Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í | | | Nr. 115 — 23. JUNI 1998 TB fær einki ókeypis Fótbóltur: Enn hevur TB ikki vunnið í landskappingini 1998, men sunnudagin var tað nærri við enn nakrantíð. Kortini má enn einaferð ásannast, at botnliðini einki fáa ókeypis, tá tað ræður um eydnu og marginalar :fur ein sera deydligan fyrra hålvleik gjørdist seinni hálvleikur av dystinum millum TB og NSI sunnu dagin rættiliga undirhald- andi Einki mál kom í fyrra hálvleiki, og hvorki av lid- unum hevði heldur teir stóru møguleikarnir til at gera tey. Meginpartin av teimum fyrstu 45 minuttunum var bólturin úti á miðjum vølli, og sum oftast gingu ikki meir enn eini tvær-tríggjar sendingar, áðrenn annað liðið hevði mist bóltin til hitt, sum so heldur íkki megnaði at fáa nakað nevni- vert burtur úr honum. NSI var sum heild betra liðið í fyrra hálvleiki, tí teir vóru ágrýtnari og fingu eitt sindur meira burtur úr bólt- inum, tá teir høvdu hann, meðan spælið hjá TB var sera tilvildarligt. TB-ararnir meira ágrýtnir So skjótt sum seinni hálv- leikur var byrjaður, sást, at TB fór at gera meira við tað. Teir vóru meira ágangandi í verjuspælinum, og av tí sama fingu teir meir at ar- beiða við fram eftir vøllin- um. Og tá sjey minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, kom fyrsti veruliga stóri k'ansurin í dystinum. Sasha Radosavljevic, sum í fyrra hálvleiki hevði vist sin skjótleika nakrar ferðir, men sum annars hevði verið rættiliga anonymur, slapp framvið NSI-målverjanum Málið var ikki tómt, mer illa vart og uttan málmann, men í staðin fyri at skjóta beinanvegin valdi Sasha at reka eitt sindur longur inn í brotsteigin, og tá hann so skuldi skjóta, vóru fleiri NSI-arar komnir aftur at verja, og skotið, sum nú mátti vera høgt, streyk eftir tvørstongini og fór út. Men TB hevði nú fingið trúnna uppá, at fyrsti sigurin í landskappingini í ár kundi koma henda dagin, og teir fingu eitt sindur meira skip- að spæl í gongd. i I hinum endanum var NSI eisini nærgangandi av og á, og eina ferð var bólturin í TB-málinum eftir væl spælt NSI-ålop, men Óli Hansen var rangstaddur, tå hann skallaði í netið. Zoran setti ferð á Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, setti TB-venjar- in Zoran Pavlovic seg sjálv- an á vøllin fyri Jan Albinus, og tað setti meira ferð á á- lopsspælið hjá tvøråmonn- um. Og bert tveir minuttir eftir hesa útskiftingina legði TB seg á odda. Eitt hornaspark í høgru síðu varð sent inn- fyri, og millum vinir og fíggindar stakk Tórður Holm (stríddist væl allan dystin) seg fram og fekk bóltin í kassan Gleðin hjá tvørimonnum var kortini stokkut, tí átta minuttir seinni fór NSI í álop. Kári Hansen slapp igjøgnum verjuna og sendi bóltin inn undir blaðunga TB-målverjan Jónas Jo- hannesen, sum vardi búrið fyri tann meiðslaða Magna Hentze og kom væl frá upp- gávuni, í netið til 1-1. Reytt ella einki Sami Kári Hansen var ann- ars partur av eini ivasamari hending tíðliga í dystinum. Eftir eitt NSI-álop endaði bólturin úti á miðjuni, men knappliga lá ein TB-ari inni í S-metrinum og répti av pínu. Dómarin sá ikki hend- ingina og fór út til linju- dómaran, sum hevði flaggið uppi. Endin varð, at Kári Hansen fekk gult kort, og so hendi íkki meir. TB-ar- arnir vildu vera við, at teirra maður bleiv sparkaður, og um so var, åtti NSI-arin at fingið reyða kortið. Um TB- arin hinvegin ikki varð sparkaður, átti NSI-arin sum vera man ikki at fingið nakað. Gula kortið var iva- leyst ein millumloysn, sum dómarin valdi. Annars man Tvøroyri vera staðið, har áskoðararnir eru teir mest ágangandi, og tí er tað ikki so lætt at vera dómari til heimadystirnar hjá TB. Út frá tí dómdi dómarin væl. Men nú stóð altso á jøvn- um aftur, men tann stødan helt sær ikki