Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juni 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOsS2alúrfn Nr. 112 — 18. JUNI 1998 elagið Streymur i Hvalvik nes: nevur í eima ig1ð meir ella minni í stilli. Men nú tikist rákið at og tað rekur rætt- I tíðina, eins og undalagnum a nakað fyri at fáa lív í felagið aftur, sig- ur Jákup Hansen, sum í vet- ur varð valdur til formann í Streymi — Felagið verður 20 ár nú í ár, og hetta hildu vit vera eitt gott høvi at fáa høli til felagið Sum hugsað so gjørt. Fyri umleið einum mánaði síðani keypti felagið eini eldri sethús mitt í bygdini fyri 200.000 krónur. Húsini eru gjørd í stand innan, men uttan er næstan einki gjørt Ci Jákup sigur, at húsini eru ætlað sum eini hús, har fólk- ini á staðnum hava møgu- leika at koma inn og taka * eftir stovnanina Eftir 20 ár uttan egin hóli hevur ítrótarfelagið Streymur nú keypt egin hús. Streymahúsið skal fyrst og fremst nýtast sum eitt hús, har bygdafólkið skal savnast lut í tí, sum bjóðast inni í húsinum. Streymahúsið verður á ein hátt sum eini bygdarhus. Millum annað verða ymisk spøl inni í hús- inum, og tað verður møgu- leiki at hugna sær á ymiskan hátt. Eisini er parabolur í húsinum, so til ber at síggja nógva ymiskar rásir. Nú stevnan verður í bygdini, er til dømis møguleiki at síggja HM-fótbólt allar dag- arnar í Streymahúsinum Báðar feroyæ meistarnar Ítróttarfelagið Streymi er virkið í tveimum íttróttar- greinum. Hetta eru ikki nakrar stórar ítróttargreinar í Føroyum, men liminir hava rættiliga klára at gera vart við seg innan henda ítróttin. Í borðtennis hevur Streymur føroyameistaran bæði hjá monnum og kvinn- um, og í talvi hevur besta úrslitið verið nummar tvey eitt árið. Kappróðurin er skipaður í Hvalvíkar/ Streymnesar Róðrafelag (HSR) Jákup Hansen er sjálvur føroyameistari í borðtennis hjá monnum bæði í single og dobbel. Hetta heitið hev- ur hann havt tvey ár á rað. Hjá kvinnum er Paula Eik- hólm føroyameistari. Um- framt — føroyameistarnar, hevur Streymur eisini fleiri aðrar góðar borðtennisleik- arar, sum hava gjørt vart við seg, bæði í teimum yngru og eldru deildunum. — Borðtennis venja vit á skúlaloftinum. Borðini standa altíð uppi, og um- stødurnar eru sera góðar har — ja, kanska nakrar av teim- um bestu í landinum. Venj- ingarnar fara at halda áfram á skúlaloftinum, og verða ikki fluttar = inn í Streymahúsið. Umframt sjálvi at spæla, eru báðir føroyameistarnir venjarar. Tey venja bæði børnum og ungdómi. Eisini gingið væl í talvi Tað eru eini fýra leikarar, sum eru virknir í talvi. Hesir Í borðtennis hevur Streym- ur føroyameistaran hjá monnum og kvinnum. á myndini síggjast Finn- bjórn Zachariassen í dysti móti Peturi Niclasen (savnsmynd) mannað liðið í fyrsu deild, og teir hava klára seg hamp- uliga væl. Tað verður kortini ikki gjørt nakað fyri at læra upp børn og ung í talvi. Jákup heldur sjálvur at hetta er harmiligt, men vónar, at tað kann bøtast um tað í framtíðini. Telvarnir venja privat, men tá ið dystir eru, verður spælt í skúlanum. Í fram- tíðini verður talvvenjingin møguliga í nýggja Streym- ahúsinum. EB/Streymur Streymur hevur áður havt egið fótbóltslið, men fyri ngkrum árum síðani, datt tað meir ella minni niður- fyri. Tey, sum spæla fótbólt eru ístaðin farin norður til Eiðis at spæla. 2. deildar- liðið EB/Streymur venur og spælir allar heimadystirnar á graslíkisvgllinum á Eiði Í Streymnesi er anars ein fínur grúsvgllur, men hann verður ikki nógv nýttur. Streymahúsið fer ikki at hýsa tí nógva ítróttinum, men tað verður meir eitt metistað hjá bygdafólki- num. Hetta kann tó vera við til at skapa stórri áhuga fyri felagnum, so sjálvur ítrótt- urin eisini fær meir vind í seglini. Men tað er soleiðis við streymi, at hann skiftir ávísar tíðir.