leygardagur 6. desember 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 233 - 6. desember 2003
Nr. 233 - 6. desember 2003
43
Finska Aðalkonsulatið
Finskur tjóðardagur 6. desember
Stuðul
Í sambandi við, at finskur tjóðardagur er tann 6.
desember, ber til hjá einstaklingum og feløgum at
søkja um stuðul og vinnulig,mentanarlig ella ítrótt-
arlig tiltøk og verkætlanir. Samlaði stuðulin, ið latin
verður, er kr. 25.000.
Umsókn saman við einari lýsing av tiltakinum/verk-
ætlanini kann sendast til:
Finska Aðalkonsulatið
Hoyvíksvegur 74
100 Tórshavn
Poul Michelsen
Sjúkrarøktar-
frøðingur til
A2 føðideildina
Á føðideildini A2 er fulltíðar fast starv sum sjúkra-
røktarfrøðingur í skiftandi vaktum leyst til setan 1.
januar 2004 ella eftir avtalu.
A2 er ein deild við plássi fyri 12 mammum við børn-
um, 4 barnakonum og einari neonatalari eind, har
vit royna, at hvørt einstaka barnið saman við for-
eldrum fær so góða byrjan sum gjørligt í lívinum.
Deildin er spennandi við nógvum avbjóðingum,
tvørfakligum samstarvi,góðari upplæring,undirvís-
ing, og hon hevur tilrættislagda innleiðsluætlan. Á
deildini eru royndir og virknir starvs-felagar.
Førleikakrøv:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• faklig vitan og royndir
• góð samstarvsevni
• fleksibul og kreativ/ur
• røkjuskapur
• hug til tvørfakligt samstarv
• vil søkja mennandi avbjóðingar
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Upplýsingar um starvið:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Sólfríða Helmsdal, virkandi deildarleiðara, telefon
31 35 40, lokal 167 ella til Ceciliu Vestureið, leiðandi
sjúkrarøktarfrøðing, lokal/kallara 499 ella e-post
ceci@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 23. desember 2003 kl. 12.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum e.l. skulu sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
7 persóna bilur
til sølu
Ein sera væl hildin og væl útgjørdur Honda Stream
1,7 til sølu. Bilurin er frá nov. 2002 og hevur koyrt
14.000 km.
Prísur kr. 210.000,-
Tlf. 214321
Lýsið
við
brúktum
bilum
Nissan Patrol
til sølu
2.8 TD S 3D Van,árg.1999,grønur,sentrallás,el rútar,
el spegl, 60.000 km, kr. 190.000,-
Tlf. 315662 ella 261458
Sjúkrakassalimir í Nes
Sóknar Sjúkrakassa
Sagt verður frá, at gjaldshátturin er broyttur frá
mánaðarliga til kvartalsliga.
T.v.s.at limagjald kr.600,- verður at rinda ávikavist
í januar, apríl, juli og oktober mánaði.
Mint verður á, at eftirstøðan fyri árið 2003 eigur
at verða goldin nú.
Teir limir, ið ikki hava valt lækna, og tey, ið ynskja
at skifta lækna frá 1.januar 2004,skulu siga frá nú
ella í seinasta lagi 19. desember 2003.
Nes Sóknar Sjúkrakassi
620 Runavík – Tlf. 448129
Almennur fyrilestur
um ADHD/DAMP
og autismu
Í samband við ár teirra brekaðu heldur Christopher
Gilberg, professari, almennan fyrilestur við heitin-
um »Eitt barn í hvørjum flokki – um ADHD, DAMP
og autismu« í Læraraskúlahøllini
týskvøldið 9. desember kl. 19.30
Christopher Gilberg er professari í barna- og ung-
dómspsykiatri við lærda háskúlan í Gøteborg og
heimskendur sum granskari innan sambandið ímill-
um heilafunktión og atferð.
