Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-06-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 1998síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 115 — 23. JUNI 1998 tíðindablaðið HK r fr £3 Við treystligari gongu nærkast... — Avtalan við danir er gott stig fram á leiðina, men nú er ikki at sita ov leingi og renna mødina ella njóta sólina. Enn er langt niðan á rødina, men gøtan er ikki longur huld í mjørka og támi, tí rødin hómast heilt har uppi. Men um einstakir fjalmenn halda, at teir kunnu koma niðaná í einum lopi, so koma vit ikki stórt longri, segði Jóannes Eidesgaard m. a. undir 1. viðgerð av málinum á tingi mikudagin Harra formaður. Lat meg byrja hesa fram- søgurødu um avtaluna frá 10. juni 1998 millum landsstýrið og donsku ríkisstjórnina við at boða frá, a t Javnaðarflokk- urin fer at atkvøda fyri avtal- uni, sum er eitt greitt svar upp á nógvar óloystar spurningar í føroyska samfelagnum Høvudspartarnir í avtaluni eru bankamålid, skuldar- spurningurin og ríkisstuðul!- in. Hesir mugu nú sigast at vera endaliga avgreiddir, og tað í sjálvum sær, at mál verða avgreidd, er positivt Og kunnu tey so haratfrat eis- int fáa eina góða loysn, so er tað sjálvsagt uppaftur betri Tað hevir leingi ligið í luftini, at ríkisstuðulin skuldi av- greiðast, tí bæði føroyska og danska fíggjarlógin fyri 1999 eru í gerð, og skuldarsprun- ingurin skuldi eisini havt ver- ið avgreiddur fyri rúmari tíð síðan, og bankamálið kundi havt funnið eina loysn longu síðan einaferð í februar mán- aða. Men ymiskt er komið í vegin so sum fólkatingsval, løgtingsval og seinfør før- oysk fyrireiking,. Tað skal sigast løgmanni til heiðurs, at hann so skjótt eftir skipan av landsstýri fekk hetta frá hondini. Veruligu upphæddirnar telja Nú hava nógvar upphæddir verið nevndar í samband við hesa avtalu. Upphæddir, sum frá tí minstu til ta størstu fevna um fleiri milliardir. Ov- farakætið skal sjálvsagt hava sitt, men tað sum telur eru tær veruligu upphæddirnar. Skuldin er avskrivað við 900 mió. kr. Vit hava fingið fryst aðrar 500 mió. kr. rentu og avdráttarfrítt, og skulu hesar avskrivast um 20 ár, um ong- ar oljuinntøkur verða. Vón- andi verður tað íkki so, at henda upphædd verður av- skrivað. Harumframt hevur Framtaksgrunnurin, = sum landsstýrið nú einsamalt varðar av, fingið konverterað 99 mió. kr. í donskum rik- ísláni til innskotskapital. Verður hetta tikið saman, t.v.s. tær 900 mió. kr., rentu- virðið í dag av teimum 500 mió. kr. te. uml. 300 mió. kr., rentuvirðið í dag, sum er undir marknaðarrentuni t.e. uml. 100 mió. kr. saman við Framtaksgrunninum, so gev- ur tað eina upphædd, sum er uml. 1,4 mia. kr. Hetta er fyri meg at síggja tann mest itøkiliga upphædd- in at arbeiða víðari við. Men so eru tað teir, sum síga, at um vit hildu áfram at gjalda avdráttir upp á tær 5, 4 mía. kr, sum skuldin tá var, við uml. 7% í rentu í 20 ár og seta hetta í mun til restskuld- ina í dag upp á 4 mia. kr við S% fastari rentu í 20 år, so er sparingin 2,1 mia. kr. Figgjarligi parturin góður Uppaftur aðrir leggja so aftrat tað, sum Føroya Banki er verdur, hóast vit framman- undan áttu hann, og eisini