Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 — 23. JUNI 1998 ítróttar 11 ÍTRÓTTUR | sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil Csosialurin.fo i Higartil er kappingin i oddinum åtøk ti í 1995 Fótbóltur: Men i løtuni bendir einki á, at tað fer at gangast HB soleiðis, sum tað gjørdi ta ferðina Komandi vikuskifti verður níggj- unda og síðsta umfarið hesumegin summarsteðgin avgreitt. So fara flestu spælararnir í summarfrí Teir hjá VB fáa summarfrí eftir seinnu royndina í Intertoto, sum verður niðri í Kekkia, meðan onn- ur halda joansøku í Vági, meðan spælararnir hjá TB, IF, Sumba, NSI og KI fara í summarfri eftir landskappingardystirnar um viku- skiftið. Tvøråmenn fáa summarfrí leygardagin, tí kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av at flyta dystin millum GI og TB, sum sambært skránni skuldi verið sunnudagin, til leygardagin. Tað man vera tí at suðuroyingarnir vilja sleppa á jóansgkuna, sum verður í Vági Tað hevur verið upp á tal, at dysturin millum KI og Sumba, sum sambært skránni skal vrea í Klaksvík sunnudagin, skuldi flyt- ast ul Sumbiar, og so skuldi Ki hava heimavøll móti Sumba í 18. umfarinum, sum verður leygar- dagin 3. oktober, men higartil er ikki annað komið burturúr hesum enn prátið Altjóða luttøkan ; Hjá spælarunum i B36, HB og GÍ verður summarsteðgurin ikki so langur. Serliga stuttur verður hann hjá B36 og HB, sum longu 22. juli og aftur ólavsgkudag skulu spæla í innleiðandi umfarinum í Europa Cup fyri ávikavíst meist- arar og UEFA Cup. Gøtumenn vunnu steypakapp- ingina í fjør, og teir skulu í euro- peiska eldin mikudagin 13. au- gust, ella eina góða viku eftir at farið er undir aftur landskapping- ina heima á landi. Sambært skip- anini skulu allir fimm dystirnir í tíggjunda umfarinum í landskapp- ingini spælast sunnudagin 2. aug- ust, men kappingarnevndin hevur gingið umbøn frá HB og B36 á meti um at flyta lokaluppgerðina í Havn til månakvøldid 3. august. Kappingin um Europa Í fyrradagin var altso áttanda um- farið avgreitt. Sum altíð síðani farið varð undir landskappingina í 1942, so verður eisini í ár kappast um heiður og æru. Men tað er einki at liggja omaná, at Europa Cup og peningurin, sum er at vinna í tí sambandinum, stendur frammarlaga í huganum á bæði spælarum og ábyrgdarpersónun- um í feløgunum I tí sambandinum er eitt longu avgjørt. Tað er, at HB hevur vunn- ið sær rætt til europeiska luttóku komandi summar. Tað gjørdu teir. tá teir vunnu løgmanssteypid til ognar síðsta mikukvøld Men spurningurin er, um HB fer at taka lut í europeisku steypa- kappingini komandi summar. Í løtuni er HB væl fremst í lands- kappingini, og vinnur HB FM heitið, so fara teir at taka lut í Europa Cup kappingini fyri meist- aralið, og tað fer so aftur at hava við sær, at KI fær atgongumerkini til europeisku steypakappingina. Í løtuni er KI næstovast í lands- kappingini. Enda teir å ti plåssin- um, samstundis sum HB vinnur FM heitið, so fer tað at hava við sær, at tað liðið, sum endar á triðja plássi í landskappingini, fer at fáa plássið í UEFA Cup, sum næst- fremsta liðið annars eigur rættin til. Men nú fáa vit at síggja. Enn er alt hetta, so segði maðurin, hy- potetiskir spurningar, og sum kunnugt eru nógvir leikir í longum talvi. Atókt 1995 I