Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 112 — 18. JUNI 1998 tíðindablaðið sj + Anfinn Kallsberg, lógmaður: Bankin verður ikki privatiseraður nú — Tað er einki loyndarmál, at Fólkaflokkurin vil privatisera Føroya Banka, men tað er eingin politisk orðing í samgonguni um málið, sigur lógmaður DAGNY JOENSEN Tað var ikki heilt rætt, sum nevnt í Degi og Viku týs- kveldið, at Føroya Banki skal privatiserast, sigur løg- maður. — Vit hava ikki nakrar ætl- anir um privatisering. Tá eg varð spurdur um hetta í SvF, kom tað av, at vit tosaðu um uppskot um privatisering, sum Fíggingargrunnurin gjørdi í 1995, og sum árs- frågreidingin i Føroya Banka endurtekur i år, men tað verður ikki her og nú, sigur løgmaður. Ætlanin er kortini at skipa eina spakuliga útslúsing, sum Anfinn Kallsberg tekur til. Politiskt er eingin orðing um bankan í samgonguni, og tí skal málið viðgerast í Tinganesi, áðrenn nakað verður broytt. Politisk viðgerð vantar - Um árslok yvirtekur Landsstýrið Fíggingar- grunnin, og tá verður neyð- ugt hjá Landsstýrinum at tosa um framtíðar ætlaninar hjá Føroya Banka, sigur løgmaður. Aður var bankin bundin av teimum avtalum, sum danir gjørdu við Landsstýr- ið, men nú er henda bind- ingin burtur. Landsstýrið fer tí at end- urstovna Fíggingargrunnin og góðkenna nýggja reglu- gerðina fyri grunnin. — Bankastjórin heldur, at tað hevur verið gagnligt fyri virksemið, at limirnir í Fíggingargrunninum ikki hava verið politiskt valdir. Fer Landsstýrið at velja nýggju limirnar politiskt? — Spurningurin er, hvussu óheftir limirnir hava verið, av tí at Landsstýrið valdi tveir og danska stjórnin tríggar limir, sigur Anfinn Kallsberg. — Eg hugsi ikki, at tann broytingin verður so stór. Fíggingargrunnurin eigur Føroya Banka, og limirnir í grunninum hava valt nevnd- arlimirnir fyri bankan. Broytingin er bert, at nú skal Landsstýrið einsamalt velja allar fimm limirnar í Fíggingargrunnin. Landsstýrið kann broyta vidtøkurnar fyri grunnin, men tað er ikki politiskt tik- ið stóðu til tann spurningin í samgonguni.. — Av tí at Landsstýrið skal velja limirnar í Fíggingar- grunnin, so verður talan um politiskt val, men umvit fara at brúka grunnin til at egna fyri ávísar floksfelagaðar, vænti eg ikki. Fyrst og fremst fara vit at velja kvali- fiserað fólk, sum hava skil fyri bankamålum i grunnin, sigur Anfinnur Kallsberg. — Landsstýrið fer at velja teir fimm nevndarlimirnir i Fíggingargrunninum, men lógmaður væntar ikki, at teir fara at brúka grunnin til at egna fyri ávísar floksfelagar sigur Anfinn kallsberg Framtaksgrunnurin føroyskur 1. januar 1999: Storar broytingar i Framtaksgrunninum Framtaksgrunnurin hevur verið í andróðri frá byrjanini. — Tað er ikki endamálið við slíkum grunni, sigur lógmað- ur, sum við árslok yvirtekur grunnin, velur nýggja nevnd og broytir viðtókurnar DAGNY JOENSEN Sverri Hansen, formaður í Framtaksgrunninum er hugagóður, nú grundkapi- talurin í grunninum veksur úr tveimum mió. krónur í 101 mió. krónur. Hann veit annars ikki meir um málið enn tað, sum hevur verið frammi í tíð- indunum, og hvussu grunn- urin verður skipaður fram- eftir. Tað veit Anfinn Kalls- berg, løgmaður. Hann sig- ur, at danir og føroyingar settu eina mió. krónur í part, umframt at báðir partar lántu 99 mió. krónur og settu í grunnin. Danski staturin hevur nú konvertera sín part av kapi- talinum soleiðis, at nú er all- ur lánspeningurin eginpen- ingur í Framtaksgrunninum. Vinnurekandi grunnur — Verður grunnurin nú skrásettur sum vanligur vinnurekandi grunnur? — Samgongan skal við- gera málið. Áður var tað løgmaður og danski forsæt- isrådharrin, sum