Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SOS Nr. 114 — 20. JUNI 1998 Tað er skeivt at spjaða flúgvingina á fleiri hendur: Atlantsflog vil sleppa at flúgva meiri innanoyggja — Vit halda at tað er skeivt at spjað- a flúgving innan- oyggja á fleiri hendur. Og nú Landsstýrið fer at viðgera spurn- ingin um innan- oyggja flúgving, ætla vit avgjórt at halda okkum framat og at siga okkara hugsan um, hvussu tað kann lata seg gera, sigur stjór- in í Atlantsflogi ' ÁKI BERTHOLDSEN --Eg ivist ikki í at meiri flúgving innanoyggja er framtíðin. — Spurningurin er bara, hvussu hon skal skipast. Magni Arge, stjóri i Atl- antsflogi sigur, at flúgving innanoyggja hevur stóran áhuga hjá føroyska flogfel- agnum. — Og nú Landsstýrið fer at taka målid upp til vid- gerðar, er ongin ivi um, at Atlantsflog fer at halda seg framat og fer at geva sítt boð uppá, hvussu flúgving- in innanoyggja kann lata seg gera. Tað, sum stjórin í Atlants- flogi sipar til í sambandi við viðgerina í landsstýrinum, eru tíðindini í Sosialinum herfyri um, at ein bólkur av privatmonnum hevði latið Landsstýrinum eitt nágrein- iligt uppskot um, hvussu innanoyggjaflúgving við flúgvara kann setast í verk ímillum Suðuroynna, Havn- ina og Vágar. Saman við uppskotinum fekk Landsstýrið eitt tilboð um at seta flúgvingina í verk Teir, sum stóðu aftanfyri ætlanina hildu, at tað bar til at flúgva einar fýra ferðir um dagin ímillum Suður- oynna og Havnina, umframt tvær ferðir um dagin ímill- um Havnina og Vágar um dagin. Vildi Landsstýrið góðtaka eitt undirskot uppá einar tvær målliGnir, fór prísurin á ferðaseðlum at liggja unm 130 krónur. Men fór prísurin upp á 150-160 krónur mettu teir, at flúgvangin fór at bera seg. Eftir at hava kannað mál- ið gjølla, komu teir eftir, at ein Cessna Caravan vatn- flúgvari var best egnagður til hesa rutuna. ivist agni Arge, stjóri i Atlants- flogi, sigur, at hann hevur ikki sæð ætlanina hjá priv- atbólkinum um innanoyggj- a flogsamband og fær tí ikki gjørt viðmerkingar til hana. Men hann viðgongur tó, at hann ivast í um ein vatn- flågvari er tað rætta í Før- oyum - Vit í Atlantsflogi hava avgjørt okkara fyrivarni mótvegis vatnflúgvarum. — --Skulu vit brúka vatn- flúgvara, hava vit tvey ele- ment at hugsa um, og sum skulu vera í lagi fyri at flúgvast kann: veðrið og alduna. — So uttan at hava kannað tað út í æsir má eg fyribils siga, at mær dámar betri at hava fast undir fótum, og at skal flúgving setast í verk, tykist tað skilabetri at gera tað við flúgvara, sum flýgur frá flogvølli til flogvøll. Men teir, sum hava ar- beitt vid ætlanini siga, at vatnflúgvarin kann seta seg í at kalla øllum veðri og at har fjórður er, verður neyv- an nakrantíð trupulleikar at lenda? --Sum sagt veit eg ov lítið um hatta so eg fái hvørki sagt teimum ímóti ella givið teimum viðhald. — Men eg haldi bara, at skulu vit seta vatnflgvara í flúgving í Føroyum, má tað umhugsast sera gjølliga, tí í Føroyum kjann verða rættiliga ókyrt til tíðir, eisini inni á firðunum. Fara at liggja framvið Annars sigur Magni Arge, at í Atlantsflog ivast teir ikki i, at meiri innanoy ggja- flúving