Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ge ferðafólk út í Stakkin — Vit hava fingið ein nýggjan og betri kassa, so ferðafólk sita betri og trygg- ari, tá ið tey verða sjórðaði út í Stakkin. Atløguplåssini báðumegin eru eisini betri, sigur Birgir Davidsen, kassameistari í neyndini fyri Stakkin FRANTS JENSEN 23. maí í ár varð tann nýggi kassin at sjórða fólk út í Stakkin tíkin í nýtslu. Tað var ein lítil bólkur av døn- um, sum fyrst royndu nýggja kassan Kassin er nakað størri Benkur eru á hvgrjari síðu á kassanum, og ein stong er sett mitt í, so fólk kunnu sita og halda sær í, meðan tey fara teir umleið 58 metrar- nar frá fastlandinum yvir í Stakkin og øvugtan veg, sigur Birgir Davidsen, sum er i trimannanevndini fyri Stakkin Í kassanum, sum var áðr- enn, høvdu fólk ikki benkur at sita á ella stong at halda sær í. Nýggi kassin er eisini fluttur nakað upp í mun til strongin. Ferðafólkini sita tí á linju ella omanfyri strong- in. Hetta ger tað bæði trygg- ari og lættari at hála ferða- fólkini innaftur á fastlandið Hallið millum fastlandið og Stakkin er umleið!7 metur. Út í Stakkin, sum er 133 metrar høgur, er ti eing- in trupulleiki at koma - tá er undanbrekka. Tá ið ferð- afólkið skal innaftur á fast- landið eru eini fimm hjálp- arfólk, sum við eini langari línu draga kassan við fólki- num innaftur Góðkendur av Arbeiðseftirlitinum — Ætlanin hjá okkum hevur allatíðina verið at fáa kassan góðkendan. Tí hava vit eis- ini tosað við Arbeiðseftir- litið, og teir hava góðkent kassan og strongin. — Vit vilja hava hetta í lagi, um vit framhaldandi fara við ferðafólki út í Stakkin. Arbeiðseftirlitið hevði okkurt at siga um gamla kassan, men hetta er alt rættað við nýggja kassa- num — Vit hava eisini gjørt at- løguplåssini betri, so tað er lættari og tryggari hjá fólki at koma í kassan og úr hon- um aftaná. Um tung fólk vóru í kassanum, hevði hann hug at botna, men tað ger nýggi kassin ikki. — Nú er alt í lagi við stronginum, kassanum og atløguplåssunum, og eg trúgvi ikki, at tað er neyðugt at gera meir við hetta í mín- ari livitid, sigur Birgir. Tilsaman hevur Stakkurin ofrað umleið 30.000 krónur fyri at bøta og betra um- stødurnarm at koma til og frå Stakkinum. ut Ferðafólk, sum í ár fara út i Stakkin, fáa eisini eina eyka uppliving, sum ferðafólkini í fjør ikki fingu. Tveir horn- aseyðir og seks ær vórðu Nr. 112 — 18. JUNI 1998 sleptar út síðsta heyst og hava gingið allan veturin. Meðan ferðafólk er á Stakk- inum verður seyðurin tó stikadur inni á heimarapart- inum av Stakkinum. Triðja hvert år er Stakkurin frið- aður fyri seyð — Tað hevur eisini verið rættiliga nógvur fuglur at sæð í Stakkinum í ár. Fleyg- ingin hevur tó ikki givið so nógv tey síðstu árini, men kanska tað fer at vera betri í ár. Stakkurin hevur annars keypt sær nakrar fleyging- arstengur, sum skulu liggja fast úti í Stakkinum, og sum eigarnir kunnu nýta. Á hendan hátt nýtist hvør ein- stakur ikki at hava sína stong liggjandi. Krevjandi fyri (hendingar Í fjór vórðu tríggjar ferðir gjørdar út í Stakkin við ferðafólki. Umleið 100 fólk vóru við á hvørjari ferð. Higartil í ár eru tvær ferðir gjørdar, og báðu ferð er nýggi kassin nýttur. Á fyrru ferðini var bara ein lítil bólkur á umleið 15 fólk, men á seinnu ferðin vóru 80 fólk við. Tað hava verið útlendingar í báðum fórum. — Tað er ikki eins lætt at fara við útlendingum út í Stakkin. Fyri útlendingum vísir tað seg at vera meir krevjandi. Sjålvt um vit hava gingið spakuliga við teimum. Og tað at fara nið- uraftur av Skoradalsheyg- num móti Stakkinum, vísir seg at vera trupult hjá ngkr- um. Tvær afturat í ár Tvær ferðir við ferðafólki út í Stakkin verða afturat í ár. Tær eru lagdar at vera 12. og 26. juli. — Tá ið vit fara avstad, Ferðafólk verða sjórðað teir 58 metrarnar yvir í Stakkin. Bara tveir persónar sleppa í kassan hvórjaferð og tí gongur ein góð løta til øll eru komin yvirum (Myndirnar eru tiknar av fyrstu ferðini í fjór, og er hetta tí tann gamli kassin vit síggja). (Myndir: Frants Jensen) mugu vit vera einir 15 - 20 ferðaleiðarar við á ferðini. Hetta eru staðkend fólk úr Tjørnuvik og onkur úr Vík. Tað ber ikki til hjá hesum fólkinum at gera fleiri ferðir hvørt ár, og tå ið komið er inn í august er so nógv hoygging, at ikki ber til hjá fólki at ríma frá. Lýst verður nærri seinni, hvar ein kann boða frá lut- tóku, um ein ynskir at sleppa við. Hvør ferð kostar 250 krónur og tá er eisini ein máltíð í bygdahúsinum í Tjørnuvik aftaná túrin í Stakkinum íroknað prísin. Borðreitt verður við før- oyskum viðskera. åvegis út í Stakkin. Sjál ferðin or em natturuupp á , , living. Av Skoradalsheyg num kann ein sum her síggja vestur á Myling og vendir em sær eystureftir j 3 p sær ein bæði Risan og Kellingina