Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 Nr. 115 — 23. JUNI 1998 Fótbóltur: Oddaliðið HB fekk dyst fyri allar pengarnar á Krossinum leygardagin, og aftan á dystin ásannaðu teir, at mótstøðan, sumbingar góvu, var tann harðasta higartil í ár EMii L. JACOBSEN HB slapp vid skrekkinum i Sumba leygardagin, og aft- an å dystin åsannadu teir å oddaliðnum, at hetta var harðasta mótsteða, teir hava fingið higartil í ár Sumbingar fingu fyrsta málið í dystinum og høvdu gott tak á oddaliðnum, sum javnaði út móti endanum av fyrra hálvleiki og miðskeið- is í seinna hálvleiki fekk sigursmálið, sum luktaði langan veg av rangstøðu Dysturin varð annars nógv merktur av eini álvars- ligari hending tíðliga í dyst- inum, tá Sumba-leikarin Mortan úr Herg varð illa skaddur Tað vóru bert tíggju min- uttir spældir, tá ungi sumb- ingurin við fullari ferð fór frameftir í vinstru síðu. Hans Fróði Hansen skump- aði, og Mortan fór í leysari luft út av vellinum og datt so óheppið, at hálsurin tók fyrst í girðingina (tað skal beinanvegin verða sagt, at einki ónt var í takklingini frá Hans Fróða, og tað var reint óhepni, at Mortan bleiv so illa skaddur) Dysturin mátti steðgast í út móti einum korteri Mortan úr Hørg lá uttan vit í eini fimm minuttir, og stødan sá sera álvarslig út. Tað var ilt at siga, hvussu illa tað var statt, og menn aftraðu seg við at flyta hann, tí tað bar ikki til at siga, um nakað var brotið, og um so var, hvat. Sjúkrabilurin kom á stað- ið, og Mortan varð fluttur á sjúkrahúsið á Tvøroyri (Sunnumorgunin varð hann fluttur til Landssjúkrahúsið í Havn, og har varð staðfest, at tíbetur var einki brotið). Tað var einki at siga til, at hendingin merkti spæl- ararnar á báðum liðunum sera nógv, og fyrstu minutt- irnar eftir at Kim Ejdes- gaard hevði sett dystin í gongd aftur, vóru tamir. Men skjótt kom meira ferð á aftur, og dysturin bleiv heilt undirhaldandi, ikki minst tá sumbingar løgdu seg á odda. Bólturin varð sendur langt frameftir, og aftasti HB-maðurin Jan Dam fór onkursvegna skeivur av honum, so Thomas Birch fekk fría leið móti Kaj Leo Johannesen. Danski Sum- ba-leikarin, ið henda dagin spældi sum hangandi áleyp- ari aftan fyri René Thom- sen, heyði lætt við at lyfta upp um HB-málverjan og í netið til 1-0. Langur fyrri hálvleikur Fyrri hálvleikur vardi til- samans umleið ein tíma or- sakað av óhappinum hjá Mortani úr Hørg tidliga í dystinum, og f einum av seinastu minuttunum fekk HB útjavnandi málið. Eins og Jan Dam gjørdi fyrr í dystinum fór aftasti maður hjá sumbingum, Páll Magnar Kjærbæk, skeivur av einum langum bólti, og Súni Fríði Johannesen streyk avstað við honum. Í staðin fyri at skjóta sjálvur spældi hann Allan Mørkøre, sum skoraði lættliga. Í seinna hálvleiki kom eitt mál, og tað átti HB. Hálv- Teir ivaðust ikki í at hann var deyður Fótbóltur: U18-leikarin Mortan úr Hørg fekk ein so harðan stoyt undir dystinum móti HB leygardagin, at hann lá uttan vit í fleiri minuttir EmiL L. JACOBSEN At tad ikki altid er vanda- leyst at spæla fótbólt, fingu tey, sum vóru í Sumba leyg ardagin til dystin millum Sumba og HB. sjón fyri søgn Tað vóru bert spældir eini tíggju minuttir av dystinum, tá ungi sumbingurin Mortan úr Hørg datt so illa, at håls- urin tók fyrst í girðingina, sum er rundan um vøllin Tað sá sera ógvusligt út og Mortan lá eisini uttan vit í fleiri minuttir, áðrenn hann raknaði við aftur Sjúkrabilurin kom eftir honum og flutti hann á sjúkrahúsið á Tvøroyri. Sunnumorgunin varð hann fluttur á Landssjúkra- húsið, har tað varð staðfest, at einki var brotið Men at stoyturin var harð- ur, kundi eingin ivi vera um. — Eg fór við fullari ferð frameftir í vinstru síðu við bóltinum, og tað er tað sein- asta, eg minnist, segði Mor- tan úr Hørg leygarkvøldid, tå hann lá á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Hann hevði tá fingið ein kraga um hálsin. Tað