týsdagur 23. juni 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 115 — 23. JUNI 1998
id |
RGNESANU SAR SRUAKE NE
Einki FM heiti til
B36 og gøtumenn
Fótbóltur: Kanska GÍ er komið longri upp úr
aldudalinum enn teir á meistaraliðnum eru komnir
Tað vóru tey bæði liðini,
sum hesi seinastu árini hava
vunnið FM heitið, ið stóðu
fyri undirhaldinum í Gund-
adali sunnudagin. Og á-
skoðararnir kundu staðfest-
a, at tað er rættuliga lítið
sannlíkt, at GI ella B36 fara
at standa við gullkrónunum
um hálsin, tá kappingin
verður liðug leygardagin 3
oktober
Stigatalvan sigur, at gøtu-
menn hava ikki verið so væl
fyri, sum teir onkuntíð hava
verið tað, men tað eru á-
bendingar um, at tað gongur
rætta vegin. Í hvussu so er
var tað soleiðis hesa ferð,
at talan var um meiri kom-
pakt lidavrik, enn tað hevur
verið nógvar ferðir. Ferðin
var hægri, enn hon hevur
verið, og teir royndu at
leggja skipað trýst á mót-
stødumenninar.
Simun Petur Justinussen
er gravadur framaftur at
styra verjuni i nøkur umfør,
og tad gjørdi hann væl.
Hann ger tad kanska ikki so
elegant og hann luttekur
ikki so nógv í tøttum sam-
anspæli, sum Samson Nesá
(burtur í lestrargrindum),
men veteranurin veit, hvat
tað eru fyri breyð, sum hann
eltir og bakar.
Magni Jarnskor kom inn
í 2. hálvleiki, og tað sást, at
hann framvegis er plágaður
av knæskaðanum, sum hann
fekk, áðrenn landsliðið fór
til Estlands
Sámal vandamikil
Johan Nielsen royndi sum
frægast at blanda kortini,
hann hevur á hondini.
Danin Søren Skov Jørgen-
sen kom úr Danmark, ti
hann skuldi loysa ålopstrup-
ulleikarnar hjá GI. Nú er
hann endaður á meiri verju-
kendum miðvallarplássi, og
har gjørdi hann góða nyttu
At ålopstrumfurin ikki
verdur hildin at gera mestu
nyttuna i ålopinum hevur
vid sær, at venjarin må finna
aðrar loysnir longri frammi
á vellinum, og hesar síðstu
ferðirnar hevur tað verið
luturin hjá miðvallaranum
á landsliðnum, Sámali Jo-
ensen, at manna álopið sam-
an við vongverjanum á
landsliðnum, Henningi
Jarnskor.
Sámal Joensen gjørdi
góða fyllu í álopinum. Tað
var hann, sum sjey minuttir
undan dystarenda eftir upp-
spæl í høgru legði innfyri
til Henning Jarnskor sum
tætt undir málinum setti
tonna undir bóltin, so hann
fór í handara sólpan og í
kassan, og í fyrra hálvleiki
var Sámal Joensen óheppin,
at hann ikki fekk mál, men
skotið tók í stólpan og fór
ikki í málið.
Sámal Joensen var eisini
tvær ferðir púra leysur og á
veg móti málinum, men
dómarin bríkslaði báðu
ferðirnar, tí ein annar spæl-
ari var í rangstøðu. Hetta
vóru gøtumenn sera mis-
nøgdir við.
Gøtumenn høvdu fleiri
møguleikar, og tað er einki
at undrast á, at teir iðra seg
um, at teir ikki fingu fleiri
mål. Ta einu ferðina í |.
hálvleiki sendi vongverin,
Magni Jacobsen, úr fimm
metra fjarstødu og í stólpan,
eftir gott uppspæl og bólt
út frá baklinjuni.
Meistararnir og
teirra trupulleikar
Teir á B36 liðnum vóru sera
treiskir og vístu góðan vilja,
tá stigið fyri javnleikin stutt
fyri leiklok sá út til at
gleppa teimum av hondum.
Teir trýstu, og tá klokkan
var farin av teimum 45 min-
uttunum fekk John Petersen
eitt fríspark úti í borðinum.
Hann stakk bóltin millum
beinini á Janusi Rasmussen,
og dómarin metti, at gøtu-
maðurin forðaði B36 mann-
inum. Gl verjan ætlaði at
stúta frísparksinnleggið út
frá, men bólturin rakti í Jens
Kristian Hansen og fór inn
um strikuna
B36 spælararnir og við-
haldsfólkini fegnaðust, og
tað er væl skiljandi, tá hugs-
að verður um, hvussu stød-
an var. Men samstundis má
staðfestast, at tað er langt
frá ti avrikinum, sum B36
syndi, tå teir i fyrsta umfar-
inum eftir summarsteðgin í
fjør vunnu 5-2 á Gl í Gund-
adali og til tað, sum teir sýn-
du sunnudagin.