leingi. TB fekk frispark úti í høgru síðu, eini 20-25 metrar frá málinum Zoran Pavlovic sendi inn fyri, og í somu létu sum Dan Mortensen skeyt, varð hann takklaður, so bólturin broytti kós og fór í netið. Tað hevði kortini verið iva- samt, um Dejan Milanovic hevði kunnað gjørt nakað við tað, um Dan hevði fing ið veruligt skot á, tí TB- maðurin stóð væl fyri stutt frá málinum. Longu áðrenn TB fekk málið til 2-1, heyði NSI lagt trýst á, og TB-liðið varð so smátt kroyst aftur á vøllin. Eftir 2-1 málið fekk NSI alt trýstið, og TB gjørdi alt fyri at verja um leiðsluna, sum kundi geva teimum teirra fyrsta sigur og trý týdning- armikil stig. Fyri at verja støduna gjørdu teir eisini fleiri fríspórk, og bæði Tórður Holm og Einar Pet- ersen fingu gult kort. Tíðin var um at renna út, tá NSI fekk eitt av hesum frispørk- unum mitt fyri, nakað uttan fyri TB-brotsteigin. Eyð- stein Skipanes varð settur at skjóta, og hann lyfti bóltin upp um manngarðin og í netið til 2-2. Eitt vakurt mál, ið næstan fekk tárini fram í TB-eygunum, sum høvdu sæð sigurin fyri framman. Nú var eingin tíð eftir, og dysturin endaði við javn Sosialurin - 5 ferðir um vikuna 15 TB og NSÍ fingu eitt stig í part burtur úr dystinum á Sevmýri sunnudagin, og tað kundu TB-ararnir iðra seg mest um Mynd: Alvur Haraldsen leiki 2-2. TB fekk heldur ikki hesaferð try stig, men tað var sera nær við, og teir vóru óhepnir móti endan- um. Hinvegin var munurin á liðunum so lítil, at javn- leikur var á góðari leið, hó- ast runavíkingar kundu kenna seg hepnar aftaná, tí útjavnandi málið kom í síðstu løtu TB fær einki ókeypis TB hevur ikki havt eydnuna við sær í år, og tað høvdu teir heldur ikki sunnudagin Oli Johannesen sat uttan fyri við leikbanni, men í staðin var beiggi hansara Jón við fyri fyrstu ferð í ár Magni Hentze, sum vanliga verjir málið hjá tvøråmonn um, varð skaddur móti B68 og í hansara stað spældi Jónas Johannesen, sum hev- ur aldur til at spæla við dreingjaliðnum. Ungi TB- målverjin hevði ikki so øgi- liga nógv at gera, men tá boð vóru eftir honum, røkti hann sínar skyldur, og mál- ini hjá NSI kundi hann ikki lastast fyri Hjá NSI er Kristian Høgni Jacobsen ein stórur styrkur, síðani hann kom aftur úr Danmark, og tað hevur eisini havt nógv siga, at Dánial Hansen er komin fyri seg eftir skaða Við javnleikinum á Sevmyri misti NSI 2. plássið, men teir eru framvegis væl við heiðursmerkjastríðnum Enn er 4. plássið tað asta, NSI er endað í 1. deild men tað kann lættliga broyt ast 1 at Jákup Mikkelsen mundi spælt við TB sunnudagin Fótbóltur: TB hevði samband við landsliðseykamálverjan í síðstu viku, men hann var skurðviðgjørdur fyri kortum og kann tí ikki spæla EMii. L. JACOBSEN TB er ikki alt ov væl fyri, hvat målmonnum viðvíkur. Magni Hentze, sum hevur staðið í mál- inum í ár, varð skaddur móti B68 næstseinasta vikuskiftid, og tá noydd- ist Pól F. Joensen í mál, ti TB ongan eykamål- verja hevði. Og sunnu- dagin vardi tann blað- ungi Jónas Johannesen TB-málið móti NSI. Tað var kortini nær við, at ein annar, meira kendur málmaður var við TB um vikuskiftid Eftir hvat Ítróttarsosi- alurin hevur frætt, settu tvøråmenn seg fyrr í vik uni í samband við Her følge-målverjan Jákup Mikkelsen fyri at víta um hesin var áhugaður í at spæla við TB, nú danska kappingin er lið- ug. Sum skilst var Jákup Mikkelsen eisini áhug- aður í at verja TB-málið, men eykamálmaðurin hjá landsliðnum varð fyri stuttum lagdur undir skurð í knænum og kann tí ikki spæla í løtuni. Tað hexði annars verið fongur hjá TB at fingið Jákup á líðið, nú teir liggja so ílla fyri í lands- kappingini og eisini eru illa fyri við málmonn- um. Men tað bar altso | ikki til, og Jónas Johann- | esen stóð millum steng- urnar móti NSÍ. og hann kom eisini væl frá dyst inum