leygardagur 20. juni 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SS
Nr. 114 — 20. JUNI 1998
HR
%
Dania Hoypai
Í dag klokkan 13.00 spælir
Kristian Blak egin verk i
Futastovu i Havn. Vit kenna
hann nokk øll, men tad er
vidkomandi at skriva eitt
sindur um hann hóast alt. Á
skránni í dag er eisini kon-
sertin hjá Sámali Petersen
og Olavi Jacobsen i Havnar
Kirkju klokkan 11.30
Kristian Blak. (Dan-
mark/Føroyar f. 1947)
Kristian Blak er føddur i
1947 í Jútlandi i Danmark.
Hann er útbúgvin á Musik-
videnskabeligt Institut í Ár-
hus. Hann hevur síðan 1974
búð í Føroyum, har hann
eisini hevur skrivað tað
mesta av sínum tónleiki
Hann hevur skrivað bæði
kamartónleik, kórtónleik,
súmfoniskan tónleik og tón-
leik fyri bólkar, ið improvi-
sera. Tónleikurin hjá Krist-
iani verður ofta framførdur
saman við myndlist, skald-
skapi ella sjónleiki
Seinastu árini hevur Krist-
ian serliga fingist við at
skriva fyri kamarorkestur og
súmfoniorkestur. Millum
verk hansara er fråsøguball-
ettin Harra Pætur og Elin-
borg, ein floytukonsert, ein
klarinettkonsert og strúki-
kvartettir. Verkini eftir
Kristiani Blak bera brá av
hansara fjølbroytta tónleik-
aáhuga. Hann sameinir fólk-
atónleik úr ymiskum tjóð-
um við nåskapandi tóna-
snið
Í morgin sunnudagin eru
2. ABS-bremsur
3. Nakkastúttur
4. Servostýring
5. Lítaðir rútar
6. Lesilampur Hf. 31
Summartonar 98
tvær åhugaverdar konsert
åvikavist i Havn og i Run-
avik. Tórshavnar Kamartrio
spælir i Listaskålanum og
Såmal Petersen og Olavur
Jacobsen spæla umborð á
sluppini Høganes. Skráin
hjá Sámali og Olavi er tann
sama, sum varð umredd í
blaðnum í gjár.
Tórshavnar Kamartrio
sum er mannað av Berghild
Poulsen, sopran, Bjarna
Berg, klarinett og Árna Han-
sen, klaver, hevur virkað í
umleið 5 ár. Umframt sjálvi
at hava konsertir, hava tey
eisini í stóran mun luttikid
á konsertum, har kór ella
aðrir kamartónleikabólkar
eisini hava framført. I 1997
luttóku tey eitt nú á kon-
sertum saman við Tórs-
havnar Manskóri, Duo de
Primavera og á stóru jóla-
konsertini í Vesturkirkjuni
Á páskum 1997 vóru tey
á konsertferð í Nuuk og
Reykjavík, har teirra fram-
førslur vóru sera væl mót-
tiknar
Berghild Poulsen (So-
pran) starvast sum skúla-
lærari og hevur í nógv ár
gjørt vart við seg sum sang-
ari. Hon telist millum okk-
ara frægastu sangarar og er
nógv umbiðin sum solistur,
ofta saman við kórum. Fyri
nøkrum árum síðani var hon
solistur i Brahms Altraps-
odi saman vid Tórshavnar
Maanskóri og Føroya Sym-
foniorkestri.
Bjarni Berg (Klarinett)
sum er musikkskúlalærari,
FO-100 Tórshavn
13 60 - 28 1360
spælir i Føroya Symfoni
orkestri og luttekur eisini í
ymiskum kamartónleikalig
um tiltøkum
Best kendur er hann óivað
fyri klassisku sendingar sín
ar í Utvarpi Føroya
Arni Hansen (Klaver)
undirvisir í tónleiki á Før
oya Læraraskúla. Hann er
ofta at hoyra á konsertum í
Føroyum, mest sum fylgis
spælari og kamartónleikari
Hann er fastur klaverleikari
hjá Tórshavnar Manskóri
Framførslurnar:
Tórshavn, Listaskålin sunn
udagin 21. juni klokkan
16.00
Tórshavn, Utvarpshøllin
fríggjakveldið 26. juni
klokkan 20.00
Tórshavnar Kamartrio
spælir stykki eftir Paula i
Sandagerði (f. 1955), Tróndi
Bogasyni (f. 1976), Aaron
Copland (1900-90), Franz
Schubert (1997-1828) og
Franz Lachner (1803-1890)
Pauli i Sandagerði (f.
1955) er upprunaliga lærar-
alærdur, meðan tónleikalær-
dómurin mest er settur sam-
an av skeiðum hjá ymsum
lærarum innan ymisk tón-
leikagki. Pauli kom í 1973
við fyrstu føroysku instru-
mentalverkunum í nýggjari
tíð og hevur síðan fingist
nógv við at skriva tónleik
og at stjórna.
Nógv ymisk sløg av tón-
leiki eru at finna á verklist-
anum, sum í dag telur væl
omanfyri 100 verk. Sangir-
nir eru talríkastir, men vit
finna eisini klavertónleik,
rokktónleik, kamartónleik,
“musicals" og verk fyri
symfoniorkestur o.m.a. H6-
ast tónleikurin eru fjøl-
broyttur í stíli, so liggur al-
tíð ein dámur av føroyskum
tóna undir øllum verkunum
- her er sjógvur og bøur,
kirkja og dansur. Tón-
leikurin hevur verið fram-
førdur í mongum londum,
m. 0. Norðurlondum, Ong-
landi, Grikkalandi, Spania
og USA.