er heilt avgjørt framtidin. — Eg ivist ikki i, at fram- tidar samferåslan i Føroy- um verður ein kombination av sigling og flúgving. — Hvat Suðuroynni td. viðvíkur, má endamálið ver- a at fáa túratalið upp, og tað er sera trupult við einum stórum, havgangandi skipi sum Smyrli. — Tí ivist eg ikki í, at Vatnflúgari er neyvan tað rætta í Føroyum: Herfyri handaði ein bólkur av privatmonnum lands- stýrinum eitt uppskot um at seta vatnflúgvara sum hendan í innanoyggja- flúgving ímillum Suður- oynna, Havnina og Vág- ar. ; Men stjórin Í Atlants- flog ivast í, um vatn- flúgvari er tað rætta at brúka í Fóroyum. Hann heldur eisini, at Atlants- flog hevur bestu fortreyt- irnar at fara undir slíka flúgving flúgvingin fer at vinda uppá seg í framtíðini. — Og nú Landsstýrið fer at viðgera spurningin um innanoyggjaflúgving, fer Atlantsflog sjálvandi at halda seg framat, og Vit fara sjálvandi at geva Landsstýr- inum okkara boð uppá, hvussu flúgvingin kann skipast. —Vit eru avgjørt áhugaðir í at menna flúgving ågnan- oyggja, um tað kann verða gjørt við skili. Skeivt at spjaða Magni Arge heldur av- gjørt, at skal meiri flúgving setast í verk innanoyggja, eigur tað at verða Atlants- flog, sum stendur fyri henni. — Vit eru fåment i Før- oyum. Og tad er avmarkad, hvussu stórt avkast innan- oyggja flúgving fer at geva. — Tí haldi eg avgjørt, at tað er ein fyrimunur av hava alla flogferðslu savnaða á somu hondum. — Tað verða stór krøv sett til flogferðsluna og øll tey krøvini lýkur Atlantsflog sum er Í Atlantsflogi hava vit royndirnar og kunnleikan, báði til teknkk og til flúgv- ing og vit arbeiða á vinnu- ligum grundarlagi Tí vildi tað verið nokk so náttúrligt at ment flúgv- ingina innanoyggja útfrá teimum fortreytum vit hava, tí so fáa vit royndirnar við okkum, sum kunnu verða grundarlagi undir flúgving mi Tað var eisini útfrá som u fortreytum, at tyrluflúgv- ingin varð tikin frå Strand- ferðsluni og løgd undir Atl antsflog fyri nøkrum árum síðani 500 krónur fyri ferðaseðilin Magni Arge sigur, at eitt er, hvussu innanoyggjaflúgv- ingin skal skipast. Ein annar, stórur spurn- ingur at taka stødu til, er, hverjum grundarlagið tað skal flúgvast á —Skal flúgvingin innan- oyggja verða ein vinna, sum hvílur í sær sjálvum fíggj- arliga, ella skal tað verða ein vinna, sum skal stuðlast. — Tann spurningurin er politiskur og bara politiskur - Sum er verður innan- oyggjaflúgvingin væl studl- að úr landskassanum — Men táið við í Atlants- flogi hava tosað um meiri umfatandi flúgving innan- oyggja, er tað útfrá markn- aðartreytum og at hon skal bera seg fíggjarliga --Og til tað eru ferdasedl- arnir við tyrluni alt, alt ov bíligir, sum er Magni Arge sigur, at tað er ongastaðni so bíligt at flúgva, sum innanoyggja í Føroyum. — Eg kann nevna, at tað kostar einar 800 krónur at flúgva úr Keypmannahavn til Malmø, hóast tað bara tekur 8-10 minuttir. — Í Grønlandi er somu- leiðis munandi dýrari at flúgva enn tað er Føroyum. — Men sjálvandi veldst prísurin eisini um, hvussu nógvum fólkum og nógvum farmi, vit rokna við, og, hvussu ofta, vit skulu flúgv- a. — Skulu vit hava