri feilurin her er, at hesi fyribrigdi eru ikki "typisk" donsk, men eru eyðkenni fyri øll vesturlendsk lond, tí sekulariseringin hevur longu boðað eina einstaklinga- gerð, sum aftur hevur ført til eitt fjølbroytt samfelag, har nærum allar generaliseringar eru tápuligar. Føroyingurin sær tí "heimin" og "Danmark" gjøgnum eina misskiljing av Danmark, og heimin sær hann gjøgnum ein danskan optik og sensur. Hann heldur seg síggja danska mentan, og tá hann fær eyga á ein brølandi modernitet í t.d. Keypmannahavn, setur hann seg at generalisera og fordøma hetta "danska", so løgið sum tað ljóðar eisini finst í Oslo, Rom, Barselona og Los Angeles. Tað sum føroyingurin sær, ella heldur seg síggja, er modernað mentan, ið eisini er ávegis til Føroyar. Nationalstaturin og longur Føroyingar halda mangan, at danir ikki eru so tjóðskapar- sinnaðir, men hetta er ikki so. Danir hava sínar tjóðskapar- kenslur og national symbol, eins og føroyingar og onnur fólk. Nationalisman hevur havt stóran týdning í danskari søgu, og hon vísir enn sítt andlit í dag. Føroy- ingar hava mangan torført við at skilja danska mentan, tí hon tykist ikki vera ein eindarmentan og tí ein ikki serliga tjóðskapar- lig mentan, heldur føroyingurin kanska. Mangir føroyingar halda tjóðskap og mentan vera tað sama, hvat tað mangan gerst í Føroyum, ið er skeivt. Kekkiski nationalismu- granskarin Miroslav Hroch førdi fram, at nationalisman mennist í trimum fasum. Í Danmark sigur nationalismugranskarin Inge Adriansen og nationalismu- granskarar kring heimin, at stóra nationalistiska tíðarskeiðið er av. Brúkið av tjóðskaparligum symbolum er minkað. Vit eru longu í eini post-nationalari tíð. Ein slík tíð skapar eitt serligt kenslusemi og eina ræðslu, tí tá fólk kenna, at okkurt er um at ganga undir, gerst áhugin stórur at kanna og kanska varðveita hetta. Soleiðis byrjaði føroyska Tjóðskaparrørslan. Danmark fyrr og nú "Vit, sum liva í Danmark, hava eisini eitt Danmark í okkum. Okkara innara Danmarkarmynd kann vera meiri ella minni klár og fyri tað mesta minni klár, men vit kunnu ikki sleppa av við hesa mynd, hetta er eins ógjørligt sum at sleppa av við okkum sjálvi" Villy Sørensen 1997 Mentanarradikalisman stríddist í mong ár móti fólksligari nationalismu t.d. fyri frælsi fyri kvinnur og at upplýsa arbeiðara- stættina. Í 1968 er tað sama radikalisman, ella nýradikalism- an, ið vísir seg aftur. Onkur helt, at mentanarradikalisman er eins og danski prinsurin Hamlet — í dag eitt spøkilsi, ein hamur, sum tó fær skapt nýggjan anda og provokerar. Sviin Orvar Löfgren helt fyri, at nationalisman hevur eina al- tjóða mállæru, ella eina gramma- tik við bendingarmynstrum, ið broytist í ymiskum statum ymisk tíðarskeið. Í øllum londum mennast fast element, sum flagg, tjóðardagur, tjóðsangur og ymiskir partar av mentanini verða valdir fram um aðrar og ávísir partar av náttúrini verða eisini valdir fram um aðrar. Í so máta er Danmark einki undan- tak. Tað er ikki rætt, at samanbera Danska Ríkið í dag við tað fyri 100 árum síðani, tí hugtøkini um "Danmark" og um "Det Danske Rige" eru alt annað enn eintýdd, tí hesi hugtøk eru broytt gjøg- num søguna. Vit kunnu síggja, hvussu national symbol umboða ymiskar partar av mentanini, har ríkisvápn og vanligur skjaldra- merki broytast. Hvat er ein dani? Inge Adriansen skrivar í bókini: "Nationale symboler i Det Danske Rige 