Hesa ferð royndu teir við
Jan Guttesen, Ronnie Mid-
jord og Rógva Larsen á
midvøllinum. Tað eydnaðist
ikki serliga væl, og tað sæst
eisini aftur á gllum broyt-
ingunum og skiftingunum,
sum vóru. Bæði Rógvi og
Ronnie vórðu skiftir út, og
Pól Thorsteinsson varð
fluttur úr miðverjuni og
fram á miðvgllin, og í verj-
uni eru teir farnir frá at
spæla flatt. Arnbjørn Dan-
ielsen hevði hesa ferðina
sama leiklutin sum aftasti
maður, sum hann hevði í
fjør.
Tað var eyðsýnt, at stórar
vónir verða settar til, at John
Petersen einsamallur skal
fáa úrtøku burturúr, men tað
gekk ikki serliga væl hesa
ferð. Janus Rasmussen
hevði nógv betur tak á hon-
um, enn hann hevði fyri ein-
um ári síðani.
B36 hevði onkran møgu-
leika at leggja seg á odda.
Ronnie Samuelsen sendi í
|. hálvleiki flatt millum vin-
ir og fíggindar, og bólturin
endaði á stólpanum og fór
ikki í málið. Onkuntíð sen-
du teir góðar tverbóltar í
brotsteigin, uttan at nakar
var har at stýra teimum í
kassan, og so var ikki so
nógv meiri. :
Men tilfarið er nógv og
gott, og tað kann fara at
gleppa rættuliga skjótt.
Trupulleikin er bara, at
javnleikir kosta nógv sam-
mett við sigrarnar, sum góv-
u teimum ovastu liðunum
trý stig í part. jh
B71 fyrstu ferð
í toppinum
Sandoyingar ásannaðu í
fjør, at niðurflytingin úr 1.
deild var úrslit av, at teir
ikki høvdu nóg góða mann-
ing til 1. deild. Teir ásann-
aðu eisini, at tað fór at vera
torført at vinna plássið í bes-
tu deildini aftur, men teir
søgdu seg vilja fara undir
royndina at byggja eitt nýtt
lið upp, sum kanska kundi
vinna 2. deild
Kaga vit eftir stødutalv-
uni, so eru tekin í sól og
mána um, at teir í B71 eru
komnir ikki so lítið ávegis.
Fyri fyrstu ferð í ár eru teir
komir á ovasta plássið í 2.
deild. Um tað so verður nóg
mikið til at vinna deildina
og aftaná at standa seg í
bestu deildini, tað kann bara
tíðin vísa.
Hesa ferð vóru teir í
Klaksvík og royndu seg
móti teimum næstbestu har
norðuri.
Klaksvíkingar løgdu
bragdliga fyri í år, men
næstsidst gekst heilt illa í
Runavík. Onkrir av studl-
unum — t.d. Finn Baldvins-
son og Sørin Petersen — eru
farnir burtur, og skaðar og
leikbann á besta liðnum eru
altíð serliga mein fyri næst-
besta liðið, sum má lata bes-
ta fólkið uppeftir.
Tá sammett verður við
nógvar av dystunum í bestu
deildini, so tóktist tað sum
um verjuparturin hesa ferð
ikki var tikin í serliga stór-
um álvara. Miðvallararnir á
báðum liðunum tóktust taka
sína uppgávu í álopspart-
inum í nógv stórri álvara,
enn verjupartin, sum eigur
at telja tað hálva.
B71 var omanå fyrra um-
farið, og tá hálvur tími var
farin skoraði Eli Hentze ein-
asta málið. Sandoyingar
høvdu ein annan stóran
møguleika, men bólturin
rann frá Jóan Peturi Clem-
entsen, eftir at hann var
komin inn um Meinhard Jo-
ensen í KI málinum. Í
Seinna umfarið royndi Kl
at leggja trýst á fyri at javna.
Teir høvdu bóltin nógv, og
teir komu ofta igjøgnum í
bordunum og løgdu innfyri.
Men innleggini vóru ofta
høg, og tey lógu so mikið
nær málinum, at tað var
barnamatur hjá Waldemari
Novisci at pilka tey niður.
