Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: postesosialurin.fo Utgerdarhavnir å hvørjum tanga! Oddagrein SO kom hon loksins - orrustan, kapprenningin, klandrid - ella hvat tú vil kalla tað - um framtíðar oljuútgerðarhavnina/havnirnar í Feroyum. |kki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Dreines sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíðindafundin um Sund sum útgerðarhavn. Og tað ljóðar, at uppaftur aðrir fundir verða í næstum um enn fleiri útgerðarhavnir kring landið. SUM so er einki óvanligt í hesum. Soleiðis eru vit bara - vit føroyingar uppá gott og ringt. Initiativi- num bagir einki. Altíð eru vit fúsir at fara í gongd. Og altíð hevur ein hug at fara undir nakað, sum ein annar er byrjaður uppá. Tað nýtist ikki at liggja nakað ringt og skeivt i ti. Kanska tverturímóti. Soleiðis hevur tað verið í Føroyum altíð, og hetta hevur havt fyrimunir og vansar við sær. Tá ein fór ggja fiskiskip, fóru fleiri tað. Tá ein fór at gera virki, fóru aðrir tað eisini. Tá ein fór til s, komu aðrir eftir. Soleiðis kni verið í okkum føroying- er, um ikki júst hetta eigur g. Ein kann so venda tí og siga, r eginleikar okkara hava koyrt okk- eiri ferðir. At evundin hevur bara agt. Ella tú kanst velja at hugsa sum Gunnar ydal, sum í sjónvarpssending herfyri eisini dugði at síggja tað positiva í øvundsjukuni NU tað verður kunngjørt, at útgerðarhavnir skulu era kring landið, eru tað helst mong, sum hugsa t nú eru vit føroyingar aftur við at gerast ørir. Fyrr var tað flakavirki á hverjum tanga, nú eitur tað útgerðarhavn á hverjum tanga. Latið okkum brúka verandi gongd til nakað positivt og ikki bara fara á bakbeinini, yppa eksi og hugsa, at nú eru vit við at endurtaka gamlar syndir aftur. Hvat við at taka núverandi gongdina sum eitt sunnheitstekin um, at tað framhaldandi er virkishugur og initiativ í føroyinginum. At vit vilja nakað. At vit ikki missa mótið av eini kreppu. Og lat okkum so taka upp eitt alment og breitt orðaskifti um, hvussu vit brynja okkum út til eina oljuvinnu sum frægast. Or8askiftid um hetta hava vit ongantíð fingið av álvara, men nú tá vit nava nakaðnokkso itøkiligt at taka stoðu til, so hevåi tað verið rætt at fingið eitt aðalorðaskífti um hesar spurningar. Ein kann tá siga, at tað positiva við hesi gongdini við Drelnesi og Sundi er nettup hetta, at hon setir nakað í gongd, sum annars vil koma ov seint Dreines elia Sund! Tað er ikki spurningurin í løt- uni. Hann er, hvussu vit vilja plasera eina olju- vinnu í einum framtíðar vinnupolitikki. Og í hvønn mun vinnupolitikkurin skal vera partur av einum regionalpolitikki, tvs. í hvenn mun ein oljuvinna skal vera brúkt sum amboð at varðveita og menna n ella fyri tað bygdirnar í Føroyum. Hetta eitt orðaskifti, sum vit eiga at taka uttan mun til um olja er her ella ikki. Men nú tá spurningurin um olju er vorðin so aktuellur, tå er tað rætt og rímuligt at draga hann uppí málið. Tí skal tað vera okkara vón, at bæði vinnu og oljumálaráðharrin taka stig til eitt orðaskifti um ikki bert spurningin framtíðar útgerðarhavn skal liggja, men um okkara framtíðar vinnupolitikk. Eftir okkara tykki er tað líka so týðandi at fáa hetta uppá pláss sum at tosa um at fáa vidurskiftini millum Danmark og Feroyar uppá pláss, tó at hesi eru partur av somu sek. Til Páll Vang, Leiv Hansen, Poul Mohr Mærsk og ASCo: arbeiðið bara víðari við tykkara verkætlanum men latið vera við at gera stórílegur enn. Tær skulu ikki gerast enn kortini, tí leitífasan krevur tað ikki. Men harfyri kunnu vit politiskt tosa um, hvat er best fyri land og fólk og ikki minst hvat er best fyri okkara eftirkomarar Sosialurin Óndsinnað, tápuligt og illa sjógnumhugsað álop í Oyggjatidindum Viðmerkingar til óndsinnað, tåpuligt og illa gjøgnum- hugsað álop í Oyggjatíðind- um 10. juni 1998 á Blá- krossheimið og leiðara tess. Fyrst vilja vit gera vart við, at vit gera hesar við- merkingar