Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. juni 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 — 20. JUNI 1998 Bert suduroyarlidini tíðindablaðið S06/2// fáa mål moti HB Fótbóltur: Enn hava bert TB og VB megnað at skora móti HB í landskappingini. Í dag spælir oddaliðið í Sumba móti triðja suðuroyarliðnum -í deildini EMiL L. JACOBSEN Landskappingin í fótbólti nærkast summarsteðginum, og eitt er í øllum heilt greitt. HB verður eisini nummar eitt aftan á 8. umfar, sum verður í dag og í morgin. Eftir knúsandi 4-0 sigurin á KÍ seinasta sunnudag eru fýra stig frá HB niður til næsta lið, so eingin kann taka havnarliðið hetta viku- skiftið, sjálvt um HB skuldi tapt dystin í Sumba í dag Nærmasta liðið er nú NSÍ, sum vann 2-0 á B36 á Skålafjardarstevnuni sein- asta leygardag. Eins og HB skal NSI eisini til Suðuroy- ar, har teir sunnudagin skulu spæla á Tvøroyri móti botn- liðnum TB. Umframt, at HB verður oddalið aftan á hetta umfar- ið, er tað eisini 99 prosent greitt, at TB er botnlið aftan á sunnudagin, eisini um teir vinna á NSI. Tvøråmenn hava bert fingið tvey stig burtur úr sínum fyrstu sjey dystum, og målårtøkan sær heldur ikki serliga tespilig út. Try stig eru upp til IF á næstniðasta plássi, sum eis- ini hevur væl betri málmun enn TB. Sostatt liggja tvgrámenn sera einsamallir í botninum, og fyri hvønn dyst sum gongur uttan sigur, verður tað tyngri og tyngri. Tað verður heldur ikki lættari við gllum leikbannunum, sum regna oman yvir TB- liðið. Í dystinum móti B68 seinasta vikuskiftið hevði TB-venjarin Zoran Pavlo- vic allar sínar menn tøkar fyri fyrstu ferð síðani í 1. umfari móti VB. Men dyst- urin var ikki gamal, tá Oli Johannesen fekk sítt annað gula kort í dystinum, og so var liðugt fyri hansara við- komandi. Tá so málverjin Magni Hentze noyddist út við skaða í hálvleikssteðg- inum, og útileikarin Pól F. Joensen mátti í málið at standa, var eisini liðugt hjá TB, sum at enda tapti 0-5. NSI yvirhálaði bæði Kl og B36 seinasta vikuskiftið, og um teir vinna á Tvøroyri, sær tað gott út hjá teimum ungu monnunum av Runa víkarleiðini. NSI byrjaði ár- ið væl, men tapti so sann- A pappírinum er HB- verjan tann besta í landskappingini. Higartil hava bert suðuroyarlið megnað at skora móti oddaliðnum. Í dag spælir , HBíSumba Mynd: Alvur Haraldsen førandi í tveimum dystum á rað móti HB og KI. Men síðani er glid komið á aftur, og NSI er aftur við í heið- ursmerkjastríðnum. Klaksvíkingar á Svangaskarð KÍ var nógv betri í steypa- finaluni mikukvøldid enn teir vóru í landskappingar- dystinum sunnudagin, og teir vóru eitt sindur óhepnir við at tapa 2-0. Í morgin skulu klaksvíkingar á Svangaskarð at spæla móti B68, sum liggur ovarlagari enn tey flestu høvdu væntað um hetta mundið. Toftaliðið er nummar fimm, men tað eru bert tvey stig upp til silvurplássið, sum kann røkkast við sigri, samstund- is sum NSI og B36 tapa. Liðið, sum streyk avstað við FM-heitinum í fjør, er ikki eins væl fyri í ár, og ein fær varhuga av, at fleiri av teimum eru mettir aftan á árið í fjør. Í morgin kemur GI í Gundadal, og tað kann gerast ein rættiliga áhuga- verdur dystur, tí meðan GI- ararnir kanska vóru eitt sindur mettir í fjør, man svongdin vera komin aftur nú. Tá B36 og GI spældu í Havn í fjør, vann B36 5-2, og var hetta kanska tann mest tydandi sigurin av teimum øllum, tå samanum- kom. Tad hevur eisini tydn- ing hjå B36 at vinna f morg- in, tí annars kann gloppið upp til toppin gerast í so stórt. Men GI hevur heldur ikki ov nógv at geva av. Gøtu- menn kunnu neyvan vera nøgdir við teirra avrik hig- artil i år, men móti IF sein- asta vikuskiftið vunnu teir aftur fyri fyrstu ferð síðani 10. mai. Kanska ein åbend- ing um, at GÍ nú er á veg ivaleyst ov seint til at gerast føroyameistari, men heið- ursmerkini og pláss í Eu- ropa skuldu verið í eygsjón, ikki minst um tað eydnast at fáa trý stig í morgin. Oddaliðið og steypavinn- ararnir úr HB skulu í dag spæla í Sumba, og tað kann gerast ein lumpisligur dyst- ur fyri havnarliðið, hóast