leygardagur 20. juni 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið 0000
Nr. 114 — 20. JUNI 1998
ÍTRÓTTUR |
sosialurin. box 76. 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax 31.47 20 - e-mail til ítróttin: emil Qsosialurin.fo
Europeiska
ævintýrið hjá
VB byrjar í dag
Fótbóltur: Vágbingar hava fyrireikað seg
væl til intertoto-dystin móti kekkiska liðnum
Boby Sport, sum verður í Hvalba í dag
á altjóða fótbóltspallin fyri fyrstu
erð í søgu felagsins. Og sam-
stundis trínur Hvalba inn á henda
sama pallin, eisini fyri fyrstu ferð
nakrantíð
Góða endasteðan hjá VB í
landskappingini í fjør hevði vid
sær, at liðið vann sær rætt til lut-
tøku i Intertoto-kappingini, sum
er tann minsta av teimum euro-
peisku kappingunum hjá UEFA
Lutakastið paraði VB saman við
kekkiska liðið Boby Sport úr
Brno, sum endaði nummar 10 í
kekkisku landskappingini. Føroy-
ar og Kekkia hava spælt móti
hverjum ødrum fleiri ferðir á
í dag verður
fyrstu ferð, at eitt før«
landslidsstødi, men
Bjarni Johansen er annar av
bert tveimum VB-arum, sum
fyrr hava roynt seg í altjóða
fótbólti
Føroyska landsliðið hevur tvær
ferðir spælt móti Kekkia og tvær
ferðir móti fyrrverandi Kekko-
slovakia. Kekkarnir hava vunnið
allar fýra dystirnar, men teir hava
allir verið rímiliga javnir, og
størsti kekkiski sigurin var upp á
4-0
Kanska ein ábending um, at
kekkiskur fótbóltur hóskar væl til
tann føroyska
Vágbingarnir eru sum vera man
spentir til dystin í dag. Tað eru
bert liðskiparin Bjarni Johansen
og Milan Culjic, sum fyrr hava
roynt seg í altjóða fótbólti. Bjarni
hevur staðið í føroyska landsliðs-
málinum fýra ferðir, og Kulio hev-
ur tvær ferðir roynt seg á jugo-
slaviska Ul8-landsliðnum. Hinir
hava ikki spælt í altjóða fótbólti
fyrr
Ohepnasti maður í Vági í hesum
døgum man uttan iva vera Eyðun
Kjærbo, sum keikti fótin undir
venjing fyrr í vikuni og hevur
gingið á høkjum síðani tá. Sum
skilst er hetta fyrstu ferð í eimi
tíggju ár, at hann er skaddur, og
harafturat hevur hann verið ein
tann spentasti av øllum VB-arun-
um, so tað kundi ikki verið verri
Allir hinir eru klárir til stóru og
spennandi uppgávuna, sum liggur
fyri framman
Annars vita vágbingar millum
lítið og einki um kekkiska liðið
Tað endaði sum nevnt á 10. plássi
í kekkisku kappingin: í år, og allir
leikararnir hjá teimum eru yrkis-
leikarar. Men hóast VB ikki veit
tað stóra um Boby Sport, kunnu
VB-liðið er eitt óskrivað blað í
altjóða fótbólti, har tað fyrst
og fremst hava verið GI, HB
og KÍ, sum hava gingið á odda
Mynd: Aki
teir troysta seg við, at kekkarnir
uttan iva heldur ikki vita tað stóra
um VB
VB rindar kostnaðin
Í síðstu viku fekk VB grønt ljós
frá UEFA um, at dysturin kann
spælast á grasvøllinum í Hvalba,
og tað var ein stórur bati fyri vág-
bingar, sum uttan iva kenna seg
meira heima í Hvalba enn á Toft-
um.
Einasta treyt, UEFA setti, var
at VB skal syrgja fyri at gera ferð-
ingina hjá kekkunum so lætta sum
gjørligt
Kekkiski hópurin lendi í Vágum
í gjár og kom til Suðuroyar í gjár-
kveldið, har teir skulu búgva í
Øravik, til teir fara avstað aftur í
morgin
Kekkarnir skutu annars upp, at
VB rindaði allan kostnaðin fyri
teir, meðan teir eru í Føroyum,
aftur fyri at teir so rinda kostnaðin
fyri VB, tá vágbingar um eina
viku fara til Kekkia
Hetta høvdu vágbingar einki
ímóti, tí sum skilst eru hotellprís-
irnir í Kekkia ikki til at spæla
við... Harafturat skal VB vera ein
dag longur í Kekkia, enn kekkar-
nir eru i Føroyum, so henda av-
talan loysir seg væl hjá VB, sum
-
Lesið eisini
itrottin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
>
VB er til reiðar at trína inn á altjóða fótbóltspallin fyri fyrstu
ferð í søgu felagsins
ikki er av ríkastu fótbóltsfelógum
í landinum.
Eisini tí kemur tað væl við, at
dysturin verður í Hvalba, tí útlitini
fyri fleiri áskoðarum eru nógv
betri, og so fáa teir eisini stórri
fyrimun av at hava heimavøll.
Vøllurin í Hvalba er í góðum
standi í løtuni. Hann er turrur og
slættur, og seinastu fyrireikingar-
nar til dystin skuldu fáast frá
hondini í gjár. Fyri at lúka altjóða
krøvini må Royn-høllin innrættast
eitt sindur ødrvisi, so skilaveggir
eru settir upp til fjølmiðlar o.a
VB-ararnir hava leingi glett seg
Mynd: Aki
til henda dystin, og teir skuldu
verið væl fyri til dystin í dag. Í
gjårkvøldid høvdu teir lætta venj-
ing í Vági, og fyrrapartin í dag
skuldu teir royna vøllin í Hvalba
og eta dógurða saman. Karmarnir
skuldu verið í lagi, og so er bert
at vóna, at tað fer at ganga væl
hjá vágbingum í teirra fyrstu al-
tjóða styrkiroynd, sum verður í
Hvalba í dag.