Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juni 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á + Nr. 113 — 19. JUNI 1998 beint á einum HB-skalla Eftir hetta álopið kom Allan Joensen inn í álopið hjá KI, og Arnold varð settur longur aftur á vøllin. Og fýra minuttir eftir hetta legði HB seg á odda, og tað var fyrst og fremst Jens Erik, sum átti heiðurin fyri tað málið Hann fekk bóltin afturi á egnari hálvu, sá holid, og rak allan vegin fram mót Kl-brotsteiginum, har hann varð steðgaður, so HB fekk fríspark KI setti manngarð upp, Allan Mørkøre skeyt, rakti onkran á vegnum, og knappliga stóðu tríggir HB- arar leysir við Gunnari á Steig. Tað bleiv Hans á Lag, ið fekk sent bóltin framvið Kl-málverjanum, sum einki kundi gera Stór fri á HB, meðan Kl- ararnir vóru í ødini og vildu hava rangstødu frå linju- dómaranum. Tað bleiv til tað, at onkur tók í bæði linjudómara og dómara Hevdi Niklas á Líðarenda, sum fram til tá hevði dømt stak væl, verið konsekvent ur tá, hevði reyða kortið verið á lofti ul onkran klaks- víking, men liðskiparin Kurt Mørkøre var tann ein- asti, sum fekk eitt gult kort, og so hendi ikki meir. Sami Kurt noyddist ann- ars ut at dempa Kl-åskod- ararnar eftir málið hjá HB Fleiri fløskur vórðu tveittar inn á vøllin, og tað líkist snøgt sagt ongum. Um FSF tekur hetta í nóg stórum ålv- ara, kann tað enda við, at KI fær eina bót. Um málið átti at verið kolldømt fyri rangstøðu, er sera ilt at siga. HB-ararnir vóru ikki rangstaddir, tá All- an skeyt frísparkið, men teir runnu inn, meðan Kl-ararnir runnu út, tá bólturin rakti ein mann á vegnum. Sjón- varpsmyndirnar aftan á kundu heldur ikki brúkast til at avgera nakað. Beint eftir leiðslumálið kundi Heðin á Lakjuni við Steypa- vinnararnir 1998 Aftast frá vinstru: Albert Ellefsen, hjálparvenjari, Ion Geolgau, venjari, Skylv Hartvigsson, liðleiðari, Hans Fróði Hansen, Hans á Lag, Allan Mørkøre, Johannes Joensen, Bjarki Mohr, Andrew av Fløtum, Rói Arting, Rúni Nolsee og Sigurd Hansen, liðleiðari. Fremst frá vinstru: Súni Fríði Johannesen, John Heri Dam, Jens Erik Rasmussen, Jan Dam, Kaj Leo Johannesen, Bárður Johannesen, Ingi Rasmussen og Hallur Danielsen Mynd: Jonhard Hammer eitt sindur av hepni javnað tá Jan Andreasen legði skrátt aftur frá baklinjuni, men hann rakti als ikki bólt in Og longu tveir minuttir seinni bleiv dysturin av- gjørdur. HB fekk innkast í høgru síðu, og eitt innkast frå Allani Mørkøre er at meta sum hornaspark. Bólt urin kom innfyri målid, og umgyrdur av tveimum KI- arum leyp Andrew av Fløt- um upp og beindi bóltin í netið til 2-0. ; Nu var lidugt hjå KI, sum heldur einki fekk burtur úr at seta Kurt fram í álopið Klaksvíkingar royndu at trýsta, men lítið kom burtur úr, og stórt meiri hendi ikki í dystinum, sum HB nú bert vildi hava at enda Jan Dam var kortini hepp in at sleppa at spæla allan dystin, tá hann í 84. minutti jarðlegði Olgar. Takklingar aftanífrá skulu sambært nýggju reglunum geva reytt kort, og hesa ferð hevði Ol- gar, sum hevði ryggin til, ongan møguleika at síggja Jan Dam, sum ikki nart bóltin, men bert fekk