Øll eru hjartaliga vælkomin, men fyri at nevna nøk-
ur, so hugsa vit um foreldur, lærarar, pedagogar,
starvsfólk á barnadeildini og psykiatrisku deild,
starvsfólk í Sernámsdeplinum, kommunulæknar,
heilsusystrar, starvsfólk á Almannastovuni, starvs-
fólk á sosialinum deildum í kommununum, barna-
verndarlimir og lesandi.
Felagið MBD/DAMP
v. Báru Johansen
Autismugransking
v. Ásu Ellefsen og Honnu Kampmann
Bilur til sølu
Nissan Patrol, grønur, 5 hurðar, diesel,
árg. mai ‘99, el-rútar, krók, 7 setur, leður,
koyrt 80500 km, heillakeraður í september ‘03.
Vinarliga ring 227321
best eftir kl 18.00
Húsavørður søkist
Hjálp....Okkara fitti húsavørður gevst at arbeiða
hjá okkum, og tískil hava vit brúk fyri einum
øðrum fittum húsavørði at starvast hjá okkum
frá 1. februar 2004.
Í Sankta Jósefs barnagarði er eitt starv sum húsa-
vørður leyst at søkja 25 tímar um vikuna. At starv-
ast sum húsavørður í einum barnagarði er eitt sera
fjølbroytt og spennandi starv.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar. Ein av upp-
gávunum er at halda økið kring barnagarðin viðlíka
og annars alt fyrifallandi arbeiði. Vit vænta av um-
søkjaranum, at hann er tolin og góður við børn.
Um hetta hevur tín áhuga, so eru tygum vælkomin
at søkja starvið. Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Louisu Smets, leiðara, á tlf. 312854.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 17. desember 2003 og sendast til:
Sankta Jósefs Barnagarður
Att. Louisa Smets
Varðagøta 12
100 Tórshavn
Skrivstovufólk til
Tofta skúla
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Tofta skúla at
arbeiða hálva tíð.
Arbeiðið umfatar alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Umsøkjarin skal hava royndir í skrivstovuyrkinum,
duga væl føroyskt og duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið verður at seta 15. jan. 2004, ella eftir nærri
avtalu.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
skúlastjóran Maritu Dalsgaard, tlf. 447332.
Løn:
Sambært sáttmála ímillum Starvsmannafelagið og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Skrivlig umsókn, saman við upplýsingum um út-
búgving, royndir og møguligum viðmælum, skal
verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi
týsdagin 30.12.03 kl. 12.00.
Nes kommuna
Dagrøktari søkist
Søkt verður eftir dagrøktarmammu í tíðaravmarkað
starv
frá 1. januar – 01. juli 2004
Løn sambært sáttmála.
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi
í seinasta lagi 18. desember 2003 kl. 15.00.
Áhugað kunnu venda sær til Dagrøktarleiðaran á
tlf. 214950.
Umsóknin skal sendast til:
Fuglafjarðar kommuna
Postbox 30 · 530 Fuglafjørður
Limafundur hjá
Listafólkasambandið Føroya
9. desember kl. 17.00, verður fundur fyri limum í
limafeløgunum hjá LISA.
Fundurin verður í komuhøllini hjá Listasavnið
Føroya.
19. februar 2004 er freistin fyri umsóknum um
starvsløn hjá Mentanargrunni Landsins, í hesum
sambandi verður skipað fyri fundi har nevnd
Mentanargrunsins og starvslønarmóttakarar eru til
staðar og greiða frá royndum sínum. Eisini verður
høvi at koma við spurningum.
Boðið frá luttøku
á tlf. 320197 og 264831
www.sosialurin.fo
Útibarnagarðurin
í Miðvági
søkir við hesum eftir
1 pedagogi á 40 t.
til Útibarnagarðin í Miðvági, at byrja 15. jan. 2004
ella eftir nærri avtalu.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
leiðaran á tlf. 223429 ella 333738.
Umsóknir vera, saman við upplýsingum um
útbúgving, royndum møguligum viðmælum, at
senda til Miðvágs kommunu, 370 Miðvágur.
Kommunan skilar sær rætt til, um ikki nøktandi
umsóknir eru, at lýsa starvið av nýggjum.
C
M
Y
K
43
42