Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AGIÐ ROYN XTGUNAR 1933 Nr. 115 — 23. JUNI 1998 Orð: Emil L. Jacobsen = Myndir: Alvur Haraldsen Til altjóða fótbóltsdyst í Hvalba Sosialurin var við, tá Hvalba og VB trinu inn á altjóða fótbóltspallin leygardagin. Og aftan á kundu tú siga takk við vinnararnar og tillukku við tapararnar. Avrikið hjá VB var alla æru vert, og alt gekk upp á stás í Hvalba, sum fyri fyrstu ferð, men væntandi ikki seinastu ferð, var karmur um altjóða fótbóltsdyst — Norðingar í Hvalba? Hvat er tá galið? Speiska viðmerkingin, vit báðir myndamaðurin fingu við rámandi suðuroyardia- lekt, tá vit komu til Hval- biar, rakti væl. Tad er f so sjåldan, at ítróttarfjølmiðlarnir eru á staðnum, tá spælt verður Suðuroynni, og tað hevur sjálvandi eisini sínar orsøk- ir. Eins og í fótbólti skal tað sum oftast ganga skjótt fyri að skal gerast, tekur lutlfalsliga avr Suðuroynna, tá ein frammanundan ikki hevur so nógvar tmar at geva av. Tað skal helst vera ein serlig orsøk til at fara Og tað var eisini hesaferð Sega varð skrivað í Hvalba henda leygardagin. Fyri tað fyrsta skuldi VB fyri fyrstu ferð royna seg í altjóða fót- bólti, og harafturat varð grasvøllurin í Hvalba fyri fyrstu ferð nakrantíð karm- ur um ein altjóða fótbólts dyst Og sigast må, at eiddop- urin var væleydnaður. Alt gekk upp á stås, bæði áðr enn, undir og eftir dystin At VB tapti 0-3 var vænt andi, men karmarnir rundan um riggaðu sera væl, og út lendsku gestirnir høvdu e:s- ini alt gott at bera fyriskip- arunum. Annars var eitt tað fyrsta vit funnu útav í Hvalba, at leikskráin, sum VB gav út til dystin, kostaði 10 krónur. Tað hildu vit vera eitt sindur løgid, tí aðrastaðni í land- inum er hon ein gáva frá heimaliðnum til áskoðarar- nar. So hevði tað verið ólíka lættari hjá VB at lagt 20 krónur afturat atgongu- merkjaprísinum og vunnið eina 10-krénu fyri hvønn áskoðara, sum so heldur ikki noyddist i mappuna tvær ferðir (kenslan av at missa pengar verður tvær ferðir so stór...) Inni i Royn-høllini var alt klárt til tann stóra dystin. Ein kaffimunnur við onkr- um afturvið stóð á skránni klokkan hálvgum trý, og hálvan tíma seinni byrjaði so dysturin Og tað var ein vána byrj- an fyri vågbingar og føroy- ingar sum heild. VB-ararnir, har av teir flestu ongar al- tjóða royndir høvdu, vóru alt ov bangnir fyri kekkisku yrkisleikarunum, og áðrenn nakar visti av, var 2-0 til Vágbingar høvdu ofta trupult við at halda framúr góða teknikaranum Milan Pacansa