Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

mate Nr. 114 - 20. JUNI 1998 Nr. 114 - 20. JUNI 1998 Næmingarnir i 6. B eru Lars Isak Anderssen, Martin Rauff Dahl, Benjamin Hammer, Avaldur Hultgren, Leif Håkun Jacobsen, Liggjas Jogvansson, Bjarni Jørgensen, Simun Johan Olsen, N. Christoffer Olsen D., Frank Poulsen, Annika Abrahamsen, Hanna Gudrun Alstrup, Bennvør F. Eyvindson, Liv Harald- sen, Linda Michelsen, Joan R. Mikkelsen, Gudrun Rubeksen, og Katja Vilhelmsen. Turid Kjølbro Teir 18 næmingarnir i 7. B í Sankta Frants skúla hava í longri tíð savnað pening inn til eina ferð. Síðani Smyril fór undir at sigla til Skot- lands fyrst í åttatiårunum hava skúlaflokkar í Føroy- um havt samband við skúl- aflokkar í Skotlandi. Tankin var beinanvegin at fáa het- lendskar næmingar til Før- oyar eisini, men teimum hevur ikki borið til at ferðast av fíggjarligum orsgkum. Ætlanin var, at leiðin hjá 7. B skuldi ganga til Skot- lands við Smyrli, men síð- ani tann rutan varð løgd nið- ur fyri tveimum árum síðani hevur verið ógreitt, hvagar leiðin skuldi ganga. Sam- stundis hevur skúlaráðið í Havn heitt á skúlarnar um ikki at virka fyri, at skúla- næmingarnir savna pengar inn til uttanlandsferðir, tí nógv foreldur hava klagað um hesar innsavningarnar til stuttleikaferðir. Lærarin hjá 7. B. í Sankta Frants skúla, Poulina Slætt- anes, tók skúlaráðið uppá orðið og fór tí undir at hugsa um eina setursferð í Før- oyum. Nakað annað er so, at skúlaflokkar framvegis gera uttanlandsferðir — sama dag, sum setursferðin hjá 7. B. byrjaði fór hin 7. flokkurin í Sankta Frants skúla til Hetlands við Norr- ønu. Dagbók Næmingarnir hava á seturs- ferðini skrivað dagbók, og sum skilst á hugleiðingu- num hjá teimum hava tey havt ein góðan túr. Tann eini næmingurin endar sína dag- bók við at takka lærarunum fyri túrin, og á hinum næm- ingunum skilst eisini, at tey hava fingið væl burturúr. Setursferð er bæði álvari og gaman. Sambært Undir- vísingarleiðbeiningini til Mynd: Jens Kr. Vang Sgpurskúlaferðin hjá 7. B í Sankta Frants skúla: I Klaksvík tíma síni frá setursferðini í Klaksvík Fólkaskúlan er endamálið við seturskúlanum, at skúlin sum partur í samfelagnum leggur undirvísingina nærri upp at tí dagliga lívinum, og at næmingarnir gjøgnum sjálvsuppliving og sjálvs- virksemi kunnu læra tað, sum miðað verður eftir í set- urskúlaætlanini. Næmingar- nir og lærararnir eru saman alla tíðina, seturskúlaskeið- ið varir. Hetta styrkir um samanhaldið í flokkinum, næmingarnir koma at kenna stórri ábyrgd av sær sjálvum og floksfeløgunum. Tað at vera heimanífrá og sjálvur klára seg millum sínar javn- aldrar mennir næmingin í treysti til sin sjålvs og fel- agsskapin. Lærarin kemur at kenna næmingarnar á ein heilt annan hátt enn í tí van- liga skúlaumhvgrvinum. Eisini fær næmingurin høvi til at uppliva læraran á ein annan hátt enn í skúlastov- uni. Síðst í maí fóru so hesir 18 næmingarnir saman við tveimum lærarum á seturs- ferð - til Klaksvíkar. Skrá varð gjørd fyri ta góðu vik- una ferðin vardi, og byrjað varð á Biofar í Kaldbak, har næmingarnir høvdu høvi til at siggja og nerta vid hav- djórini. Dagin eftir varð far- ið til Klaksvíkar, har gist var í skótahúsinum hjá Nóls- oyar-Páls skótunum. Farið varð út í Grøv og í Gerðabg, har steðgað varð við minnisvarðan, har skalvalopini vóru í 1745 og 1765 á grækarismessu. Vitj- að var á Føroya Bjór, har næmingarnir fingu soda- vatn og kepp, í Christians- kirkjuni, har Niels Pauli