týsdagur 23. juni 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 115 — 23. JUNI 1998
Teir ellivu, sum byrjaðu inni í fyrsta altjóða
Boby Brno.
Tað fyrsta málið var eitt
sindur legið, tí bólturin,
sum varð skotin nakað úti
frá, rakti í stongina inni í
málhorninum og fór út aftur
á vøllin. Nógv hildu, at
hann fór við síðuna av, og
tað gekk ein lýta, áðrenn tað
gekk upp fyri øllum, at nú
hevði Michal Kolomaznik
lagt gestirnar á odda
Tá vóru ellivu minuttir
spældir, og triggjar minuttir
seinni var aftur galið. Hesa
ferð varð Zdenek Valnoha
spældu: igjøgnum og skor-
aði tl 2-0
Ein keðilig byrjan fyri
VB-liðið, sum hevði ilt við
at fylgja við skjóta kekkiska
spælinum. Teir hildu bóltin
niðri á jørdini so at siga alla
tíðina, meðan vágbingarnir
runnu runt í tríkantunum
uttan at fáa fatur á bóltinum.
Høvdu VB-ararnir verið
eitt sindur meira royndir,
høvdu teir farið eitt sindur
harðari í kekkarnar og ikki
loyvt teimum at spælt sítt
kombinatiónsspæl.
Við tveimum málum
fyrsta korterið var vandi
fyri, at her fór at enda heilt
galið hjá VB, og at Brno fór
at vinna stórsigur.
Men eftir hetta kom VB
meira við í dystin, sam-
stundis sum kekkarnir tóku
sær eitt sindur meira av løtt-
um. Eystureuropeisku gest-
irnir syrgdu kortini fyri, at
tað ongantíð bleiv veruligur
vandi á ferð framman ivr:
teirra egna málmanni, har
målverjin Lubos Pribyl ann-
ars var rættiliga løgin — fyri
ikki at siga láturligur — at
síggja, tá hann eini tvær
ferðir fór flákrandi út úr
brotsteiginum at skalla bólt-
in burtur.
Tá eini 20 minuttir vóru
spældir, sendi Dan Djur-
huus ein langan bólt fram í
høgru síðu til Jón Paula Ol-
sen, ið sum oftast var einsa-
mallur frammi í álopinum.
VB-toppskjúttin gav sær ov
góðar stundir við bóltinum,
og so var tann møguleikin
burturspiltir, tí kekkarnir
alla tíðina vóru eitt vet kvik-
ari enn vágbingarnir.
Tá fyrri hálvleikur leið
móti endanum, hevði lítli
teknikkarin Milan Pacansa
eitt brandskot, sum brast í
tríkantssamankomingina.
Hevdi hann farið inn, hevði
tað verið eitt vakrari mál
enn nakað, sum enn er skot-
ið í HM-kappingini.
Men ta ferðina var eydn-
an við VB, og liðini fóru til
hálvleiks við støduni 2-0 til
Boby Brno.
YB meira ágangandi
Í seinna hálvleiki var VB
eitt sindur meira ágangandi
og komu nógv meiri við í
dystin. Tá eitt korter var
spælt, hevði Magni Magn-
ussen, sum man hava eitt
tað besta skotið í landinum,
eina góða roynd, sum end-
aði omanfyri, men annars
var litid av kjansum til våg-
dystinum hjå VB
bingarnar, sum sjáldan
fingu spælið veruliga at
koyra.
Kekkarnir høvdu eitt skot
á stongina, og Bjarni hevdi
eina frálíka bjarging, tá ein
kekki skallaði niðureftir
eftir hornaspark.
Tá tíggju minuttir vóru
eftir, kom triðja málið í
dystinum, og tað var eisini
kekkiskt. Tað var Jan Pali-
nek, sum fekk høvdid á eftir
høgt frispark innfyri úr
vinstru síðu, tá eftiransing-
arnar hjá VB, sum annars
vóru komnar væl upp á
pláss í seinna hálvleiki,
sviku
Dysturin endaði, og vág-
bingar vóru ikki alt ov
keddir av urslitinum, sum
bleiv nøkulunda, hvat ein
kundi vænta. 3-0 er einki
stórtap, og VB-liðið hevði
ikki gjørt sær fyri skomm-
um.