HB er sigarføringin høg. Teir hava ongantid dult fyri, at målid er å hvørjum åri at vinna bædi landskappingina og steypakapp- ingina. Tá tú setir tær so høg mál, so verður tú ofta vónbrotin. HB hevur ofta áður vunnið greipuna, sum teir nú eru farnir at kalla tað, bretar nevna the double, men teir hava ikki megnað hetta tey sein- astu tíggju árini. Í 1988 vann HB FM, og sama árið vunnu teir tridju ísafjarðarsúluna til ognar Nú tykist møguleikin vera har Teir hava vunnið steypakapping- ina, og í landskappingini eru teir fimm stig undan klaksvíkingum á ðrum plássi Tað er eisini sjón fyri søgn, at HB liðið í år er nógv stødugari, enn HB lið hava verið í mong ár. Spælið er ikki so polerað, sum tað onkuntíð hevur verið, men teir vinna nærdystirnar, teir spæla beinleiðis og målsøki, og teir fáa fult so at siga hverja ferð Síðsta dómið um hetta var leyg- ardagin, tá Sumba kom á odda suduri á Krossinum, men HB fór alikavæl við øllum. Tað er eitt av eyðkennunum fyri topplið. Men hóast veruleikin er, sum hann er málaður omanfyri, so eru tey HB viðhaldsfólkini stuttmint, sum kanna sær FM heitið longu nú. Um vit líta aftur um bak, so kunnu vit staðfesta, at stødan eftir átta umfør í 1998 fyri HB minnir ikki sért um støduna í 1995. Tá var HB fýra stig frammanfyri hini liðini, tá átta umfør vóru avgreidd. Tá vóru teir sjey stig frammanfyri GI, sum eftir átjan umfør stóð við gullkrónum, meðan HB menninir so at siga vóru eyðmýktir og end- aðu á silvurplássinum heili átta stig aftanfyri GI. I løtuni er GI ellivu stig aftanfyri HB, og tad vera neyvan teir, sum taka HB i år, um nakar fer at gera tað, men moralurin av omanfyri standandi må vera, at tu skalt ikki kanna tær bitan, áðrenn hann er svølgdur, tú skalt ikki selja skinn- ið, áðrenn bjørnin er skotin og so víðari og so víðari. Stødan er annars rættuliga ólík henni í 1996, tá HB eftir átta um- fór var aftast í 1. deild! Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo At TB i evstu løtu sunnudagin so at siga mistu tvey stig fyri bord kann fara at visa seg kostnaðarmikið í síðsta enda. Botnstríðið Stødutalvan vísir, at tíðin hjá gøtu- monnum sum meistaraaspirantar er av í hesum umfarinum. Teir eru nærri botninum, enn teir eru topp- inum, men tað er neyvan nakar sum roknar GI millum niðurflyt- ingarmøguleikarnar, og tað gera vit avgjørt heldur ikki Tvgrámenn vilja fegnir vera í 1. deild, og tað er einki at siga til, tá tað m.a. verður hugsað um, hvørja søgu aldursforsetin hevur, men vit mugu ásanna, at í løtuni sær tað alt annað enn ljóst út fyri 1. deildarfótbólti á Sevmyri kom- andi ár. At teir í evstu løtu sunnu- dagin so at siga mistu tvey stig fyri borð kann fara at vísa seg kostnaðarmikið í síðsta enda Higartil hava sumbingar staðið seg væl, og tað kann fara at vísa seg, at teir hesa ferð megna at halda seg í bestu deildini. Tað gjørdu teir ikki fyrru ferðina, tá teir royndu seg í 1. deild. At kapp ingin um at sleppa undan niður flyting verður móti TB og IF er rættuliga sannlíkt. Men nú fáa vit at síggja. Komandi vikuskifti skulu tey bæði fremstu liðið, HB og KI, spæla á útivelli í åvikavist Fuglafirði og Sumba, og tá kundi tað kanska komið okkurt óvænt að úrslit, sum fór at hava tydning bæði fyri støðuna í botninum og í toppinum! jh