virðið á Realinum, sum vit heldur ikki hava fingið frá dønum og náa so til uppaftur stórri upphæddir Men halda vit okkum til tey faktisku tølini, so er figgj- arligi parturin av hesi avtalu sera góður. Vit hava nú og í 20 ár fram fingið at vita, hvussu nógv ríkisskuldin tyngir okkara fíggjarlóg. Og her er sjálvsagt vert at leggja stóran dent á, at rentan er føst, og neyvan fer rentustødid at minka uppaftur meira heldur tvørturim6ti. Og hetta er framúr positivt. Hetta gevur landsstýri og løgtingi betur møguleikar fyri at leggja framtíðarætlanir fyri føroyskan búskap til rættis Var henda lániskuld ein tikk- andi bumba undir føroyskum búskapi, so er hon tað ikki longur, um vit væl at merkja ikki upparbeiða nýggjar stór- ar lánsupphæddir Eftir at avtalan varð undir- skrivað, gjørdi eg vart við mína stóðu í uttanlands- nevndini til spurningin um at samantvinna bankamálið og skuldarspurningin. Sum allir hinir limirnir í tí nevndini, sum frá løgtinginum luttók í fyrireikingunum av banka- málinum, so havi eg hildið fast við, at rættast var, at sam- ráðast um bankamålid ser- skilt og skuldina serskilt. Hetta var løgtingsnevndin sera samd um, og ongin var heitari talsmaður fyri hesum enn nývaldi løgtingsformad- urin. Hverki Lykketoft ella Kallsberg hava rætt Men eftir at Lykketoft hevði vitjað Tinganes í nakrar tím- ar, so var stødan knappliga tann, at eitt samt landsstýri tók undir við donsku ætlanini um at samantvinna bæði mál- ini. Hvat Lykketoft hevur lýtt í oyra á løgmanni, vita vit onnur ikki, men vit kunnu gita, at hann hevur sagt, at við hansara uppskoti um at samráðast um alt undir ein- um, fóru vit at fáa meira heimaftur við. Og hetta er væl saktans einasta grund- geving fyri tí kúvending, sum hendi. Men kanska viðgerðin í dag fer at upplýsa okkum um okkurt, vit ikki enn vita um. Enn minni fáa vit heldur at vita, um hin loysnin hevði givið tað sama, so tað er burt- ur við at brúka tíð upp á tað Kunnu tulka sum teir vilja Eg haldi, at avtalan sum pol- itisk skjal er genial. Hon gev- ur dønum møguleikan fyri at gera eina tulking, sum teir hava brúk fyri i Danmark, meðan hon samstundis gevur landsstýrinum møguleikar til beint ta mótsatta tulkingina, sum vit hava brúk fyri her í Føroyum. Vit hoyrdu øll for sætismálaráðharran i Svf siga, at ,,vi har forhandlet en heldhed“, og tískil kundi hann ikki siga, hvar pengarnir stava frå. Men teir høvdu eitt greitt mandat frá Fólkatingi num frá januar mánaða, sum segði, at teir skuldu „gen forhandle den samlede gældsafvikling, så den sker i et rimeligt forhold til færøsk økonomis bærekraft.“. Men í hesum mandati stendur ikki eitt orð um, at stjórnin skal endurgjalda landsstýrinum nakað í bankamálinum. Tí er sjónarmiðið í Danmark, at pengarnir eru latnir sum skuldareftirgeving til Føroya. Og hetta høvdu teir heimild til, og vid hesum fer einki av teimum í bankamálinum Kunnu vit liva við tí, so kunnu teir uppaftur betur.. So møguliga endurgjaldið í bankamálinum frá danskari síðu liigur í tí, sum eitt rætt- armál við DDB ella ein semja við teir, kann geva. I Føroyum verður sagt tað mátsatta. Vit høvdu bert krav ímóti dønum í bankamåli- num, og