Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 20. JUNI 1998 Seinast í novemburmánaði í fjør fóru teir fimm vinmenn- inir Svein W. Rasmussen, Mass Hoydal, Magnus Samuel- sen. Theodor E.D. Olsen og Dånial Hoydal at fjakka i Suduramerika og i Karibisku oyggjunum. Í seinasta parti frættu vit m.a. úr Potosi, silvurminubýurin, har mangir indiánar hava latið lív.... Ferðaleiðarin heldur siesta í skugganum undir bilinum Theodor E. D. Olsen á Dánial Hoydal Rusk Víðari til Uyuni í útsynn- ingshorninum í Bolivia Túrurin tók 6 tímar og var eftir vánaligum vegi, men tað góvu vit okkum ikki far um longur. Vit høvdu 1 koyrt Sí nogv veri og årig drúgvari túrar áður á ferð- a var einki aftur- sum tað iKK evo: eydna londunurr danun nápa burturav B ukkul:gt undantak tey noí Ok gjøgnum seg er uttanav hesu bløð súreplinur mið Suðuramerika. B- ikki meira enn hålvt í dag mun til í 1825, tá fekk sjálvstýr Men so er eisini alt serliga sagt, sum kann sig- ast um býin Uyuni. Hann var fyrr ein týðandi jarn- breytarmiðdepil, men hór- ar í dag mest undan orsak- að av ferðafólkunum, sum koma til býin fyri at vera nakrar dagar og finna sær eitt ferðalag og ein ferða- leiðara inn í saltoyðimerk- ina. Hann liggur á einar! veldugari fletu í einum há- lendi. Vantandi åirnar og tískil kloakkering saman- tvunnið við líkasæluna hjá bolivianum, tá tað kemur til dálking, endaði í eimi óhumsku, hvers líka vit ongantíð heydu sæð Longu í bussinum býin i langari fjarstødu, sou vit, hvussu ruskið lá avegls sum kavi yvir alla fløtuna Fólk blakadu bara fyn dyr g so syrgdi daglig: mið- dagsvindur! r er ak? Salt Taf r i ær í øv angt fra Buenos Aires og Atlants- havinum, SO Vit tað eitt sindur vistu, at Bolivia einki sam- band við hav hevði, so hetta mátti vera lognbrá. Tað var tað eisini. Regntíðin, sjálvt um hon ikki ger nógv um seg her í hesum turra oyðimarkar- lendinum, hevði lagt eina lind av vatni omanyvir tað bjarthvita saltið. so tað sá út sum ein blámi. Í sjónar- ringinum sóu vit tey fjaru fjøllini daga undan sum oyggjar í havinum Vit máttu út úr bilinum eina letu. Leiðarin hjá okk- um skuldi leggja seg undir hann og surra plastikk upp undir botnin, so hann ikki skuldi farast heilt av salt- inum. Her vóru hús úr salti. Vit fóru inn og sóu, at borð, stólar, sengur alt var virkað úr salti. Tað var hart sum grót og sera væl egnað sum byggitilfar. Ein maður hevði ein handil (úr salti sjálvandi), sum seldi prýð- islutir og brúksting, sum øll vóru gjørd úr salti. Vit umhugsaðu at keypa, men vektin á lutunum og tankin um at skula bera teir allar vegin heim fekk okkum at aftra okkum. Hav ella ísur Tað vóru sanniliga veruli- gar oyggjar mitt í salthav- mum. Vit komu til eima eftir at hava koyrt gjøgnum saltið í nakrar tímar. Tað vóru tímar við sólbrillum og nógvari blundan fyr: at halda hevuðpínuni fyri durum. Tann sterka sólin í 4000 m hædd var ein van- damikil samanseting við saltinum, ið var hvítt sum kavi, og vit vistu tá, at á- varingarnar í ferðabókini um kavablinding ikki vóru skrivaðar uttan orsek. Líktist eisini nógv inn- landsísinum í Grenlandi, og sást tú ein svartan blett í blánanum, helt tú tað vera ein kóp. Men sjálvandi kann einki liva undir slík- um umsteðum, og tá var tað bara ein indianari, sum stóð og hegdi saltblokkar við haka. Hann skuldi brúka teir til at byggja hús við. Oyggin var avtakin í upp til seks metra høgum kakt- ussum, men annars var einki uttan kjarr og legin steinskap - sum at koma á mánan. Men so mugu vit sjálvandi ikki gloyma Julio og Betty. Tey heydu funn- ið sær umsteður at búgva á hesum fjarskotna og skur- sluta stað mitt úti í ellum tí drepandi saltinum. Tey húsaðust aftanfyri ein lað- aðan garð upp í móti ein- um brettum kletti. Meira var ikki. Gott hjá teimum, at vindur var lítil og eingin herúti, tí annars hevði ikki verið lætt at verið lama... Vit komu út úr tí ringasta saltinum og ljósinum um kveldið. Koyrdu eftir ein- ari fløtu til eina pinkulitla bygd mitt úti í ongum. Har skuldu vit gista fyrstu nát- tina av trimum við gassi og stearinljós!. Toran gekk, sum vit aldrin hevdu sæð ella hoyrt fyrr Tað gekk ofta ikki meira enn sekundið ímillum, at snarljósini lýstu kveldar- skýmingina upp við einum eftirfylgjandi braki, sum minti okkum um segur um Ragnarøkur, vit høvdu lis- ið í religiónstímum. Vit náddu at koma inn at kroka, áðrenn hann loysti av í glopraregni. Men tað var ikki tespiligt at skula útum at loysa sær buk- surnar í vátu larmandi nát- tini við lummalykt í munninum... Svávul, flamingo og steintre Næstu dagarnar sóu vit landsleg og náttúrufyri- brigdi, vit ikki høvdu droymt um áðrenn. Fjalla- vetn, ið skiftu lit frá bláum til gult og grent, orsakað av samanrenningini av svávuli og ødrum grunde- vnum og litevninum okk- eri Her livdu flamingofuglar, sum eisini vóru í mongum ymsum litum, og høvdu reiður. Men hetta var eitt tað einasta djórið, sum kundi finna sær livium- stødur í hesum óvinaliga umhvervi Náttúrukreftirnar høvdu ordiliga funnið sær eitt spæliplåss her upp: á 5.000m. Einastaðni var ein dalur, har vindurin hevði sópað so dúgliga, at bara teir hardastu klettarnir høvdu klárað at staðið i- móti. Men hesir stóðu so sanniliga eisini prúðir upp sum risar við øllum hugs- andi og óhugsandi skap- um, sum kundi fingið eim- hvenn klett undir Vest- mannbjergunum ella norð- anfyri Kollin i Eysturoynni til at blikna av øvund Eina aðrastaðni skutu geysarar seg upp úr jerðin: og sprændu okkergula runu blandaða vid svåvuli eftir teimum, sum hættaðu sær ov nær. Tað høvdu fleiri gjert, segði leiðarin okkum. Tað vóru nógvar segur um turistar, sum líka vildu eitt fet afturat fyri at síggja meira ella fáa eina góða mynd, og so vóru dotnir úti og høvdu brent seg illa - ella tað sum verri var Vit feldu undir fótunum, hvussu jørdin og runan undir okkum var leys og kundi skríða undan hverja letu, so vit suffaðu lættlig- a, tá leiðarin rópti á okk- um, at vit máttu sleppa okkum víðari. Tað var eisi- ni gott fyri nasarnar at sleppa undan rama fretluk- tinum frá svávulinum, sum heitu runupottarnir goystu ut.