leygardagur 6. desember 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 6. desember 2003
41
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Vit høvdu eitt lítið elektriskt
orgul, sum eingin dugdi at spæla
uppá. Tað hevur savnað dust til
nú, áhugin er vaksin eitt sindur.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Byrjaði at spæla trompet, tá eg
var 9 ára gamal. Skifti seinni til
eina alt-saxofon, sum eg spældi
uppá í nógv ár. Nú er tað kassa-
gittarin.
Syngur tú undir brúsuni?
– Tað plagi eg ikki at gera. Tað
kann koma fyri, kanska ein
leygardag, áðrenn man fer í bðin.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Droymdi øll barnaárini um at
gerast besti saxofon-spælari í
Føroyum. Tað er nú dottið niður-
fyri. Eg havi annars ongantíð
droymt um at gerast tónleikari.
Tað hevur altíð verið eitt ítriv,
sum hevur fylt ein part av frítíð-
ini.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Tónleikur hevur nógv at siga.
Fyri meg verður tónleikur settur í
bás beint aftaná svøvn og mat.
Eg vil helst ikki vera honum fyri
uttan. Hann hevur eina ótrúliga
ávirkan á sinnið.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Ikki so nógvar. Beiggi mín
hevur altíð keypt fløgurnar, og
nú, hann er fluttur heimanífrá,
hevur hann tikið allar fløgurnar
við sær og nakrar av mínum við.
Annars eigi eg eini 80-100
fløgur.
Hvør er tín yndisfløga?
– Í løtuni lurti eg nógv eftir
nýggju fløguni hjá Radiohead,
Tim Christensen og svenska
popp-orkestrinum Motorhomes.
Annars verða báðar fløgurnar hjá
Coldplay spældar minst einaferð
um dagin.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Tað má vera mínar tvær fyrstu
fløgur, sum eg fekk frá mammu
míni. Onnur var av Kriss Kross
og hin av Poison.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Veit ikki rættiliga. Skúlin er
liðugur, Flippan og allir hasir
føroysku barnasangirnir nytta
sum heild ikki nógv.
Hvør er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Tað má vera Poison - ella
onkur rotin føroysk stakfløga,
sum eg havi fingið.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Something hjá Beatles. Hann
er besti kærleiksangur nakrantíð
og riggar væl til karaoke.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Beatles er altíð gott. David
Gray er eisini góður, kanska
Oasis, men annars kann techno-
tónleikur seta huglagið, áðrenn
man fer í bðin, hóast techno ikki
sigur mær tað stóra.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Sunnumorgun, hvat er tað?
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Tað kann ikki vera nógvur
tónleikur, sum beinleiðis fær
meg í ringt lag, men dansitón-
leikur og sálmar, sum snúgva seg
um deyða og pínslu, hjálpa ikki
beinleiðis upp á lagið. Og so
hasir barnasangirnar, sum man
vaknar av hvønn morgun, puha!
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Tað eru ikki nógvir, sum kunnu
tað, men kanska eitt lag hjá
Justin Timberlake ella okkurt
disko-lag.
Hvør er tann fyrsti sangurin,
sum tú minnist teg dáma?
– Final Countdown hjá Europe
dámdi mær væl, og We are the
World, sum amerikanskir tón-
leikarar sungu fyri afrikanum.
Minnist ikki, hvør av teimum
kom áðrenn.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tað má mamma gera av.
Hvør er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Má viðganga, at eg ikki havi
verið til so nógvar. Tað má vera
okkurt hjá Frændum, tá teir vóru
í hæddini.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Annar av Gallacher-brøðrunum
úr Oasis. Teir vóru stór idol tann
tíð, tað var. Annars Paul
McCartney, tað hevði ikki verið
so galið.
Finnur Jensen, tónleikari
og tíðindarødd á Rás 2
12
Sosialurin Nr. 233 - 6. desember 2003
„BOG FORUM er en skan-
dale. Bog Forum er en for-
brugerbegivenhed..." Soleiðis
byrjar danska tíðindablaðið In-
formation sína serútgávu um
bøkur. Bog Forum er tann
stóra bókastevnan sum á
hvørjum ári verður hildin í
Forum í Keypmannahavn. Eg
havi illgruna um, at Informa-
tion leggur so hart út mest av
øllum fyri at skelka lesaran -
fanga hann inn í sín til tíðir
illa atkomandi bókaheim, tí
seinni skriva teir: „Men det er
ikke det hele: For bogen er vel
en messe værd? Síðan koma
40 síður bara um bøkur.