tiskil er øll upp- hæddin stavandi frå banka- målinum. Hetta er sjålvandi ikki rætt, og tað stendur bein- leiðis í avtaluni í parti 2, at fíggjarliga loysnin er ein skuldaravtala og eitt endur- gjald. Men hvat er hvat, tað mugu vit sjálvi velja. Líkt er til, at nakað av orð- askifti verður um júst henda partin, tá Fólkatingið í kom- andi viku fer undir sokallaðu Færg-debattina. Men eitt er tó vist, og tað er, at hvørki Anfinn Kallsberg ella Mogens Lykketofrt hava rætt, tá teir hvør í sínum lagi síga, at alt er endurgjald fyri bankan ella alt er skuldareft- irgeving. Her havi eg framført, at vit føroyingar áttu at kunna kravt at fingið at vita upp á oyra, hvussu nógv bankamålid varð takserað til. Hetta mál hevur fylt okkara gerandis- dag nú í meira enn fimm ár, so ein endalig uppgerð hevði verið kærkomin, men hon kom so íkki. Eisini hevur tað týdning fyri okkara umdømi millum danir, at pengarnir ikki bara eru skuldareftirgeving fyri at vit, soleiðis sum sagt verður í onkrum donskum fjølmidl um, aftur kunnu fara upp í ringin um gullkálvin, men at pengarnir vóru ein endalig og rættvís uppgerð og uppreisn til fóroyska fólkið. Hetta hev- ur, so løgid tað kann ljóða tá, tað verður sagt av einu javnaðarmanni, nakað við okkara stoltleika sum tjóð at gera.Men ivaleyst hava m.a tjóðveldismenn aðrar defir tion av stoltleika I parti Í i avtaluni stend okkurt soljóðandi nakað stytt I betragtning af, É ingens og Landsstyrets san tykke af aktiebyttet har vær: baseret på ip at RC urngtige forud sætninger er der enighed om at med denne aftale kompen seres Færøerne herfor.” Hetta er eftir minum tykki ein sann leiki við rættiliga stórum modifikatiónum. Sjálvandi vóru stjórnin og landsstýrið ikki eins fyri í 1993, hvat upplýsingum viðvíktu. Tað er væl eingin ivi um tað. Tað vóru teir og ongir aðrir, sum trýstu landsstýrið í byrjanina av 1993 Harra formaður Vit vóru mong, sum vóru rættiliga spent, hvussu spurn- ingurin um ríkisstuðulin fór at enda. Mong hugsaðu sum so, at skuldi orðabraskið frá valstríðnum takast fyri fult, so var væntandi, at ríkisstuð- ulin í minsta lagi fór níður í eina helvt. Men tíbetur er val- rúsurin av, og menn hava inn- sæð, at búskaparligu reali- tetirnar siga nakað annað. Av- talan um, at blokkurin fer úr 922,6 mió. kr og upp í 932 mió. kr, og at henda avtala er galdandi í trý ár, er skilagóð. Sakni búskap- arligu loysnina Tað er væl eingin við síni fullu fimm, sum heldur, at tað býr meira sjálvstýri í einum hálveraðum blokki, um einki annað verður sett í staðin sum t.d. øktar egnar inntøkur. Og í øllum hesum fullveld- istosi, sum er frammi, sakni eg avgjørt, hvar búskaparliga loysnin liggur. Um hon íkki bert skal byggja á danska vælvild við skiftisstuðuli og ødrum studuli, so bíða vit mong spent eftir, hvussu føroyska samfelagið mennir seg til ein búskap uttan ríkis- stuðul og uttan minkandi vælferð. Ella fær formaðurin í okkara búskaparráði rætt, tá hann spáar eitt reallønarfall? Hvar eru ætlanir um eina vinnustrategi, sum gera Før- oyar sjálvfíggjandi uttan hjálp úr Danmark Tað er hana vit bíða eftir. Og so nyttar lítið at ferðast runt sum Gandhi á sinni