varaðu av grunninum. Formliga hevur løgmaður nú ábyrgdina og stendur einsamallur fyri honum fyribils. — Nú verða vidurskiftini í grunninum broytt soleiðis, at hann verður rikin sum vanligur grunnur, og undir vanligum eftirliti í Fgroy- um. Helst verður hann lagd- ur út til ein landsstýrismann - antin vinnumál ella fiski- vinnumál, sigur løgmaður. — Viðtgkurnar verða broyttar nú føroyingar fáa fult ræði á grunninum. Hann verður tillagaður før- oysk viðurskifti og eftir tí, sum politiski viljin vil. --Framtaksgrunnurin verður skipaður við før- oyskari leiðslu og ábyrgd. Tann myndugleiki, sum fær politisku ábyrgdina av hon- um, skal eisini manna grunnin formliga. Vidtøkurnar broytast — Verður endamálsgreinin broytt? — Ja, tað verður hon. Hig- artil hevur hann verið undir felags danskari og føroysk- ari ábyrgd. Nú forsætisráð- harrin er farin burturúr, er bert løgmaður eftir. Møguliga fer løgmadur eisini burturår, og helst verða heimildirnar lagdar til tann = landsstyrismannin, sum fær ábyrgdina av grunninum. — Framtaksgrunnurin var ikki væl umtóktur, tå hann kom. Verður virksemið broytt munandi frameftir? — Grunnurin hevur verið í andróðri síðani hann kom. Einki endamál er við slíkum grunni, um hann ikki fær ar- beitt, men tað fara vit vón- andi at broyta frameftir, sig- ur Anfinnur Kallsberg, sum væntar, at nýggi Frataks- grunnurin verður liðugt skipaður á nýggjárinum. Sverri Hansen, formaður í Framtaksgrunninum. Sam- bært viðtókunumstendur formaðurin fyri vali hvørt ár % Jórn Astrup Hansen, bankastjóri sigur, at yvir- tókan av Fíggingargrunn- inum onga ávirkan fær á virksemið í bankanum DAGNY JOENSEN Tað fær onga ávirkan á bankavirksemið, at Lands- stýrið hevur yvirtikið Fígg- ingargrunnin, sum eigur Føroya Banka. Jørn Astrup Hansen met- ir, at einasta týdning broyt- ingin hevur er, at nú skal Landsstýrið einsamalt velja limirnar í grunnin, sum síð- ani velur limir í nevndina fyri bankan. Óheftir nevndarlimir Áður vóru tveir limir vald- ir av Landsstýrinum, og danska stjórnin valdi tríggj- ar limir í grunnin. Nevndin, s um í dag situr, er vald í apríl 1998, og verð- ur, um einki annað hendir, sitandi til apríl næsta ár. Tá Fíggingargrunnurin varð stovnaður í 1992, varð hildið meira gagnligt at lim- irnir ikki vóru politiskt valdir. Tað hevur virkað væl, sig- ur bankastjórin, men um stýrið fyri bankan nú skal veljast politiskt, veit Astrup Hansen ikki. Hann væntar tó at arbeiðsgongdin í bank- anum verður sum higartil. Jórn Astrup Hansen, bankastjóri: ææ |- Á UU me Ein nattúrlig = = avleiðing — Tað hevur altíð verið ætlanin at Figgingargrunnurin bert skuldi virka fyribils, og núú hevur Landsstýrið einsamalt avgerðarrættin, sigur bankastjórin Herálvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni Hans Johs. á Brúgv, stjóri á Faroe Seafood Eyðfinnur Jacobsen, advokatur Jogvan Sundstein, statsaut. grannskodari Vibeke Larsen, rikisumbodsmadur Annika Joensen, leiðari á Ferðaráði Føroya Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling Peder T. Haahr, stjóri á Royndarstødini Jú, tey eru millum teirra, sum skriva í mánaðarblaðið FÆRØERNE - eitt nútímans blað á norðurlendskum stigi, ið viðger føroysk viðurskifti, so sum búskap, fiskivinnu, fiskiidnad og annan ídnað, fiskaaling, olju, samskifti, skúlaskap o.s.v. Tað kostar 240 kr. um árið at halda FÆRØERNE, og tú gerst haldari við at rinda gjaldið inn á konto útgevarans í einum av føroysku peningastovnunum, ella vid at ringja ella faxa til okkara So einfalt er tað at kunna fylgja við... FØR-DAN Lindholmvej 20, DK 6710 Esbjerg V, Tlf. 75 15 25 11, Fax 75 15 77 11, Mob. 21 65 65 86