Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 20. JUNI 1998 tíðindablaðið je + Leivur Hansen, býráðsformaður: = = = ei til olju- -Eg mæli harðliga frå, at politikarar lóggeva um, hvar ein oljuútgerðar- havn skal vera. Vit mugu ikki fáa monopol á hesum øki, og tað má standa vinnuni frítt at velja, um hon vil brúka eina oljuútgerðarhavn á Sundi, Drelnesi ella aðrastaðni Jan Miiller Tað stendur púra greitt, at Torshavnar Kommuna sær fegin, at Sund verður brúkt til framtíðar oljuútgerðar havn. Her liggur ein deyð fløga fyri meira enn SO mill kr. og hana vilja vit fegnir hava lív í sigur Leivur Hansen, býráðsformaður, nú tað er avgjørt at leiga økid á Sundi til Tórshavnar Skipasmiðju, sum aftur hevur gjørt samstarvsavtalu við skotska felagið ASCO um at gera Sund út til út- gerðarhavn. Leivur Hansen heldur ikki, at ætlanin á Sundi nýt- ist at seta nakrar forðingar fyri ætlanunum hjá suðring- um at brúka Drelnes til olju- útgerðarhavn. Í síðsta enda verða tað oljufeløgini, sum gera av, hvørja havn tey vilja brúka sigur hann og leggur aftrat, at politikar arnir eiga ikki at leggja seg út í spurningin, hvar ein útgerðarhavn skal liggja Býráðsformaðurin í landsins størstu kommunu sær stórar møguleikar í verkætlanini á Sundi. Hann vísir m.a. til stóra goymslu bygningin, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur á Sand- víkahjalla og sum hóskar væl inn í myndina í sam- bandi við eina oljuútgerð- arhavn Hann visir annars å, at um so er, at oljufeløgini ella oljusamtøkini heldur velja at brúka Drelnes í sambandi við eina fyrstu útbjóðing, so nýtist hetta ikki at merkja, at verkætlanin á Sundi har- fyri dettur niðurfyri. Tá eru so aftur møguleikar í sam- bandi við eina næstu, triðju osfr. útbjóðingarrundu. Hann leggur aftrat, at tá rundan kemur, so fara fel- øgini at biðja um tilboð, og tá má tað vera rætt, at tað eru fleiri, sum kunnu geva slík - heldur enn at polit- ikararnir skulu til at skapa eina monopolstødu. -Tað kann ikki vera rætt, at eitt einstakt felag skal hava einkarrætt til at hava út- gerdarstød í Føroyum. Sjålvur roknar hann vid, út frå teimum úttalilsum, sum teir hava fingið frá oljufeløgum, at nógv feløg helst fara at brúka Sund longu frá byrjan. -Fleiri um- boð fyri oljufeløg, sum hava verið á Sundi, siga bart út, at Sund er sera væl egnað til útgerðarhavn Leivur Hansen er annars væl greiður yvir, at tað snýr seg ikki um her og nú at gera stórar iløgur í útgerð- arhavn. At hesar longu eru gjørdar á Sundi heldur hann vera ein fyrimun, men hin- vegin ganga tað helst fleiri ár, áðrenn vit fara at tosa um víðari íløgur, og tí held- ur hann tað eisini vera um- ráðandi at sláa kalt vatn í blóðið. Eingin orsøk er til øsing ella stríð um nakað, sum enn liggur nakað frammi í tíðini. Býráðsformaðurin vísir annars til orðaskiftið um kolvetnislógina. Tá var m.a. sagt, at vit eiga at royna at fyribyrgja óneyðugum út- byggingariløgum. -Inni á Sundi liggur ein fløga uppá SS mill. kr. sum Tórshavnar Kommuna hevur goldið einsamøll. A Drelnesi ligg- ur eitt havnalag, sum landið hevur goldið meginpartin av, og tað skal útbyggjast fyri 50 mill. kr. umframt at ein nýggj samferdsluhavn skal gerast á Tvøroyri, og sum landið eisini skal gjalda. Tað er efur mínum høvdi fullkomiliga burtur við. Tað, sum skal gerast á Sundi aftrat, eru bert smá- pengar, og so er klárt at fara í gongd. Sund sera sentralt Hvat viðvíkur grundgeving- unum um longri siglingar- tíðina á Sund so heldur Leivur Hansen ikki, at tær eru góðar nokk. -Tað verða kanska bara einir tveir, tríggir pallar frá byrjan, og tí koma útgerðarskipini at hava fleiri „deyðar“ peri- odur, og tá