Tað høvdu vertirnir úr
Hvalba so avgjørt heldur
ikki gjørt. Alt gekk sum tað
skuldi, og hvalbingar, sum
eru sera ernir av, at vøllurin
hjá teimum nú er altjóða
góðkendur, kunnu ivaleyst
vænta sær fyrispurningar
frá fleiri føroyskum feløg-
um um at brúka vøllin i al-
tjóða kapping. Tað frættist
enntá, at ein fyrispurningur
longu er komin frá B36 um
at leiga vøllin, tá liðið seinni
í ár skal spæla Europa Cup-
dyst fyri meistaralið, og
B36-venjarin Tomislav Siv-
ic (sum fyrr hevur vant VB)
var eisini millum åskodar-
arnar í Hvalba.
Annars var meginparturin
av áskoðarunum suðuroy-
ingar, sum vóru alt ov kvirr-
ir, tá liðið hjá teimum hevði
ítróttar
tørv á stuðuli
Bjarni: Málini ov bílig
Aftan á dystin fekk eg eitt
lítið prát við VB-málverjan
og liðskiparan Bjarna Jo-
hansen, sum eisini var eitt
sindur vónsvikin av vant-
andi stuðulinum frá áskoð-
arunum.
Annars helt Bjarni, at
okkurt av málunum, kekk-
arnir fingu, var heldur bil-
igt, og iðraði seg eisini um
onkran feil, hann sjálvur
hevði gjørt.
Men hann helt eins og
hinir VB-ararnir, at úrslitið
var á góðari leið og als ikki
nøkur skomm fyri VB í
teirra fyrsta altjóða dysti.
Venjarin hjá Boby Brno
— hann eitur Karel Vecera —
var enn blíðari og kallaði
spælið hjá VB >excellent<.
Ein hevði hug at snerkja
eitt sindur, men helt sær
kortini, hóast harra Vecera
var yvirdrivið blíður, tí >ex-
cellent< var spælið hjá VB
í øllum fórum ikki...
Vóru ferðatroyttir
Brno-venjarin helt annars,
at vøllurin kundi verið betri
og vísti á, at hann ikki var á
sama stødi, sum teir vóru
vanir við heimanífrá. Hann
vísti eisini á, at kekkiski
hópurin hevði havt eina
langa ferð, og at teir tí vóru
eitt sindur ferðatroyttir og
ikki fóru 100 prosent inn til
uppgávuna (seinni leygar-
kvøldid vóru kekkarnir ein
túr við báti saman við vág-
bingunum, og Karel Vecera,
sum hevur verið í Føroyum
fleiri ferðir fyrr í sambandi
við kekkiska landsliðið,
segði, at hann ætlar sær at
koma aftur sum ferðamaður
saman við familjuni).
VB-venjarin Milan Mil-
anovic, sum skifti seg sjálv-
an út, tá fimm minuttir vóru
eftir, helt at úrslitið var rea-
listiskt, men at hansara
spælarar høvdu havt ov
stóra virðing fyri mótstýðu-
monnunum.
Hann var betri nøgdur við
seinna hálvleik og vónaði,
at viðhaldsfólkini eisini
vóru nøgd, tí tey høvdu
uppiborið eitt gott úrslit.
Milan Milanovic fer í
næstum frá sum venjari hjá
VB, og hann helt, at tað var
17
ein góður endi fyri hann at
standa á odda fyri liðnum í
einum altjóða dysti
VB skal spæla returdystin
í Kekkia longu komandi
leygardag. Hann kemur
heim aftur við VB, tí viku-
skiftið eftir skulu teir spæla
útsetta landskappingardyst-
in móti B36 í Vági, og tað
verður so seinasti dystur hjá
fyrikomandi jugoslavanum
við róðrið
Kekkiski venjarin Karel
Vecera hevði alt gott at
bera VB og ætlar sær at
koma aftur til Føroyar
sum ferðamaður saman
við familjuni.
Vinstrumegin situr
Milan Milanovic, sum nú
fer at takka fyri seg sum
venjari hjá VB
x
"
ÚÐA Ág
jen,
DEL
a A #0