Danielsen, prestur, greiddi frå, og útferð varð gjørd til Viðareiðis. Næmingarnir vóru eisini í svimjihøllini og í biografinum í Atlantis, ið liggur beint við skótahúsið, og næstseinasta kveldið vóru gll á væl umtóktu mat- stovuni Shang Hai, har tey ótu kinesiskan mat. Á vitjanini í Klaksvík fekk 7.A. vitjan av einum flokki úr skúlanum á Ziska- trød. Eftir hvítusunnu helt set- ursferðin fram — í Havn. Vitjað varð á Kriminalfor- sorgini, har leiðarin greiddi næmingunum frá, hvat hendir, tá ið eitt ungfólk brýtir lógina. Um kveldið var flokkurin til sjónleikin „Brim og brúðleyp“ í Sión- leikarhúsinum, og seinasta dagin á ferðini varð farið á Heilsufrødisligu Starvstov- una, har tey fingu kunnleika til mikrobiologi tey bara at drekka Føroya BjOr — og ikki Restorff og teir donsku drykkirnar, sigur 13 ára gamli Lars Anderssen úr 7. B í dagbók Brot úr dagbókini hjá Lars Anderssen. Hesin sami Lars er ein hugaður Sosial-seljari. 26. mai: Biofar er eitt pláss í Kaldbak, har nógv løgin havdjór finn- ast. Eg helt í einum krabba og gjørdi ymiskt, sum eg aldri fyrr havi gjørt. Selmar (skúla- stjórin) segði í Kaldbak, at havnarbørn tora ikki tílíkt vit gjørdu t.d. at nema við krabbar og halda í teimum, og tað hevur Selmar rætt í. 27. mai: Vit komu til Klaksvikar kl. 12, henda dagin spældu vit dyst ímóti 7.A og vit vunnu dystin 10-3. Í Klaksvík varð borðreitt við nátt- úrða og vit ótu sum trøll. Ég rokni við, at vit øll fara at læra nakað burtur úr hesum degnum í næsta størsta og fyri ikki at gloyma reinasta bynum f Føroyum. Tey ungu í Klaksvík dámar væl at vera har við plenuna. Tey sparka ella práta, í Klaksvík er plenan miðdepil fyri ungdómin. Eg havi lagt til merkis, at í Klaksvík tíma tey bara at drekka Føroya Bjór og ikki Restorff og teir donsku drykkirnar. Í dag hava vit verið í byrådshøllini og hoyrt børn frå 5 år og upp eftir spæla klaver, orgul og ymiskar floytur og horn. Eg så at tey flestu børni- ni vóru nervøs og bang- in og tey kiksadu onkun- tid. Til at vera undir 10 år var hatta gott spælt. Eg veit, hvussu tað er at spæla til konsert. Og fyrsta konsertin hjá mær og hinum guitarnæming- unum var góð, men sjálvandi vóru vit lítið sindur bangin eisini. Vit máttu øll vera í song á midnátt. Og tað var strævið hjá Louise og Poulinu at fáa okkum í song. Men tá ið klokk- an var Okkurt um 3 um morgunin vóru øll sovn- að. 29. mai: Vit eru komin tíl Havnar aftur. Og tað er stuttligt at síggja síni kæru aftur. Tað er deiligt at lugta ta deiligu luftina í Havn aftur. „Á tann deiliga Tórshavn“. 2. juni: Tað er komið lív í okkum øll í 7. B aftur. Vit hava annars havt hvítusunnufrí. Í kvøld er „Brím og brúðleyp“ sjónleikurin. Hann var góður og handlar um eitt par, sum skal giftast. Albert, sum er ein ungur sjómaður kemur heim frá at hava siglt úti í verðini og hann giftist so beinanvegin við einari gentu í bygdini. Ver- móðurin er ógvuliga herkut og ornut, hon er líka sum Mrs. Bucket úr „Fínt skal tað vera“ og Albert og ein annars ungur drongur, sum eisini er sjónmaður og eitur nei tvæti eg minn- ist ikki, hvussu hann eitur, dáma illa hesa konuna. Tað verður eitt øgiligt rok, áðrenn brúð- leypið. Albert er bara ein ungur heimleysur drongur, sum vaks upp á barnaheimi til hann fór til skips. Hann eigur næstan ikki nakað. Kl. 10.00 næsta dag møttu øll í Grasagarði. Vit øll gingu til Heilsu- frødisligu Starvstovuna, har vit lærdu um bakter- tur. Og vit fingu øll eina plátu sum vit skulu leggja onkustaðni, har bakteríur eru.