Bog Forum er typisk fyri
okkara tíð - alt skal marknað-
arførast nakað so dyggiliga
fyri at hava tilverurætt - eisini
bókin. Sanniliga kann nógv
negativt sigast um hesa sølu-
stevnu, men eg haldi tó kort-
ini, at hon sum heild er eitt
spennandi tiltak, og tað munnu
nógv onnur við mær halda, tí
har er altíð so pinna pakkað av
fólki - ein av negativu síðun-
um.
Tað sum ger Bog Forum so
spennandi, er breiddin av evn-
um, sum verða tikin upp. Á
næstan eini og hvørjari sølu-
stevnu annars, er bara eitt evni,
um talan er um eina fiska-
stevnu, so er tað altso nokko
avmarkað, hvussu víða um ið
annars verður komið. Á bóka-
stevnuni harafturímóti eru evn-
ini óendalig, alt frá fiski til
lívsins innastu eksistentiellu
spurningar, tí bøkur kunnu jú
snúgva seg um hvat sum helst.
Eingin kann siga, at tað er
keðiligt á hesi stevnuni, tey
vitjandi kunnu fara at lurta
eftir rithøvundum sum brenna
fyri mongum og hvørjum,
møguleikarnir fyri íblástri eru
næstan ótroytiligir.
Eg var á bókastevnuni í tveir
dagar, tveir spennandi men út-
lúgvandi dagar - nógvur larm-
ur, trokan, ring luft og fjøl-
miðlakæti. Eftir eina viku í
Keypmannahavn, gekk leiðin
aftur til Suðursponsku bygdina
Monachil, har vit búgva.
Tað var eitt undarligt upp-
livilsi at fylgja Freyju oman í
bygdaskúlan bara eitt døgn
eftir at hava verið partur av tí
østa stórbýarlívinum, har tað
mesta snýr seg um „image"
ella ímynd. Frá tí yvirsmarta
og til tíðir rættiliga tilgjørda,
stóð eg í skúlagarðinum saman
við øllum hinum mammunum
(kynsskipanin her er rættiliga
siðbundin, so í skúlagarðinum
eru sjáldan nakrir pápar), og
tað tóktist onkusvegna heilt
surrealistiskt. Nógv varð
prátað, tí tann 19. desember
skulu genturnar sýna fram sýni
flamenco kynstur á palli, reytt
klæði skuldi keypast at seyma
kjólarnar úr, kjakið snúði seg
um, hvussu best var at seyma
kjólarnar, og um hvussu nógv
ið klæði mundi fara at kosta, tí
áðrenn hósdagin skuldu vit jú
eisini gjalda 10 euro til kopi-
maskinuna, sum skúlin hevði
keypt uttan at hava tryggjað
sær fígging til hana framman-
undan.
Í skúlagarðinum vóru eingi
mótaklæðir, eingir høgir hælir
ella tilgjørd og vælsminkað
brøgd - eg kendi, hvussu eg
ikki heilt megnaði at umstilla
meg frá tí ørkymlandi, ofta
grunna stórbýarhugburðinum
og til hetta jarðbundna, men
sera veruliga og viðkomandi
huglagið.
Tað er mær ein ótømandi
kelda til undran og íblástur, at
heimsins mentanir og lívs-
verðir kunnu vera so fjøltátt-
aðar, hóast tað at menniskju
um allan heim helst allarinnast
inni eru so eins.
Bog Forum og skúlagarðurin í Monachil
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Durita Holm, durita75@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Tabor Toftir
Dekoratiónskvøld.
Lutaseðlar og Rís’alamande.
Vit møtast kl. 18.00 at gera dekoratiónir.
Øll eru hjartaliga vælkomin!!!
-tað
loysir seg
C
M
Y
K
41
40