mikudagur 24. juni 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 116 — 24. JUNI 1998
tíðindablaðið
Kappingin um olju-
R rr
utgerdarhavn harðnar
Klaksvikin og Runavikin
ætla sær ikki at sita hendur
i favn, sjålvt um Drelnes og
Sund longu nú hava kunn-
gjørt samstarv vid utlendsk
feløg i strembanini eftir at
fáa so stóran part sum gjór-
ligt av komandi oljuinn-
tókum
NICLAS JOHANNESEN
Offensivurin í farnu viku frá
Tvøroyri og Suðurstreymi í
kappingini um at fáa útgerð-
arhavn (les arbeiðspláss/
øktar skattainntøkur) á
åvikavist Drelnesi og Sundi,
setti å ongan hått eitt punkt-
um fyri konfrontatiónskós-
ini millum ymsu økini í
landinum í hesum máli.
Runavíkin
framvegis við
I Runavík staðfestir býráðs-
formaðurin Jákup Lam-
hauge, at Skålafjørdurin
framvegis lýkur allar treytir
fyri eini góðari útgerðar-
havn.
— Her er skipasmiðja,
Maskinverkstadur og av-
bera góð kyrrindi. Á Skála-
fjórðinum er serliga góð
sjóvarkyrra. Her kunnu skip
leggja at bryggju 365 dagar
um árið 24 tímar um sam-
døgrid. Og tað er sera týð-
andi í sambandi við eina
oljuútgerðarhavn. Og júst
har trúgvi eg, at Sund kann
fáa ein trupulleika. Og tað
sama ger seg galdandi við
Drelnesi, sigur Jákup Lam-
hauge, og dylir ikki fyri at
Skålafjørdurin eisini kann
fara í offensivin skjótt.
— Vit hava verið í ófor-
mellum sambandi við ym-
isk oljufeløg. Og í august
verður oljustevna í Stavang-
er f Noregi. Har ætla vit
eisini at vera, sigu Jåkup
Lamhauge.
Byggja út í Klaksvík
Um Klaksvíkar Kommuna
sendir fólk á somu oljuráð-
stevnu er ikki vist. Men vist
er tað, at í Klaksvík verður
framvegis arbeitt við at út-
byggja havnina. Og býráðs-
formaðurin Jógvan við
Keldu dylir ikki fyri, at ætl-
ani“ um oljuútgerðarhavn í
Klaksvík er ikki slept.
— Vit arbeiða ótarnaðir
víðari við okkara menning-
arætlanum, sigur hann og
vísir á, at tá kreppan rakti
hart í 1993, var býráðið
samt um at gera nakað
munagott við Klaksvíkar
Havn í tøttum samstarvi við
vinnuna.
— Í tí sambandinum settu
vit tveir konsulentar —
norðmannin Snorre Leiv-
zeth og danan Peter Agdrup.
Og í fjør var so Rani Nolsøe
settur sum menningarstjóri
fyri Klaksvíkar Havn. Ur-
slitið er eitt nú, at lokalar
fyritøkur við einum saml-
aðum árligum umsetningini
upp á 700-800 milliónum
krónur nú fara út sum ein
maður, tá vit skulu bjóða
okkum fram í komandi
samstarvi. Hetta er ein
styrki hjá okkum.
— Okkara høvudsenda-
mál er eisini at fáa tað at
virka, sum er. Og he er talan
fyrst og fremst um fiski-
vinnuna. Og higartil hava
vit ikki brúkt pengar til olju-
útgerðarhavn. Hetta merkir
kortini ikki, at vit hava slept
ætlanunum um eina útgerð-
arhavn. Eitt nú hevur Peter
Agdrup verið á oljumessum
fyri okkum. Haraftrat fylla
vit út norðuri í Ånunum, og
har verður ið hvussu er ein
atløgusida, sum eisini kann
brúkast í oljuhøpi.
Jógvan við Keldu hevur
somu grundgeving, sum
Jákup Lamhauge, tá tað
snýr seg um kyrrindi.