Tá tíðin gekk undan flutti
KI fólkið alt longir fram í
vónini um at fáa mál og har-
við eitt stig, og tað bar við
sær, at verjuparturin gjørdist
tunnur, og sandoyingar vóru
minst líka nær við at skora
í skjótum mótálopum, sum
teir á heimaldnum vóru at
skora. jh
Altið torfort
norðuri á Mølini
Tað er altíð torført hjá mót-
sødulidunum at spæla móti
EB/Steymi norðuri á Møl-
ini. Og tað er ikki vorðið
minni torført, nú Sverri Jac-
obsen hevur lært teir at rotta
seg saman í verjupartinum
og at lúra eftir møguleikum
at fara í snárálop.
Skal verjan hjá EB/Stey-
mi opnast, og skal dysturin
gerast opin, so er alneyðugt
at skora móti teimum tíðliga
fyri á tann hátt at fáa teir
longri fram.
Hetta vistu Albert Ellef-
sen og hansara menn, tá teir
fóru norður leygardagin, og
so bar ikki ødrvisi á, enn at
tað gekk beint mótsatt.
Tað var heimaliðið, sum
kom á odda, tá fyrra um-
farið var gott og væl hálv-
runnið, og HB menninir
kunnu bara takka sær sjálv-
um fyri, at teir fingu eitt mál
ímóti sær. HB málverjin,
Danny Rasmussen, legði
eitt málspark út til vong-
verjan í vinstru, Hans Andr-
eas Dahl. Tað hevði ungi og
skjóti álopsmaðurin hjá EB/
Streymi í høgru, Vinjard
Dam, lúrt av, hann kom í-
millum og sendi bóltin í net-
ið, og so var 1-0 og ikki
minni torført hjá HB.
Ferðin var ikki serliga
høg, og tað hendi ikki so
nógv óvæntað. HB hevði
bóltin meiri, og teir vóru
noyddir til at taka seg alt
longri fram á vgllin, og tað
bar í sær møguleikar fyri
skjótum mótálopum tl
heimaliðið.
HB hevði onkran góðan
møguleika, og royndirnar
vóru ikki av leið, men Ola
Kristian Djurhuus í málin-
um bjargaði onkra ferðina
frágera væl, t.d. ta einu ferð-
ina, tá hann sum ein køttur
hekk uppi í horninum.
Átta minuttir undan leik-
loki eydnaðist tað máltjóv-
inum Hartvigi Joensen at
javna. Hornasparksinnlegg
varð stútað upp á tvørs aftur,
og Hartvig setti krúllin und-
ir bóltin, og so var mál og
eitt stig í part.
Javnleikurin hevði við
sær, at EB/Streymur hevur
fýra lið niðanfyri seg, áð-
renn teir leygardagin skulu
til Leirvíkar at hitta venj-
aran frá í fjór, Harry Benja-
minsen.
Hjá HB stendur væl til.
Teir liggja javnir við B71 í
toppinum, og tað er væl, tá
hugsað verður um, at fyri
tað mesta eru tað heilt ungir
spælarar, sum Albert Ellef-
sen arbeiðir við. Í nógvum
feløgum lata teir eykaspæl-
ararnar á besta liðnum, sum
ikki fáa so nógva spælitíð,
fáa dystarvenjing á næst-
besta liðnum. Tað er ikki
politikkurin hjá rumenska
venjaranum, og tað hevur í
hvussu so er við sær, at
venjarin hjá næstbesta liðn-
um veit, hvgrjar spælarar
hann hevur at arbeiða við.
jh
NSÍ fekk oll
stigini úr Gundadali
NSI fór við gllum aftan á
dystin móti B36, men tað
var bert eftir at runavíkingar
høvdu staðið ímóti stórum
trýsti frå havnarlidnum.
Dysturin endadi 2-1 til
NSI, og fyrsta málið stútaði
Harry Knudsen í kassan,
eftir at B36-málverjin var
farin fullkomiliga skeivur
av innlegginum.
Stødan helt sær hålvleikin
út, men B36 byrjaði seinna
hálvleik við at leggja eitt
øgiligt trýst á NSI-liðið.
Møguleikarnir vóru fleiri,
men B36-ararnir dugdu ikki
at gera sær dælt av stødun-
um, sum tóku seg upp. Eitt
mál fingu teir kortini. Tað
skeyt Kenneth Jacobsen aft-
an á trunkaspæl, eftir at B36
hevði havt hornaspark.
Men tå eitt korter var
spælt, var Harry Knudsen
aftur upp á spæl. Sjúrður
Jacobsen fór ígjógnum í
vinstru og stakk bóltin inn
um fløtu B36-verjuna til
Harry, sum ikki sveik.
NSI kom ikki longri upp
á stigatalvuni, men teir eru
nærri |. plássi enn 10.
plássi, hóast teir sjálvir eru
nummar 9!