Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 114 — 20. JUNI 1998 125 næmingar eru í Kollafjarðar skúla. Allir eru á aðru hædd, og mugu teir tí út gjøgnum vindeyguni og stiga, um eldur skuldi komið i, og teir ikki sleppa niður trappurnar. Neyðútgongdir eru ikki á skúlanum Mynd: Alvur Haraldsen Bæði neydutgongdir og roykavaringar mangla — Tað hoyrir ongastaðni heima, at tað ikki eru neyðútgongdir ella roykávaringar í skúlanum. Hetta skuldi verið gjórt fyri langari tíð síðani, sigur fyrstilærarin í Kollafjarða skúla, Karin Hammer FRANTS JENSEN Teir 125 næmingarnir í Kollafjarðar Skúla mugu út gjøgnum vindeyguni og niður við stiga, um eldur kemur í skúlan og illa stend- ur til. Hetta er stødan, um teir ikki sleppa niður gjøgn- um einastu trappurnar frá aðru niður í fyrstu hædd Um teir ongan veg sleppa, mugu roy kkavarar fara inn eftir teimum Trygdarútgerðin í Kolla- fjarða skúla er ikki nóg góð Hetta hava lærarar og um- sjónarmaðurin á skúlanum tosað um fleiri ferðir, men sum oftast er tað ikki vorðið til meir — Tað hevur verið frammi fyrr, og síðst í åttatiårunum arð nógv tosað um tað Men so komu niðurgangs- tíðirnar, og einki hevur ver- gjørt við málið, sigur um- sjónarmaðurin á Kollafjarð- ar Skúla, Frits Joensen Men nú er málið komið fram aftur. Fyrstilærarin í Kollafjarðar Skúla, Karin Hammer, upplýsir, at tey 23 februar i skrivi gjørdu kommununa varuga vid, at tad mangla neydutgongdir Bygdaráðsformaðurin í Kollafjarðar Kommunu, Hans Jacob Hansen, sigir tó, at hann ikki veit um nakað skriv, sum er komið til kommununa um hetta mál- ið — Men vit hava tosað um neyðútgongdir á skúlanum á onkrum bygdaráðsfund- um. Enn er tó ikki nakað gjørt, millum annað tí tað eisini hevur verið tosað um at byggja uppí skúlan Frits Joensen, sum eisini situr í bygdarrådnum. held- ur, nú er ikki ráð at bíða K meir við ikki at hava trygd- ina nóg góða. 4. juni hev Prey Kolla- firði í samråd við sløkkilid- ið á staðnum eina rýming- arvenjing í skúlanum. Hetta var ísamband við eina evn- isviku, har 4. - 7. flokkarnir høvdu um fyrstuhjálp og bjarging. Allir flokkarnir vóru inni í skúlanum. Tá ið »eldur« kom í, settu sløkki- liðsmenninir eina royk- maskinum í gongd. Eldurin var soleiðis, at næmingarnir í 1. - 5. flokki, sluppu út gjøgnum trappurnar, medan næmingarnir i 6. og flokki vóru inanfyri eldin Allir sløkkilidsmenninir vístu, at venjingin fór at vera, og teir, sum vóru upp- tiknir av øðrum, vóru tí ikki við í venjingini. Sjey av teimum 20 sløkkilidsmonn- unum møttu upp, harav vóru tríggir teirra longu á skúlanum, tá ið boðini um »eldin« komu. Ætlanin við venjingini varð at royna rýmingarvegirnar Slekkiliðið hevði stigar við sær og teir 35 næming- arnir, sum vóru eftir inni, fóru út gjøgnum vindeyguni og vórðu leidd niður gjøgn- um stigarnar. Tað gingu um- leið 20 minnuttir frá tí >eld- urin< varð fráboðaður til næmingarnir vóru komnir út. Men tá ið talt varð upp, funnu tey út av at tveir næmingar manglaðu (hesir høvdu fingið boð um at vera eftir inni, so roykkavarnir eisini kundu royna seg) Roykkavarar fóru síðani inn í skúlan at leita og eftir eini góðari løtu, komu teir út aftur við báðum næmingun- um Neyðútgongdir roykávaringar — Tað gekk hampuliga væl at fáa næmingarnar út gjøgnum vindeyguni og nidur gjøgnum stigarnar, men bodini um at tad mangladu tveir næmingar, komu so seint at tad gekk i so lang tíð at fáa hesar út, sigur Frits Joensen, sum umframt at vera skúlatænari og limur í bygdaráðnum eisini er leiðari fyri sløkki- liðnum í Kollafirði. — Tað gekk eisini greitt fram, at brandtrygdin ikki er nóg góð á skúlanum. Neyðútgongdir og roykáv- aringar, er tað, sum mest er brúk fyri, sigur Frits. Frits er tó samdur við Karini um, at hetta fyri so vítt ikki er nakað nýtt. Tey vístu hetta, eisini áðrenn venjingina. — Men eg haldi tó, at tað er neyðugt at næmingarnir eisini fáa roynt rýmingar- vegirnar, so tey eru betri fyrireikað, og tað kann ganga skjótari um veruligur eldur skuldi komið í bygn- ingin. Skuldi verið ornað Kollafjarðar Skúli er í tveimum hæddum. Allir teir sjey flokkarnir hava síni flokshøli i aðru hædd. Tískil eru næmingarnir mest á hesi hæddini. I venjingini 4. juni vóru bara tveir flokkar inni- læstir av roykinum í skúl- anum, og tað tók umleið 20 minnuttir at fáa teir næm- ingarnar út gjøgnum vind- eyguni, umframt teir tveir, sum roykkavarar máttu inn eftir. Um illa skuldi staðið til í einum tilikum føri og veruligur eldur skuldi kom- ið