týsdagur 23. juni 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið SOSU
Nr. 115 — 23. JUNI 1998
Ein stórur dagur fyri
efsen er fyrst
dey
deyv í Førgynm
ir persónur, sum hevur fingið læraraprógv i Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Fríggjadagin fingu 13 næmingar á Fóroya Læraraskúla sítt læraraprógv. Millum teirra var Mar-
ia Ellefsen úr Sandavági, sum er fyrsti deyvi persónur, sum hevur fingið læraraprógv í Fóroyum
TeERII NIELSEN
klaktu lærararnir fáa prógv
síni handaði, men fríggja-
dagin var dagurin óvanlig-
ani hátíðarligur, tí at fyri
Lesarabrøv
fyrstu ferð í søguni, fekk ein
deyvur næmingur lærara-
prógv. Fyri hålvum ári síð-
ani fekk ein deyvur næm-
ingur nåmsfrødisligt prógv
á skúlanum, men hesaferð
var tað so ein lærari.
Tá ið Maria fór upp til
Olavur og barnaverndin
Ólavur í Beiti, sum er farin
at rópa seg sjálvan rithøv-
und, hevur seinasta árið
havt sum eitt av sínum aðal-
málum at niðurgera mín
persón og alt eg yvirhøvur
takist við. Eg spyrji ikki hví,
tí Olavur er nevniliga so-
leidis, at onkur skal vera
syndabukkur fyri hansara 6-
skil. Sjålvur er hann pr
definition ósekur. Kanska er
orsøkin eisini tann, at eg
ikki teljist millum teirra,
sum ikki lata seg ræða av
hansara grovu álopum
mSeinastu tíðina hevur
Ólavur so við partvísari
hjálp frá blaðmanni á Sosi-
alinum, Sveini Tróndarson,
lagt eftir mær og barna-
verndini í Havn fyri, at hann
ikki fær síni rættindi sum
fráskildur pápi. Hetta hóast
eg meira enn eina ferð havi
greitt teimum báðum frá, at
barnaverndin hevur púrt,
púrt onga åvirkan á hvørji
rættindi ein fráskildur pápi
hevur mótvegis børnum sin-
um. Adressan er enn Ríkis-
umboðið. Annað er, at eg
eri samdur við teimum í
nógvum viðvíkjandi
nevndu rættindum, og at
málsviðgerðin átti at ligið á
føroyskum hondum. Og eg
vóni, at eg kann gera polit-
isku ávirkanina galdandi
m.a. viðv. hesum viðurskift-
um
Annars havi eg tær við-
merkingar til seinasta bak-
bit Ólavs móti mær, at
barnaverndin er noydd til at
skilja ímillum, um tað eru
foreldur við foreldrarætti
ella ikki, sum venda sær til
okkara.
At eg als ikki havi nýtt
løgfrødina sum undanførslu
fyri at gera nakad. Eg visti
å fordingar, sum mangan
liggja i løgfrødini, men at
hesar fordingar sum oftast
eru neyðugar fyri at ein
generel verja av familjun-
um skal vera.
At eg ikki havi nýtt aðrar
fakbólkar sum undanførslu
fyri einki at gera. Eg visti
bert á, at allir viðkomandi
fakbólkar mugu og skulu
samstarva, og at hetta sam-
starv er ment munandi sein-
astu tíðina.
Og at tú framvegis ert
førur fyri at taka meg á bóli,
so væl tú dugir at manipu-
lera og venda tí, sum
skrivað og sagt er. At tú sum
rithøvundur við kensluborn-
um viðurskiftum sum ser-
grein kann vera so ómeta-
liga bondskur og ikki minni
grunnur.
Eg havi bert eini ráð til
tín Olavur. Tak í egnan
barm. Og yvirlivir tú tað,
tak tá til orðanna aftur.
Finnur Helmsdal,
barnaverndarform.
skúlastjóran, Paula Nielsen,
eftir próvnum, rungaðu
lógvabrestirnir í stúgvandi
fullu høllini á skúlanum, og
tað var ikki frítt, at onkur
hevði vát eygu.