sá leikurin var komin nøku- lunda í helvt, tá Allan Mørk- øre fekk bóltin úti í høgru síðu. Øl roknaðu við, at dómarin fór at dóma rang- stóðu, og Allan steðgaði eis- ini sjálvur á. Men eingin floyta kom, og so fór Allan einsamallur avstað, og ímóti spælbýtinum skoraði hann til 2-1 Sumbingar høvdu fleiri møguleikar og trystu til tíðir HB-liðið í botn, men tað var so sum so við effektivitet- inum. HB var vandamiklast, tá Jens Erik Rasmussen slapp aftur til baklinjuna, men hóast onkrir møguleik- ar eisini fullu til teir, var tað Sumba, sum hevði yvirvág- ina og hevði uppiborið eitt betri úrslit. Aftan á dystin fegnaðust HB-leikararnir um sigurin, men viðgingu, at teir høvdu verið hepnir, og at teir ikki høvdu fingið so harða mótstøðu fyrr í ár. Men tá sumbingar ikki kláraðu at skora upp á sínar møguleikar, samstundis Sumbingar trýstu HB í botn sum HB fekk eina gávu frá dómara og linjudómara, gekk tað sum tað gekk. Men sumbingar prógvaðu enn einaferð, at høvdu teir megnað at fingið nøkur úr- slit á útivelli, høvdu teir lig- ið væl ovarlagari, enn teir gera í løtuni. Aðrenn kapp- ingina vórðu teir mettir at verða rein kan6nfødi, men tann spádómin hava teir ferð eftir ferð gjørt til skammar. HB dregur longri og longri frá hinum liðunum, og fara teir ósigraðir í summarfrí, verður tað iva- leyst bert HB, sum kann steðga HB. Í Sumba leyg- ardagin høvdu teir eisini tað hepnið, ið fylgir oddalið- unum, og tað er eisini ein dygd at kunna vinna dystir, har tú ert trýstur í botn og skal fegnast um ikki at tapa. Ein dygd, sum meistarar hava. Mortan úr Hørg varð fluttur á sjúkrahúsið á Tveroyri, har ein kragi varð settur um hálsin. Seinni vísti tað seg tíbetur, at einki var brotið Mynd: Alvur Haraldsen rættiliga ógvusligt út, men vísti seg so tíbetur ikki at vera so álvarsligt. Mortan úr Hørg er 17 ára gamal, men hevur hóast sín unga aldur verið fastur mað- ur á Sumba-liðnum í ár. Í oktober í fjør spældi hann bådar EM-dystirnar hjå U18-landslidnum — móti Estlandi og Týsklandi. — Eg fari at spæla aftur, so skjótt sum eg kann, segði Mortan, sum sostatt ikki er blvin bangin aftan á stoytin, hann fekk leygardagin. Ohu igt Jan Poulsen var ein av monnunum á vellinum leygardagin. — Tað var rættiliga óhugn- aligt. Hann lá lívleysur á vellinum, og fleiri av spæl- arunum ivaðust ikki í, at hann var deyður, greiðir Jan frá. — Sjálvur stóð eg eitt sind- ur burtur frá og fór ikki beinanvegin yvir, tí eg ikki helt tað vera so álvarsligt. Men venjarin hjá okkum var heilt frá sær sjálvum, og tað vísti seg eisini, at tá vit settu hann upp, datt høvdid bara niður á bringuna. Teir ivadust í, um teir skuldu flyta hann, so hann fekk betur andað, tí okkurt kundi vera brotið, og tá er ikki lukkuligt, tí so kann skaðin lættliga gerast verri av at verða fluttur. Men teir samdust kortini um at flyta hann, og seinni vísti tað seg, at einki var brotið, og at Mortan fer at koma fyri seg rættiliga skjótt Ivasamt við vøllunum Hendingin í Sumba leyg- ardagin setur enn einaferð spurningar til umstødurnar kring fótbóltsvellirnir í Før- oyum. A teimum flestu vgllun- um er alt ov stutt millum síðulinjuna og girðingina, og fleiri av teimum eru beinleiðis ólógligir. Asetingarnar siga, at tað skulu vera tveir metrar mill- um síðulinjuna og girðing- ina, og frá baklinjuni skal fjarstødan vera tríggjar metrar. Føroyski vallirnir, sum lúka hesar treytirnar, kunnu teljast á einari hond. Tað stendur eisini í áset- ingunum fyri vallirnar, at girðingin rundan um vøllin „skal vera tøtt, úr tilfari sum ikki til ampa fyri leikararnar og áskoðararnar<. Við vøllin á Krossinum í Sumba var eitt hol í girð- ingini, har eitt portur van- liga er. Portrið, sum er sett í, so tað er lættari at fara eftir bóltinum, tá hann fer útav, fór í vindi herfyri, og tað var júst her, at Mortan úr Hørg fór sendandi. Kort- ini hevur FSF góðkent vøll- in. A