í skúlan við trappurnar, so hevdid verið neyðugt at fingið allar teir 125 næm- ingarnar út gjøgnum vind- eyguni. — Á skúlanum eru vit ikki glad fyri at liva vid støduni, sum hon er. Tað hoyrir ongastaðni heima, at tað ikki eru neyðútgongdir ella roykávaringar í skúlanum. Hetta skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðani, sigur Kar- in. Hon vísir tó á, at skúlin er betong, og tí skuldi ein møguligur eldur ikki spreitt seg so skjótt. Men roykurin er eisini nóg vandamikil. Eftirmetingin av venjing- ini er ikki heilt liðug enn. Ein samandráttur verður nú skrivaður, og kommunan verður eisini kunnað um niðurstøðuna. Ómeguligt at uppfylla Brunaumsjón Landsins er álagt regluliga at sýna bygn- ingar, har nógv fólk kemur saman. Hetta umfatar mill- um annað bygningar sum verða nýttir til undirvísing- armál. — Trupulleikin er, at Brunaumsjón Landsins ikki hevur orku, at gera alt, sum verður álagt. Sum einasta starvsfólk er hetta heilt 6- møguligt, sigur Petur Olsen á Brunaumsjón Landsins. Petur sigur, at Løgtingid hevur gjørt eina lóg, sum Landsstýrið ikki játtar pen- ing til, og tí er émøguligt at uppfylla hana. Síðst í 80- árunum vóru tvey starvsfólk á Brunaumsjónini, og tá gekk nógv betri og skjótari at loysa mál. Í dag hópa málini seg upp, og tað er heilt 6møguligt at orna alt, sum er ålagt, sigur Petur. Tveir møguleikar Hann heldur seg minnast, at eitt av målunum, sum ligg- ur, er um trygdina vid Kollafjardar Skula. Hann sigur, at tå ið skúlin er 30 ára gamal, er hann bygdur eftir teimum reglu- gerðum, sum vóru tá, og tí er hann ikki ólóligur, sjálvt um aðrar lógir eru komnar í dag. Men hinvegin, so eigur skúlin at sýnast, og um neyðugt, so skulu eisini åbøtur gerast. Kollafjarða kommuna hevur tveir møguleikar, heldur hann. Teir kunnu annaðhvert biðja ein tekn- iskt útbúnan persón, sum kennir til lógirnar og sær, hvat er neyðugt at gera, og fáa hann at koma við til- ráðing, ella kommunan kann heita á Brunaumsjón Landsins um at sýna bygn- ingin. Hans Jacob Hansen, bygdarráðsformaður sigur, at teir fara at seta seg í sam- band við teir neyðugu myndugleikarnar, men sam- stundis hava teir fakfólk, sum teir vilja gera brúk av, so nógv sum møguligt. Bygdarráðsformaðurin veit tó ikki enn, nær hetta málið verður tikið upp í bygdar- ráðnum. Havnarfólk mugu nú eisini spara vatn — Stóðan er ikki út av lagi enn, men hetta er tað turrasta summarið, eg havi upplivað, tey 10 árini eg havi arbeitt her, sigur Viggo Christiansen, deildarleiðari fyri vatnverkið í Tórshavnar kommunu FRANTS JENSEN — Tað er serliga við vatn- byrgingingina í Villing- ardali, har tað lítla av- fallið í summar hevur skapt trupulleikar. Lend- ið er soleiðis, at tað savn- ar ikki so nógv vatn, tá ið turkur er, og tí er vatn- ið í byrgingini minkað so mikið nógv, at eg síggi nógv á botninum, sum eg ongantíð havi sæð áður, sigur Viggo Christian- sen. — I Havnardali er stød- an ødrvisi. Lendið er so- leiðis, at har kemur meir vatn í byrgingina, sjálvt tá ið turkur er. At Havn- ardalur liggur góðar 100 metrar lægri, spælir sjálv- andi eisini inn. Aheitan ikki givið úrslit — Stødan er soleiðis í løtuni, at vit føda so nógv av Havn- ini, sum til ber, frá Havnar- dali, og soleiðis ber til at loysa ein part av trupulleik- anum. Havnardalur klárar tó ikki at fóða teir hægru býar- partarnar í Havnini. — Vit skulu nokk klára okkum eina tíð enn, millum annað tí vit eisini hava eina eykagoymslu. Men vit meina, at tað er betri, ikki at vera ov seinur at byrja at spara. Fyrr í vikuni heitti komm- unan á borgarar í Tórshavn- ar kommunu um at spara vatn, men Viggo sigur, at higartil hava teir tíverri einki merkt til, at fólk hava spart. Skamtað síðst í 1960 — I 1993 varð eisini sera turt, men tá byrjaði at regna um hesa tíðina, og so var slopp- ið. Um tað fer at regna nú, ja, so verður vatutrupulleik- in eisini loystur í ár. Men heldur turkurin fram ella tað ikki kemur nóg mikið av avfalli niður, so fer tað at skapa trupulleikar. Hetta kemur at merkjast fyrst í eystara partinum av Havn- ini. | Um næstan alt vatnið | verður uppbrúkt, ja, so verður kommunan óivað noydd at steingja býar- partar av uppá skift. Hetta kann til dómis ger- | ast um náttina. Vatnið hevur annars ikki verið | skamtað í Havnini síðani | 1960. So meðan málingafólk, og seinni eisini hoygg- ingarfólk ynskja sær turt og gott veður, vilja Viggo og onnur um landið, sum arbeiða við vatnveiting, nógv heldur hava avfall og nógv regn. |