eina tyrlu afturat, verður beinan- vegin talan um eina stóra íløgu. — Men tosa vit hinvegin um at víðka tænastuna, sum er við tí eini tyrluni, vit hava, verður tað sjálvandi múnandi biligari. Magni Arge“ sigur, at sjálvur hevur hann skotið uppá ein ferðaseðlaprís upp á einar 500 krónur hvønn vegin ímillum Havnina og Suðuroynna við tyrluni - um flúgvingin skal bera seg. — Sostatt verður ikki talan um eitt ferðasamband til tað vanliga ferðafólkið. — Talan verður heldur um eitt ferðasamband fyri tey, sum ferðast í grindum, antin handilsgrindum ella al- mennum grindum ella ørum grindum. Uttan at hann, sum sagt, hevur kannað ætlanina, sum privatbólkurin hevur lagt fyri Landsstýrið, heldur Magni Arge, at ein ferða- seðlaprísur uppá einar 150- 160 krónur, ljóðar „ónatúr- liga bíligt“, sum hann tekur til. - Hetta er annars prísurin, sum privatbólkurin hevur nevnt í uppskotinum til Landsstýrið, at ferðaseðilin skal kosta, um flúgvingin skal bera seg. — So bíligt sleppur tú ikki at flúgva nakrastaðni í verð- ini — Men ein annar trupul leiki vid ferdasedlaprisin um, er so sjålvandi tad, at nógvar útoyggjar hava at kalla onki samband uttan tyrluflúgvingina og hon varð júst sett í verk fyri at styrkja útjaðaran Ein møguleiki kundi sjálvandi verið at havt y miskar prisir, sigur Magni Arge Stjórin í Atlantsflogi sig- ur, at prislegan skal g60 kennast f landsstyrinum. Magni Arge sigur, at i tridja lagi skulu vit taka stødu til, hvat slag av flúgv- ing, vit skulu hava --Skulu vit flúgva við tyrl- u, ella skulu vit flúgva við flúgvara, og skulu vit flúgva ímillum flogvøllir, ella skul- u vit hava vatnflúgvara. — Táið støda skal takast til tað, skal tað metast útfrá trimum viðurskiftum: Teim- um fíggjarligu viðurskift- unum, trygdini og regulari- tetinum Sjålvur heldur Magni Arge at t.d. trygdin hevur ómetaligan stóran tydning - Veður og vindur eru kreftir, sum vit ikki eiga at seta okkum upp ímóti — Og skuldi eitt óhapp hent, er eitt slíkt tiltak jarð- lagt nógv ár fram í tíðina. Tyrlu í fyrstuni Stjórin á Atlnatsflogi sigur, at sjálvandi hevur Atlants- flog sína hugsan um, hvussu flúgving innanoyggja kann skipast. — Vit halda, at í fyrstu atløgu ber tað væl til at fara undir meiri umfatandi flúgving við tyrluni. — Tað sigi eg útfrá tí, at vit hava longu alt, sum skal til at fara undir meiri um- fatandi tyrluflúgving, báði tyrluna, tyrlupallarnar kring landið, manningina, roynd- irnar og vit vita, hvat tað kostar. — Í longdini hugsa vit okkum eitt ferðasamband ímillum Suðuroynna við flúgvara, sum flýgur av flogvølli til flogvøll. Tí sum sagt hava vit eitt ávíst fyrivarni mótvegis vátnflúgvarum í Føroyum. Tað krevur so sjálvsagt flogvgll í Suðuroy og í Havn — Men teir nýtast hvørki at verða serliga langir, ella serliga framkomnir - ein slættur grúsvgllur er nóg mikið. Annars sigur Magni Arge, at sum er, er ongin trup- ulleiki hjá Atlantsflogi at fáa fatur á einum flúgvara og at fara undir flúgvingina. — Spurningurin er bara, hvar flúgvarin skal lenda og, hvørjum, figgjarligum grundarlagið, flúgvingin skal skipast eftir, sigur stjór- in í Atlantsflogi.