Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 20. JUNI 1998 tíðindablaðið Politikarar skulu halda fingrarnar burtur — Gera vit av politiskt at útgerðarhavnin skal liggja á Drelnesi, hava politikararnir samstundis gjórt av, at Maersk eigur oljumonopolið í Føroyum, sigur Tórfinn Smith, sum ikki dylur fyri, at eftir hansara hugsan órógvar lokalpolitikkur ser nógv hetta mál EIRIKUR LINDENSKOV — Eg eri sannførdur um, at økid uppi å Sundi er sera væl egnad sum útgerðar- havn til oljuvinnuna. Økid hevur nú ligið óbrúkt í eini tíggju ár, og tað er okkara skylda at bera so í bandi, at virksemi kemur í tær íløgur, sum kommunan hevur gjørt. Hetta sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í havnarnevndini hjá Tórs- havnar býráð. Hann er als ikki samdur við formanni Javnaðar- floksins, tá hann sigur, at politisk stóða má takast til, hvar ein útgerðarhavn skal vera. — Tá vit bjóða okkara øki fram, so er tað ikki tí, at vit vilja framskunda eina mið- savnan. Tvørturim6ti er tað okkum greitt, at nógv fólk flytir ul Havnar. Tí mugu vit tryggja, at vit hava eitt so fjøltáttað vinnulív í bý- num, sum til ber, sigur Tór- finn Smith, og hann leggur afturat: — Tað verður eisini tosað nógv um at flyta alment virksemi úr høvudsstadnum Leivur Hansen, borgarstjóri og Poul Mohr, stjóri í á Sundi fyrr í vikuni - hesum mugu vit eisini verja okkum fyri við at skapa fyritreytir fyri ðrum virksemi, sigur Tórfinn Smith. BO er ikki eitt ókent fyri- brigdi at teingja saman vinnulív og bygdamenning í Føroyum. Men Tórfinn Smith heldur ikki, at vit hava alt ov góðar royndir í so máta — Eg haldi, at vit eiga at finna útav, um oljuvinnan skal vera bygdamenning ella ein frí vinna, sigur hann, og letur ongan iva vera um, at eftir hansara hugsan eiga politikararnir at halda fingrarnar langt burt- ur. Tórfinn Smith vísir til tað, sum Jóannes Eidesgaard vísti á í Sosialinum nú um dagarnar, at í Noreg hava tey avgjørt politiskt, hvar útgerðarhavnir skulu liggja. — Nú kann tað vera so ymiskt, hvat fólk halda og meina. Men fólk í Noreg, sum vit hava tosað við, siga, at tær avgerðirnar als ikki vóru so hepnar, sum Jóann- es Eidesgaard vísir á. Í Nor- eg - serliga í Norðurnoreg - eru fleiri útgerðarhavnir, sum als ikki vera brúktar, tí tær liggja so illa fyri. Tann brølararan eiga vit ikki at gera í Føroyum, heldur hann. — Tað er ikki foreiniligt at teingja saman vinnulív og bygdamenning, heldur bý- ráðslimur Javnaðarfloksin í Havn. Tórfinn Smith vísir eisini á, at býráðið leingi hevur arbeitt við teirri avtaluni, sum nú er gjørd við Tórs- havnar Skipasmiðju. — Vit vildu hava eina før- oyska fyritgku við í verk- ætlanina. Og vit hava fingið eina sterka fyritøku í byn- um, saman við einum sterk- um útlendskum felag, at standa fyri hesum. Tann háttin dámar mær nógv bet- ur. — Gera vit av politiskt at útgerðarhavnin skal liggja á Drelnesi, hava politikararnir samstundis gjørt av, at Maersk eigur oljumonopolið í Føroyum, sigur Tórfinn Smith, sum ikki dylur fyri, at eftir hans- ara hugsan órógvar lokal- politikkur ser nógv hetta mál. Mynd: Jan Miller — Eg haldi, at vit eiga at finna útav, um oljuvinnan skal vera bygdamenning ella ein frí vinna, sigur hann, og letur ongan iva vera um, at eftir hansara hugsan eiga politikararnir at halda fingrarnar langt burtur Tógvhandilin FILER AN ; friggjadag, og leygardagin - „geva vit Tógvhandilin HESPAN Jedurtaskum og Í Staravegur 3 | Í Tlf. 318737 #