teir mugu metast sum greið- ir favorittar í dag. Men sumbingar hava víst, at teir eru tungir at syfta á heimavelli, og til stuttleikar kann nevnast, at tey fýra málini, sum sterka HB-verj- an hevur latið inn í år, øll eru skorað av suðuroyarlið- um... Tann 10. maí vann HB 4- 3 á TB, og 1. juni endaði dysturin móti VB í Vági 1- 1. Annars hava åvikavist B36, NSI, GI, B68 og Kl roynt at skora móti HB, men uttan eydnu. Ein góð ábending um, at verjan hjá HB telist millum tær sterk astu í landinum. Einastu verjurnar, sum koma nær teimum fýra mál- unum hjá HB, eru B36 og B68, sum hava latið sjey mál fara inn í skeiva end- anum higartil í ár. Á veiku síðuni liggur TB, sum hevur tapt 26 mál í sjey dystum tað er næstan fýra mál pr dyst. Hinvegin hevur TB verið raskari at skora enn fleiri onnur lið, og tað at teir hava gjørt trý av teimum fýra málunum, sum higartil eru skotin móti HB, prógvar, at tað ikki er har, hundurin hjá TB liggur grivin 23 /% Æ — beint nu FRANCE 98 v2VYPE DO NODDIT Emil Lisberg Jacobsen Á denn dómari... Mest undirhaldandi dysturin higartil í Fraklandi sóu vit hósdagin. Í fyrra hálvleiki var nógv gott spælt at síggja, men veruliga undirhaldið byrjaði ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, tá dómarin meldaði út í reyðum Trý reyð kort og ein rúgva av gulum oyðiløgdu dystin so nógv, at tað verður tað, danir fara at skylda uppá, um teir nú ikki sleppa víðari. Teir byrjaðu longu kveldið eftir dystin, og hatta verður seint gloymt Men burtursæð frá, at dómarin var fullkomiliga óbrúkiligur (kanska uttan í Føroyum ríkisfelagar í veruleikanum vera hepnir um, at teir yvirhøvur fingu eitt stig. Heyði hatta langskotið 90. minutti (nú ber ikki til at siga >síðsta minutti longur) farið inn, heyði tað ikki bert verið flottasta mál higartil í kappingini. Tað hevði eisini verið málið, sum hevði sent Danmark út úr kappingini Teir sluppu við skrekkinum, men kortini var tað hugstoytandi at síggja, hvussu vísir danir eru í at fáa stig móti Fraklandi Fyri mær er tað fullkomiliga óhugsandi, at Danmark fer at fáa nakað burtur úr móti Fraklandi sum hølvadi Saudi Arabia av við nakað av tí besta spælinum, vit higartil hava sæð Danmark hevði stórar trupulleikar av Saudi Arabia og var heppið at fáa javnt móti Sudurafrika, sum fraklendingarnir vunnu 3-0 í fyrsta dystinum Kortini tosa danir við fyrrverandi venjaranum Ricardo á odda í kórinum um javnleik móti trikolorini Men aftur til dómaran, sum gav okkum nakrar s« stuttligar letur framman fyri skíggjanum. Tað var fr ótrúliga undirhaldandi at síggja, I vussu hann kompenseraði fyri útvísingina av Molnar við eisini at blaka Phiri út Og tað var enn meira undirhaldandi at síggja hvussu hann ikki tordi at hyggja í eyguni á Morter Wieghorst, tå hann hevði funnið útav, at hann hevði tikið skeiva kortið úr lummanum Men tað mest undirhaldandi var kortini at hoyra Carsten Werge, tá hann í besta Árna Gregersen-stíli skrálaði út í mikrofonina: »DET ER LØGN« og >KÆMPEIDIOT< Ikki tí, maðurin var idiot, eingin ivi um tað, og hann kann nú (vOnandi) síggja fram til sjálvur at fáa reyða kortið frå dómaranevndini og verða sendur heim til Kolumbia Kanska vóna teir mest víðgongdu danirnir, at hann eisini fær somu lagnu sum Escobar fekk fyri fýra árum síðani, men so illa man tað ikki vera statt Men hvør veit: Kanska hava orðini hjá Platin undir HM hevur víst seg vera ein eins stórur 1d10tur) um (sum bæði áðrenn og t dómararnir eru ov linir, veruliga sligið igjøgnum Eingin ivi er um, a stið á HM-dómarunun sera stórt. Tá so Platini fer at ge tad enn stø kundi tað í veruleikan kk ga MØrvísi, st Vit Cisi semna GYS L nillum Frak Í og Saudi Arabia. Og tá sami Platini so eisin leggur upp til, at fyrrverandi spælarar skulu geras dómarar, vita vit øll, hvat g ngur fyri seg 1 høvdinu 14 hasum manninum. Nú minnist e ikki rætt i, hvat aldurshámarkið fyri á ; dómarar ( vrk bóltss 30 int. S sk bug royndir, áðrenn hann Kann dóma á hægs stigi. O hvussu gamal er hann blivin skulu okkara