kunnu tey eins- væl liggja á Tvøroyri, sum at fara útaftur. Verandi infrastrukturur kring Havnina er so mikið væl útbygdur, at Leivur Hansen metir hetta sum eitt gott argument fyri at hava eitt slíkt virksemi á Sundi. Øll ferðsla til og frå Havnini gongur henda vegin, og skjótt er at koma frá flog- vøllinum á Sund heldur enn at skula fara til Suðuroyar. Her liggja stovnar og tæn- astufyritøkur. Her er alt. Leivur Hansen heldur, at tað skulu gerast ovurstórar fløgur í Suðuroynni fyri at kunna brúka Drelnes til út- gerðarhavn. Hann heldur somuleiðis, at tað er skeivt at brúka málið um útgerð- arhavn sum amboð til at menna Suðuroynna. Hetta má gerast uppá aðrar mátar. Býráðsformaðurin held- ur, at vit mugu læra av mis- tókunum frá 80-unum um skilaleysar fløgur. -Hava vit ikki lært av tí og fara undir at gera samfelagsligar skila- góðar iløgur, so enda vit skjótt aftur í tí sama. Hann vísir á, at ringvirkn- ingarnir av skilagóðum fløgum í miðstaðargkinum koma øllum landinum til góða, eisini Suðuroynni. Tí fara tær iløgurnar, sum verða gjørdar her, nógv skjótari at gagna øllum sam felagnum enn fløgur gjørdar í Suðuroy Latið okkum nú lata vinnuna sjálva gera av, hvar hon vil etablera seg og latid okkum forða fyri, at tað ikki verða gjørdar dupultíløgur kring landið. Leivur Hansen vísir á, at fólk ynskja at flyta til Havnar, og eru tey vælkom- in. -Men vit mugu so syrgja fyri, at tey hava nakað at takast við. Tað liggur líka stórt trýst á okkum at fáa arbeiði til fólk, sum tað liggur á ðrum kommunum. Býráðsformaðurin í Havn sigur seg vera vónsviknan av, at Páll Vang, býráðsfor- maður á Tvøroyri, skal vera so negativur móti Havnini. -Veruleikin er tann, at Tórshavnar kommuna og hinar kommurnar í Býar- felagnum hava víst eitt stórt forståilsi fyri trupulleiku- num hjå hinum kommun- unum og ein veldugan vilja til at hjálpa teimum burtur úr hesum trupulleikum. Men tað er líkasum, at tann, sum hevur brúk fyri hesi hjálpini, ger minst við at finna eina loysn. Teir tosa bara um at skarva av skuldini. Tað slepst íkki uttan um, at Tvøroyrar kommuna hevur eina skuld uppå 165 mill. kr. og teir hava eina årsinntøku uppå 30 mill. kr. Tvs. at teir skylda millum 5-6 ålikningar, og tað er eingin annar enn teir sjálvur, sum hava skylduna av tí. Men vit hava víst stóran vilja til at hjálpa og tí er tað harmu- ligt at síggja býráðsfor- mannin leggja eftir Havnini. Leivur Hansen sigur, at Havnin ger nakað fyri at skapa karmar fyri útflutn- ingsvinnuni, m.a. verða stórar útbyggingar gjørdar á havnagkinum, sum kunnu gagna fiskivinnuni Tá vit so fáa økt útflutn ingsvirðið á fiskivinnuøk inum, so gremja aðrir seg um, at vit nú drepa alt fyri takssemi uttan fyri Havnina -Nú tá hetta kann fáa stóran týdning fyri Suður- oynni at fáa eina útgerð- arhavn, hví so ikki lata teir hava hana? -Tað er ein fyritøka í Havn og haraftrat ein før Taka saman hendur un oljuútgerðarhavn á Sund Fv. Donald Michie frá ASCo, Leivur Hanser byrådsvcormadur og Poul Mohr, stjóri. Mynd jan oysk fyritøka, sum spyr Tórshavnar Byråd um hon kann leiga eitt øki til út gerðarhavn. Vit halda, at tað er sjálvsagt, at vit fara inn og stuðla einum føroyskum felag á henda hátt Brillumenn Kom og far Hvussu kann eg vita? Náttardráttur in Vinarliga send mær — Navn: 6. Tað er morgun Flúgvandi Hollendarin 7. Omaneftir, niðaneftir 8. Mamma 9. Dansunn 10. Hvar eru tey nu: > eintøk av På Búst.: Tel.: Utfyll lepan, klipp hann út og send hann ti 3-arin, Postboks 1057, 110 Tørshavn Sangir år nåttini -vid Moirae arin FOTO & VIDEO FLOGUR ' SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955 | E-mail: tryarin(dpost.olivant. fo