Mánadagin 22.06 verður
ein konsert í Norðurland-
ahúsinum klokkan 15.00 har
Øssur Bæk á violin fer at
spæla verkið “Afturundir-
gerð" eftir Kára Bæk og
“Den fortabte spillemand”
eftir Tróndi Bogasyni. Bæði
verkini verða frumframførd
7. Radio
v/ Bandspælara
8. Deilt baksetur
9. El-regulering av
lyktum frm.
10. Sentral-lás
11. El-rútar frm.
til hetta høvid
Ossur Bæk spælir violin,
og hann byrjaði á Suzuki
læristovninum í Keypmann
ahavn. Hann lærdi á
Tónlistaskúlanum í Odense
hjá Béla Detrekóy meðan
hann spældi í Symfonior
kestrinum har. Legði afturat
á Musikk Konservatirinum
í Utrecht hjá Viktor Liber
man og fekk solistprógv. Í
løtuni spælir hann á fyrstu
violin i Kongaliga Kapel
linum
Framførslurnar:
Torshavn, Nordur-
landahúsið mánadagin 22
juni klokkan 15.00
Tórshavn, Utvarpshøllin,
friggjakvøldid 26. juni
klokkan 20.00
Tórshavn, Listaskálin, leyg-
ardagin 27. juni klokkan
20.00
Tórshavn, Norðurlandahús-
ið, sunnudagin 28. juni
klokkan 16.00
Tórshavn, Fútastova, leyg-
ardagin 4. juli klokkan
13.00
Mykines, kirkjabø, måna-
kvøldid 6. juli klokkan
20.00
Kåri Bæk ( f. 1950) byrjadi
at spæla obo hjå Paul Tofte
Hansen, oboleikara í
Danska Radioorkestrinum, í
1968. Seinni hjá Ole Hen-
rik dahl, oboleikara í Kong-
aliga Kapellinum.
Hann tók læraraprógv i
1977. Seinni fingið víðari
útbugving í tónleiki á Dan-
marks Lærerhgjskole. Kári
hevur annars tey seinastu 30
árini luttikid aktivt í før-
oyska tónleikalívinum á
ymsum økjum: sum kår-
sangari, tónleikari og kór/
orkesturleiðari.
Tað er frá kór- og orkest-
urleiðaravirkseminum, at á-
hugin fyri at skriva tónleik
er komin, í fyrstuni við at
leggja til rættis føroysk løg,
men seinni eisini at smíða
tónleik sjálvur.
Instrumentalu verkini eru:
“Kvæði" fyri symfoniork-
estur (1993, broytt1995)
framført av FSO 1994. Blås-
ikvintettin “Hugleiðingar"
(1994) sum Blåsikvintett
Reykjavíkar framførdi á
Summartónum sama ár og
á Nordiske Musikdage 94 í
Keypmannhavn. "Elegie og
Humoresque" fyri fagott og
klaver (1996). “Oktett"
(1997). "Kæti” fyri obo og
fagott (1998) og “Afturund-
irgerð" fyri solo violin
(1998).
Tyskvøldid 23.06 verdur
ein konsert i Vesturkirkjuni
klokkan 20.00 vid Det Jyske
Musikkonservatoriums
Messingensemble, sum varð
umrøtt í blaðnum seinastu
viku. Jútska ljómliðið spælir
verk eftir Aaron Copland
(1900-1991), Samuel Barb-
er (1910-1981), Vagn Holm-
boe (1909-1997), Kristian
Blak (f.1947) Einojuhani
Rautavaara (f. 1928) og eitt
kórverk eftir Paula í Sanda-
gerði (f. 1955). Í tí sam-
bandinum skal nevnast, at
verkið “Stevna" hjá Kristi-
ani Blak er ein frumfram-
førsla.
Kunngerð
Í tíðarskeiðnum frá 3. juli til 15. august
1998 (báðir dagar íroknaðir) verða av-
greiðslurnar opnar soleiðis:
mán.-frí. kl. 10.00-12.00
og kl. 13.00-15.00.
Undirvísingar- og Mentamálastýrið,
Falkavegur 6, 100 Tórshavn
Vinnu-og Miðnámsskúladeildin
Fólkaskúladeildin
Mentamáladeildin
Eigaraíbúð til solu
Um hóskandi boð fæst, er eigaraíbúðin
Landavegur 115, 2. hædd th. til solu.
Íbúðin er 82 kvm. til stoddar.
Innrættningur: Felagstrappuuppgongd,
gongd, spisikøkur, stova v/atg. til altan,
hjall, sovirúm og minni kamar, umframt
badirum/wc.
Kjallararum 14 kvm. til støddar.
Parkeringsmøguleikar. Felagsøki.
Tlf. 316267
Føroya Arbeidarafelag
og
Kvivikar Arbeidarafelag
Føroya Arbeidarafelag og Kvivikar Ar-
beidarafelag lysa til fundar at endur-
stovna Kvivikar Arbeidarafelag.
Fundurin verdur hildin mikukvøldid 24.
juni 1998 kl. 19.00 i bygdarhusinum.
Til sølu
Bruktur transportari vid husi
Tigrecar 3700, 36 hk. v/ vippu 3 vegir,
lastar 2 tons.
Martin Truck
3 hjólaður landbruksvognur, 14 hk. við
ljós og el-start.
Heygsvegur 30
Tlf. 31 69 10
/
a Á
|