Royni at gloppa
nakrar hurðar
Maria, sum eisini er for-
maður í Deyvafelagnum,
sigur, at tað var ein stór løta
fyri deyv í Føroyum, tå ið
hon fekk sítt prógv. Hon
viðgongur, at hon er vorðin
ein fyrimynd fyri onnur
deyv í landinum, tí at hon
við síni læraraútbúgving
hevur prógvað, at tað ber til
hjá deyvum at koma igjøgn-
um slíkar útbúgvingar. Mar-
ia hevur áður gingið á bæði
HF og handilsskúla, og hon
vil við hesum royna at eggja
onnur deyv til at fara undir
at útbúgva seg. Tað ber til,
men tað hevur bert mangla
onkur, sum tordi at gloppa
hurðarnar, sum leiddu til
stóð, har deyv mettu seg
onga atgongd at hava.
Hon er vitandi um onkran
ungan deyvan, sum nú ger
seg til at fara á HF,og so
møguliga fer at lesa víðari
eftir tað.
Vil fegin sleppa at
arbeiða við deyvum
børnum
Tað verður sagt, at skúlin
er fyri øll, og tí verður nú
roynt at fáa deyvar næm-
ingar frá Skúlanum á Trødni
at ganga í skúla á Venjing-
arskúlanum, har tey eru í
flokki saman við hoyrandi
næmingum. Maria sigur, at
hon hevði gott kunnað
hugsað sær at sloppið at
undirvíst hesum flokkum,
og hon fer tí at søkja starv
har
Søguligur dagur hjå
Læraraskúlanum
Pauli Nielsen, rektari á Før-
oya Læraraskúla, sigur, at
leiðslan á skúlanum var
ongantíð í iva, tá ið Maria
søkti, um
skuldi verða fyri deyvum
næmingum á skúlanum
Sjálvsagt varð neyðugt, at
tær umstødur, sum skulu til
fyri at undirvísa deyvum,
eisini vóru til staðar. Skúlin
er jú fyri øll, og tískil skal
tað eisini verða plás fyri
slíkum næmingum á skúla-
num
At tað er eitt megnaravrik
av Maria at fáa prógvið er
einki dulsmál. Pauli sigur,
at Maria er dømd út frá
somu treytum, sum ein
hoyrandi næmingur verður
dømdur út frá. Tískil hevur
hon verið noydd til at lagt
eina ótrúliga stóra orku í
sína skúlagongd. Nevnast
kann, at ein av høvudslæru-
greinunum hjá Mariu er
enskt, og ein og hvør kann
ímynda sær, hvussu torført
tað er hjá einum deyvum at
læra enskt.
At Maria nú hevur fingið
sítt prégv, gjørdi friggja-
dagin til ein søguligan dag
hjá skúlanum, sigur Pauli
Nielsen.
at pláss eisini
Fyrimunur fyri
føroyska fólkaskúlan
Formaðurin í Føroya Lær-
arafelag, Andrass Samuel-
sen, sigur, at hann sær tað
sum ein greiðan fyrimun
fyri tann føroyska fólka-
skúlan, at vit nú eisini hava
ein deyvan, útbúnan lærara.
Vit royna jú at fáa teir deyvu
næmingarnar at gerast ein
part av tí føroyska fólka-
skúlanum, og tískil er tað
ein styrkur, at vit hava lær-
arar, sum eisini eru deyvir.
Hetta eigur at eggja tey
deyvu til at traðka meiri
fram í skúlanum.
Góður møguleiki skuldi
verið hjá teimum 13 lærar-
unum, sum fingu prógv
fríggjadagin, at fáa arbeiði.
Onkur av teimum ætlar tó
heldur at fara at lesa víðari,
men tey flestu vilja fegin
sleppa til verka eftir summ-
arfrítiðina. Sosialurin ynskir
teimum gllum hjartaliga til-
ukku við próvnum.