við inum rokki og einari geit hesaferð kanska við einum fjardasnørt og einum haka og i øra all að I I 1 KIT KKA 1 d na T i 1 g KK Ann r g i Tj60veldustlokk in f KKI á k { Viðbrekin búskapur Harra formaður Fíggjarmálaráðharrin hev ur upplýst, at yvirskotið í fjør var upp á 150 mió. kr av hesum stavaðu 134 mió kr. frå Føroya Banka., og at eitt framroknad yvirskot fyri 1998 gevur uml. 171 mió. kr So hóast vit sleppa eitt sindur lættari komandi ár, so hava vit framvegis ein sera við- breknan búskpap, sum ikki tolir serliga nógv hóttafall, áðrenn yvirskotið er vent til eitt hall Og hesi bæði árini hava verið framúr góð til fiskiskap, so her krevst skil og fastleiki Men harumframt krevst ny- hugsan, so vit fåa økt inn- tøkurnar til hetta samfelagið munandi, og tí er tað, vit mugu í gongd við eina lang- siktada vinnustrategi, sum økir inntøkur landskassans Vit kenna kongstankan hjå Fólkaflokkinum um eina generella lønarlækking, men hvat sigur vinstravongurin i Tjóðveldisflokkinum? Hvat er tykkara boð? Vit vita, at nógvar iløgur liggja á láni, vit vita, at al- mannaveitingarnar eru aftur- úrsigldar, og samgongan ætl- ar sambært samgonguskjali- num at fremja fleiri skatta- lækkingar, so ta rásarúm, sum henda avtala gevur, kann lættliga fáa bein at ganga á. Og vert er at leggja til merkis, at møguligt hall mug- u vit sjålvi fíggja við låniøku. Hetta verður ikki sagt fyri at mála ein ávísan persón upp á veggin, men bert fyri at und- irstríka, at okkara búskapur er sera sárbarur. Harra formaður Tað er eitt ómetliga stórt aktiv fyri hesa avtalu, at allar tær bindingarnar, sum komu í 1992 og 1993 nú eru burtur Bindingar, sum komu, tí vit , OL at høvdu eina stjórn, sum } g einki innlit ør k irskiftu. Tit er UKKUL KKI K N Á } hun 6 g k ' » Á L M end IlUIKK g 10 y MI < Á á Javnaðarflokk Tå va hugstovtand me g kennist tað sun etti á verða lovstir úr hes sum vit tå lógu niðurbund við Eisini gevur t kk sjálvum møguleika til sjálvir at sk p MU | { Hestøllum skjum O um fegnast vit TF hetta er ein fortreyt fyri vid ari menning av hesum san felagnum. Men við hesun frælsi fylgir eisini ein ábyrgd og hana vóni búnir at taka á okkum Vit kunnu vónandi gera orðini hjá Skak Nielsen t skammar, men tað krevur á ræði og fastleika. Og henda mugu vit hava. ikki tí, at aðrir krevja tað av okkum, men tí vit skylda okkum sjálvum og okkara eftirkomarum tað Harra formaður Uttan at taka nakað frá landsstýrinum í hennara hepnu hond í hesum samráð- ingum, so var tíðin komin til hesa uppgerð. Jørdin var tað- að, og tíðin búgvin. Lat okk- um vóna, at henda avtala kann verða eitt grundarlag, sum vit kunnu byggja víðari á, og at teir møguleikar, sum nú liggja opnir fyri okkum, verða brúktir til frama fyri land og fólk Hetta er gott stig fram á leiðina, men nú er ikki at sita ov leingi og renna mødina ella nýta sólina. Enn er langt niðan á rødina, men getan er ikki longur huld í mjørka og támi, ti rødin hómast heilt har uppi. Men um einstakir fjal- menn halda, at teir kunnu koma niðaná í einum lopi, so koma vit íkki stórt longri Men við treystligari gongu nærkast Takk fyri eg, at:vit eru Jóannes Eidesgaard, legtingsmaður