1830-2000", at national symbol mangan hálova einari stórari og ljómandi fortíð og royna at skapa eina væntaða eyðnuríka framtíð fyri tjóðina. Hesi symbol knýta eina meiri abstrakta kenslu av tjóðskapar- ligum samleika til okkurt meiri konkret. Hetta verður gjørt við myndum, sum kunnu binda tað individuella saman við tí kollek- tiva. Adriansen vísir á, at slík symbol lova ein søguligan kontinuitet, ið roynir at knýta saman fortíð, nútíð og framtíð. National symbol sigur hon, eru við til at geva innihald í tilveruna og skapar bæði persónliga og samfelagssamleikan hjá nógvum fólki. National symbol eru kollektiv savnandi "merki". National symbol eru "myndir" av nationala samleikanum, men sokallaðir samleikar eru ikki nakað vit ella danir eru føddir við, hetta broytist tí alsamt. Tjóðskaparligir samleikar eru mangan kollektivir og tí sterkt normativir. Men torført er at finna ein "samleika" í tjóðskaparligum symbolum eina, hetta er ikki nokk í sær sjálvum. Botnurin í tjóðskaparkensluni er tankin um at hoyra til ein bólk, har man leggur serligan dent á tjóðskaparligu mentanina, har hesi meina, at tað er serliga umráðandi at fasthalda hesi mentan. Og sentralt í hesi leið finst tankin um eina felags mentan og um felags uppruna, sum vit síggja feldan inn í symbol og sagdan frá í mytum. Tá vit spyrja, hvat er ein dani í dag, eru granskarar langt frá samdir og brúka nógvar ymiskar forkláringar til at skilja eitt so løgið, men livandi hugtak sum tjóðskaparligur samleiki. Her er munur á t.d. antropologum, sosiologum, søgufrøðingum, bókmentafrøðingum og filosoff- um, ið royna at fáa skil á hesum villiniskógi av hugtøkum, sum sløðast í kjalarvørRinum á stóra hugtakinum um nationalismuna. Fara vit fyrst ein túr til bók- mentafrøðina; kann Aksel Sande- mose siga okkum okkurt um danska mentan. Í bókini "En flygtning krydser sit spor" frá 1933 lýsti Sandemose; hvussu ljótur smábýurin kundi vera, við øvund og ósøgdu reglunum, ið skaptu eitt jagstrað sinnalag sum oyðileggur livikorini hjá øðrum menniskjum, sum vit síggja í boðunum: "Du skal ikke tro du er noget. Du skal ikke tro, du er lige så meget som os. Du skal ikke tro, du ved mere end os. Osv." Jante — ella tá eindar- mentanin hvarv Danmark var eyðkent av eini eindarmentan einaferð og tí av einum mentanarligum homo- geniteti, har fólk livdu í einum feudalum agrarfelagsskapi í øldir, ið skapti eina javnvág, har vitan og mentan vuksu fram, har tey fátæku heilt aftur í miðøld fingu part í felagsognum. Hetta skapti eitt sterkt gemeinschaft, har eisini kvinnan hevði ein sterkan leiklut. Hin síðan av hesum við at fólk eru eins, er at tey sum ikki passa inn ella fylgja virðunum hjá meirilutanum gerast offur fyri øvund, "middel- mådigheit" og hevndaratsøknum — hetta er Jantelógin. Neyðugt er at skilja logikkin handa hesa lóg, ið skal skiljast út frá hug- takinum um "avmarkað til- feingi"; hetta segði indiski antropologurin Kusum Gopal frá Cambridge University í eini samrøðu, eg hevði við hana í fjør í London. Hon meinar, at vit skulu duga at síggja, at í bónda- samfelagnum er ein kognitiv leið, ella undirstøði, ið treytar øll val í einum bóndasamfelag um tað so er um jørð, æru, respekt, vald, ríkidømi, vinalag og kærleika, tí man ger alt upp í "avmarkaðum tilfeingi". Hetta skapar ein tanka um ein ævigan mangul, tí í hesum samfelag finst ikki ein heimspeki um, at