mann- in, koma ímóti sær Hinvegin hevði tað verið sera spell fyri HB og Jan, sum var millum teir bestu á vellinum, um hann sum lið skipari hevði verið noyddur av vellinum stutt áðrenn tíð KI kláraði at halda HB í 70 minuttir og avreiddi ein nogv betri innsats enn sunn- udagin, men tað var kortini ikki nóg mikið, fyrst og fremst tí taktikkurin við eini væl mannaðari miðju, sum legði trýst á HB, kostaði frammi í undirmannaða á- lopinum, har lítið kom burt- urúr. Allan Joensen kom á vøll- in fyri Harley miðskeiðis í seinna hálvleiki og varð settur fram á vøllin, meðan Arnold var tikin longur aft- ur. Allan er ein frálíkur fót- bóltsspælari, men hevur ikki spælt nógv á 1. deild í ár vegna skaða, og hann tíðindablaðið i HB var vandamiklast, tå innleggini komu fekk líuð burturúr í oddin um. Hinvegin hevði Harley heldur ikki gjørt tær stóru skreytirnar. Marek kom ongantíð rættiliga við í off- ensiva partin av dystinum, meðan Heðin á Lakjuni ov ofta var einsamallur har frammi Hjá HB var Bjarki Mohr offensivari enn leingi sæð. Tað hevði nakrar vanda- miklar støður við sær, og sum heild var vinstra síða hjá HB nógv vandamiklari enn høgra, har KI ansaði væl eftir Allan Mørkøre. Jens Erik Rasmussen var besti spælari hjá HB, ti tá vandi var á ferð, var tað sum oftast Jens Erik, sum stóð aftanfyri álopið. Tað var eis- ini hann, sum fekk fríspark- ið, ið førdi til fyrsta málið, tå hann rak um hálvan vøll- in fram eftir miðásini. Í verjuni spældi Jan Dam enn eina ferð ein so at siga feil frían dyst, men var heppin at sleppa við einum gulum korti, tá hann seint í dyst- inum takklaði Olgar Dar elsen aftanífrá Kurt Mørkøre var eisini rættiliga heppin at sleppa at spæla allan dystin. Næstan øll í Gundadali sóu, at hann fyrst gjørdi seg inn á Hans Fróða, sum lá niðri í HB- brotsteiginum, og beint aft an á fór Kl-liðskiparin sera hart inn í Kaj Leo Johanne- sen. Hetta tilsamans átti at givið í minsta lagi eitt gult kort, og tað heyði Kurt eitt av frammanundan. Men alt í alt var ikki talan um nakran óreinan dyst, hó- ast so nógv stóð upp á spæl. Henda finalan fer ikki at vera mint fyri tað góða spælið, men heldur fyri spenningin, sum helt sær fram til 2-0 málið hjá HB. Tað á B71. HB vann løgmans My; nd: Jonhard Hammer t fáa eina betri finalu enr { Jar I 4 h hana í 1994, tá KI vann 2-1 = endurtaka bragdið hjá GI 1996 og vinna the double Finala um løgmanssteypid í Gundadali mikudagin 17. juni 1998 kl. 19.00 HB-KÍ 2-0 (0-0) 1-0: Hans å Lag (70.) 2-0: Andrew av Fløtum (73.) HB: Kaj Leo Johannesen — Bjarki Mohr (Johannes Joensen, 67.), Hans Fróði Hansen, Jan Dam, Hans á Lag — Jens Erik Rasmussen, Runi Nolsøe, Hallur Danielsen (Rói Arting, 36.), Allan Mørkøre — Súni Fridi Johannesen (Ingi Rasmussen, 90.), Andrew av Fløtum. KI: Gunnar å Steig — Jan Andreasen, Kurt Mørkøre, Símin Waag Høgnesen — John Hansen, Rógvi Jacob- sen, Marek Wierzbicki, Jan Joensen, Arnold Joensen, Harley Bertholdsen (Allan Joensen, 65.) — Hedin á Lakjuni (Olgar Danielsen, 80). Gult kort: Allan Mørkøre, Jan Dam — Kurt Mørkøre, Rogvi Jacobsen. ; Dómari: Niklas á Líðarenda (Gl).