til Dan Klein - blaðstjóra á Oyggjatidind- um Hann vísir til eina keldu, sum vil vera énevnd, men tå hann hevur ábyrgd av øll- um, sum stendur i blaðnum, kunnu vit bert vísa til hann, sum skrivari av greinini. Og tað gera vit Alopið byrjar við eini yv- irskrift, sum sigur. „ Tað hendi á Heilbrigdinum Tað kann eisini henda á Blá- kross. Herfyri varð staðfest, at ein sjúklingur á Heil- brigdi hevði fingið ov nógv- an heilivág frá lækna og doyði“ At byrja álop á Blákross- heimið við hesum pástandi er tápuligt. Eins og alla aðr- astaðni hevur læknin og einans hann heimild til og ábyrgd av hvat slag og hvussu nógv medisin bú- fólkið á Blákrossheiminum skal fáa og fær. At ein lækni ordinerar ov nógv medisin til eitt búfólk á Blákross- heiminum - sum alla aðra- staðni - er hansara ábyrgd. So tað kann óivað henda hjá gllum læknum - Nakað annað er, at blað- stjórin Dan Klein (hereftir nevndur sum; „blstj.“) legg- ur starvsfólkini á Heilbrigd- ið undir ósketni, og tí doyði drongurin, og at onkur lætt- liga eisini kann doyggja á Blákrossheiminum vegna ósketni. Soleidis sum blstj. skrivar hetta, skilja vit tað á tann hátt, at starvsfólkið á Blákrossheiminum, serstak- liga tey, sum hava ábyrgd av avrúsanini, eru so Oansin og ódugnalig at ansa og eygleiða buf6lkini, at onkur lættliga kann doyggja. Hetta er óndsinnað slatur. Leiðar- in á Blákrossheiminum hev- ur undirstrikað og lagt stór- an dent á, at búfólkini verða væl eygleidd soleiðis, at vit altíð vita hvussu stødan er, og hetta verður eisini gjørt, og starvsfólkið er bæði fak- liga útbúgvið til, og hevur fleiri árs royndir í at eyg- leiða misbrúkarar. So um minsti illgruni er um okkurt óvanligt ella ókent er á våsi, verður beinanvegin heitt á læknan. Og fæst ikki fatur á honum, verður Landsjúkr- ahúsið kontaktað Osinnad slatur Vit vilja hervið harðliga aft- urvísa teimum nógvu 6- sannindum og býttligheit- um, sum blstj. setur fram Uttalilsini og hugtøkini, sum hann brúkar skulu bert skiljast sum niðurgerðing og útspilling av Blákross- heiminum og leiðaranum Tað er tí, tey verða brúkt, og tað er tí, tey skulu út til almenningin. Men tað ljótasta, sum blstj. ger, er at siga, at hann hevur hetta frá keldu, sum vil vera ónevnd. Hóast nógvar lygnir - so- leiðis sum greinin er skrivað - so er keldan ella blstj. væl kunnað um nøkur viður- skifti á Blákrossheiminum. So við at skriva soleiðis og manipulera við veruleika- num, so uppnær blstj. tað, at man lætt fer at gita: hvør er keldan? Og tad er vemm- iligt. Man kann gita hvønn sum helst, men kann kenna seg ótryggan við hvønn sum helst. Tað er vemmiligt. Og tað kemur av skrivingini hjá blstj. á Oyggjatíðindum Fullan stuðul: Tað var jú als ikki alneyð- ugt, at handa greinin mátti í blaðið 10. juni. Greinin kundi bíða, til blstj. hevði fingið fatur á leiðaranum Vit vilja her nýta høvi til alment at geva leiðara okk- ara fullan stuðul til ta leiðslu, sum hon hevur. Hon hevur altíð vilja havt, at skil skal vera í gøllum, sum fyriferst á Blákross- heiminum. Hon hevur altíð kravt at virðing verður víst búfólkunum og starvsfólk- unum. Starvsfólkini og bú- fólkini hava altíð fingið tey Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo rættinidi, sum teimum til- kemur, og somuleiðis hevur hon kravt, at tey gera sínar skyldur, og hevur latið tey sjálvi hava ábyrgd av, at tey gera, sum teimum er álagt. Hon hevur altíð kravt at misbrúkararnir skulu virð- ast og móttakast sum menn- iskju í neyð soleiðis, at tey kenna seg væl, tá tey eru á Blákrossheiminum. Tað merkir ikki, at vit ikki hava havt ósemjur, men tað er ikki tí at leiðarin hevur verið so ódugnaligur, á- byrgdarleysur, tyraniskur, sum blstj. á Oyggjatíðind- um so týðuliga vil hava fram í hasi ljótu greinini. Starvsfólk á Blákrossheiminum Jegvan Bæk Arnbjørn R. Thomsen Hansy Højgaard Margeir Toftegaard Marjun Mortensen Helgi i Brekkunum 6 Tif, 314414 Fax 318045