ágóðar og tilfeingi kunnu økjast, tí kann ein persónur ella ein familja bert gerast rík um onnur gerast fátøk. Hetta síggja vit seinni í sanginum hjá Grundtvig: "Langt højere bjerge", ið sigur nógv um fólksligu mentanina og danskan samleika. Her er moralurin tann, at onnur hava fingið fjøllini, meðan millum danir finst dagliga breyðið eisini hjá teim fátæku. Jantelógin var soleiðis einaferð ein roynd at fasthalda status quo, sum ein skipan av sosialum relatiónum, sum einaferð bar eina ábyrgdar- kenslu í barmi fyri teim minni mentu, men sum tíðin broyttist og fólkatalið við gjørdust samfelag, bygdir og smábýir ov smáir, fólk fluttu til størri býir og langt inn í ídnaðarkollveltingina livdi jantelógin víðari, men nú sum ein tramans óndskapur. Í Føroyum var eisini vanligt at geva einkjum fisk og mat. Tíðin vendir øllum á høvdið. Alt sum er álítandi smeltar, segði Karl Marx, ið ikki er skeivt, men tað var ein klassiskur feilur hjá Marx, at halda, at tilfeingi ikki kunnu økjast, bert fordeilast betri, tí taka vit t.d. eitt teldu- forrit sum Windows, so er hetta ein vøra, men ein "immateriel" vøra, hvørs nøgd kann økjast í tað óendaliga. Við modernitet- inum hvarv feudalsamfelagið, men tankin um, at alt var avmarkað var verandi. Tað er sjálvandi tørført at siga, at Jantelógin er serliga donsk, tí hon er kend um allan heimin. Pierre Bourdieu skrivaði, at kjarnin í einari óskrivaðari lóg ella doxa, best sæst tá hetta verður samansett við eitt annað meiningsfelt. Mentanir eru ikki homogenar heildir, men verða skaptar í mun til onnur, tí er definitiónin uppá "danskleikan" ofta sædd í mun til útlendingar í dag sum verða settir fram sum vandamikil fólk. Danski granskarin Hans Hauge nevndi í bókini kallað: "Post- Danmark — Politik og æstetik hinsides det nationale" frá 2003, at: "Nationalstaturin Danmark er eitt tómt hylki, í hesum hylki er ein kjarni, men hesin kjarnin er longu globaliseraður. Sjálvt um hetta er so, royna teir flestu politikarar at lata sum um nationalstaturin enn er ein veruleiki." Hetta er tað sama sum Ulrik Beck tók til herfyri á einum fundi í Keypmannahavn, at samfelagsvísindin var hertikin av tankanum um tað nationala. Hann meinar, at mest týðandi endamálið við einum nýggjum kritiskum ástøði er at máa støði undan einari sterkari trúgv í okkara tíð um samfelagið og politikk, ið byggir á tankan um at "modernaða samfelagið" og "modernaður politikkur" skal skiljast út frá nationalstatinum, soleiðis at samfelagið skal javnmetast við eina nationala hugmynd um samfelagið. Danskheit og donsk mentan eru flótandi støddir, sum serliga í hesum døgum broytast. Ulrik Beck: "What is Globalisation" 2002 "Ud Over Nationalstaten — Hen imod et kosmopolitisk verdensbillede" Lettere International Nov. 2003 Inge Adriansen: "Nationale symboler i Det Danske Rige 1830- 2000". 2 bd. 2003 Kusum Gopal: Paper presentera í London á UCL 2002. Danski sosialstaturin undir broyting Donsk ósemja um virði, samleika og um nationalismu í dag. Sætti partur Danmark er ein lítil nationalstatur, einaferð eitt stórt ríki, men í dag ein lítil, kroystur nationalstatur í Norðurlondum Mynd: Jens Kristian Vang Føroyingar siga so, at hatta er "typiskt danskt", har danir eru fólk sum liva ósømiligt, drekka øl allan dagin, skiljast fyri eitt gott orð, og duga ikki at syngja so frægt sum "Glædelig jul" uttanat Savnsmynd C M Y K 39 38