— Í Klaksvík ber til at
leggja at bryggju 24 tímar
um samdøgrid 365 dagar
um árið. Og tað er eisini ein
styrki.
Hver í sínum lagi
Samstundis sum kommun-
urnar stremba hvør í sínum
lagi at fáa sum mest av
dropunum, ið fara at dryppa
frá eini oljuvinnu, so hava
hvørki Jákup Lamhauge
ella Jógvan við Keldu tor-
ført við at síggja vandan í
innanhýsiskappingini.
— Tað er ikki sannlíkt,
at tað verður brúk fyri fleiri
útgerðarhavnum. Og eg
skilji eisini øgiliga væl, at
tey á Tvgroyri fegin vilja
tryggja sær arbeiðspláss við
eini útgerðarhavn, sigur
Jákup Lamhauge.
Hinvegin skilir hann íkki
so væl tørvin hjá Havnini
at fáa oljuútgerðarhavn.
— Í sambandi við eina
oljuvinnu verða so nógv
onnur arbeiðspláss, serliga
innan umsitingina. Og har
er ongin ivi um, at Havnin
verður í sentrum. Men onn-
ur øki í Føroyum skulu jú
eisini liva, sigur Jákup
Lamhauge.
Hvussu væl hann so skilir
tørvin hjá øðrum, so er tað
ein sannroynd, at býráðs-
formenn fyrst og fremst eru
settir at røkja åhugamålini
hjå teirra egnu kommunu.
Jógvan:
Ja, til totalstýring
Jógvan við Keldu er tó í tí
stóðu, at hann eisini er
landspolitikari, valdur á
løgting fyri Fólkaflokkin
Heldur hann ikki, tað hevði
verið upp á pláss, at løg-
tingid stýrdi stríðnum um
útgerðarhavn, soleiðis, at
kommunalar fløgur ikki
enda í illusoriskum útgerð-
arhavnum, tå tad eftir øllum
sólarmerkjum ikki verður
tørvur á meiri enn tí einu?
— Eg haldi, at tað verður
sera torført hjá politikarun-
um at stýra í smáum hvar
t.d. ein oljuútgerðarhavn
skal liggja. So mín støda er,
at skulu politikarar stýra, so
skulu teir stýra totalt. Við
hesum meini eg, at tað má
vera ein yvirorðna ætlan
fyri alt landið innan gll
vinnugki. Í Klaksvík hava
vit eitt nú onki ímóti tank-
anum um, at kanska Drelnes
fær oljuútgerðarhavn, með-
an Klaksvíkin fær fiski-
vinnu. Og tå eg sigi fiski-
vinnu, so meini eg eisini við
útbúgving og umsiling -
har Klaksvíkin verður eitt
sentrum fyri fiskivinnuna,
meðan onnur gki fáa olju-
vinnu.
Jógvan við Keldu leggur
eisini dent á, at tann dagin
oljuvinna er veruleiki í Før-
oyum, so verður talan um
eitt kollvelt samfelag.
— Tí er tað av alstórum
týdningi, at politikarar og
vinnuliv seta seg saman at
pråta um tingini. Og tad er
somuleidis sera tydandi, at
politisku myndugleikarnir
ongi loyvi geva av nøkrum
slag innan oljuvinnuna, fyrr
enn politiska forarbeidid er
gjørt til fulnar.
Jógvan vid Keldu situr
sjålvur f samgongu, og hann
roknar við, at landsstýrið
skjótt fer at koma við einum
útspæli í hesum sambandi.
A
Jógvan við Keldu: Ein
yvirorðnað ætlan má
leggjast fyri allar Fóroyar
í sambandi við eina kom-
andi oljuvinnu. Í Klaksvík
hava vit onki ímóti, á
onnur fáa olju, um vit nú
fáa alla fiskivinnu
Jákup Lamhauge: Skálafjórðurin er framvegis við í
kappingini um oljuútgerðarhavn